Operation Valentine. Foto: Beinta á Torkilsheyggi. |
(Ummælið stóð á prenti í Sosialinum t. 28. August 2015).
Lat tað vera sagt beinavegin: øll burdu farið til Operation Valentine. Tað er tað vert. Samstundis havi eg ikki hug at avdúka nakað sum helst um leikverkið, tí tað roynist best um ein ikki veit ov nógv frammanundan. Fari tó at royna at siga eitthvørt varisligt um mína uppliving av frumframførsluni fríggjakvøldið 21. august.
Søguligar sannroyndir, eisini tær nógv umrøddu, hava onkursvegna lyndi til at “smalkast” við tíðini. Hendingarrík og kompleks tíðarskeið gerast sum frá líður til slagorð og yvirskriftir, og nuansurnar og smálutirnir kámast við árunum. Ættarlið fella frá, og tað er sum at vit gloyma allar síðugøturnar og skýmaskotini, har lívið var livað. Í so máta eydnast tað við Operation Valentine at minna okkum á, at aftanfyri hina dominerandi søguligu frásøgnina búgva ótaldar søgur og lagnur.
Foto: Beinta á Torkilsheyggi. |
Hetta er fjórða leikverkið, ið Det Ferösche Compagnie er farið undir síðani kompaníið var stovnað í 2010. Áður hava tey lýst føroyskar sagnir og frásagnir í En rejse udi Færø 1781-82 (2011) og Regn (2012). Hesuferð eru nýggjari tættir í føroyskari søgu til viðgerðar. Í forhøllini í Sjónleikarhúsinum verða myndir og lutir frá Krígssavninum sýndir, og tá tú trínir innar fært tú bjóðað drekkamunn og smákøkur. Biscuits, grønar keks o.a., ið riggar væl afturvið bretskt-føroyska huglagnum, og tú kennir teg vælkomnan.
Eftir eini løtu bjóða leikararnir Kjartan Hansen og Kristina Sørensen Ougaard okkum innar í teatursalin í Sjónleikarhúsinum. Bert heilt fá sitipláss eru, og hugskotið er at áskoðararnir standa og ganga frítt runt. Komin innar stilla tey flestu seg framvið vegginum báðumegin gólvið. Meðan ljóst er inni, leggja teir báðir leikararnir fyri við at greiða frá, hvussu bretskir hermenn og føroyskar gentur plagdu at dansa í hesum salinum. Hvussu børnini leitaðu sær í kjallaran í Sjónleikarhúsinum, fyri at kaga upp gjøgnum rivurnar í gólvinum, og hvussu føroyskir menn plagdu at hyggja langtandi inn gjøgnum vindeyguni. Sjálv eru vit sum áskoðarar sloppin innar í tað allarheilagasta – teatursalin – og tað er sum um rivurnar og vindeyguni gerast metaforar fyri alt leikverkið. Her gloppast eisini rivur, men hesuferð er talan um rivur aftur í tíðina. Vit sleppa at kaga í gjøgnum tær, og fáa eitt innlit í lívið fyrr. Lívið í øllum tess ósagda ruðuleika.
Minimalistiskt og ósentimentalt
Hóast móttøkan úti í forhøllini er hugnalig, gerst hetta ikki nøkur sentimental ella nostalgisk tíðarsýning. Tvørturímóti. Her er eingin útgerðarmikil pallseting við søguligum búnum og leikgripum. Ístaðin fáa vit eina luftkenda og minimalistiska pallseting, har alt beinavegin kennist elementert: ein presending, ull, hoygging, skíggj og einar hertiknar Føroyar í leysari luft. Hersetingin ímyndað sum liminalt vektloysi, har fortíð og framtíð upploysast, og vit ferðast aftur og fram í tíð.
Spælt verður frá byrjan við hugtakið “myrkalegging”, ið sum kunnugt var altumráðandi í krígsárunum, og salurin er tískil myrkalagdur ein fittan part av leiktíðini. Ljósspælið sleppur til sín rætt, og í hesum skapta skuggarúmi kunnu søgurnar veruliga spenna seg út.
