(mynd: tikin av netinum, myndafólk ókent)
Í júst farna vikuskifti hevði eg tann framíhjárætt at vera til ikki færri enn tvær Bob Dylan konsertir. Leygarkvøldið gekk leiðin yvir um Öresund til Malmö Arena og sunnukvøldið gekk hon til Forum á Frederiksberg. Í báðum umførum spældi Bob konsert við bólki og í báðum førum vóru nøkur fantastiska góð løg framførd. Hatta var tann stutta útgávan, men ein longri finst eisini, og hon byrjar her:
Um vit fyrst og fremst zooma eitt sindur út, so ber til at siga, at Bob Dylan hevur verið virkin sangari, sangskrivari og tónleikari síðani fyrst í 60unum (!) Tvs. at í fimm áratíggju hevur hann havt ein sera týðandi leiklut innan vesturlendskan populertónleik og innan mentan yvirhøvur. Meira tími eg ikki at siga um tað beint nú, tí tað er longu gjørt betri aðrastaðni, m.a á wikipedia síðuni um Bob Dylan. Almenna heimasíðan bobdylan.com er eisini frálík og inniheldur hópin av upplýsingum, tónleik, tekstir o.a.
Vit vera tó verandi í zoom mode, og zooma fyribils inn á árið 1995. Tá var Bob eini 55 ár ella har á leið. Sjálvur var eg fimtan ár og búði í Århus við familjuni. Á sumri í 1995 var eitt sonevnt Open Air tiltak hildið í Århus. Ein konsert, ið vardi allan dagin og sum bjóðaði kremið av DK rocki anno 95 og so okkurt altjóða kent navn. Hetta árið var tað Bob Dylan sum stóð ovast á plakatini. Eg kendi lítið til Bob Dylan tá, men eg átti bláu Wilhelm Hansen sangbókina og har stóð "Blowin' in the wind" í. Tað var tann fyrsti Dylan sangurin, sum eg lærdi meg at spæla. Eg helt tað var eitt ordiliga gott lag. Undir nótunum kundi eg lesa meg fram til, at sangurin var skrivaður sum ein "protest mod rustningsindustrien". Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað mátti hava okkurt at gera við rust, at man lat ting rusta... kanska okkurt við, at amerikanski ídnaðurin framleiddi øll møgulig ting sum bara stóðu og rustaðu? Og hetta var for galið og tí skrivaði man sangir um tað? Tja, tá ein er fimtan ár hevur ein kanska ikki tí stóru vitanina um ávís viðurskifti, men harafturímóti hevur ein hugflog at kompensera við! :)
Stutt eftir var mær greitt frá, at "rustningsindustrien" altso var ídnaðurin sum íkom í kjalarvørinum av kalda krígnum og "atomkapløbet" (atomvápnakapprenningini!) millum Rusland og USA. Fekk eitt lítið "a-ha!" upplivilsi og tað rann eitt sindur kalt eftir rygginum. "Blowin' in the wind" fekk eina nýggja dimensjón og eg gav tekstinum gætur.
Open Air dagurin upprann og vit vóru nøkur vinfólk og flokksfelagar sum fóru tíðliga á konsert. Sólin skein um allar geilar og tey vinfólkini sum eg fylgdist við vóru flipputtir tannáringar, sum gingu í løgnum 2nd hand klæðum og lurtaðu eftir sovorðnum sum The Doors, The Beatles og Nirvana. Eg helt at tað var øgiliga spennandi alt hetta ymiska. So Bob Dylan live ein góðveðursdag í 95 var "right up our alley", sum man sigur.
Fyri at gera akkurát hesa søguna styttri, so var tað ein ótrúlig konsert, sum eg næstan einki ítøkiligt minnist frá. Eg minnist bara stemningin, andan, tað sum lá í luftini. Eg minnist at fólk í øllum aldri stóðu sum rúnarbundin og lurtaðu eftir Bob Dylan við bólki. Eg minnist tað øgiligu atdráttarmegi sum hesurin maðurin hevði. Ella rættari; sum sangirnir hjá honum høvdu. Eg minnist at Tim Christensen, táverandi sangari í Dizzy Miss Lizzy (sum framførdu seinni um kvøldið), stóð úti í síðuni av pallinum og hugdi við djúpari virðing og spentleika inn á pallin, har sum Bob stóð. Eg kundi bara staðfesta at hesin her Bob var ikki Harra Hvør-sum-helst, at hann dugdi nøkur ting og tað væl eisini. Hann spældi ikki "Blowin' in the wind", men hann spældi allar møguligar aðrar sangir.
