Larmandi tøgnin

Mynd: Álvur Haraldsen.
(Grein í Sosialinum fríggjadag 3. februar 2023).

Hvønn leiklut hevur virðismikli russiski mentanararvurin í eini krígstíð, har ideologiska stríðið eisini fer fram á mentanarpolitiska vígvøllinum? Ársins nýggjárskonsert hjá Føroya Symfoniorkestri hevur ótilvitað sett henda prinsippiella spurning á breddan.

Aðrastaðni í vesturheiminum hava tey kjakast um hesi viðurskifti, síðani Russland fór undir álopskríggj í Ukraina fyri skjótt einum ári síðani. Skulu vit meta út frá reaktiónunum uppá ivasemið og kritisku spurningarnar, ið undirritaði og onnur hava sett fram her heima í samband við Nýggjárskonsertina, so eru tey mong, ið ikki halda, at hetta kjakið er viðkomandi í Føroyum. Í løtuni valdar ein larmandi tøgn rundanum málið.

Tað slepst ikki uttanum, at álopskríggið í Ukraina, ið fyrst og fremst er ein regionalur sorgarleikur fyri menniskju á báðum síðum, eisini ekkóar langt inn í konsertsalir víða hvar. Tá kríggið gjørdist kaldur veruleiki hin 24. februar 2022, fekk tað beinavegin ítøkiligar avleiðingar fyri russiskar aktørar á klassiska tónleikapallinum. Longu dagin eftir, 25. februar 2022, var ætlaða konsertin í Aarhus Musikhus við russisku opera-sopranini Anna Netrebko avlýst. Netrebko hevur alment stuðlað Putin gjøgnum árini. Reaktiónin frá Musikkhúsinum í Aarhus var, at man “vildi ikki blanda politikk og list saman”. Hetta vísti seg tó at verða lættari sagt enn gjørt. Konsertin varð avlýst, og Netrebko kunngjørdi stutt eftir, at hon var “fyribils farin á pensión”. Í dag er hennara yrkisleið í Evropa og USA fullkomiliga steðgað upp.

Somu lagnu hevur eitt nú dirigenturin Valery Gergiev, ið eisini hevur stuðlað Putin alment, fingið. 1. mars 2022 varð kunngjørt, at Gergiev var uppsagdur sum dirigentur hjá Münchner Philharmoniker, tí hann noktaði at fordøma brutala álopskríggið í Ukraina. Gergiev var eisini uppsagdur frá øðrum týðandi postum innan klassisku tónleikaverðina. Felags fyri hesi tónlistafólkini er, at tey hava stuðlað russiska regiminum, ið nú er at rokna sum harðræði.

Tv2.dk 25. februar 2022.
Boykott og prinsippir
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn avlýsingar og boykott gjørdust gerandiskostur innan mentanarlívið víða hvar. Bæði innan Eurovision, balletverðina, populertónleikin, klassiska konsertheimin og myndlistina sóust avlýsingar av ymsum slag. 9. mars 2022 frættist, at Cardiff Philharmonic Orchestra í Wales hevði droppað verk eftir Pyotr Ilyich Tchaikovsky (1840-1893) á eini komandi konsert. Orkestrið fekk nógvar skolur og háðan fyri hetta á sosialu miðlunum. Eyðsæð er ein grundleggjandi munur á at boykotta tey russisku listafólkini, ið hava havt beinleiðis tilknýti til russisku stjórnina, og at boykotta søguliga russiska tónlist.

Hetta førdi eisini við sær, at tað um okkara leiðir beinanvegin sóust ítøkiligar royndir at orða henda prinsippiella munin í opnum dialogi og kjaki. T.d. kunngjørdi NTO (Norsk Teater og Orkesterforening) longu 2. mars 2022 seks prinsippir um nýtslu av boykotti. Her verður tilskilað, at boykott eigur bert at verða nýtt, um tað beinleiðis rakar russiska regimið og teir persónar, ið opið stuðla og samstarva við regiminum. Sætta og seinasta prinsippið staðfestir soljóðandi:

“Kunst- og kulturfeltet forvalter en stor kanon av historiske verker skapt i eller rundt Russland, være seg musikk, scenekunst, litteratur, billedkunst etc. Vi anbefaler ikke boikott av denne kulturarven, på samme måte som vi heller ikke boikotter andre historiske verk skapt av kunstnere som har levd i andre land i en annen tid. Vi anbefaler likevel at nåtidens situasjon i Russland og Ukraina bør adresseres i kommunikasjon med publikum.”

