Lou Reed live í 70'unum |
Skrivað hevur: Knút Eysturstein
Týsdagur 16. mars 2004, kl. 11.41, 56/127 - Skái
Um Lou Reed og hansara avgerandi solo útgávu: Transformer frá 1972 (og eitt sindur av lummaheimspeki um samfelagsligar broytingar og avmarkingar) ANNAR PARTUR
Ein fagran dag í 1959 er ein seytjan ára gamal ungur maður í trupulleikum. Hann hevur fingið øði í foreldrini orsakað av vánaligum úrslitum í skúlanum, skiftandi sinnalagi og ikki minst orsakað av einum illgruna um, at hann er samkyndur. Foreldrini gera av at senda drongin til elektrosjokk-viðgerð á Creedmore State Phyciatric Hospital uttan fyri New York. Familjan býr í Brooklyn, New York, og tey eru strangir og konservativir jødar. Ungi drongurin eitur Louis Allan Reed og í átta vikur fær hann "high voltage dose"-viðgerð tríggjar ferðir um vikuna.
Næstan hálva øld seinni kann ein staðfesta, at viðgerðin hjálpti ikki tað stóra, tí Louis Allan Reed – betur kendur sum Lou Reed – er í dag farin um tey 60, og hevur verið ein rebellur alt sítt lív! Ella tað vil siga, ikki ein tápuligur rebellur, ið rópaði hart og síðan var gloymdur, men ein intelligentur og intellektuellur rebellur, ið hevur dugað at gjørt fortreð so tað gjørdi mun. Kritikkurin hevur fyri tað mesta verið konstruktivur, tó at tónleikurin onkuntíð hevur svingað í góðsku, og livihátturin onkuntíð hevur verið nóg so langt úti.
Flýggjan til listina
Tá Reed flutti heiman í frá í 1960, fór hann á Syracuse University, har hann las journalistikk og poesi. Í frítíðini spældi hann tónleik og skrivaði sangir. Íblásturin kom í stóran mun frá bókmentunum. T.d las hann beatskald sum William Burroughs og Allen Ginsberg. Eisini aðrir sum t.d Raymond Chandler og tann "hyper-realistiski" Hubert Selby vóru millum favorittarnar.
Samstundis sum hann las bøkur, hevði hann eisini í fleiri ár lurtað eftir rock n’roll-gittarleikarum og -sangarum sum Carl Perkins, James Burton og Roy Orbison. Hansara ætlan var at gera eina samanrenning av ráa rocktónleikinum og tí meira kensluborna skaldskapinum. Hetta eydnaðist honum og úrslitið var ein long røð av sangum, ið liva tann dag í dag millum áhoyrarar. Men tað var á fróðskaparsetrinum, at teir fyrstu av sangunum, ið hann seinni framførdi saman við The Velvet Underground, vórðu skrivaðir. Ein av teimum er hin kendi og nógv umrøddi "Heroin", ið snýr seg um rúsevnismisnýtslu.
The Velvet Underground byrjaði í 1967, men longu í 1970 gavst bólkurin. Hesi trý árini vóru ein rokalig tíð, har bólkurin var uppdagaður og promotaður av tí eksentriska Andy Warhol. Og alt tað, ið bólkurin fór ígjøgnum av upplivingum, hevði síni árin á einstøku limirnar. Lou Reed og John Cale (gittar-, urgu- og el-violin-leikari) kláraðu ikki væl upp, og Cale fór burturúr longu í ’68. Tvey ár seinni fór Lou Reed burturúr, og so var ikki nøkur framtíð hjá bólkinum, hann fór í søguna.
Nú var Lou Reed einsamallur og visti ikki reiðiliga, hvat hann skuldi gera. Eftir at hava arbeitt á skrivstovu (!) eina tíð, fór hann í holt við eina soloplátu, ið stutt og greitt nevndist Lou Reed. Henda fyrsta plátan seldi ikki væl og nú hevði Lou Reed av sonnum brúk fyri nýggjum íblástri og einari kreativari innspræning!
Plátuhúsin til Transformer |
The Velvet Underground varð ikki kent fyrr enn langt eftir at tað var givið. Men Andy Warhol var longu tá víðagitin sum pop art listamaður. Sjálvt handan Atlantshav, í Evropa, vóru mong, ið kendu hann. Í Onglandi var ein ungur tónleikari og sangari, ið æt David Bowie. Hann var vorðin kendur við sínum sermerkta tónleiki og stíli, og var hann sera hugtikin av Andy Warhol, The Velvet Underground og øllum umhvørvinum kring tey.
