Sascha Funke á Culture Box

Leygarkvøldið (í annaðkvøld) fara ein vinmaður/lestrafelagi og eg inn á frálíka techno klubban Culture Box at hoyra somuleiðis frálíka týska techno diskaran og tónleikaran Sascha Funke framføra.

Culture Box er ein feitur lokalur techno o.s.fr klubbur ("o.s.fr" merkir her "og onnur sløg av elektroniskum dansitónleiki, við áherðslu á dansipartin"). Tað kostar ikki nógv at sleppa inn (einans 30 kr fyri lesandi!) og staðið hevur stíl. Góðan stíl. Techno stíl. Tey fáa okkurt slag av mentanarstuðuli frá donsku stjórnini, og tað loyvir teimum at reka staðið á so gjøgnumførdan, esoteriskan og kulan hátt. Sig so ikki at mentanarstuðul ikki kann brúkast til okkurt gott! :) Fá meir at vita við at vitja heimasíðuna hjá Culture Box 

Vit báðir vinmaðurin/lestrarfelagin og eg sóu/hoyrdu Sascha Funke framføra síðsta ár á sama klubba. Tað var eitt fantastiskt kvøld. Euforisk hugløg vóru uppi og vendu onkra løtuna. Og tey vóru ikki kemiskt men tónleikaliga treytaði. Feitt. Eisini kul at hann (Funke) einans spældi vinyl. Tað rokni eg eisini við at hann fer at gera hesufer.
Sascha Funke gevur út á plátufeløgunum BPitch Control (Berlin) og Kompakt (Köln). Hesi bæði eru tvey tey allar kulastu techno plátufeløgini, í verðini faktiskt. So tað sigur eitt sindur.

Vit hoyrdu eisini Funke (shit tað er eitt kul eftirnavn) í vár, tá hann spældi saman við BPitch Control labelmate  og vinmanninum Paul Kalkbrenner, ið var í býnum fyri at promovera sín nýggja film Berlin Calling, ið bleiv vístur á CPH:DOX festivalinum. Vit sóu ikki filmin, men vit vóru á Kødboderne 18 og hoyrdu teir báðar spæla og tað var super feitt. Serliga Kalkbrenner var fenomenalur.
Eg havi sera góðar vónir til Culture Box leygarkvøldið. Ert tú stødd/staddur í Keypmannahavn økinum og forvitin eftir góðum týskum techno (og týskt techno er sum oftast nakað av tí besta), so er at leggja leiðina framvið Culture Box.

http://www.myspace.com/saschafunke

Her ein video, har Sascha Funke fær alt upp á kók. Faktiskt við einum Paul Kalkbrenner lagnum "Square 1". Tað er sjálvandi ikki bara hetta lagið, ið fær fólkini uppá kók, men eisini "the build up", ið er komi áðrenn. Tvs. at stemningurin, ið er í upptøkuni er arbeiddur fram og bygdur upp. Væl og virðiliga:


Eitt av kendaru ("kendaru" í techno merking) løgunum hjá Sascha Funke; "Mango" (BPitch Control)


Sascha Funke við einum frálíkum remixi av "Beautiful Life" hjá Gui Boratto (Kompakt)


Kalkbrenner lagið frá klippinum omanfyri, her í fullum líki (BPitch Control)

Comments

  1. um man er heldigur spælur hann á Dunkel aftaná ;) vh Bryn

    ReplyDelete

Post a Comment