Dagin eftir, 3. mars, kunngjørdi danski felagsskapurin DEOO - Danske Ensembler, Orkestre og Operainstitutioner seks líknandi prinsippir. Orðaðu prinsippini síggjast eisini aftur í konsertvirkseminum í umrøddu londunum. T.d. hevur Bergen Filharmoniske Orkester hildið fast við russiska tónleikin hesar mánaðirnar samstundis sum, at orkestrið varpar ljós á kríggið. 10. mars 2022 hevði orkestrið stuðulskonsert í Grieghallen í Bergen, ið byrjaði við ukrainska tjóðsanginum, og næst á skrá var tónleikur hjá russiska tónaskaldinum Dmitri Shostakovich (1906-1975). Dagin fyri, 9. mars, hevði Bergens Tidende eina hugtakandi samrøðu við lettiska dirigentin Andris Poga, har hann hugleiddi um týdningin av at hava báðar síðurnar umboðaðar á konsertini. Lettland var sum kunnugt undir sovjettiskum ræði í 45 ár.

Slík átøk mugu metast sum erligar royndir at sigla millum brot og vandasker. At fara í dialog við áhoyrararnar í tí, sum kann lýsast sum størsta politiska vandamál í okkara tíð.
Bergens Tidende 9. mars 2022.
Ideologiska stríðið harðnar
Skjótt hevur álopskríggið í Ukraina vart í eitt ár, og so hvørt sum kríggið stendur við harðnar ideologiska stríðið eisini á mentanarpolitiska hermótinum. “Sannleikin er fyrsta offrið” er ein tragisk meginregla í øllum kríggi, og sannleikanum at baki koma listin og mentanin mangan. Soleiðis er eisini við hesum kríggi. 5. september undirskrivaði Putin eitt dekret, ið ger tað púra greitt, at mentan eisini er eitt amboð og vápn í hondunum á russiska regiminum, ið hevur sum mál at strika Ukraina av landakortinum og taka tað, sum eftir verður av tess mentan fult og heilt upp í hitt sokallaða russiska eindarríkið.

7. desember kom ukrainski mentamálaráðharrin Oleksandr Tkachenko við eini áheitan til síni vestulendsku sameindu í avísini The Guardian, um orkestur í vesturheiminum at halda fyribils uppat við at framføra russiskan tónleik, tvs. verk eftir tey tónaskøldini, ið Putin regimið favoriserar. 
Tað hoyrir við til søguna, at Ukraina er eitt viðbrekið ella óliðugt demokrati, og tann djúpt problematiska viðferðin, sum altjóða pressan fær í landinum, er sanniliga við til at gera mentanarpolitiska kjakið uppaftur torførari.

Ein slík áheitan frá mentamálaráðharranum eigur at verða lisin við einum granni av salti, og vesturlendsku reaktiónirnar hava eisini verið ymiskar. Mong orkestur taka ikki undir við boykottinum, tí mett verður, at hetta er at koyra vatn á mylluna hjá Putin regiminum. Boykott av russiskari list stuðlar bara undir narrativið hjá Putin um, at vesturheimurin er fongdur av óttafullum “cancel culture”. Strikingarmentan á føroyskum.

Sum mánaðirnir ganga, og kríggið stendur við, eru tað tó sum skilst alsamt fleiri orkestur, ið stillisliga halda uppat at framføra russisk verk. Samstundis eru onnur orkestur og felagsskapir, ið halda fast við prinsippiella týdningin av at varðveita russiskan tónleik sum part av sínum konsertskráum. Hetta er støðan hjá eitt nú orkestrinum Copenhagen Phil, har tónleikatjórin Peter Lodahl vísir til áðurnevndu prinsippir hjá DEOO um boykott. Tað er jú eisini okkurt heilt grundleggjandi absurd í hesum, at skula fara at strika tey mongu russisku tónaverkini, ið eru ein integreraður partur av teirri heimsfevnandi klassisku kanon, sum dag og dagliga verður framførd og hildin í hevd av orkestrum og ensemblum víða hvar.
Berlingske 8. desember 2022.
Nýggjárskonsert í einum tómrúmi
Í Føroyum hava vit tó higartil einki kjak havt um hesi truplu viðurskifti. Vit mugu í verandi støðu taka til takkar við einum veikum miðlalandslagi við heldur sporadiskum mentanarjournalistikki. Tí fer tað mesta, sum hendir á mentanarpallum úti í stóru verð, eisini framvið borðinum. Kríggið setir tó alt upp á ein spíss, og reaktiónirnar eru ógvusligar. Í hesi støðuni hava vit lukkutíð megnað at havt eitt seriøst kjak um t.d. flóttar, ið vit fyri fyrstu ferð í heimssøguni hava íverksett skipaða móttøku og innliman av. Hvat fiskivinnusáttmálanum við Russland viðvíkur, er støðan í løtuni meira ógreið. Tað evnið hevur somuleiðis fingið fitt av kjaki, innsløgum og umrøðu í miðlunum. Samstundis hava vit einki kjak havt um russisku tónlistina. Ikki tað sum líkist. Tað er í hesum gapandi tómrúmi, at ársins Nýggjárskonsert skal fatast.

