Um útisetar og tilflytarar

 Photo courtesy of A.F.O.B. (Tommy O'Donoghue). Ein írskur filmmakari og fotografur, ið lesur film á altjóða deildini hjá University of Kent í París. Vallari uttanfyri Pompidou sentrið í París, 2015.
(Greinin stóð í 'Mentan' í Sosialinum 27.03.15).   

“Hví eru hvít fólk útisetar, tá restin av okkum eru tilflytarar?” Sosialaktivisturin og ritstjórin Mawune Remarque Koutonin úr Togo setur henda spurning á heimasíðuni hjá The Guardian um vikuskiftið.

 
Hesin einfaldi og viðkomandi spurningur tekur samanum og lýsir hugtøk í samband við menniskjaliga flyting og ferðing. Koutonin leggur fyri við at staðfesta, at í orðatilfeinginum um menniskjaliga flyting eru framvegis nøkur hierarkisk orð, og eitt teirra er hugtakið “expat”. Tað, sum á føroyskum verður til “útisteti”. Hann vísir á, at enska orðið er stytting fyri “expatriate” og lýsir persón, ið býr antin fyribils ella varandi í einum øðrum landi, enn har viðkomandi er uppvaksin. Orðið er samanseting av “ex” (úti úr) og “patria” (land, faðirland). Á føroyskum: útiseti. Ein, ið er útlagin.

Út frá hesi allýsing kundi ein trúð, at ein og hvør, ið fer uttanlands at starvast, er ein “útiseti”. Óansæð húðarlit ella tjóðskap. Sambært Koutonin er hetta er tó ikki støðan í veruleikanum: “útiseti” verður einans nýtt um vesturlendsk hvít fólk, ið fara uttanlands í arbeiðsørindum. Øll onnur fólkasløg eru “immigrants”. Tað sum á føroyskum verður til “tilflytari” ella “innvandrari” í gerandistalu. Hetta seinna hugtakið er komið úr donskum, men nógv av okkara kjaki um tilflytarar tekur støði í donskum viðurskiftum, og verður hugtakið av tí sama nógv nýtt.

Útisetamentan í París
Í løtuni eru eg og daman búsitandi í París í nakrar mánaðir. París telist millum heimsins mest multietnisku býir. Søguliga sæð hevur Frakland verið “síðsta bastión” áðrenn Atlantshav, og tí eru nógv fólk komin her á teirra ferð vestureftir. Sum fyrrverandi imperium hevur Fraklandi eisini tikið ímóti borgarum frá sínum fyrrverandi kolonium. Hetta fjølbroytnið endurspeglast í gøtunum í París, ið eisini er ein mentanarliga og intellektuelt ríkur býur. Listasøvn, sjónleikahús, biografar, konserthøli og bókahandlar í hundratali.

Innan bókahandilsvirksemið í býnum finst ein submentan av bókhandlum, ið spesialisera seg í at selja enskar bøkur. Kannar ein hesar handlar nærri, sæst skjótt ein romantisk frásøgn um, at teir eru mannaðir av “expats”, t.e. útisetum úr ensktmæltum londum. T.d. eru starvsfólkini í handlunum San Francisco Books og Berkeley Books of Paris útisetar úr Kalifornia í USA. Kendasti enski bókhandilin í býnum er Shakespeare & Co. nærhendis Notre Dame kirkjuni, og hesin nógv vitjaði handil hevur tað sum part av sínum konsepti, at vallarar og útisetar av øllum handa slag koma at arbeiða í handlinum í styttri og longri tíðarskeið.

Í gjøgnum tíðirnar hava rithøvundar og listafólk eisini ferðast til París og búsett seg her í styttri og longri tíðarskeið. James Joyce, Ernest Hemingway, Ezra Pound, Gertrude Stein, Pablo Picasso o.m.o. livdu eitt tíðarskeið í París sum intellektuel og bohémar; vallarar á ferð gjøgnum lívið og listina. Myndin av tí útlagna vallaranum er eitt afturvendandi tema í bókmentum og list í 20. øld, eins og fremmandagerðing og spenta støðan millum listafólkið og heimstaðin er ein kjarni í modernismuni. James Joyce var modernistiskt skald, ið skrivaði um heimstaðin Dublin, meðan hann var útlagin í París. Tá postkolonial gransking tók seg upp aftaná 2. Veraldarbardaga, løgdust hugtøk sum diaspora og eksil bókmentir seg afturat áðurnevndu háttaløgum.

