(Avrit av fortalu hildin undan sýningini av heimildarfilminum Cobain: Montage of Heck, ið Filmsfelagið og Havnar Bio stóðu fyri hóskvøldið 8. juli 2015).
Góðu biofólk!
Herfyri varð eg spurdur um at introdusera filmin, ið vit skulu hyggja eftir í kvøld: Cobain: Montage of Heck. Nú eri eg ikki heilt óvanur við at siga eitthvørt um tónleik í ymsum høpi, men tað var okkurt við júst hesum fyrispurningi, ið fekk meg at steðga á. Hví? Jú, tí fátt lá tannáringahjartanum nær, sum nettupp sangarin, gittarleikarin og sangskrivarin Kurt Cobain og tónleikabólkurin Nirvana, ið hann stóð á odda fyri.
Hetta at skula tosa alment um okkurt, ið hevur ligið einum nær, krevur sjálvsagt eitt sindur av umhugsunartíð. Gekk mær ein túr við svanasonginum hjá Nirvana, MTV Unplugged in New York, í oyrabúffunum, og skjótt leitaðu tankarnir sær aftur í tíðina. Aftur til fyrstu árini í síðsta ártíggi av farnu øld. Aftur til 90’ini.
“Smells Like Teen Spirit”
Tað fyrsta eg minnist um Nirvana, var at videolagið til “Smells Like Teen Spirit” var tráspælt á MTV (Music Television). MTV var ein rættilig institutión í populertónleikinum tá í tíðini. Tað var nakað vit hugdu eftir við ovurhuga. Áðrenn internet, streaming og snildfonir, var MTV einasta støðuga kelda til nýggjan tónleik uttan úr heimi, har sent var alt samdøgrið.
“Smells Like Teen Spirit”. Hann ljóðaði og sá øðrvísi út, enn alt annað, ið vit høvdu hoyrt tá. Eg var gamaní bert 11 ár, tá videolagið kom í rotatión, so sammetingargrundarlagið var rættiliga avmarkað, men fyri tað ljóðaði hetta av onkrum heilt nýggjum. Tað kundi fyri tað ljómað úr rúmdini, hóast tað sum kunnugt ljómaði úr Seattle í útnyrðings USA.
Tað gekk rættiliga rúm tíð, áðrenn eg persónliga fall fyri Nirvana, men tá tað endiliga hendi, so fall eg eisini so dyggiliga, at tað sang eftir í. Nirvana gjørdust tað fyrsta samtíðarliga tónleikanavnið, ið eg ordiliga rádyrkaði. Onnur nøvn sluppu eisini framat tannáringaaltarinum, men tey vóru nógv eldri. Jimi Hendrix, The Doors og The Beatles. Sýrurokkur úr 60’unum. Nirvana. Tað var her og nú.
Í 1993 fluttu eg og systir mín og mamma okkara til Århus í Danmark. Vit búðu miðskeiðis í býnum, og fleiri av mínum flokksfeløgum og vinfólkum vóru børn hjá blomsturbørnum. Avkom hjá hippie ættarliðnum. Hetta gav tónleikaliga útsýninum ein sýrugrønan dám, men onkursvegna brutu ráu grunge klangirnir hjá Nirvana í gjøgnum, og stjólu okkara hjørtu.
Hugbindingin
Tá eg royni at avspæla gongdina fyri innara eyganum - frá fyrstu ferð eg hoyrdi “Smells like teen spirit” til eg gjørdist stórfjeppari - er tað sum um eg vil, at so nógv sum gjørligt hendi áðrenn Kurt Cobain tók seg av døgum. Helst er sannleikin tann, at okkara hugbinding av hesum manni bara vaks aftaná lagnudagin 8. Apríl 1994. Tá tíðindini bórust um allan heim, at Kurt Cobain, ið bert fá ár frammanundan hevði kollvelt tónlistarliga landslagið, var deyður fyri egnari hond.