Hatta var mín fyrsta ordiliga introduktión til Bob Dylan og hana eri eg glaður um. Haldi eg var eitt sindur heppin at upplivað slíkt á so ungum árum. Tí Bob er sanniliga eisini kryptiskur og mystiskur og fer ikki á pall fyri at undirhalda (meir um tað seinni). Men eg billi mær sjálvum inn, at eg á konsertini fekk eitt lítið innlit í heimin hjá honum, sum eg seinni kundi byggja víðari á. Og so mugu vit ikki gloyma "Blowin' in the wind". Ein forbiði góður sangur, sum eg dugdi á gittaranum.
Tann næsta Bob Dylan introduktiónin, ið gjørdi mun, var eitt sonevnt "mixtape". Eitt blandað kassettuband við Bob Dylan løgum. Mixtapes, blandaði bond við tónleiki, var sovorið sum tey brúktu í farnu øld, áðrenn brendar fløgur og mp3 fóru at gera um seg. Afturi í 80unum serliga, men eisini í 90unum. Eitt mixtape var nakað sum man gjørdi til vinfólkini hjá sær, til unnustuna ella okkurt sovorið. Man tók nakrar ávísar sangir uppá við einum ávísum endamáli (ella ongum) fyri eyga, og so gav man onkrum tað, sum hevði brúk fyri tí. Eg fekk eitt tílíkt mixtape í 98 ella 99 ella har á leið. Frá hvørjum? Ongum minni enn Meinhardi "Áðrenn Elvis" Jensen. Super nördinum úr Götu. Meinhard vitjaði onkuntíð pápa mín og við tíðini vitjaði hann eisini meg.
Á bandið vóru Bob Dylan sangir. Ikki bara tilvildarligar Bob Dylan sangir, men Bob Dylan sangir sum Meinhard hevði valt út. Ein best of fløga var eisini inni í myndini um tað mundið, og henni lurtaði eg eisini nógv eftir, men hetta her serliga úrvalið frá Meinhardi gjørdi ein ella annan mun. Har vóru góðir sangir á. Ikki sovornir sum koma á "best of" ella "greatest hits" útgávur, men sum alíkavæl eru bæði best of og greatest eitt ella annað. Í stuttum vakti hetta mín áhuga til at fara at granska diskografiina, katalogið, hjá Bob nærri. Og har er sanniliga nógv at taka av! (eg vil enn einaferð vísa til wikipedia greinina og almennu Bob síðuna omanfyri). Hetta merkir so, at Bob Dylan og hansara mongu góðu sangir, plátur og tíðarskeið hava fylgt mær seinastu 10 árini ella so.
Bono skrivaði fyri ikki so langari tíð síðan essay um Bob Dylan í Rolling Stone Magazine. Hann skrivar m.a. at ein orsøk til at honum dámar so væl Bob Dylan, er at tað finnast so nógvir av honum. Eg eri púra samdur. Har er "ein til hvønn tørv", kann ein freistast til at siga; tann samfelagsrevsandi, røddin hjá teim kúgaðu, hjá 60ara ættarliðnum, hjá the civil rights movement, sýru-rockarin við surrealistisku tekstunum, hin forelskaði, hin við hjartasorg, country sangarin, gospel sangarin, hin eldri vísi sum spælir kulan tíðarleysan tónleik o.s.fr.
Tað finnast nógvar ymiskar versjónir og ymiskir leiklutir, sum Bob hevur tikið á seg gjøgnum árini, tó uttan at binda seg niður til nakað ávíst. Gjøgnum tíðirnar hava nógv spjaldur verið uppi og vent; fyri hvørt tíðarskeið er eitt rák ella ein rørsla, ið vil seta sítt frámerki á hann og útnevna hann til galliónsfigur fyri eitt ella annað. Fyri ikki at gloyma miðlarnar, ið gjarna vilja hava tingini at vera so einføld, fýrkantaði og lættgloypilig sum gjørligt. Men hann hevur altíð noktað og sloppi sær undan hesum ymsu spjaldrunum og er farin víðari á listarligu lívsleiðini.