Sylvia Beach (t.v.) stovnaði og átti upprunaliga Shakespeare and Co. bókahandilin, ið útgav skaldsøguna Ulysses hjá James Joyce (t.v.).
Føroysk útisetamentan
Hesi hugtøk og viðurskifti finna vit eisini í føroyskum bókmentum, og tað er einki løgið í hesum, tí føroyingar hava tað sum fastan tátt at fara av landinum á ungum árum. Gamaní hava vit lyndi til at fara á sama stað, tvs. til Danmarkar. Helst til Keypmannahavnar, harav bróðurparturin endar á Oyrasundskollegiinum á Amager. Innan bókmentir er Ferð Mín Til Jorsala hjá Kristian O. Viderø okkara stóra vallaraskaldsøga. William Heinesen skrivaði síni verk á donskum. Útisetar hava í øldir verið við til at myndað bókmentirnar. Felags fyri nøvn sum Jens Christian Svabo, W.U. Hammershaimb, J. F. Jacobsen, Janus Djurhuus, Christian Matras, Regin Dahl, Tóroddur Poulsen, Jógvan Isaksen, Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang og Kim Simonsen er útlegd í styttri ella longri tíðarskeið. Og tá er einki sagt um aðrar listagreinir, eitt nú tónleikin, málningalistina, filmslistina o.a., men eisini her ger tað seg galdandi, at vit ferðast, bæði fysiskt og listarliga.

Diaspora samleiki er eitt áhugavert og nógv viðgjørt evni uttanlands, ið sigur nógv um samtíð og sjálvsfatan. Ein størri ansur fyri hesum viðurskiftum í føroyskum høpi hevði verið ynskiligur. Tað kundi veitt tiltrongdar nýggjar fatanir av hvussu hesi hugtøk verða nýtt í føroyskum kjaki, og varpað ljós á støðuna hjá fólkum, ið flyta til Føroyar, eins og føroyingar búsitandi uttanlands. Vit eru heimsins størsti útflytari av útisetum til Danmarkar í mun til fólkatal. Tí er ein ávís andsøgn í at fara ókritiskt inn í ein danskan innvandrara diskurs. Her vil onkur so siga, at útisetar er ikki tað sama sum innvandrarar. Tó er vert at seta spurning við hesa skilmarking.

Ein prinsippiellur spurningur
Fyri at venda aftur til Koutonin, so ger hann vart við, at skilmarkingin fyrst og fremst er hierarkisk. Hann peikar á, at afrikanarar, arabarar og asiatar verða fataðir sum “innvandrarar”. Evropearar kunnu tó ikki vera innvandrarar, tí ein og hvør borgari við uppruna í vesturheiminum verður sæddur sum ein útiseti. Flestu hvítu fólk avnokta, at tey njóta gott av einari slíkari rasistiskari skipan, og tað er einki løgið í tí. Koutonin leggur tó afturat, at neyðugt er at varpa ljós á týdningin av at avtaka hesa avoldaðu harrafólksligu hugsjónina. Politiska dekonstruktiónin av hesi heimsáskoðanini má tí halda fram.

Hetta er sjálvandi ikki løtuverk, ið Koutonin skýtir upp. Sjálvt í mentanarliga og romantiska París eru eyðsýndir trupulleikar at dragast við. Ímyndin av París sum multietniskur “melting pot” á tremur við margfeldni var fyri einari álvarsamari avbjóðing, tá nakrir mans fóru inn á redaktiónina á einum blaðið og skutu frá hond í januar mánaði. Í samband við atsóknina var ljós varpað á viðurskifti í eitt nú forstaðunum uttanfyri París, har tað er ivasamt við margfeldninum og yvirskotinum. Har flestu innbúgvar verða sæddir sum “innvandrarar”. Hesi munnu liva langt frá útiseta tilverum miðskeiðis í París, so okkurt bendir á at strukturellu trupulleikarnir eru umfatandi.

Eftir stendur prinsipielli spurningurin hjá Koutonin: hvør skal sleppa at vera “útiseti” og hvør skal noyðast at vera “innvandrari”? Í málinum býr vald, og tey, ið sita við málsliga valdið eru við til at definera heimin. Í Føroyum eru hesir spurningar eisini viðkomandi, og nógv lógvatøk eru fyri framman hvat diaspora samleika, útisetum og innflytarum viðvíkur.

Why are white people expats when the rest of us are immigrants?”, Mawuna Remarque Koutonin á theguardian.com, 13.03.15.

Comments