Messiaen og Radiohead

                                               Messiaen avmyndaður í 1946

Umvegis lesnaðin havi eg seinasta árið uppdagað verk innan nýggjari klassiskan tónleik. Sovorið frá 20. øld. Frá nútíðini. Amerikanarar sum Steve Reich og Philip Glass, og evropearar sum Arvo Pärt og Henryk Gorecki. Menn, ið gera ótrúliga hugtakandi ting við sínum tónleiki, og á ein hátt kunnu sigast at hava eina rættiliga minimalistiska tilgongd til tónleikin, um enn á hvør sín hátt.
Tað stuttliga er at hesir mennirnir gera tónleik við rót í klassiskari vesturlendskari tónleikasiðvenju, altso tað vit rópa "klassiskur tónleikur", men teir eru allir á lívi enn. Tað teir gera er á ein hátt klassiskt, í og við at teir hava eina greiða støðu til siðvenjuna, men tað er eisini moderna og nýtt, eitt nútímans fyribrigdi, í og við at tónleikurin endurspeglar samtíðina, okkara tíð. Í øllum førum 20 øld. og tað sum hendi í henni.

Ein komponistur sum er eitt lítið sindur eldri, men kortini frá somu tíð, er fransmaðurin Olivier Messiaen. Hann uppdagaði eg í vár. Messiaen var føddur í 1908 og doyði í 1992, og livdi og arbeiddi sostatt mitt í 20. øld. Í apríl mánaði var eg saman við øðrum lesandi til eina hóskvøldskonsert í DR Koncerthuset, har Oiseaux exotiques (Eksotiskir Fuglar) eftir Messiaen m.a. var framført. Eitt sermerkt verk fyri klaver og messingblásarar, ið heintar íblástur úr fuglasongi. Umframt at vera komponistur var Messiaen eisini ein íðin ornitologur, við stórari vitan um fuglar, fuglalív og fuglasong. 

Eitt annað eyðkenni við Messiaen var at hann skrivaði eina røð av verkum til elektroniska ljóðførið Ondes Martenot. Fransmaðurin Maurice Martenot uppfann ljóðførið, ið minnir eitt sindur um Theremin í ljóði, í 1928. Ondes Martenot kann bæði spælast við at nýta tangentarnar á ljóðførinum, ella við at flyta ein metal ring eftir einum metal tráði frammanfyri tangentarnar (sí leinkjuna omanfyri fyri eina meira neyva frágreiðing).
Spælt verður uppá Ondes Martenot au rubat (umvegis metalring og tráð)
Tá Frakland fall undir 2. Heimsbardaga, var Messiaen tikin til fanga og sendur í krígsfangalegu í Stalag VIII-A í Görlitz í Póllandi. Um sama mundi skrivaði hann verkið Quatuor pour la fin du temps (Kvartett til endatíðina/apokalyspuna) fyri klarinett, violin, cello og klaver.

Fjóri satsur eitur "Louange à l'Éternité de Jésus" (Lovprísan til Ævinleika Jesusar) fyri cello og klaver. Hesin satsurin gjørdi sera stórt inntrykk á meg, tá eg hoyrdi hann undir einum fyrilestri. 

Sum skilst hevði Messiaen bara eitt vánaligt og illa farið klaver til taks í fangaleguni, og tað vóru ikki allir tangentarnir, ið riggaðu. Tí er klaver spælið í satsinum nokkso avmarkað, og akkordirnar rættiliga spjaddar. Kortini er talan um fantastiska djúpan og sigandi tónleik. Eg haldi tað er virðismikið, at ein persónur klárar at skapa og framføra so vakran og guddómligan tónleik undir trongu og ofta vónleysu korunum í eini fangalegu.

Quatuor pour la fin du temps var frumframførd í Stalag VIII-A fangaleguni í 1941, frammanfyri 400 fangum og vaktum. Tað var ísakalt og ljóðførini vóru illa farin. Sum áður nevnt, var klaverið hálvgum í ólagi. Messiaen vildi tó seinni vera við, at hann hevði ongantíð upplivað eina áhoyrarafjøld lurta í so bergtiknum uppmerksemi og innliving, sum til hesa framførsluna. Ein kann bara ímynda sær hvussu tað er farið fram...