Síðani 1995 havi eg sæð Bob Dylan live fimm ferðir. Aðru ferð var á Roskilde Festival í 2001. Eg stóð frammarlaga og tað fór at oysregnað undir "Knockin' on heavens door". Tað var stórt. Triðju ferð var í fjør í Odense. Tað var eisini ein góð konsert. Hann spældi heili sjey sangir frá Modern Times (2006), sum eg hevði lurtað nógv eftir, og so ymiskt gott úr skjáttunið. Um tað mundið vóru vit í studio og innspældu til mína næstu plátu, sum vónandi kemur út í summar. Vit = Bogi á Lakjuni, Jens L. Thomsen, Høgni Lisberg og eg. Tóku okkum frí tað eina kvøldið og fóru til Odense á konsert. Meiningarnar okkara millum um konsertina vóru faktiskt stak ymiskar. Bob er ikki lættur at koma inn á. Ikki bara bara.
Fjóra og fimta konsertin vóru so nú um vikuskiftið. Og nú eru vit mestsum liðug við zoomingina og søguliga baksýnið og halda okkum nøkunlunda til júst farna vikuskiftið! Langt um leingi:
Tað byrjaði við at Solveig og eg bíløgdu atgongumerki til konsertina í Forum í gjárkvøldið. Vit bíløgdu longu í desembur. Fyri kortum fann eg so útav, at ein konsert eisini skuldi vera í Malmö kvøldið fyri. Fann útav tí, tí at Meinhard (har var hann aftur) skrivaði á Facebook og spurdi um eg ætlaði til Malmö eisini. Hugsaði eitt sindur um tað, og gjørdi av at fara. Vikuna áðrenn hetta vikuskiftið hevði eg tó eina uppgávu fyri, ið fór avstað við nógvari mentalari orku. Uppgávan snúði seg um elektroniskan tónleik, felt teoriina hjá Bourdieu og hvat veit eg. Tvs. Bob Dylan var ein annar heimur akkurát hesar dagarnar. Men uppgávan var innlatin og dagin eftir, leygardag, fór eg at hugsa meiri konsertina í Malmö. Royndi at fáa fatur í Meinhardi, men tað gekk ikki (nokkso ótrúligt og eitt sindur kul at onkur ikki er til at fáa fatur í nú á døgum, har alt og øll eru skrásett í høvd og reyv). Mundi í eini veikari løtu broytt meining, men gjørdi so av at fara alíkavæl.
Sá á Facebook at ein dani sum eg kenni, sum eitur Johannes Dybkjær Andersson hevði skrivað "BOB DYLAN WEEKEND!!!" í sítt status update. Hugsaði við mær sjálvum; "Jamen so fer hann allarhelst til Malmö". Johannes Dybkjær Andersson er tónleikari og manager og indie plátuídnaðarmaður um ein háls. Hann hevur í nógv ár spælt bass í bólkinum Lampshade og er giftur songkvinnuni Rebekka Maria Andersson, ið syngur í Lampshade og í electro popp verkætlanini As In Rebekkamaria. Eg spældi tvær kirkjukonsertir saman við Lampshade afturi í 2006 til eitt sovori Præ-SPOT tiltak í Århus. Tað var kul og tey vóru (og eru) fitt og fyrikomandi fólk. Vit vóru (og eru) á bylgjulongd onkursvegna, hóast tað sum oftast hevur gingið long tíð millum hvørja ferð vit hava hitst.
Eg sá at næsta tokið fór kl 18:22 og skundaði mær oman til bussin. Í bussinum ringdi eg til til Johannes og spurdi um hann fór til Malmö og um hann kundi siga mær hvussu eg slapp til Malmö Arena. Hann so gjørdi og vit avtalaðu at hoyrast seinni. Eg kom inn á Høvuðsbanagarðin í Keypmannahavn, keypti mær okkurt til matna og setti meg í tokið. Hevði ikki sitið meir enn 2 minuttir, so kom sjálvt sami Johannes brádliga inn gjøgnum hurðina. Vit heilsaðust og vóru glaðir at síggjast so skjótt aftaná telefonsamrøðuna. Toktúrurin til Malmö tók ein hálvan tíma og vit fingu práta dúgliga hesa løtuna og dagført hvønn annan.
