Foto: Hanna Vang. |
(Greinin stóð á prenti í Sosialinum t. 21. august 2015).
Hava vit nakrantíð havt nakað, ið líkist einum avantgarde ráki í føroyskari list? Um ein t.d. hyggur nærri at hvussu føroysk tónlist hevur ment seg gjøgnum tíðina, kann tað vera torført at fáa eyga á avantgardistisk eyðkenni. Ein møgulig frágreiðing er, at føroyska samfelagið ongantíð hevur upplivað eina modernismu, men heldur er lopið úr nationalromantikkini og beint inn í eitt postmodernað ella seinmodernað tíðarskeið, ið ikki hevur tikið seg upp fyrrenn í heilt nýggjari tíð.
Hvussu enn er og ikki, so var konsertin hetta fríggjakvøldið ein hending, ið kundi verið lýst út frá avantgarde tankanum. Í tónlistarligum høpi kann “avantgarde” skiljast sum tilburðir, har siðbundna verkhugtakið so ella so verður upployst. Eitt kent dømi er 4’33” hjá John Cage frá 1952, har ein klaverleikari spælir onki uppá eitt klaver í 4 minuttir og 33 sekund. Tónleikurin er her at fatað sum alt tað, ið hendir ljódliga í rúminum í teir fýra minuttirnar og trýogtredivu sekundini. Her er v.ø.o. talan um eina allýsing av tónleiki, ið fer langt útum siðbundnar fatanir av nótum, verki, skipan, bygnaði o.s.fr.
Noise í søguligum høpi
Spurningurin er síðani hvørji tónlistarlig fordømi finnast innan noise. Í rokktónleiki man plátan Metal Machine Music hjá Lou Reed frá 1975 vera eitt slag av noise “urteksti”. Plátan inniheldur heilar 64 minuttir við óviðgjørdum gittar feedbacki og óljóði. Innan tónleik í breiðari merking finnast tó væl eldri keldur til ein noise uppruna. Italski futuristurin Luigi Russolo (1883-1947) útgav longu í 1913 manifestið The Art of Noise (L’arte dei Rumori), har hann m.a. staðfestir at:
“Fornaldarlívið var tann bera kvirra. Í nítjandu øld, við uppfinningini av maskinuni, føddist óljóðið. Í dag sigrar óljóðið og ræður einsamalt yvir kenslusemi menniskjanna. Í nógvar øldir gekk lívið framvið í kvirru, ella í mesta lagi í ljódligum tónum. Hini sterkastu óljóðini, ið órógvaðu hesa kvirru, vóru hvørki harðlig ella drúgv ella fjølbroytt. Um vit hyggja burtur frá hendinga rørslum sum jarðskjálvtum, ódnum, illveðri, omanlopi og fossum, so er nattúran kvirr.” (Russolo 1913, egin umseting).
Í 20. øld sæst sostatt eitt skifti, har óljóð gerst sameindur partur av menniskjaligu tilveruni, og upp gjøgnum ártíggjuni síggjast ymsar tónlistarligar óljóðstulkingar. Avantgarde tónaskøld sum áðurnevndi John Cage og Edgar Varése tóku táttin upp frá Russolo, og í 50’unum sóust slóðarar innan eitt nú musique concréte (Pierre Schaeffer, Pierre Henry) og elektronische musik (Karlheinz Stockhausen, Györgi Ligeti), ið á ymsan hátt skipaðu óljóð í tónlistarligum samanhangi.
Noise í rokktónleiki
Í rokktónleiki hevur larmur í høvuðsheitum verið miðsavnaður um tvinnar effektir, ið báðar eru knýttar at el-gittaranum: distortion og feedback. Distortion er ein trevsing av gittartónanum við tilvitaðari overving av ljóðsignalinum. Feedback er loop effektin, ið hendir, tá pickuparnir á gittaranum uppfanga og endurtaka ljóðið úr gittarforsterkaranum í tað óendaliga. Tilvitaða nýtslan av hesum effektum í rokktónleiki kann slóðast aftur til gittarleikaran Link Wray og instrumentallagið “Rumble” frá 1958.
