 |
| Clickhaze (FO) framførdu eina máttmikla og rørandi konsert á G! Festival 2026. Egin mynd. |
Leygardagurin á G! er altíð eitt sindur sorgblíður. Tú veitst, at hetta er síðsti dagur, og tá hann er av, so er G! aftur av á hesum sinni. Samstundis er tað dagurin, tá alt líkasum kulminerar. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at triði og seinasti dagur á G! Festival 2026, varð halgaður høvuðsnavninum Clickhaze. Eg fekk tó høvi at hoyra aðrar konsertir hendan dagin, og fari her at siga nakað um allar. Dagurin byrjaði annars við META-G! í Töting í Syðrugøtu, har Dania O. Tausen og undirritaðu ummæltu festivalin saman við Hermann og Helmsdal. Poddvarpsparturin er tøkur her.
 |
| Afenginn (DK/FO) live á Sandinum á G! Festival 2026. Egin mynd. |
Komin oman á Sandin, fekk eg lukkutíð um endan á Afenginn (DK/FO), ið vóru í holt við eina frálíka konsert. Afenginn spæla tað, sum teir sjálvir doyptu
bastard etno tónleik. Bólkurin hevur verið til í skjótt 25 ár, og teir hava eina drúgva søgu í Føroyum. Í 2004 hitaði eg upp fyri teir umborð á Høganesi í Runavík, og í 2005 spældu teir sína fyrstu konsert á G! Festivalinum. Tann konsertin er millum tær legendarisku, ið hava verið. Afenginn hava vitjað fleiri ferðir síðani. Eitt skifti førkaðu teir seg móti eini meira kompositoriskt gjøgnumarbeiddari tilgongd, ið bar brá av partiturtónleiki, men í dag hava teir sameint tað komponeraða og tað meira spontana. Hetta klæðir teimum væl.
 |
| Ásgeir (IS) live á Spæliplássinum á G! Festival 2026. Egin mynd. |
Á Spæliplássinum leikti Ásgeir (IS) sína bestu konsert í Føroyum nakrantíð. Eg havi hoyrt hann fleiri ferðir áður, m.a. á G! í 2013 og í 2022. Eisini vóru vit til hansara solokonsert tour í Føroyum í 2024. Ásgeir er ein sangari og sangskrivari av Guds náði, so tað er altíð ein uppliving at hoyra hann. Hesuferð vóru teir ein trio á palli, og tað riggaði einastandandi væl. Tað var ein meira trimmað og roots rock kend útgáva av Ásgeir. Umframt at syngja guddómliga væl, vísti hann eisini sínar gávur á el-gittaranum, sum hevði eitt deiliga skitið ljóð. Trummuleikarin og bassleikarin komplimenteraðu hann perfekt. Einstøk pre-forritaði element vóru við í onkrum løgum, og so hevði Ásgeir eisini ein nydeligan synthesizara við sína lið, ið hann leikti á, tá tey meira elektronisku løgini vórðu spæld. Maðurin ger ongan háva burturúr sær, hann spælir síni løg við bólkinum, og teir gera tað væl. Hvørki meir ella minni. Ein fantastiska deilig løta í góðveðrinum.
 |
| Moyka (NO) á Sandinum á G! Festival 2026. Egin mynd. |
Á Sandinum leikti norska Moyka eina frálíka elektroniska konsert, ið rakk væl og virðiliga út um pallkantin. Moyka syngur og dansar sum ein dreymur, hon hevur eina sjarmerandi pallnærvu, og hon dugir at sameina elektroniskan dansitónleik við persónliga sangskriving. Ikki ólík svensku Robyn, ið
hevur eyðmerkt seg á líknandi hátt, umframt øðrum nøvnum, ið duga at
gera dansigólvið til eitt intimt stað, har sangir og tekstir folda seg
út. Afturat sær hevði hon synthesizernørdin Eirik, ið spældi uppá
kvalitetssynthesizarar. Framleiðslurnar vóru gjøgnumførdar, og
ljóðmyndin sterk. Tað skal ikki undra meg, um Moyka verður ein
stjørna í framtíðini. Vit, sum vóru har, kunnu bara gleðast um
upplivingina.