Managarin hjá honum hevði frammanundan givið honum eitt eintak av fyrstu plátuni hjá The Velvet Underground, av tí at navnið hjá Andy Warhol stóð á húsanum. Men tað var meira tað, sum var innanfyri, tað sum hoyrdist í rillunum á plátuni, ið bergtók tann unga Bowie. Hetta var rockur, ið vágaði sær at vera øðrvísi, og sum hevði nakað uppá hjarta! Sangirnir snúðu seg um rúsevnismisnýtslu, mistan kærleika og sadomasochismu! Hetta hevði hann ikki hoyrt áður. Bowie vildi seinni vera við, at Lou Reed kom við einum nýggjum ráki í rocktónleikinum. Eitt rák, har tað var í lagi at vera avantgardistiskur og teatralskur í síni atferð; "…he supplied us with the street and the landscape, and we peopled it" (1).
David Bowie hevði somu eyðkenni í sínum egna tónleiki og stíli, og var hann frá byrjan av vanur at gera íspunnar persónsmenskur, ið hann síðan "framførdi" á palli undir konsertunum. Ein av hesum var tann sonevndi Ziggy Stardust, og tað var serliga eftir at hesin íspunni persónurin var uppfunnin, at Bowie gjørdist fjeppari av The Velvet Underground. Hann fór enntá so langt sum at spæla tveir sangir hjá teimum á konsertum ('White Light/White Heat' og 'I'm waiting for the man') saman við bólkinum hjá sær, Ziggy Stardust and the Spiders from Mars.
Fyrstu ferð, almenningurin fekk ábendingar um, at David Bowie var hugtikin av Andy Warhol var á Hunky Dory-plátuni, har eitt lag stutt og greitt nevnist 'Andy Warhol'. Bowie fekk seinni møguleika at spæla lagið fyri Andy Warhol, tá teir møttust í New York. Bowie frøddist yvir hendingina, men tað sigst at hin eksentriski og sosialt kiksaði Warhol gjørdist bæði ørkymlaður og illa við.
Lou Reed á palli í 70'unum |
Tá Bowie og Lou Reed møttust fyrstu ferð í New York, var Lou Reed næstan farin at líkjast teimum, ið hann sang um í sangunum um rúsevni o.a. Eftir at fyrsta plátan kiksaði, varð hann nívdur av sinnistyngd, og visti ikki reiðiliga, hvat hann so skuldi gera. Í Bowie fann hann tó ein tónlistarligan og andsligan soul mate, og var hetta sum ein innspræning av nýggjari orku og kreativiteti. Teir báðir fóru stutt eftir í holt við tað, sum at enda gjørdist tann meistarliga Transformer-plátan, har ein finnur slík víðagitin og væl úr hondum greidd løg sum 'Vicious', 'Perfect Day', 'Walk on the Wild Side' og 'Satellite of Love'. Lou Reed sang og skrivaði sangir og David Bowie var produsari. Bowie vildi fegin hjálpa einum av sínum hetjum, og Reed hevði brúk fyri at sleppa upp úr einum niðurtúri. Teir vóru eisini rættiliga samdir um tónleikin. Teir dámdu báðir einfaldan, grundleggjandi og ráan rocktónleik, og ikki minst tey góðu og fangandi niðurløgini!
Teir vóru báðir á sama plátufelagi (RCA), og tað gjørdi samstarvið enn lættari. Arbeiðið við upptøkunum fór fram í London, og fyri Lou Reed var arbeiðshátturin nógv øðrvísi enn tað, ið hann hevði roynt frammanundan. Í The Velvet Underground var tað hann, ið sat við meginpartinum av teirri kreativu stýringini, og tað var hann, ið tók flestu avgerðirnar. Hesuferð var støðan ein onnur. Nú var brádliga ein produsari við í myndini. Ikki ein konseptprodusari sum Andy Warhol, men ein veruligur produsari, ið hevði ein avgerandi leiklut í upptøkunum, ljóðmyndini og framleiðsluni. David Bowie var við til at arrangera og innspæla løgini. T.d syngja hann og Lou duett á 'New York Telephone Conversation', og tað er eisini Bowie, ið hevur komponerað røddirnar í endanum á tí vakra 'Satellite of Love'. Men hesin øðrvísi arbeiðsháttur var ikki nøkur forðing fyri Lou, og honum hóvaði væl at arbeiða undir nýggjum og broyttum umstøðum.