Tað er eitt løgið ting, hetta at vera fjúrtan ár og tín størsta samtíðarliga tónleikahetja hevur júst tikið seg av døgum. Eg minnist, at ein genta í flokkinum hevði tikið innslagið um deyða Kurts uppá band. VHS band. Innslagið var frá MTV News, og onkur onnur sending um tað sama var eisini komin við á bandið. Hon hevði tað við í skúla, og onkur lærari var somikið at sær komin, at hann sá, at hetta hevði týdning fyri flokkin av frísutum og fjøtraðum ungfólki. Viðkomandi játtaði at lata bandið avspæla í tímanum.
Ein álvari var yvir tí heila. Vit lósu tekstirnar og lurtaðu eftir fløgunum og royndu at skilja, men har var ikki so nógv at skilja. Uttan tónleikurin. Hann var góður. Betri enn nakrantíð. Øll pínan, øðin, vakurleikin og sjálvmótsøgnin; alt tað sum ikki passaði inn nakrastaðni, var til staðar í teirri bløðandi røddini og tí rívandi gittarljóðinum. Tað var aggressivt og inniligt og skitið og vakurt, alt um somu tíð. Nirvana gjørdust eitt soundtrack til tey eymu og ørkymlaðu tannárini.
“The 27 club”
Kurt Cobain var 27 ár tá hann doyði, og skrivaði seg sostatt inn í mýtufevnda klubban tey rópa “The 27 club”. Liðið av rockstjørnum, ið øll doyðu 27 ára gomul: Brian Jones úr Rolling Stones, Jimi Hendrix, Janis Joplin og Jim Morrison úr The Doors. Í 2011 legðist songkvinnan Amy Winehouse afturat. Tað hoyrir somuleiðis við til søguna, at ein hin størsta sagnarveran í amerikanskum tónleiki í 20. øld, blús legendan Robert Johnson, eisini andaðist sum 27 ára gamal.
Eg veit tó ikki reiðiliga, hvat vit skulu brúka hugtakið “The 27 club” til. Tað luktar av fiksari idé, ið onkur rokkskribentur hevur bryggjað í eini handavending til tess at selja fleiri bløð. Tónlistafólk eru fyrst og fremst áhugaverd í tann mun tey gera áhugaverdan tónleik. At doyggja sum 27 ára gamal er ikki nøkur kvalifikatión í sær sjálvum.
Hóast vit sjálvsagt hava lyndið til at síggja tragediuna í tí, so má tað onkursvegna eisini vera ein lætti í hesum, at skriva seg sjálvan úr søguni. Tá tú ikki ert til longur, sleppur tú eisini undan at skula eldast og vera í vanda fyri at gerast moðin. Tá tú ert farin úr tíðini, ert tú tíðarleysur og stendur sum ein standmynd, høgd í stein. Treyðugt so, hesi fólkini munnu eisini hava hýst eini destruktivari megi, ið so ella so er sloppin upp til yvirflatuna.
Cobain og Cohen
Fyri at venda aftur til miðhálvfemsini, so bleiv tað eitt skifti somikið intenst hjá undirritaða, at kamarið var avtaglað við Nirvana plakatum. Eitt avrit av sjálvmorðsbrævinum hjá Kurt Cobain hekk enntá uppi. Eg kann heilsa og siga, at mamma okkara, sála, helt lítið um hetta, og hevði hug at seta spurning við mína hugbinding. Tað tóktist helst dekan ov ósunt, og tað var ikki alt, ið vit samdust um. Tvørturímóti.