 |
| Urbanus í Fjósinum á G! Festival 2026. Egin mynd. |
Í Fjósinum helt elektroniska dansiveitslan fram, tá Urbanus framførdi eitt áhugavert DJ sett við sínum egnu framleiðslum. Remix av eitt nú Hanus G., Eivør og Marius Ziska, umframt instrumentals. Alt slíkt, ið Urbanus sjálvur hevur framleitt. Urbanus er rárur fuglur á føroysku konsertpallunum, og tí var tað forkunnugt at hoyra hansara framførslu. Hann gjørdi av fyrstan tíð vart við seg sum annar helmingurin í indietronica duo-ini The Ghost saman við Filip Mortensen. Teir spældu eina ógloymandi debutkonsert í Grundini á G! Festival fyri skjótt 20 árum síðani. Tí var tað eisini stak rørandi, tá Urbanus endaði settið hjá sær við einum remixi av The Ghost klassikaranum 'Something New'. Urbanus dedikeraði sangin til "tær gomlu rotturnar", ið vóru millum áhoyrararnar. Haldi eg teljist millum tær!
 |
| Marianna Winter live á G! Festival 2026. Eg mynd. |
Á Spæliplássinum fekk eg um endan av konsertini hjá Marionnu Winter við bólki. Huglagið var gott, og fólk dansaðu vælhýrd afturvið tónleikinum. Væl spælt, sungið og framført. Hevði eg hoyrt meira av konsertini, hevði eg eisini sagt meira um hana.
 |
| Tommy Cash (EST) live á Gøtusandi á G! 2026. Egin mynd. |
Tíðin varð nú búgvin til eitt av høvuðsnøvnunum á G! 2026, nevniliga estiska framførslulistamannin Tommy Cash. Nógv fólk vórðu savnað á sandinum, og eyðsæð høvdu nógvar barnafamiljur leitað sær oman at lurta eftir Eurovision stórhittinum 'Espresso Machiatto'. Hetta elvdi til ein nokkso løgnan stemning á sandinum, tí Tommy Cash er í grundini ein nógv meira víðgongdur artistur, enn hvat Eurovision luttøkan endurspeglar. Hann umboðar eina avbjóðandi samanrenning millum framførslulist (performance art) og popptónleik.
Ein greiður post-postmodernaður dámur er yvir tí, sum hann tekst við. Við sær á pallin hevði hann ein DJ, ið eisini fungeraði sum hype man, og ein kameramann, ið filmaði Tommy Cash og sendi upptøkurnar uppá stórskíggjan aftanfyri. Tað skapti eitt samspæl millum tað veruliga og tað artifisiella. Eitt intertekstuelt, hyperveruligt (í Baudrillard'skum týdningi) og konstant tilsipandi univers. Ævigi skjótleikin á internetinum endurspeglaður á palli.
Tommy Cash royndi ikki at káva útyvir, at hann varð bókaður ístaðin fyri Oliver Tree, ið andaðist í tyrluvanlukku fyri kortum. Ístaðin nýtti hann høvið at senda eina heilsan til vinmannin Oliver, og hann spældi enntá Oliver Tree sangin 'Miss You', meðan sjónbandalagið koyrdi á stórskíggjanum. Cash hugleiddi um at teir inspireraðu hvønn annan, og at Oliver Tree hevði ein áhuga fyri brutalistiskum arkitekturi, umframt dadaismu og ekspressionismu. Hetta eru ikki óviðkomandi ýti, um ein ynskir at greina og tulka tað, sum Tommy Cash og Oliver Tree, sáli, takast og tókust við.