Onnur nøvn sum The Kingsmen, The Kinks, The Who, Jimi Hendrix, Velvet Underground, The Stooges og áðurnevndi Lou Reed gjørdu eisini sítt til at gera óljóð til ein integreraðan part av rokk úttrykkinum. Í 80’unum sæst ein framhaldandi estetisering av óljóði í rokktónleikaligum høpi, við bólkum sum Sonic Youth, My Bloody Valentine, The Jesus and Mary Chain, Spacemen 3 o.ø. (Sangild 2002). Seinastu 40 árini hava nøvn sum eitt nú Throbbing Gristle, Merzbow, Einstürzende Neubauten, Earth og Sunn O))) gjørt altjóða vart við seg við ymiskum tulkingum av noise.
Noise í Sirkus Föroyar
Á konsertini í Sirkus brúktu øll trý noise nøvnini el-gittarar, og hetta er sum sagt siðbundið ljóðføri innan rokktónleik. Tó vóru gittararnir í Sirkus brúktir til tað øvugta av tí, ið teir upprunaliga vóru hugsaðir til: larm og óljóð heldur enn ljóm og samljóð. Hóast hesir hættir hava síni áðurnevndu fordømi uttan úr heimi, er tað ikki gerandiskostur her um leiðir at fara á eina konsert, har tú kanst uppliva ikki bara eitt, men heili trý nøvn, ið framføra noise. Enntá í trimum ymiskum versiónum ella útleggingum.
“Noise" er nevniliga ikki bara noise, men kann tulkast og estetiserast á ymsan hátt. Hesum fingu vit sjón fyri søgn fyri á konsertini, ið bjóðaði uppá tríggjar ymiskar útleggingar. Balak (Bogi á Lakjuni) legði dent á estetiskt vakurt, dronandi og tonalt funderað noise. Heðin (Heðin Ziska Davidsen) legði dent á skurrandi, elektroniskt viðgjørt og rútmiserað noise. Vomit Nation (Óli Jákup Müller og Hugin Brend Bech) stóð fyri aggressivum, ófýsiligigum og feedback grundaðum noise.
Balak. Foto: Hanna Vang. |
Konsertin var fríggjakvøld, og sama morgun var Balak í Útvarp Føroya og framførdi live noise tónleik. Hetta er helst fyrstu ferð at nakar hevur framført noise í ÚF, so hattin av fyri tí. Vónandi er tað ikki síðstu ferð.
Tað ljóðar kanska sum ein andsøgn, at óljóð skal kunna verða vakurt, men tað ber væl til. Í Balak’sa føri var avgjørt talan um óljóð, ja í roynd og veru ein “wall of noise”, men eisini um meditativan vakurleika. Ljóðmyndin var skapað við, at Bogi spældi dronandi tónar á el-gittara, ið var stemmaður í eini opnari akkord. Gittarpælið fór í gjøgnum ein hóp av effekt pedalum, og ávegis var signalið splittað í tvey, og fór sostatt í gjøgnum tvær ymiskar røðir av pedalum, og út í tvinnar gittarforsterkarar. Hetta gav ljóðmyndini enn stórbæran dám, og undirstrikaði kensluna av einum veggi av (ó)ljóði. Gittarspælið skifti millum hitt meditativa og stillføra og hitt intensa og áleypandi. Mótsetingurin kom serliga til sjóndar móti endanum, tá Bogi eftir at hava larmað eina góða løtu, skifti yvir í stillar gittardronar við m.a. nógvum rúmklangi. Hetta elvdi til eina “vakuum” effekt: stillføri er sjáldan so vakurt sum aftaná ógvusligan framdrátt. Blikalognin er ongantíð so kærkomin sum eftir harðastu ódnina.