Transformer LP |
Tónleikurin á Transformer er bæði fjølbroyttur og sermerktur. Sjáldan áður hevði rocktónleikur verið so ráur og kantutur. Gamaní vóru The Velvet Underground undangongumenn (og -kvinna!) í síni tíð, men hesuferð var tað væl framført og tað ljóðaði eisini væl! David Bowie tók allan sín glam rock-kunnleika við sær í upptøkuhølini og setti sín dám á tónleikin. Gittarleikarin Mick Ronson, ið spældi saman við Bowie í The Spiders from Mars, hevði eisini ein avgerandi leiklut á plátuni. Tað er hann, ið spælir allar teir stingandi og rockandi el-gittararnar, og hann var eisini við til at arrangera løgini. Lurta bara eftir fyrsta lagnum, 'Vicious', har eyðkenda og stingandi riffið hjá Ronson frá byrjan av setir dám á fløguna. Ein hoyrir her tey fyrstu elementini av punktónleiki. Tó at her bert er talan um ábendingar, stóð punktónleikurin í fullum loga sjey ár seinni! Tað er ikki uttan orsøk, at Lou Reed seinni varð kallaður "proto punkarin"!
Um ein vil hoyra, hvussu stóra ávirkan, David Bowie og Mick Ronson høvdu á endaliga úrslitið, kann ein ognað sær Transformer – 30th anniversary edition. Hetta er ein remastrað útgáva har tvey bonusløg eru á. Løgini, ið talan er um, eru akustiskar útgávur av 'Hangin’ Round' og 'Perfect Day'. Her er bara røddin hjá Lou og kassagittari at hoyra. Singer/songwriter í stíl við Bob Dylan o.a. Síðan kann ein samanbera við endaliga úrslitið, sum jú gjørdist nakað heilt annað! Næsta lagið, 'Andy’s Chest', stavaði frá The Velvet Underground-tíðini, men er her at hoyra í nýggjum hami, við kórrøddum, fesjutum og groovandi trummum og skemtiligum, surrealistiskum teksti. Í 'Hangin’ Round' verður traditionelli rock n’roll-tónleikurin ílatin nýggjan, humoristiskan glam-ham. Hetta er straight ahead rock n’roll við einum undirliggjandi dámi av sjálvironisering og humor.
Ein finnur eisini vøkur og meira friðarlig løg á fløguni. Tað kendasta av hesum er ivaleyst 'Perfect Day' ið mong í dag munnu kenna frá filmum sum Trainspotting og Velvet Goldmine. BBC samskipaði fyri nøkrum árum síðan eina útgávu, har ein lang røð av kendum tónleikarum sungu lagið til frama fyri heimleys børn. 'Satellite of Love' er somuleiðis eitt sera vakurt lag, har leitað verður eftir vónini og teirri einfaldu og naivu undranini yvir heimin og tilveruna, um tað so er í sjónvarpinum ella í "veruliga" heiminum. Vónandi sveimar ein "Satellite of Love" oman fyri skýggini, sjálvt um samfelagið druknar í tøkni og líkasælu.
Írski rockbólkurin U2 spældi eina sera vakra og sermerkta útgávu av sanginum á teirra Zoo TV-túring fyrst í 90’unum. Á konsertupptøkuni Zoo TV Live from Sydney sær ein Bono og Lou Reed syngja lagið sum eina duett gjøgnum fylgisvein! Bono var staddur í Avstralia og Lou Reed var staddur í Amerika meðan teir sungu lagið saman. Ein vøkur myndlýsing av hvussu absurd yvirdrivið nútíðarinnar góða samskifti er, og samstundis eisini av hvørjir fyrimunirnir eru við tí.
Lou Reed |
Sjálvt um Transformer er ein álvarsom pláta, so er hon eisini ein skemtilig og sjálvironisk pláta. Heitið lýsir eisini væl mongu og skiftandi hugløgini. Kendasta lagið á plátuni er uttan iva 'Walk on the Wild Side'. Mong munnu kenna "doo-doo-doo"-kórið í niðurlagnum, men tey fægstu hava lagt til merkis, hvat teksturin í grundini snýr seg um. Men hann má sigast at vera rættiliga sermerktur og verdur at leggja til merkis!