Foto: Beinta á Torkilsheyggi. |
Hóast móttøkan úti í forhøllini er hugnalig, gerst hetta ikki nøkur sentimental ella nostalgisk tíðarsýning. Tvørturímóti. Her er eingin útgerðarmikil pallseting við søguligum búnum og leikgripum. Ístaðin fáa vit eina luftkenda og minimalistiska pallseting, har alt beinavegin kennist elementert: ein presending, ull, hoygging, skíggj og einar hertiknar Føroyar í leysari luft. Hersetingin ímyndað sum liminalt vektloysi, har fortíð og framtíð upploysast, og vit ferðast aftur og fram í tíð.
Spælt verður frá byrjan við hugtakið “myrkalegging”, ið sum kunnugt var altumráðandi í krígsárunum, og salurin er tískil myrkalagdur ein fittan part av leiktíðini. Ljósspælið sleppur til sín rætt, og í hesum skapta skuggarúmi kunnu søgurnar veruliga spenna seg út.
Tað er dámligt, at kompaníið torir at fara so einfalt til verka sum í hesum føri, við m.a. at lata staðsetingina – Sjónleikarhúsið – tala fyri seg. Leikurin fær líkasum ein impressionistiskan dám av hesum, og sum áskoðari fært tú møguleikan at tulka og fabulera víðari yvir upplivingarnar. Eitt nú verður áðurnevnda presending nýtt bæði sum filmslørift til gamlar s/h filmsstubbar, og sum lørift fyri skuggaleiki, har skuggamyndir av søguligum persónum vera vaktar til lívs. Hetta er sterkt og súmbolskt. “Life is but a walking shadow”, sum Shakespeare á sinni lat Macbeth taka til. Øll hesi fólkini, ið livdu fyri 70 árum síðani, vóru akkurát líka livandi sum eg og tú. Hendingarnar vóru júst líka aktuellar sum alt tað, ið vit í dag halda vera av ovurhonds stórum týdningi og mala í kring um. Nú er alt farið, ið tey fingust við tá, og eftir eru bert minnir, filmsstubbar og frásagnir í onkrari bók. Ein dag vera vit eisini frásagnir. Ella kanska bara gloymd. Løgið at hugsa sær.
Foto: Beinta á Torkilsheyggi. |
Die Ferösche Compagnie er ein tvørlistarligur felagsskapur, og Operation Valentine fevnir um bæði sjónleik, tónleik, dans, ljóðsniðgeving, ljóssniðgeving, grafikk, videolist, installatiónslist o.a. Í tilgongdini handan leikverkið hava limirnir funnið fram ein hóp av tilfari umvegis samrøður, upptøkur, bøkur og søgur frá fólki, ið upplivdu krígsárini 1940-45. Sum áskoðari kennir tú eisini á tær, at eitt serstakliga ríkt kelduvað býr aftanfyri. Tað er helst ógjørligt at fáa alt við í leikin, og frásøgnin er heldur ikki kronologisk. Havandi hesi viðurskifti í huga, umframt at leikverkið altso er gjøgnumført tvørlistarligt, er tað av sonnum hugtakandi hvussu elegant og einfalt endaliga úrslitið er vorðið. Hetta eigur DFC toymið og ikki minst íslendski leikstjórin Egill Heiðar Anton Pálsson rós uppiborið fyri.
Ongin ivi er um, at bretska hersetingin hevði kollveltandi ávirkan á politiska landslagið í Føroyum, og aftaná kríggið var ógjørligt at venda aftur til gomlu støðuna. Kærleiki, útlongsul, loysingarhugur, sjálvfatan; alt var endavent í krígsárunum, tá 20. øld kom brakandi inn í føroysku tilvitskuna. Hesi viðurskifti eru eisini treytaleyst endurspeglaði í leikinum á meir enn ein hátt, og eg kann siga so frægt sum at bæði fólkaatkvøða og atkvøðuuppteljing eru avgreiddar áðrenn leiklok.