Hetta síðusporið (toksporið) um Johannes kennist kanska óviðkomandi, men hang in there, tí tað er við at gerast stak viðkomandi! Johannes kundi nevniliga greiða mær frá, at hann síðani einaferð í heyst hevur arbeitt fyri SONY Records í Danmark, og hvat enn kulari er; hann tekur sær av útgávu av Bob Dylan í Danmark! Ikki hissini. Bob hevur jú givið út á Columbia/SONY Records í ein mansaldur. Og har arbeiðir Johannes so. Við øðrum orðum hevur hann tikið sínar arbeiðsroyndir sum indie tónleikari, manager og plátufelagsmaður og brúkt tær til at leita eftir starvi við. SONY beit á, tí tey leita eftir øllum at døma eftir fólki sum eru úr indie umhvørvi, sum hava royndir við tí og sum fyrst og fremst gera tað við alski til tónleikin. Altso minni kontór-slips-business hugburð, meira "vit gera tað tí vit elska tað". Ljóðar sum ein brúkilig strategi.
Johannes kundi m.a fortelja at eina viku aftaná hann var settur í starv, kom stjórin hjá honum inn á kontórið við einum "watermark" eintakið av Tell Tale Signs: the bootleg series vol. 8 savnsfløguni, ið kom út í oktober. Við greiðum boðum um at BARA hann, altso Johannes, slapp at lurta og at fløgan ikki skuldi út úr kontórinum aftur! Tí hetta var umleið ein mánaða áðrenn hon skuldi koma út alment, og tí var talan um eina sonevnda "watermark" fløgu.
"Watermark" merkir at um Johannes t.d hevði koyrt fløguna í telduna hjá sær og lagt tónleikin á harddiskin ella upploadað hann á internetið, so hevði FBI uppdagað tað í stundini og so hevði verið galin endi! So inntil almennu útgávuna lá fløgan goymd í einari skuffu á kontórinum hjá Jóhannes og hann tók hana einans fram at lurta eftir, tá hann var til arbeiðis. Sama skilið ger seg galdandi við nýggju Bob Dylan plátuni Together Through Life, ið kemur út síðst í apríl. Hana hevur næstan eingin hoyrt enn, uttan útvaldir fjølmiðlar og so hesi ávísu SONY plátufelagsfólkini, ið sita í hvør sínum landi og umsita útgávurnar hjá Bob. Og Johannes er ein av teimum, tvs. hann er tann einasti í øllum Danmark, ið hevur hoyrt nýggju plátuna! Tað er heilt ótrúliga kul, um ein er Bob Dylan fjeppari og Johannes kláraði eisini illa at goyma sítt "kid in a candystore" ovfærakæti. Í stuttum lýsti hann hetta sum eitt "drømmejob!" Eg skilji hann væl.
Sostatt var Johannes í Malmö í arbeiðsørindum, tí hann skuldi nevniliga syrgja fyri at ummælarin frá Gaffa slapp inn á Malmö Arena í øllum góðum, og so njóta konsertina fyri rest. Drømmejob indeed! :) Vit komu til tokstatiónina Malmö Syd, tóku ein taxa til Arenaina og eg keypti mær atgongumerki til konsertina. Vit kundu ikki sita sama stað, tí atgongumerkini hjá Johannes og co. vóru í einari aðrari sektión. Men eg fekk eitt fínt pláss har afturi. Talan var um sitikonsert, so eg kundi sita í friði og náðum og lurta eftir Bob. Saman við einum hópi av at síggja til fittum og niðri-á-jørðini Skåne búgvum og svium annars (sum eisini sóðu fitt út). Og so vóru Johannes og teir onkrastaðni í hópinum. Og Meinhard var eisini onkustaðni. Tilsamans eini 15.000 fólk, so ber yvir við mær um eg ikki bar eyga við teir.
Tá eg hevði sitið og bíðað í einar fimtan minuttir, kundi eg staðfesta at kola fløskan frá toktúrinum vildi út aftur (ella rættari; tað sum var í henni!) og so mátti eg so pent biðja fólk um at flyta seg, so eg slapp útaftur. Royndi meg við onkrum máli, ið helst kann rópast pseudo skandinaviskt ella okkurt í den dur! Í tí eg gekk inn aftur í stóra Arena hølið, dempaðust ljósini og eyðkenda annonseringin, ið hevur verið nýtt til hvørja konsert síðani 2002, hoyrdist í hátalurunum;
"Ladies and gentlemen please welcome the poet laureate of rock 'n' roll. The voice of the promise of the 60's counterculture. The guy who forced folk into bed with rock. Who donned makeup in the 70's and disappeared into a haze of substance abuse. Who emerged to find Jesus. Who was written off as a has-been by the end of the 80's, and who suddenly shifted gears releasing some of the strongest music of his career beginning in the late 90's. Ladies and gentlemen - Columbia recording artist Bob Dylan!"