Tað byrjaði annars so væl. Eftir at hava spælt fyri tómum Norðurlandahúsi fyrraárið og avlýst í fjør, var endiliga klárt hjá Føroya Symfoniorkestri (FSO) at halda hina ikonisku Nýggjárskonsertina fyri fullsettari høll í Norðurlandahúsinum við beinleiðis varpan í Kringvarpi Føroya. Konsertin er eitt hæddarpunkt í árliga konsertkalendaranum hjá symfoniorkestrinum, sum í ár hevur verið til í 40 ár. Okkara fólkavaldu umboð og ymiskir samfelagstoppar sita fremst, øll lata seg fínt í til høvið, og talan er um eina tónlistaliga fagnaðarløtu, ið røkkur út um landið umvegis KVF.

Ein hending, har nýggjárið verður hátíðarhildið við eini ofta festligari og undirhaldandi potpourri úr teirri drúgvu og umfatandi klassisku kanonini. Og eisini ein løta, har klassiskur tónleikur ljómar longur út í hvønn krók í landinum, enn hvat føroyski almenningurin annars er vanur við. Hetta er bæði gott og virðismikið og hevur eitt alment myndandi og upplýsandi potentiali. Tað er tí ikki líkamikið, hvat verður framført á einum slíkum palli. Heldur tvørturímóti eigur tað framførda at verða tikið í álvara.

Øll segl vóru eisini riggaði til í ár við fullmannaðum orkestri og kóri afturvið, og tað gjørdist eisini ein flott konsert. Sum heild ljómaði Føroya Symfoniorkestur væl í sjónvarpinum, solistarnir sýndu stórt yvirskot, og vertirnir høvdu eina góða kemi sínamillum.
Mynd: Álvur Haraldsen.
Skurrandi ambivalensur
Har var tó okkurt, sum skurraði, tá konsertin var av. Skráin fevndi um eyðkend russisk verk sum 1. sats úr 2. klaverkonsert eftir Sergei Rachmaninoff (1873-1943), og 'Polovtsian Dances' úr Prince Igor operaini hjá Alexander Borodin (1833-1887). Hví var hetta bjóðað fram á eini so ikoniskari, sýmboltungari og tjóðskaparligari løtu sum Nýggjárskonsertini, uttan at álopskríggið í Ukraina var nevnt við einum orði? Høvdu fyriskipararnir valt at seta kikaran fyri tað blinda eygað?

Ósambærið millum kjakið úti í heimi og heimligu tøgnina var ikki til at koma uttanum. Spurningarnir vóru mangir, og tilsamans úrslitaði hetta í eini stak ambivalentari heildaruppliving. Tað kendist heldur tónadeyvt og sum vánalig timing, at seta júst hesi verk á skrá júst í ár. Tað hevði verið hóskandi at hugsa eitt sindur nærri um tað signalvirðið, ið liggur í eini týðandi mentanarligari hending sum Nýggjárskonsertini. Hetta bar brá av einum manglandi tilviti um handfaring, um hvat ein slík skrá kann siga hyggjarum og lurtarum, hvat ein kann velja til og frá í slíkari støðu og eisini hvussu tað kann miðlast og kontekstualiserast.

Øsing og ótti
Var kjakið fráverandi áðrenn konsertina, hevur tað milt sagt verið jánkasligt eftir konsertina. Tey, sum hava dittað sær at undrast opið og alment og sett kritiskar spurningar, hava m.a. verið løgd undir at vilja fremja strikingarmentan, at verða "woke", at vilja sensur og politiska korrektheit og hvørt av sínum. Lokalavísin í norðoyggjum, Norðlýsið, staðfesti, at nú var “cancel culture rørslan” komin eftir Nýggjárskonsertini. Tíverri innihelt stutta greinin bert nøkur fabrikeraði sitat og eina longri røð av glíðibreytar-argumentum sum grundgeving. Enn hava vit til góðar at fáa at vita, hvør tað er, ið skal eitast at manna hesa sokallaðu “rørslu”.