 |
| Tommy Cash (EST) live á Gøtusandi á G! Festival 2026. Egin mynd. |
Barnafamiljurnar bíðaðu eftir 'Espresso Machiatto', og tá hann varð liðugur, vóru tær skjótar avstað. Tað tynntist frammanfyri pallin, men Tommy Cash varð skjótur at kunngerða, at nú varð tekkno-ball og mosh pit á skránni. Ungdómar gingu amokk, og bæði fremst
og næst fremst vórðu desideraðir mosh pits at sjá. Frenetiska
tekkno-ballið varð endurspeglað á stórskíggjanum, ið vísti morphandi
cyborgs og AI verur av ymsum slag. Ikki hissini. Á henda hátt helt Cash
grýtuni á kók inntil endan. Kanska eitt av løgnastu høvuðsnøvnunum, ið eg
havi upplivað á G! Festival, men tað var bestemt ikki nøkur vánalig
framførsla. Har var nógv at gáa um og grunda víðari yvir.
 |
| Clickhaze live á Gøtusandi á G! 2026. Egin mynd. |
Nú nærkaðist løtan, har sjálvt høvuðsnavnið í ár fór at trína pallin. Her snúði seg um at fyrireika seg, hvíla seg eina løtu og síðani finna pláss fremst fyri. Eyðsæð. Einaferð fjeppari, altíð fjeppari. Meðan vit stóðu har og prátaðu, koyrdi ein dronur á pallinum, og hetta riggaði sera væl. Altso ikki ein sovorðin surrandi dystopiskur Terminator stoddari, men ein
bassdronur, ein dronandi myrkur tóni, sum hekk í luftini. Tað er tann dronur, ið mær dámar, og hetta einfalda amboð skapti eitt huglag frammanfyri pallin. Brátt vórðu tey kunngjørd og komu á pall og veittraðu út til okkara. Clickhaze. Aftur á palli aftaná 23 ár. Hvør skuldi trúð tí?
Burturúr dronandi tónanum vaks Kingosálmurin 'Lover nu Herren', ið var líka inniligur sum altíð. Ein sálmur, ið man hava ljómað her á klettunum í meira enn 300 ár. Haðani vórðu vit leidd inn í føroyska tripp hopp nýklassikaran 'Skirvin flá' við orðum eftir Petur Pólson. Frá Kingo til Pólson í eini handavending. Ófatiligt. Ljóðmyndin sterk og greið, huglagið intenst, bólkurin vælupplagdur, og Eivør syngjandi sum ein dreymur. Tað ger hon jú altíð, men hesuferð gjørdi hon tað ikki sum einstaklingur, men sum sangari í bólkinum Clickhaze.
 |
| Lovsangurin ljómar móti hæddunum, meðan foldarmyrkrið legst um landið. Clickhaze live á Gøtusandi anno 2026. |
Í ummælinum av fríggjadegnum skrivaði eg, at Tunghoyrt hava
band kensluna
-
kensluna av bólki - og at hana kanst tú ikki keypa teg til. Sama er
við Clickhaze: tey eru ein bólkur og standa líka sterk saman á palli, sum
fyrsta dagin. Tey eru vorðin eldri, men spæla betri enn nakrantíð. Settlistin varð sterkur og innihelt bestu sangirnar frá mest gjøgnumførda tíðarskeiðnum hjá bólkinum (2000 til 2003).
Frá 'Skirvin flá' førkaðu vit okkum beint inn í stórhittið 'Daylight', ið vísti, at bólkurin eisini dugdi at skriva stórfingin indiepoppløg við altjóða formati. "Holding on to grace, and the beauty of her face" sigur niðurlagið, og tað er vorðið eitt mantra hjá mongum okkara, tí hvat annað er í at gera í hesi umskiftiligu og óstøðugu verð? Tárini trillaðu, og felagssangurin ljómaði. Tað sálmakenda og lovprísandi hevur altíð gingið síð um síð við tað dapra og eksistentialistiskt atfinningarsama í tónleikinum hjá Clickhaze. Har er javnvág í.
