Eitt slag av frásøgn ella ummæli. Neyvan eitt frámæli tó, og so slett ikki ein umsókn.
Viðhvørt er tað kul við eini ordans dosu av stadion rocki. Tá eg soleiðis sigi "stadion rock", so meini eg við "widescreen, high definition, technicolor, panorama, breiðbands, allar kanónir riggaðar, lasarashow og pallin fullan av gadgets"-stadion rock.
Muse konsertin í gjárkvøldi livdi upp til vónirnar í so máta; ein pallseting, ið hevði fingið Spinal Tap at blúgvast, lasara show um allar geilar, rúgvuvís av ekvilibristiskari gittar og -flygil flippan, ballónir, konfetti, upp í spannuvís av royki og hvat veit eg. Og so gott ljóð eisini. Faktiskt óvanliga gott ljóð, tá hugsa verður um at betong kassin Parkin var karmur um konsertina.
THE HORRORS
The Horrors. Mynd: Solveig H. Olsen
Fyrst á skránni var tó at eitt upphitingarnavn, og hóast upphitingarnøvn mangan eru ein ivasom uppliving, so vísti hetta navnið seg at vera ein stak positiv av slagnum! The Horrors koma úr Onglandi og teir spæla kulan shoegaze infiseraðan rock/popp av onkrum slag. Fann ikki útav fyrr enn beint áðrenn konsertina at teir skuldu spæla, og kendi teir heldur ikki áðrenn konsertina. Men tað geri eg nú og tað eri eg fegin um. Teir høvdu eina fína framførslu, ið vardi hálvan tíma. Endaðu suverent við einum krautrock kendum lagi. Gittarleikarin var kul, og dugdi væl at gera shoegaze-sligar wall of sound ljóðmyndir við spakanum. Hinir vóru eisini kul. Allir klæntrasligir og eitt sindur "goth" á at líta.
Eg gleði meg at hoyra meira til teir og ætli mær avgjørt at fáa hendur í nýggju plátuni hjá teimum, nevnd Primary Colours. Ætli eisini á konsert, tá teir leggja leiðina framvið Vega í novembur.
MUSE
Introin ljómar og pallsetingin er flott á at líta. Mynd: Solveig H. Olsen
Hóast at Muse eru vornir nokkso bygdasligir og cheesy seinastu árini (ladies and gentlemen of the jury, exhibit A; plátan Black Holes & Revelations, ið eg eftir nógvar lurtingar mátti staðfesta at vera ov bygdasliga og cheesy, minus "Supermassive Black Hole", ið altso er ov feitur), so eydnaðist konsertin væl. Mest tí at teir tríggir Bellamy, Wolstenholme og Howard vóru hell bent uppá at fýra eitt feitt show av, men eisini tí at løgini vóru rímiliga væl spjadd útyvir diskografiina hjá bólkinum. Gamaní var BH&R umboða við fýra løgum, sum eisini vóru akkurát líka kiksaði sum vænta, serliga "Starlight". Eeeeew, tað er eitt kiksa lag. Men øll elska tað, av onkrari orsøk...merkiligt. Hin freki "Supermassive...", ið pilkar so deiligani við "The Muse Formula", við at ljóða sum ein prog ílatin samanrenning millum Prince og Britney Spears*, var tó super kul. Sum vænta.
Teir standa á hvør sínum "platti", ið kundi koyrast upp og niður. Torført at greiða frá, men flott var tað! Mynd: Solveig H. Olsen
Fleiri løg av teirri nýggjastu útgávuni The Uprising, ið hálar heilt fitt í land bygdasligheitini viðvíkjandi, vóru umboðaði á konsertini. Tað var eisini uppá sítt pláss. Best dámdi mær "Unnatural Selection", ið rokkaði hart og væl og gav ein virðiligan enda uppá fyrsta sett. Ein annar ultra feitur rockari, "Stockholm Syndrome", sníkti seg uppí encore settið, og tað kom væl við. Teir byrjaðu annars encore partin við "Exogenesis Symphony Part 1 (Ouverture)" (ok, tað er faktiskt eitt nokkso cheesy heiti...), men best sum ein hugsaði "Javel, nú skulu vit ígjøgnum allar tríggjar Exogenesis partarnar, júst sum á fløguni?" trivu teir algoystir í hin hart rokkandi "Stockholm Syndrome". Stuttligt vend.
Lasarashow! Mynd: Solveig H. Olsen
Síðani treiv bassleikarin Chris Wolstenholme heldur óvæntað í munnharmonikuna og eitt brot úr ultra feita "The Man With The Harmonica" hjá Ennio Morricone var framført. Tað riggaði ordiliga væl og gásarholdið var um at sníkja seg fram...inntil Morricone tulkingin gleið yvir í totalkiksaða "Knights of Cydonia", ið er hámarkið fyri cheesy bygdasligheit á BH&R plátuni, og hetta gjørdist eisini endin á konsertini. Ah ja. Tað var so tað. Eg ypti øksl. Men fólk elskaðu tað. Og har vóru nógv fólk. Tað skal eisini sigast.