Náddi akkurát at seta meg uppá pláss aftur, tá teir byrjaðu at spæla eitt lag, sum vísti seg at vera hvørki meir ella minni enn "Maggie's Farm". Eg nevaði spontant í loft, tá hann sang "I ain't gonna work on Maggie's Farm no more!"; NEI, tit kunnu ikki seta eitt ella annað yvirfladiskt klisturmerki á meg, NEI, tit kunnu ikki kategorisera meg bara soleiðis uttan víðari, NEI, eg ætli mær víðari! Soleiðis! Góð byrjan, góður hýrur. Eitt frálíka feitt lag. Ein video upptøka sæst her:
Næst var eingin minni enn "The Man In Me". Lagið er upprunaliga frá New Morning plátuni frá 1970, og fekk eina renæssancu í fantastiska kult filminum The Big Lebowski hjá Coen brøðrunum. "Take a woman like you to get through/To the man in me". Stórt at hoyra henda sangin live. (Dagføring: Her er ein video upptøka av sanginum live í Malmö:)
Øll konsertin var góð. Bob sang væl og røddin lá langt frammi í ljóðmyndini. Onnur hæddarpunkt vóru "High Water (for Charley Patton)", "Ballad of Hollis Brown", "Just Like A Woman", "The Lonesome Death of Hattie Carroll", "Highway 61 Revisited" og sum rosinan í pylsuendanum kom "Blowin' in the wind" í eini um-arrangeraðari swing líknandi útgávu. Góði gamli "Blowin' in the wind", ið eg lærdi meg at spæla á gittar afturi í '95. "Blowin' in the wind" er eitt fantastiskt lag við einum ótrúligum teksti. Onkur vildi helst sagt at hann er millum teir meira "bláoygdu" hjá Dylan (onkur var nokkso kyniskur tá hann segði tað). Men ein fantastiskur tekstur. Í Scorsese filminum No Direction Home um Dylan í 60unum, greiðir ein svørt songkvinna frá fyrstu ferð hon hoyrdi "Blowin' in the Wind" og orðini "How many years can some people exist/before they're allowed to be free?" Hon lýsir tað við orðunum; "It was inspirational music! Inspirational!" (eg endurgevi úr minninum, so fyrigev um eg finni eitt sindur uppá). Her er ein video upptøka frá konsertini:
Hinir sangirnir vóru eisini feitir og eg hevði hoyrt teir flestu fyrr. Men tað var super gott at hoyra allar aftur. Live. Sprell livandi og her og nú. Sat sum áður nevnt nokkso langt afturi til hesa konsertina, so eg sá ikki so væl hvat hendi á pallinum, men ljóðið var gott og hoyrdi eg tí tað sum hoyrast skuldi. Hetta gjørdist sostatt ein lurti konsert burturav. Kvøldið eftir skuldi vísa seg at vera eitt sindur øðrvísi í so máta.
Eftir lokna konsert keypti eg t-troyggjur til mín og Solveig og fór útum at leita eftir transporti heim. Hetta var ein nokkso roksut uppgáva, tí almennur transportur er (enn) ikki ordiliga komin til økið kring Malmö Arena. Nakrir bussar vóru settir inn, men tá túsundtals fólk skulu heim í senn, so tekur tað sína tíð at fáa øll avstað (tó at mong høvdu bil). Eitt sindur av óskili var tí einu løtuna, men eg endaði so í einum bussi sum koyrdi til "Centralen". Eg satsaði uppá at "Centralen" var buss og tok miðstøð í Malmö, og so var! Fann eitt tok til Keypmannahavn og um hálvgum tólv tíðina var eg komin uppá pláss aftur. Hvat síðani hendi hetta megnar leygarkvøld í tí Harrans ári 2009, er ein onnur søga.
(framhald í 2. Parti, har konsertin kvøldið eftir í Forum í Keypmannahavn verður til umrøðu).
Løgini, ið spæld vóru:
1. Maggie's Farm
2. The Man in Me
3. Watching the River Flow
4. When the Deal Goes Down
5. High Water (For Charley Patton)
6. Stuck Inside of Mobile with the Memphis Blues Again
7. Ballad of Hollis Brown
8. Just Like a Woman
9. Tweedle Dee & Tweedle Dum
10. Beyond the Horizon
11. Summer Days
12. The Lonesome Death of Hattie Carroll
13. Highway 61 Revisited
14. Like a Rolling Stone
Eykaløg:
15. All Along the Watchtower
16. Spirit on the Water
17. Blowin' in the Wind

Comments
Post a Comment