Eftir hetta fingu vit teir báðar 'Frozen Lullaby' (við orðum eftir bassleikaran Jens L.
Thomsen) og Dostojevsky tilsipandi 'Notes From the Underground' (við
orðum eftir Petur Pólson). Hesir sangirnir finnast einans sum live upptøkur á
eittans útgávuni hjá bólkinum, EP (Tutl, 2002). Upptøkurnar eru frá legendarisku Prix Føroyar framførsluni í Norðurlandahúsinum í 2001. Aftur varð tað ein frægd
at uppliva, hvussu væl spælandi bólkurin er. Rútmusektiónin Jens og
Høgni Lisberg er symbiotiskt tight, meðan tangentarnir hjá Mikael Blak og
gittararnir hjá Boga á Lakjuni og Jón Tyril sveima omaná.
Løtan var longu innilig og kensluborin, og tá Petur Pólson kom út á pallin saman við dóttrini Døgg Petursdóttir, var ikki annað í at gera enn at yvirgeva seg og lata tárini fella. Tað var menniskjaligt og sárbært og virðismikið. Tey spældu 'Wall of Silence', ið einans varð skjalfestur í live sjónvarpsútgávu til Prix finaluna 2003. Seinni innspældi Eivør sangin á plátuni
Larva (2010), og fyrr í ár fekk sangurin nýtt lív sum radiopopphitt umvegis sendingina
Hoydalar, har Sophilia sang sína tulking. Eg havi altíð hildið, at útgávan hjá Clickhaze er tann sterkasta. "This wall of silence is killing me" meðan gittararnir hjá Jón og Boga skapa ein massivan "wall of noise". Hesin kontrastur stóð okkum greiður á Gøtusandi í gjárkvøldi, og kontrastirnir hava altíð fingið gott pláss hjá Clickhaze. Petur sang enntá við og hevði yrkt nýtt vers til høvið. Takk fyri tað, kæri vinur.
Næstur var Kingosálmurin 'Sorrig og glæde', ið fann sær leið á áðurnevndu EP (Tutl, 2002) í studioútgávu, hetta saman við áðurnevndu 'Daylight' og 'Skirvin flá'. 'Sorrig og glæde' kendist sum ein samanumtøka, ikki bara av konsertini, men eisini av teimum undanfarnu 23 árunum og av tilveruni í síni heild:
Sorrig og Glæde de vandre tilhaabe,
Lykke, Ulykke de ganger paa Rad,
Medgang og Modgang hin anden anraabe,
Soelskin og Skyer de følgis og ad!
Himlen er Ene af Salighed fuld.
Upprunaliga útgivin í 1681. Eg havi altíð hildið, at hetta er eitt av sterkastu løgunum hjá Clickhaze. Tað er nærum fullkomið í bæði teksti og tónleiki. Átta vers eru í uppruna sálminum, meðan Clickhaze syngja fyrsta og fimta vers, umframt endan á áttanda og seinasta versi. Einstreingjaða gittarsolo'in hjá Boga á Lakjuni er eitt statement í sjálvum sær. Hon endurtekur melodiin, eins og gittarsolo'in hjá Kurt Cobain í Nirvana endurtekur melodiin í 'Smells Like Teen Spirit'. Anti-gittarsolo gittarsolo. Framúr. Soleiðis kann ein ferðast gjøgnum øldir saman við Clickhaze á palli, og boðskapurin er kortini hin sami: sorg og gleði fylgjast. Har er so einki broytt.
