Sorten Muld - tónleikur, ið fylgir einum gjøgnum lívið

Í dag fann eg eina plátu, sum hevur havt serligan týdning fyri meg í næstan tríati ár: Mark II hjá Sorten Muld. 

Eg keypti hana fyri ein sera rímiligan prís í Lakridspizza í Aalborg. Summar plátur keypir tú, tí tær mangla í savninum. Aðrar keypir tú, tí tær eru ein partur av tí, tú ert. 

Hesa hoyrdi eg fyrstu ferð á Langelands Festival í 1997. Eg var 17 ára gamal. Stutt frammanundan hevði eg mist mammu mína. Eg var á festivali saman við donskum vinum, og ein av teimum havi eg framvegis samband við. Vit hittust aftur í Aarhus fyri nøkrum árum síðani. 

Vit fóru fyrst og fremst at lurta eftir The Doors. Tað vóru John Densmore og Robby Krieger, sum spældu. Ray Manzarek var tíverri sjúkur. Tað var ein stór uppliving. 

Men tað, sum veruliga setti seg í meg, var konsertin hjá Sorten Muld. 

Tá visti eg lítið um miðaldarvísur, um Svend Grundtvig og savnið av donskum fólkavísum. Eg visti bara, at tónleikurin rakti meg. Djúpa sorgin, longsulin og tann næstan óveruligi stemningurin í hesum gomlu tekstunum, sett inn í ein nítiára folktronica-ljóðheim, gjørdu nakað við meg. 

Seinni havi eg skilt, at hetta ikki bara vóru vakrir sangir. Hetta eru frásagnir, sum hava livað í øldir. Søgur um miss, kærleika, deyða, svik og ómøguligan longsul. 

Kanska kendist hetta so heimligt fyri meg, uttan at eg tá dugdi at seta orð á tað. Vit eiga sama dýpi í føroysku kvæðunum og skaldskapi av manna munni. Har verður sorgin heldur ikki fjald. Hon verður sungin. 

Í Føroyum vóru eisini tónleikarar, sum um somu tíð fóru undir at endurnýggja okkara egna tónleikaliga mentanararv. Enekk, Týr, Eivør og Clickhaze gingu hvør sín veg, men øll tóku tey støði í tí, sum longu var til. Tað gleðir meg tí eisini ómetaliga nógv at sleppa at hoyra Clickhaze á Sandinum komandi leygarkvøld. 

Tað gleðir meg eisini, at Sorten Muld eru farin at spæla aftur. Systir mín var til konsert við teimum í vár í Aarhus. Tað sigur kanska nakað um hendan tónleikin, at hann framvegis finnur nýggjar lurtarar, samstundis sum hann fylgir teimum gomlu. 

Nú er Mark II fingin til høldar. 

Summar plátur eru góðar. 

 Aðrar gerast ein partur av lívssøguni.

Comments