Woho! Meira lasarashow! Mynd: Solveig H. Olsen
Lasarashow í andlitini á áskoðarunum! Mynd: Solveig H. Olsen
Eitt annað, ið mær ikki dámar so væl við Muse (umframt cheesy faktorin á serliga BH&R), er tað afturvendandi "hysteriska" elementi í tónleikinum. Tað er sum um teir altíð koyra í fimta geari. Tað er strævi í longdini. Ella; tað riggar ikki altíð so væl. Tað er hevur okkurt við sangin hjá Matt Bellamy at gera; hann slappar ongantíð av, hann syngur altíð full on hysteriskt við nógvari vibrato, og alt er bara so svakliga inniligt. Hann syngur alla tíðina ígjøgnum. Instrumentali parturin er eisini merktur av hesum "hysteriska" tendensinum. Alt í alt haldi eg at tað partvíst er oyðileggjandi fyri dynamikkin í tónleikinum/úttrykkinum.
Hetta merkti eisini konsertina, men ikki so nógv sum eg hevði væntað. Sum heild riggaði hon væl. Tað er eisini ymiskt hvussu løgini eru merkt av hesum hysteriska. Viðhvørt verður tað brúkt rætt, ella viðhvørt eiga løgini líkasum at koyra í fimta geari. Men ikki alla tíðina.
Ballónir! Mynd: Solveig H. Olsen
Meira ballónir! Mynd: Solveig H. Olsen
Nógv superbt góð løg vóru eisini framførd. Tey bestu á kvøldinum vóru "New Born", "Hysteria" (har tað hysteriska, merkverdugt nokk, riggar ordiliga væl, má eg turrisliga staðfesta) og "Plug In Baby" frá Origin of Symmetry (framvegis hámarkið í Muse diskografiini eftir míni sannføring), umframt "Cave" frá Showbiz, "Time is Running out" og "Stockholm Syndrome" frá Absolution og so "Uprising", "Guiding Light" (fantastisk gittarsolo!) og "Unnatural Selection" frá The Uprising. "United States of Eurasia" er egentliga nokkso bygdasligur/cheesy, men kudos fyri óhemmaða Queen íblásturin. Tað ger lagið kul, og tað riggaði eisini væl á konsertini.
Roykur um allar geilar! Mynd: Solveig H. Olsen
Sýraðir visuals og flott pallseting. Mynd: Solveig H. Olsen
Ah jú. Ein fín konsert. Visuelt riggaði tað framúr væl og ljóðið var gott eisini. Øll ljóðførini stóðu væl í ljóðmyndini, komu gott fram og stóðu væl í mun til hvørt annað eisini. Teir tríggir spældu eisini væl. Og eitt herðaklapp til meira anonyma keyboardleikaran, ið teir eisini høvdu við sær. (leikti m.a feitar Hammond tónar í "Guiding Light"). Um abstrahera verður frá teim meira giggutu/cheesy/bygdasligu elementunum, so var faktiskt talan um eina heilt habila konsert. STADION ROCKUR var tað so fyri allar pengarnar!
Tað er so inniligt hettar her. Mynd: Solveig H. Olsen
Teir standa har so nakkafattir. Mynd: Solveig H. Olsen
Løgini, ið Muse spældu í Parkini 26.10.09:
1. Uprising Intro
2. Uprising
3. Resistance
4. New Born
5. Map Of The Problematique
6. Supermassive Black Hole
7. Guiding Light
8. Hysteria
9. United States Of Eurasia
10. Cave
11. Drum & Bass Jam
12. Undisclosed Desires
13. Starlight
14. Plug In Baby
15. Time Is Running Out
16. Unnatural Selection
Encore:
17. Exogenesis Symphony Part 1
18. Stockholm Syndrome
19. Knights Of Cydonia
Farvæl og takk fyri okkum! Mynd: Solveig H. Olsen
*Fært tú hug at rópa "BLASFEMI!" av einum bloggi, ið nevnir Muse, Britney og Prince í sama andadrátti? Far so og lurta eftir "Supermassive Black Hole" og samanber við "Do Something" hjá Britney og, ja, bara okkurt har Prince syngur. Íblástur? Skulu vit vedda!? :)

feitur bloggur.. stuttligt at lesa!
ReplyDeletemeira kritiskur, enn tey flestu høvdu verið, men rættvísger tað við góðum argumentum. Eri samdur við tær í, at Muse er cheesy á BH&R og í pointinum við tí hysteriska. Væl skrivað :)
ReplyDeleteEri eisini samdur við tí allarmesta. Meen meini tó ikki, at tað var neyðugt at nevna hasa cheesy'u bygdasligheitina 8 ferðir í hesum lítla teksti.
ReplyDeleteKul at tú hevur talt upp :) Mja, kanska í meira lagi. Men BH&R ER ikki ein serliga væleydnað pláta...men tað var ein góð konsert. Vónandi stendur tað við.
ReplyDeleteTakk fyri viðmerkingar tit. Annars eru øll vælkomin at seta sítt navn við viðmerkingarnar, soleiðis at man veit hvør tað er, heldur enn bara "anonymous" :)