Oyggjarnar og hvalirnir

Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
(greinin stóð í Sosialinum fríggjadagin 24. juni 2016).

Farna vikuskiftið hevði heimildarfilmurin The Islands and the Whales evropeiska frumsýning á Edinburgh International Film Festival í Skotlandi. EIFF er størsta filmsstevnan á okkara leiðum, og hevur í ár 70 ár á baki. Frammanundan hevur filmurin havt norðuramerikanska frumsýning, har hann eisini fekk góð ummæli.

Skotski filmsleikstjórin Mike Day hevur leikstjórnað, upptikið og framleitt filmin yvir eitt fýra ára tíðarskeið. Hesi árini gjørdi hann fleiri ferðir til Føroyar, og hann er sostatt komin at kenna samfelagið og fólk higani væl. Filmurin er ein visuelt og frásagnarliga hugbindandi uppliving við grindadrápinum sum reyðum tráði. Søgan er persónsdrivin og heldur seg tætt uppat grindadrápinum, soleiðis sum tað gongur fyri seg í føroyska samfelagnum.

Føroyingar í Edinburgh
Í sambandi við evropeisku frumsýningina vóru fleiri føroyingar staddir í Edinburgh. Pál Weihe, arbeiðsmedisinari, er ein av høvuðspersónunum í filminum og var har saman við konuni Sáru og starvsfeløgum. Filmurin var sýndur tvinnar ferðir, fríggjakvøld og sunnudag. Báðar ferðir var stúgvandi fult og aftaná var ein “Q&A” (Questions and Answers) session, har orðstýrari hevði samrøðu við leikstjóran við spurningum úr salinum. Weihe kom eisini upp og prátaði við Day, og teir báðir svaraðu síðani spurningum. Fólk vóru eldhugað og spurdu um bæði Føroyar, grindadráp, samfelagsviðurskifti og eisini um ymiskt av meira filmstøkniligum slag.

Filmurin hevur vakt altjóða ans, og í vikuni hevur Day verið í Washington, USA, har hann hevur fundast við kongressina og senatorar um umhvørvisdálking í høvunum. Hann er eisini boðin í Hvítu Húsini at kjakast um tær avbjóðingar, ið Føroyar standa yvirfyri hvat viðvíkur vandamiklum nøgdum av toksinum í siðbundna matinum. Aftaná frumsýningina fríggjakvøld var eftirveitsla hildið á barrini Henry’s Cellar Bar, har tónleikabólkurin Sakaris, ið telur Sakaris Emil Joensen, Per I. Højgaard Petersen og undiritaða, var boðin at spæla.
Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
Ein hugbindandi filmsuppliving
Tú verður beinavegin hugtikin av sannførandi myndasíðuni í The Islands and the Whales. Filmurin inniheldur nógvar bergtakandi panoramiskar upptøkur av føroysku náttúruni, ið hóska seg væl sum bakteppi til eina søgu um grindadráp. Temu í filminum eru støðan millum menniskju og náttúru, burðardygg veiða, umhvørvisdálking o.a., og stórslignu náttúrumyndirnar hóska afturvið eini slíkari frásøgn. Filmurin vísir grindadráp og fuglaveiðu tætt uppá og uttan at blunka. Hetta kann óivað vera herskin kostur fyri útlendingar, men sum føroyingur fegnast tú um, at Day vísir tingini “sum tey eru” og ikki pakkar nakað inn. Tí grindadráp, fuglaveiða, fletting av seyði o.a. hevur verið ein partur av føroyska gerandisdegnum í øldir, og er tað jú enn. 

