David Byrne er fyrrverandi sangari/oddamaður í legendarisku Talking Heads og hevur verið virkin solo síðani 1991.
Í ár hevur Byrne verið á túring í kjalarvørinum av útgávuni Everything That Happens Will Happen Today (2008), ið er úrslit av samstarvi millum David Byrne og Brian Eno. Hugskotið til plátuna kom tá teir báðir hittust fyri at re-mastrað 25 árs jubileums útgávuna av My Life In The Bush Of Ghosts (1981), ið var fyrsta plátusamstarvið teirra millum.
Síðst í 70unum og fyrst í 80unum arbeiddu Byrne og Eno eisini saman í Talking Heads, har Byrne var sangari, gittarleikari og sangskrivari og Brian Eno var prodjúsari. Eno produseraði pláturnar More songs about buildings and food (1978), Fear of Music (1979) og Remain in Light (1980). Hesar pláturnar eru allar á tremur við frálíkum og áhugaverdum tónleiki. Yvirhøvur er talan um eitt slag av art poppi við íblástri frá funk, punk, afrikanskum tónleiki og mongum øðrum við.
My Life In The Bush Of Ghosts, fyrra Byrne/Eno samstarvið, var sermerkt í og við at teir báðir gjørdu nøkur instrumental løg og samplaðu síðani røddir at leggja omaná og brúka í tónleikinum. Hví sermerkt? Jú, tí teir "samplaðu" áðrenn sampling egentliga var uppfunnin. Einki æt ordiliga "samplari" í 1981, tíansheldur at "sampla", men Byrne og Eno funnu uppá ráð; teir savnaðu eina rúgvu av bandaðum upptøkum av røddum ymsastaðni úr heiminum, faktiskt frá fleiri kontinentum, og upptóku so brot úr bondunum við at avspæla tey í rættari timing við tónleikin, ið teir høvdu innspælt. Ein sera drúgv og roksut process, tó við einum fascinerandi úrsliti.
Tá teir báðir hittust í sambandi við 25 árs jubileumsútgávuna, komu teir ásamt um at samstarva av nýggjum og gera eina nýggja plátu. Henda er sostatt Everything That Happens Will Happen Today frá í fjør. Hon er nógv øðrvísi enn fyrra samstarvið. Tónleikurin er meira gospel og country íblástur. Teir báðir hava gjørt nógv burturúr at teir hava roynt at gjørt "electronic gospel", tvs. eitt slag av millumliði millum menniskja og maskinu. Eg veit ikki um hetta "electronic gospel" prátið hoyrist so nógv aftur í tónleikinum. Yvirhøvur er talan um rættiliga róligan tónleik. Væl skrivaður, tó. Hvussu enn er og ikki, so er hetta eisini ein áhugaverd útgáva, og Byrne er sum altíð ein ekstremt feitur og dugnaligur sangari.
Eg og Solveig vóru á konsert hjá David Byrne v. bólki í Falkonersalen í Keypmannahavn afturi í mars mánaði. Tað var ein superb konsert. Hann var sera væl upplagdur og hevði ein eminent spælandi bólk afturat sær, umframt tríggjar dansarar, ið dansaðu sovornan modernaðan finna-uppá-sligan dans afturvið tónleikinum, og hetta riggaði eisini væl. Á konsertini spældu Byrne og bólkurin tilfar av nýggju útgávuni, umframt Talking Heads løg frá tíðini tá Eno sat í prodjúsarastólinum. Eno var tó ikki við á konsertini. Haldi ikki honum dámar at túra.
Talking Heads munnu teljast millum mest "influential" bólkar seinastu 25-30 árini, hóast stóra mainstream viðurkenningin ikki hevur verið tann stóra. Bara sum eitt lítið dømi úr rúgvuni kann nevnast at Radiohead tóku navn eftir Talking Heads lagnum av sama navni ("Radio Head" av True Stories plátuni frá 1986).
Í 1984 var framúrskarandi Talking Heads konsertfilmurin Stop Making Sense útgivin. The Face skírdi filmin at vera "The Citizen Kane of concerts movies". Hetta er eisini ein eginsamur, originalur og feitur konsertfilmur. Tað stuttliga er at hann byrjar við Byrne einsamøllum við kassagittara og fyri hvønn sang, ið verður spældur leggjast fleiri tónleikarar og fleiri pall rekvisittar afturat. Til síðst framførir fullmannaði bólkurin á einum fullriggaðum palli. Kul.
Nógvar góðar live framførslur eru í Stop Making Sense, m.a av fleiri Talking Heads klassikarum frá Eno tíðini:
"Life During Wartime" (upprunaliga frá Fear of Music)
Al Green lagið "Take me to the river" (upprunaliga frá More Songs About Buildings And Food)
Fantastiska anti suburbia odan "Once in a lifetime” (upprunaliga frá Remain In Light)
Byrne klárar framvegis at spæla "Once In A Lifetime" sannførandi. Her er er ein live upptøka frá okt. 2008:
Hetta er ikki frá Eno tíðini, men "Burning down the house" (embedding riggar ikki, tí er leinkja løgd til tað í staðin) er eisini eitt genialt lag. Cardigans og handan har walisiska brølapan gjørdu eitt habilt cover á sinni, men originalurin er sjálvandi feitastur. Góð 80'ara video eisini. trýst á leinkjuna fyri at kanna málið.
…og lat okkum so ikki gloyma Byrne/Eno samstarvið minus Talking Heads:
Byrne/Eno við “Strange Overtones” av Everything That Happens Will Happen Today:
“Everything that happens”, heitislagið av Everything That Happens Will Happen Today:
David Byrne interviewar seg sjálvan til “Stop Making Sense” filmin. Stuttligt interview:
Her er Byrne við sum sangari. Fatboy Slim/The BPA feat. David Byrne & Dizzee Rascal “Toe Jam”. Fantastisk video:
Eitt lekkurt house lag, har Byrne syngur. X-Press 2 feat. David Byrne "Lazy":
Tað stutta av tí langa; David Byrne er kul. Tjekka hann út!

Áhugavert, eg hevði ikki hómingin av at David Byrne hevði nakað at gera við Talking Heads
ReplyDelete