Reaktiónin uppá kritisku spurningarnar hevur í mongum føri verið bæði óbúgvin og óproffessionell. Bara tað at seta spurning við handfaringina og manglandi kjakið um russisku tónlistina, er nokk til, at mong fara í verjustøðu. Eisini verður trivið í óendaligu røðina av glíðibreytingar-argumentum, tí hvat nú við enskum, týskum, fronskum v.m. tónleiki? Hesi lond og ríki hava jú koloniserað og kúgað gjøgnum øldir. Og alt tað klassiska repertoirið er jú vavt inn í alskyns ivasom og ræðulig viðurskifti úr farnum tíðum. Og hvat við Dostojevskij og Tolstoi og øðrum við? Skulu teir nú eisini á bálið, ella hvat?

Svarið er nei, tað skulu teir ikki. Og tað skulu tónaskøld sum Borodin, Mussorgsky, Rimsky-Korsakov, Scriabin, Tchaikovsky, Stravinsky, Prokofiev, Rachmaninoff, Shostakovich, Gubaidulina v.fl. heldur ikki. Vit skulu hava alt tað góða og alt tað ringa í huga. Vit skulu síggja dialektiska vísdómin, ið týskt-jødiski heimspekingurin Walter Benjamin (1892-1940) orðaði, tá hann á sinni tók til, at “Tað finst ongin skjalfesting av siðmenning, sum ikki er ein skjalfesting av barbaríi um somu tíð” (“Es ist niemals ein Dokument der Kultur, ohne zugleich ein solches der Barbarei zu sein.”).

Men fyri tað mugu vit kunna kjakast búgvið um inniverandi støðu, sum Evropa og heimurin er í, og tær mentanarpolitisku avleiðingar, ið standast av hesum. At nýta glíðibreytarargumentir sum undanførslu er óseriøst í hesi háaktuellu og stak ítøkiligu kreppu.

Kjakið, ið vit ikki skoyta um
Meðan tey aðrastaðni í vesturheiminum taka tað torføra kjakið um boykott á demokratiskum grundarlagi, eru tey mong her heima, ið heldur vilja sláa manngarð um Føroya Symfoniorkestur og køva kjakið við firtnum tosi um strikingarmentan og søguloysi. Summi rógva enntá uppundir, at kritisku røddirnar ynskja at birta í nationalistiskt hatur mótvegis russiskari mentan. Álvaratos. Eiga vit, sum eru so priviligeraði at liva í teimum talufrælsu, múgvandi og blómandi Føroyum ikki at kunna síggja okkum sjálvi í einum størri høpi enn so? Skylda vit ikki júst teimum kúgaðu og krígsherjaðu í øðrum londum at taka hetta kjakið fyri fult?

Eitt mark má vera fyri sjálvnøgdsemi og ostaklokkuhugburði. Vónandi hava vit ikki eitt slíkt mistreysti til ta demokratisku samtaluna og til ta mentanarpolitisku sjálvreflektiónina. Kanska verður ikki so ólagaligt at síggja okkum sum part av umheiminum, tá vit gera okkum ómakin. Mong hava sum skilst ein ótta fyri strikingarmentan. Men hvat hjálpir tað at tiga? Eru vit bangin fyri at loyva trøllinum innum, bara við at gloppa dyrnar fyri samtalu? Ella eru vit bara sum so mangan áður dottin inn í eina tvístøðu, sum vit ikki tíma at fyrihalda okkum til? Eg vóni at tað er tað seinasta, ið ger seg galdandi, og at vit fara at fáa seriøst kjak í lag um hesi viðurskifti.

Og hvar er Føroya Symfoniorkestur í øllum hesum? Meðan víðakend og høgt vird orkestur kring alt Evropa fyrihalda seg sakliga til prinsippir og boykott í opnum dialogi við sínar áhoyrarar, tykist FSO at hava frásagt sær aktiva leiklutin í tí prinsippiella kjaki, sum orkestrið sjálvt hevur skumpað undir. Gamaní er listaliga frælsið stórt, men mentanarpolitiskt er tað tó ikki ov nógv at spyrja um ein stovnur sum FSO ikki átti at tikið sína miðlandi uppgávu í størri álvara. Eitt sakligt og opið kjak hevði eisini kunnað bloytt upp fyri støðuni, har mong uttan iva munnu undrast. Her er tørvur á samtalu heldur enn tøgn.

Sí eisini greinina "Dissidenturin Rachmaninoff", ið stóð í sama blaði 3. februar.

Sí harumframt hendan partin av Vetrarbiit, har eg var ein av gestunum.