Ein dagin tagnaði ósemjan. Eg hevði verið inni í stovuni og hugt gjøgnum hennara fløgur, harav ein kom við inn á kamarið. Tað var The Best of Leonard Cohen frá 1975. Brádliga vóru sangirnir hjá Cohen tráspældir inni á mínum kamari, og vit bæði, mamma og eg, samdust um at hetta var gott. Lítið grunaðu vit tá, at áðurnevndi Kurt Cobain sipar til Leonard Cohen í “Pennyroyal Tea”, har hann m.a. syngur: “...give me a Leonard Cohen afterworld, so I can sigh eternally”. Eg vóni at Kurt fekk hetta ynskið uppfylt. Í øllum førum trúgvi eg, at hann eigur innivist á eini virðiligari hædd í “Tower of Song”, ið Leonard syngur um.
Tá Kurt doyði, segði Leonard Cohen, at hann var keddur av at hann ikki fekk høvi at tosa við henda unga mannin. Hann hevði sjálvur sæð nógv fólk í buddistiska Zen sentrinum, har hann helt til um tað mundið, og hesi fólkini vóru farin gjøgnum rúsevni og høvdu funni ein útveg, ið ikki bert var sunnudagsskúli. (Cohen’sa orð). At tað finnast altíð alternativ, og at hann hevði møguliga kunna veitt Cobain eitthvørt.
Tað er eitt paradoks í einum og hvørjum sjálvmorði (míni orð). Meira havi eg ikki at siga um tað, tí eg liggi ikki inni við nøkrum lættkeyptum sannleika. Annað enn hetta við paradoksinum. Vit kunnu síggja so nógvar filmar og lesa so nógvar bøkur sum vit vilja, men tað fer altíð at hvíla ein ávísur loynidómur yvir søguni um ein persón sum Kurt Cobain. Friður verið við tí.
Sannleiki og konstruktión
Dokumentarfilmar látast at siga sannleikan, men eru mangan, um ikki altíð, líka nógv konstruktión sum alt annað. Tað serliga við hesum filminum er, at tey, ið standa aftanfyri, hava fingið atgongd til eina goymslu við lummabókum, tekningum, filmum, ljóðupptøkum og øðrum, ið Kurt Cobain legði eftir seg. Hetta tilfarið er síðan sett saman í eina frásøgn. Vit koma sostatt tætt uppá, og tað er ofta intimt.
Ummælini hava sum heild verið framúr góð, men onkur letur illa at. Buzz Osborne úr The Melvins, ið var góður vinur við Kurt, sigur at hesin filmurin er 90% bullshit. Nirvana trummuleikarin Dave Grohl er ikki við í núverandi útgávuni av filminum, hóast ein samrøða var gjørd við hann stutt áðrenn frumframsýningina á Sundance Film Festival í januar. Spurdur um hann hevði sæð filmin, svaraði Grohl at hann kláraði bert at síggja 10 minuttir. Tað var ov svárt. Bassleikarin Krist Novoselic er við, og kona Kurt, Courtney Love, er somuleiðis við. Eitt sum er serstakt við filminum, er at dóttirin hjá Kurt og Courtney, Frances Bean Cobain, hevur givið verkætlanini sítt vælsignilsi, og leikstjórin Brett Morgen og filmstoymið hava sostatt havt fríar teymar at gera filmin.
Hóast deyðin hevur fylt nógv í søguni um Kurt, so snýr filmurin seg fyrst og fremst um lívið hjá honum. Tað sum kanska stendur sterkast, er at Kurt Cobain var ein dedikeraður listamaður. Tað verið seg ljódliga, visuelt ella skrivliga. Hann hevði eitt einfalt ynski um at gera betri sangir og list, og helt seg til hetta so leingi sum hann orkaði. Alt tað og nógv meir snýr filmurin seg um.
Eg fari at takka fyri at tit lurtaðu, og ynskja tykkum eina góða filmuppliving. Eisini skal tað sigast hart, at vit helst eru mong, ið eru takksom fyri, at Kurt Cobain var tann sum hann var, meðan hann var.
Takk fyri.
Eftir sýningina beyð Finnur Koba mær í morgunsendingina "Summarmorgun" í ÚF at tosa um filmin.

Comments
Post a Comment