Ótrúligur og rørandi tónleikur, ið rakar djúpt um ein er í stødinum (so segði hann). Her er annars ein eldri versión, har sami tónleikurin verður nýttur í stykkinum 'Oraison' frá 1937, ið var skrivað til seks Ondes Martenot;

Hetta leiðir okkum víðari til næsta part av hesum blogginum, tí tá eg hoyrdi "Louange à l'Éternité de Jésus", var tað ikki bara vakurleikin og djúpu kenslurnar, ið góvu afturljóð. Tað vóru eisini greiðu assosiatiónirnar til enska rock bólkin Radiohead.
Eg havi í nógv ár verið rættiliga íðin fjeppi av hesum bólkinum, og minnist manga greinina og samrøðuna, har limirnir tosaðu um Penderecki, Messiaen, Gorecki og aðrar evropeiskar komponistar frá 20. øld. Serliga frá Kid A (2000) og Amnesiac (2001) og uppeftir.
                                                           Radiohead
Gittarleikarin Jonny Greenwood (ytst til høgru á myndini) hevur sagt meira enn einaferð, at hansara yndisverk yvirhøvur er Turangalîla-Symphonie hjá Messiaen. Greenwood lærdi seg eisini at spæla Ondes Martenot um aldarskiftið, og hevur nýtt ljóðførið á øllum plátunum síðani Kid A. Tá Radiohead høvdu sjónvarpskonsert á fronsku Canal+ í 2001, nýttu teir ikki færri enn seks Ondes Martenot í lagnum "How to disappear completely".


Kompositoriskt man ein ávísur íblástur eisini vera komin frá Messiaen, tí "Louange à l'Éternité de Jésus" vekir tilsipingar til eina røð av Radiohead relateraðum verkum, kanska fyrst og fremst "Pyramid Song";

(Ein rættiliga kul video finst til "Pyramid Song", men embedding er "disabled" á øllum youtube klippunum eg fann, so tit fáa eitt cheesy slideshow ístaðin. Yip-ee!) Fantastiskt lag, haldi eg. Messiaen hoyrist í klaver akkordinum, í harmonikki og rútmikki, og í sníkjandi høgu strúkara/Ondes Martenot/vokal tónunum.
Jonny Greenwood gav sína fyrstu solo plátu út í 2003; soundtrackið til dokumentarfilmin Bodysong. Ein Messiaen'skur* dynamikkur, klanglitir og val av ljóðførum hoyrist eitt nú í fyrsta lagnum "Moon Trills", har tað eisini verður sipað rættiliga greitt til "Pyramid Song";


Nú var ikki ætlanin bara at reksa dømi upp, og prógva fyri tykkum, góðu lesarum, at eg dugi at hoyra íblástur og líkheitir millum tvey nøvn. Tað er eingin kunstur. Eg haldi bara tað er kul. Kul at Messiaen gjørdi hugvekjandi tónleik, og kul at Radiohead taka táttin upp í einum heilt øðrum konteksti. Tí tað er eitt sindur tað tað er. Hvør sín kontekstur. Ein "kunstmusikalskur" mitt í 20. øld, og ein "populermusikalskur" her fyrst í 21. øld. Men hey, it's only music...

Her at enda fáa tit ein Greenwood sats afturat. Tað er frá seinnu solo plátuni, There Will Be Blood frá 2007. Skrivað til Paul Thomas Andersson filmin av sama navni. Ein góður, creepy og visuelt bergtakandi filmur, við einum góðum, creepy og auditivt bergtakandi soundtracki. Akkurát fyri.

Og Messiaen, hann setti sítt frámerki á tónlistarliga landslagið í nýggjari tíð. Á meiri enn ein hátt.



*Vánaligt men upplagt.

Comments