 |
| Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson syngja 'Trom' saman við Clickhaze. Egin mynd. |
Næstur var sangurin 'Trom', ið somuleiðis varð framførdur til Prix finaluna í 2003. Eitt lag, ið peikaði á tað leið, ið Clickhaze kundi gingið, um tey høvdu hildið á við tónleikinum aftaná G! 2003. 'Trom' brýtur eitt sindur frá restini av løgunum. Tað inniheldur element úr post rokki og hevur ein punk minimalistiskan dám. Havi altíð hildið, at tað er ein perla. Við sær á pall høvdu tey ein gest. Ja, tað var enntá sangarin í Gestir, ið vunnu Prix Føroyar í 2003 (fullur diskleymari: undirritaði leikti tangentar í tí bólkinum). Ólavur Jákupsson eitur hann, og hann sang lagið, eins og hann gjørdi í 2003. Síðani kom Eivør uppí, og tey sungu duett. "Fjallatrom, vatnið vilt, andin kom, landið fyll".
Síðsta lag var klassikarin 'Indigo Brow', ið er eitt nærum fullkomið endalag á eini hvørji framførslu. Lagið snýr seg um, hvussu vit verða særd og snáva á lívsleiðini, men hvussu vit kortini vóna og trúgva og lovsyngja, so tað ljómar millum fjalla. Eg minnist enn fyrstu ferð, tey spældu 'Indigo Brow' í Læraraskúlahøllini í 2000. Tá kendi ein, at her var okkurt farið fram í Clickhaze. Eitt listaligt nýbrot. 'Indigo Brow' setti hol á ein nýggjan kapittul hjá Clickhaze, har alt gjørdist daprari, men samstundis eisini meira langtandi. Konsertin í gjárkvøldi var sanniliga eisini ein nýggjur kapittul í søguni um Clickhaze. Vit tíma væl at hoyra meira. Seks av teimum níggju løgunum, ið vóru framførd á G! 2026, hava ongantíð fingið eina ordiliga studioinnspæling. Vit eru helst mong, ið kundu hugsað okkum fleiri slíkar. Tað er bara at fara í gongd!
 |
| maður:glotti live í Fjósinum á G! 2026. Egin mynd. |
Varð milt sagt mettaður aftaná Clickhaze konsertina, men noyddi meg kortini yvir í Fjósið, har útiseta DIY kultbólkurin maður:glotti spældi. Eri glaður fyri, at eg gjørdi tað, tí teir vóru frálíkir. Teir báðir Dennis Agerblad og Terji Messell spældu eitt gott úrval av egnum løgum saman við Kristin Nolsøe Bech og Heðin Ziska Davidsen. Eitt spælandi og deiliga skeivt univers við denti á camp (og ikki kitsch!) Stuttligt at síggja, at maður:glotti hava sínar trúgvu lurtarar. Fjósið var fult av fólkum, ið dansaðu og sungu afturvið eginsomu tekstunum og spælandi løgunum. maður:glotti hava verið til longri enn áðurnevndu Clickhaze, so her var talan um veteranar, ið hava hildið fast við tónleik, sangskriving og vinarbond gjøgnum lívið. Tað var eisini áhugavert at hoyra teir tosa um søgurnar aftanfyri sangirnar. Tónleikurin er ein trúgvur og neyðugur fylgissveinur hjá mongum okkara, og hetta gjørdist G! Festival 2026 eisini eitt prógv um.
Eg eri annars harmur um, at eg ikki hoyrdi fleiri konsertir í Fjósinum, m.a. Leu Kampmann, Telemama, Kóboykex v.fl. Hetta var einans av logistiskum áðum. Fjósið er ein deiliga intimur pallur, men hann hevur sínar avleiðingar í mun til pláss. Hetta er nú heldur ikki eitt púrt ókent fyribrigdi á festivalum uttanlands.
Tónleikaliga tjóðarhøgtíð føroyinga er av á hesum sinni, og eg fari hervið at takka fyri meg! Hetta var ein vitamininnspræning uttan líka.
Sí ummæli av fríggjadegnum á G! 2026
her.
Sí ummæli av hósdegnum á G! 2026
her.
Comments
Post a Comment