Keldur og víðari lesnaður:
Alex Ross, 2022. “Listening To Russian Music in Putin’s Shadow”, New Yorker, https://www.newyorker.com/culture/cultural-comment/listening-to-russian-music-in-putins-shadow

Anne Thora Lykkegaard, 2022. “Ukraines kulturminister opfordrer til boykot af al russisk kunst – danske orkestre går en anden vej”, Kulturmonitor, 9. des. 2022. https://kulturmonitor.dk/musik/art9116613/Ukraines-kulturminister-opfordrer-til-boykot-af-al-russisk-kunst-%E2%80%93-danske-orkestre-g%C3%A5r-en-anden-vej

Bergens Tidende, 2022. “Vi kan ikke la handlingene til en ond leder smitte over på all den store russiske kulturen”, Bergens Tidende, 9. mars 2022.  https://www.bt.no/kultur/i/ALgAoz/vi-kan-ikke-la-handlingene-til-en-ond-leder-smitte-over-paa-all-den-store-russiske-kulturen

Charlotte Higgins, 2022. “Ukraine Calls on Western Allies To Boycott Russian Culture”, The Guardian, 7. des. 2022. https://www.theguardian.com/world/2022/dec/07/ukraine-calls-on-western-allies-to-boycott-russian-culture

Danske Ensembler, Orkestre og Operainstitutioner, 2022. “6 principper til brug for boykot af Rusland blandt de danske orkestre, ensembler og operainstitutioner”, DEOO 7. mars 2022. https://www.deoo.dk/post/6-principper-til-brug-for-boykot-af-rusland-blandt-de-danske-orkestre-ensembler-og-operainstitution

Joachim Talbro Paulsen, 2022. “Kulturminister opfordrer til boykot af kendt russisk komponist”, Berlingske 8. des. 2022. https://www.berlingske.dk/aok/kulturminister-opfordrer-til-boykot-af-kendt-russisk-komponist

Joachim Talbro Paulsen, 2022. “Danske orkestre afviser ukrainsk opfordring: »Det ville efter vores opfattelse være helt misforstået«”, Berlingske 8. des. 2022. https://www.berlingske.dk/musik/danske-orkestre-afviser-ukrainsk-opfordring-det-ville-efter-vores-opfattelse

Johan Lützen, 2023. “Cancel-culture rørslan eftir Nýggjárskonsertini”, Norðlýsið, 8. januar 2023. https://nordlysid.fo/tidindi/77061/cancel-culture-rorslan-eftir-nyggjarskonsertini 

Kinna Poulsen, 2023. “Nýggjárskonsertin - Sjálvt um tónleikurin er gamal eru tíðirnar nýggjar”, Listaportal, 8. januar 2023. https://www.listaportal.com/tidindi/2023/1/8/nggjrskonsertin-sjlvt-um-tnleikurin-er-gamal-eru-tirnar-nggjar

Margaret Frainier, 2022. “Cultural Distinction - What Sergei Rachmaninov’s legacy tells us about musicians under the Putin regime”, Van Magazine, 10. mars 2022, https://van-magazine.com/mag/Rachmaninoff-putin-ukraine/

Nadia Khomami, 2022. “The show can’t go on: Russian arts cancelled worldwide”, The Guardian, 1. mars 2022.  https://www.theguardian.com/world/2022/mar/01/the-show-cant-go-on-russian-arts-cancelled-worldwide

Norsk Teater- og Orkesterforening, 2022. “Prinsipper for bruk av boikott ved scenekunst- og orkestervirksomheter”, 2. mars 2022. https://nto.no/nettverk-og-kompetanse/kritisk-offentlighet/ntos-prinsipper-for-bruk-av-boikott-ved-scenekunst-og-orkestervirksomheter

Oleksandr Tkachenko, 2022. “As Ukraine’s culture minister, I’m asking you to boycott Tchaikovsky until this war is over”, The Guardian, 7. des. 2022. https://www.theguardian.com/commentisfree/2022/dec/07/ukraine-culture-minister-boycott-tchaikovsky-war-russia-kremlin

Ritzau 2022. “Russisk operasanger aflyser koncert i Aarhus efter kritik”, TV2 25. feb. 2022. https://nyheder.tv2.dk/udland/2022-02-25-russisk-operasanger-aflyser-koncert-i-aarhus-efter-kritik

The Guardian Letters, 2022. “Silencing Russian music plays into Putin’s hands”, 9. des. 2022. https://www.theguardian.com/world/2022/dec/09/silencing-russian-music-plays-into-putins-hands

Comments