Loysingarvongurin fekk sum kunnugt meiriluta á fólkaatkvøðuni í ’46, og eina løtu vóru Føroyar sjálvstøðugar. Hetta endurspeglar leikurin fagurliga og sorgblítt. Einaferð ljómar ein tamba og tíðartoygd útgáva av ‘Tú alfagra land mítt’. Tað er sum um ein riva opar seg inn í ein alternativan veruleika, ið bert slapp at ljóma og skyggja eina stund, og síðani hvarv aftur sum døgg fyri sól. Skuggar og hvørvisjónir, sannleiki og lygn, tað farna og tað komandi, tað mista og tað vónaða. Alt er í samspæli meðan leikur ferst.
Foto: Beinta á Torkilsheyggi. |
Talan er sostatt um ein hendingar- og faktaríkan leik, men ikki meir enn at tað bilar. Kenslan eg siti eftir við, er í øllum førum tann, at eg kundi hugsað mær at sæð leikin umaftur, og sloppið at upplivað allar smálutirnar aftur. Hví? Tí fyri at skilja nútíðina og geva onkur líkinda boð uppá framtíðina, er tað alneyðugt at kenna fortíðina. Søguloysi er beina leiðin til meiningsloysi. Hetta er gamaní eitt leikverk, men eitt poeng við tí er, at allar søgurnar, ið sagdar vera, hava dokumentariskan uppruna. Ongantíð betri enn tá fortíðin verður pallsett á so hugfangandi hátt sum her.
Álvarsligir og gátuførir táttir taka seg eisini upp í Operation Valentine. Tá nøvn á bátum, ið gingu burtur undir krígnum, vera lisin upp, er tað ein døpur og álvarsom løta. Tað leiðir tankarnar yvir á andlát í útvarpinum, og kensluna av, at kollektiva tilvitskan fær ein eksistentiellan frammaná. Lívið verður sett í relieff, tá deyðin talar.
Í onkrum senum leita vit okkum niður í dulvitskuna; í myrkaru loynikrókarnar í fólkasálini. Ótti, deyði og dapurleiki. Her er tað sum um ein forn og mýtisk dimensión kemur undan kavi, við syngjandi seyðarhøvdum, grýlum, gassmaskum og bleiktrandi myrkri. Det Ferösche Compagnie hava eitt heilt serstakt tev fyri hesum. Tað sóu vit t.d. í En rejse udi Færø 1781-82 og Regn, har óunniligar gamlar sagnir komu til lívs í makabrum og absurdum skapi. Í aktuella verkinum er tilvísingarkarmurin gamaní av nýggjari uppruna, men røturnar eru onkursvegna eins fornar og ófrættakendar. Føroyingar eru í roynd og veru nokkso freaky í sínum frásagnum! Ikki tí, skemtiligar løtur við speirekandi eygleiðingum og surrealistiskt skinklandi keipumyndum koma eisini fyri í leikinum.
Har var okkurt, ið vaknaði í føroyingum undir hersetingini. Eitt nýtt útsýni og eitt størri áræði. Aftaná kríggið trein Føroyar inn í eitt nýtt mentanarligt og politiskt tíðarskeið, ið dagsins samfelag er úrslit av. Á ein hátt var hersetingin byrjanin til hetta tíðarskeiðið, og tí er tað ikki sørt hugfangandi og perspektiverandi at fara til ein leik, har henda byrjan verður gjørd livandi fyri einum. Helst havi eg sagt alt ov nógv, men far endiliga til leikin um tú fært møguleikan. Eg varð hugtikin.
Fakta:
Leikstjóri: Egill Heiðar Anton Pálsson
Listarliga toymið hjá DFC er:
Jens L. Thomsen, Kjartan Hansen, Kristina Sørensen Ougaard, Kirstin Helgadóttir, umframt: Sonja Lea, ljóssniðgevi, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Mikkjal Arge Galán. Fyriskipari er Gunnvá Zachariasen.
Operation Valentine er fjórða leikverk hjá Det Ferösche Compagnie síðan kompaníið var stovnað í 2010.
2011: En rejse udi Færø 1781-82
2012: Regn
2013: Woyzeck<3marie marie--="">3marie>
Comments
Post a Comment