Tá teir báðir fóru í holt við upptøkurnar, hevði David Bowie givið Lou Reed tey ráð, at hann skuldi nýta sínar upplivingar í The Factory, ið var umhvørvið rundanum Andy Warhol, sum íblástur til tekstirnar. Hetta vísti seg at vera ein kelda til næstan allar tekstirnar á plátuni! Orsøkin var tann, at tað var ikki hvør sum helst, sum ferðaðist í umhvørvinum kring Andy Warhol. Tað vóru ikki vanlig, borgarlig fólk, men heldur tey, ið ferðaðust antin niðast ella ovast í samfelagsligu fláunum.
Í einum stirvnum og tvørligum samfelagi, leitaðu tey, sum vóru ella kendu seg øðrvísi, til støð sum t.d. The Factory, har tann meira fríi og flipputti tíðarandin ráddi. Hetta var ein fjølbroyttur skari av drag queens, samkyndum, listamálarum, skaldum, sjónleikarum, rúsevnisseljarum og tónleikarum. Onkuntíð hendi tað enntá eisini, at onkur verulig films- ella rockstjørna gekk leiðina fram við The Factory, ið var nýtt sum atelier, studio, veitsluhøli, konsertstað og íbúð hjá Andy Warhol og hansara fólki. Hesin fjølbroytti skari gav Lou Reed nógvan íblástur. Hann var jú sjálvur ein partur av hesum umhvørvinum tann tíð tað var. Nú aftaná kundi hann líta afturá og meta um støðuna. Sum tað sæst í tekstunum, so hevði hann ambivalentar kenslur mótvegis umhvørvinum. Transformer gjørdist ein tragikomisk frásøgn, ið fyri ein part bygdi á veruligar hendingar.
Í áðurnevnda 'Walk on the Wild Side' síggja vit eina nokkso skemtiliga lýsing av teim tragikomisku persónum, ið livdu kring Andy Warhol. Heitið er lænt frá skaldinum Nelson Algren, men persónarnir, ið vera umrøddir eru veruligir. Vit hoyra um Holly Woodlawn, Jackie Curtis og Candy Darling; drag queens (mannfólk, ið ganga í konufólkaklæðum), ið livdu lívið á sín egna hátt. Vit hoyra um sjónleikaran Joe Dallessandro og vit hoyra um dealaran Sugarplum Fairy, ið seldi rúsevnið á staðnum. Løgnir og á mangan hátt bizarrir persónar, harav fleiri fingu eina syrgiliga lagnu. Niðurlagið kemur við eini tvítýddari og ironiskari áheitan: "Hey babe, take a walk on the wild side!"
Tvey tey fyrstu løgini á plátuni, 'Vicious' og 'Andy’s Chest', eru sangir um áðurnevnda Andy Warhol. Sum tað skilst, so hevur Lou ikki nógv gott at bera honum. T.d. snýr 'Vicious' seg um, hvussu kyniskur, óreinur og líkasælur Andy Warhol kundi vera, tó at hann var dugnaligur listarmaður. Hann var kendur fyri at fara illa við fólki, um hann ikki dámdi tey ella tað tey gjørdu. Onnur løg sum t.d. 'Hangin’ Round', 'Make Up', 'Wagon Wheel' og 'I’m so Free' eru skjótari og skemtiligari í tempo og lýsa umstøðurnar eitt sindur ljósari. Plátan endar við tí næstan tápuliga, og tó sera góða lagnum 'Goodnight Ladies', har Lou Reed biður góða nátt til allar tær "ladies", ið hann kendi, tann tíð tað var. Hornblásarar undirstrika tann tvítýdda, cabaret líknandi stemningin.
Baksíðan á Transformer |
Sigast kann, at Transformer á mangan hátt er ein persónlig uppgerð við eina hendingaríka og tó sera ørkymlandi og farna tíð. Ein pláta, ið gevur lurtaranum eitt serstakt innlit í ein gandaðan, fjølbroyttan og vandamiklan heim!