Søgugongdin fylgir nøkrum úrvaldum persónum tætt. Pál Weihe er ein høvuðspersónur, ið umboðar kritiska og sakliga sjónarmiðið, har mælt verður frá at eta grind orsaka av heilsuvandanum, ið kemur av øktari kvikksilvurdálking. Ein familja úr Hvívík umboðar hina síðuna, og kortini rúma tey báðum sjónarmiðum. Pápin er grindamaður og setur eina æru í at veiða fugl og fisk sum part av sínum samleika. Vit frætta eisini frá abba hansara, ið sigur frá søgum úr gomlum døgum. Kona grindamannin er útbúgvin sjúkrasystir og er sostatt tilvitað um møguligu vandarnar við at eta grind, og vit síggja tey bæði kjakast. Bæði sjónarmið eru sostatt umboðað innanhýsis í hesi familjuni. Hetta er eisini í tráð við hvussu eg meti nógvar føroyingar hugsa rættiliga dialektiskt um grindadráp anno 2016. Tað er ein stórur missur í at veitra farvæl til eina elligamla siðvenju, men hinvegin er tað heilt einfalt ikki skilagott at eta dálkaða føði.
Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
Sea Shepherd
Day hevur fingið fótin innum í føroyska samfelagnum og heldur seg rættiliga treytaleyst til innanhýsis frásagnina. Uttan úr heimi koma tó Sea Shepherd á teirra sonevndu “Grindstop” herferð í 2014. Tey fylla ikki nógv í savnaðu søgugongdini men eru har so leingi tað varir. Upptøkur eru frá tá bilar koma í land, tá skip og bátar sigla millum oyggjarnar og frá tíðindafundum, ið felagsskapurin helt í Føroyum. Annar tíðindafundurin er niðri á kaiini og telur trý umboð frá Sea Shepherd. Seinni tíðindafundurin er á Hotel Føroyum, tá fyrrverandi Baywatch sprundið Pamela Anderson vitjaði. 

Í báðum førum tykist mær, at felagsskapurin ger seg fyri skommum. Day hevur ikki skuldina av hesum. Hann spælir flugan á vegginum, er hjástaddur og filmar tað, ið fyriferst. Men tá Pamela ikki megnar at svara basalum spurningum og tá útsagnir eru ridlandi og ósannførandi, ja so er savnaða myndin ikki serliga sterk. Á ein hátt er tað næstan spell, at anti-grindadráp síðan ikki hevur fingið onkrar gløggari ambassadørar enn henda snøgt sagt fjákuta felagsskap.
Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
Spurningurin, ið vit sjálvi mugu svara
Day vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 2011, og seinasta vitjanin í sambandi við filmsupptøkur var í november 2014. Sostatt liggur ein ørgrynna av arbeiðstímum, fyrireikingum og upptøkum til grund fyri filmin. Hann er komin at kenna sera nógv fólk í Føroyum, og tá tú tosar við hann, kennir tú eisini á tær, at hann hevur ein serligan tokka til Føroyar og føroyingar. Tó er filmurin ikki óneyðuga partískur ella moraliserandi á nakran hátt. Viðurskiftini vera lýst uttan støðutakan, og hyggjarin má sjálvur meta um. 

Gamaní eru nakrar estetiskar og stilistiskar avgerðir tiknar. Søgugongdin fylgir sum áður nevnt úrvaldum persónum, ið so ella so hava við grindadráp at gera, og tað skortar ikki uppá stórslignar náttúrumyndir. Føroyar huldar í támi og voice-over røddir, ið hugleiða um fólkatrúgv úr fornari tíð. Vit kenna stílin aftur, men hetta er serstakliga væl úr hondum greitt, á altjóða støði, og tað hongur væl saman. Tosið um huldufólk er í lagi, tí tey gerast ein metaforur fyri javnvágina millum menniskja og náttúru. Javnvágina, ið vit hava mist aftaná ta innrás av tøkni og elektrisiteti, ið fór yvir landið miðskeiðis í 20. øld. Hesin spenningur millum forna siðvenju og lívið í seinmodernaða samfelagnum er sostatt afturvendandi. So hvørt sum søgan gongur, koma alt fleiri brigdi í hesum lítla oyggjasamfelagi undan kavi. 

Miðsavnandi spurningurin um grindadráp verður standandi ósvaraður. Skulu vit gevast at drepa grind og missa eina elligamla siðvenju, ið er inngrógvin í okkara samleika? Ella skulu vit halda áfram at drepa og eta grind og lata børn okkara eitrast av kvikksilvuri og aðrari dálking í havinum? Hetta er ein spurningur, ið vit sjálvi mugu svara.
Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
Til Føroya
Mike Day letur frætta, at ítøkiligar ætlanir eru um at sýna filmin í Føroyum í summar, og stóra málið, ið toymið handan filmin arbeiðir fram ímóti, er at útvega stuðul til at fáa filmin sýndan í biografum kring allan heim. Um hetta eydnast verður talan um fyrsta føroysktmælta film, ið fær sýningar víða hvar kring knøttin. Ynskiligt hevði verið um henda søgan var varpa upp á stóru altjóða skíggjarnar.

sí fleiri myndir, videobrot og dagføringar um filmin á:
www.facebook.com/theislandsandthewhales

Comments