Heðin. Foto: Hanna Vang. |
Næstur var Heðin, ið hevði koyrt sín gittara í gjøgnum eina røð av elektroniskum tólum, eitt nú teldu, teldil og sjálvandi obligatoriska hópin av effekt pedalum. Ljóðini, ið Heðin manaði úr gittaranum, vóru skitin og skurrandi á at lýða, og so hvørt sum tey komu úr gittaranum, vóru tey skipaði í rútmiskar eindir umvegis áðurnevndu elektronisku tól. Hetta elvdi til eitt hugtakandi samspæl millum skurr og skipan; millum klangligt óljóð og rútmiskt samljóð. Eins og hjá Balak var her greitt, at Heðin hevði gott tak á tí hann gjørdi. Eitt element av tamarhaldi var sostatt gjøgnumgangandi. Eisini í hesum var ein forkunnug andsøgn uppi í leikinum: at óljóð, sum í tess útgangsstøði er kaotiskt og óstýriligt, var viðgjørt og framført í eini kontrolleraðari tilgongd. Eftir eini løtu skifti Heðin mannagongd, og spældi á gittaran uttan at ljóðini vóru skipaði í rútmiskar eindir. Kanska nettupp fyri at bróta frá teirri skipaðu ella dogmatisku tilgongdini.
Vomit Nation. Foto: Hanna Vang. |
Høvdu Balak og Heðin tamarhald á støðuni, so tóktist tað øvugta at gera seg galdandi hjá Vomit Nation. Her búði ein ófrættakend og ørandi kensla av kaos undir allari framførsluni, og tað gav tiltakinum eitt kærkomið spark í reyvina. Ikki at skilja sum at tær báðar undanfarnu framførslurnar ikki vóru góðar, tí tað vóru tær. Men hetta var hóast alt ein NOISE konsert, og ein ynskti sær sjálvsagt onkrar kaotiskar og punkuttar løtur. Henda vón var so sanniliga forloyst við Vomit Nation, ið framførdu ágangandi og feedback grundað noise frá byrjan til enda.
Tað var hart frá. Í roynd og veru alt ov hart frá, og mong viðmerktu hetta við at halda fyri oyruni. Undirritaði hevði tíbetur tikið oyraproppar við á konsert, og slapp sostatt nøkunlunda heilskalaður, hóast ljóðtrýstið eisini hevði kropsliga ávirkan. Onkrir feedback tónar elvdu til fysiskt ófýsni fyri bæði oyru og maga. Teir báðir limirnir í bólkinum sóu eisini út til at leiðast yvir støðuna, sum høvdu teir nervar ella kanska vóru teir sjálvir merktir av fysiskum ófýsni. Einaferð kom ein abruptur steðgur í, og fólk klappaðu. Menn vóru tó ikki lidnir enn, og steðgurin merkti bert at Bogi á Lakjuni skuldi leika við teimum næstu løtuna. Hann so gjørdi, og kakofoniin slapp at halda áfram eina góða løtu. Brátt fekk framførslan ein enda. Eg haldi tað var tí at tann eini forsterkarin gav upp, men eg veit tað ikki fyri vist. Tími heldur ikki at vita ov nógv um tað, tí mær dámdi satt at siga væl óstýriliga og skilaleysa hugburðin, ið ráddi hesa løtuna.
Hart frá! Foto: Hanna Vang. |
Eitt annað hugtakandi við Vomit Nation, er at eg í mun til tey bæði fyrru nøvnini veit lítið og einki um limirnar báðar, annað enn at teir framføra noise. Bogi á Lakjuni og Heðin Ziska Davidsen eru kendir úr fleiri ymsum samanhangum. Til samanberingar eru Óli Jákup Müller og Hugin Brend Bech óskrivaði bløð á føroyska tónleikapallinum. Teir spæla noise, og meira vita vit ikki. Ikki enn í øllum førum. Sum skilst var hetta kvøldið upprunaliga hugsað sum teirra konsert, og hini nøvnini løgdust afturat so hvørt. Ranchus framførdu eisini, og hóast teir ikki eru ein desideraður noise bólkur, so hóskaði teirra skitni alternativi rokkur væl sum rosina í pylsuendanum. Við sær á konsert høvdu teir bæði roykmaskinu og lasaraeffektir, og hetta elvdi til eitt ikki sørt psykedeliskt huglag í Sirkus nú tað leið ímóti midnátt. Ein góður endi á eini forvitnisligari konsert.
Foto: Hanna Vang. |
Keldur:
Russolo, Luigi. 1913. The Art of Noise, unknown.nu
Sangild, Torben. 2002. The Aesthetics of Noise, ubu.com
Comments
Post a Comment