Lou Reed leitaði sær ymsar vegir aftan á Transformer. Stutta tíð aftaná kom hann við ímyndaðu og døpru tónlistarligu ferðini til Berlin. Seinni kom meira sjálvironisering við Rock and Roll Animal og avantgardistisk sýra við Metal Machine Music; ein pláta, ið einans inniheldur el-gittar-larm og feedback! Tíggju ár eftir Transformer kom The Blue Mask, har vit hoyra ein nýggjan Lou Reed, ið júst er vorðin turrlagdur eftir langa og áhaldandi alkoholmisnýtslu. Onnur hæddarpunkt í nýggjari tíð eru New York (1989) og Songs for Drella (1990), har Lou og fyrrverandi Velvet-limurin John Cale funnu saman aftur og innspældu sangir til Andy Warhol, ið tá var deyður.
Mangt er hent síðan 1972, men fyri at leita aftur og taka samanum, so kann ein sitera hetta brotið úr 'Hangin’ Round', har Lou ger upp við fortíðina: "...You keep hangin’ round me, and I’m not so glad you found me, you’re still doing things that I gave up years ago!"
Transformer LP og baksíða |
Heimurin er ikki tann sami í dag, sum hann var fyrst í 70’unum. Sjálvt um sumt er, sum ikki broytist, so eru onnur ting, ið broytast allatíðina. Samfelagið broytist, rák koma og fara, og vit fylgja við.
Í hesi verð er lítið og einki dult longur. Vit síggja og hoyra tað, ið vit vilja síggja av upplýsing, mentan, list og tíðindum. Alt verður í miðlunum morlað sundur til eina evju og síðan tvingsilsfóðrað niður í okkum. Tí vit mugu jú vita og meta um, so vit kunnu vera aktivir borgarar. Hvat tað í grundini er, sum vit "vita" og ikki "vita", hevur minni týdning.
Spurningurin er, um vit ikki gerast kensluliga og andliga immun mótvegis broytingum? Ella kanska geva vit bara skarvin yvir og velja ta lættu loysnina, bæði politiskt, mentanarliga og listarliga?
Gjøgnum sjónvarpið verður tann breiða almenna líkasælan fóðrað við "reality show" undirhaldssendingum og amatør sang/karaoke kappingum, ið dyrka tað hálvgum nøkulunda góða. Teir miðalhampa fittu og penu menniskjaligu eginleikarnir verða í miðlunum settir í hásæti, og verða varpaðir út til almenningin at skoða. Um onkur ger okkurt býtt ella vandamikið, so er tað altíð onkur annar enn eg, helst onkur í sjónvarpinum. Tað eru ikki okkara moralsku virði, ið avgera hetta, men loftmiðlar, ið vilja fáa so nógvar pengar í kassan sum gjørligt.
Við hesum verður listin skorin og polerað niður til okkurt sukursøtt og snøgt. Eitthvørt bleytt og fitt, ið ikki er vandamikið fyri okkara eymu heilar, ið tola so lítið av! Vit mugu í dagsins samfelagi gera okkum stóran ómak fyri at verða provokerað til at hugsa øðrvísi, t.v.s. hugsa longri enn framum okkara egnu nøs!
Tí er tað gott viðhvørt at kunna leita sær aftur til eina tíð, har alt var eitt sindur øðrvísi; eina tíð við uppreistri, yrkingum og rocktónleiki! Eina tíð, har alt var eitt sindur myrkari, duldari og vandamiklari. Eina tíð, har ein amerikanskur proto-punkari og ein enskur glam-rockari rendu saman uppi yvir Atlantshavinum, og evnaðu til eina plátu, ið setti rembingar í gongd, ið hoyrast enn tann dag í dag!
Men tó, rocktónleikurin ger (sjálvandi!) enn um seg. Tí allastaðni har menniskju hava hug at setast afturá í líkasælu, kemur rockurin sum ein glepsandi úlvur at vekja tey!
Keldur:
1. Liner Notes úr Lou Reed, Transformer – Original Masters, BMG Heritage, 2002.
2. Liner Notes úr The Velvet Underground, The Best of The Velvet Underground, Poly Gram Records, 1989 Inc.
3. http://dir.salon.com/people/bc/2000/05/16/reed/index.html
4. Heilin.
Lesi fyrra part av hesi greinarøðini her.
Lou Reed 1942-2013 |
Comments
Post a Comment