Manuel Göttsching í upptøkuhølinum í 70'unum. |
ASH RA TEMPEL / ASHRA / MANUEL GÖTTSCHING
Fyrsta krautrock navnið, ið hevur fingið heiðurin at verða umrøtt í "Tevtonskum Týsdegi" er Ash Ra Tempel/Ashra/Manuel Göttsching.
Hatta vóru nógv nøvn, men fell ikki í fátt, tí sami persónur stendur aftanfyri tey øll: Manuel Göttsching. Hann er oddamaður í rokkbólkinum Ash Ra Tempel, í elektronisku verkætlanini Ashra og í egnari solo verkætlan.
Ash Ra Tempel
"Kosmische" rokkbólkurin Ash Ra Tempel var stovnaður í 1971 og helt á inntil miðskeiðis í 70'unum. Bólkurin er onkuntíð komin í gongd aftur í nýggjari tíð, men bert í styttri tíðarskeið. Í 1971 kom sjálvnevnda debutplátan, og á henni eru tvinni episk løg; "Amboss" og "Traummaschine". Psykedeliskur "kosmische" rúmdarrokkur, tá hann er best.
"Traummaschine" kann eisini hoyrast sum byrjunarlag í hesum miksinum.
Sætta og seinasta Ash Ra Tempel plátan er í grundini ein Göttsching solo pláta, hóast undirheitið var "Ash Ra Tempel IV". Hon nevnist Inventions For Electric Guitar og kom út í 1975. Av sonnum ein hugtakandi og huglagsrík útgáva, har øll ljóð eru framførd og framleidd á elektriskum gittara. Kosmiskt!
Ashra
Göttsching stovnaði í 1976 solo verkætlanina Ashra, ið er meira elektroniskt hugað. Hann er upprunaliga gittarleikari, men her ger hann nógv brúk av analogum sequensarum og synthesizarum, og tað úrslitar í fantastiska hugfangandi ljóðmyndum. Debutplátan New Age of Earth er eitt ambient/new age meistaraverk. Summi seta kanska "new age" í samband við ostutar 80'ara lótir, men hetta er analogur 70'ara ljómur av besta slag.
Manuel Göttsching
Eitt annað av hápunktunum í diskografiini hjá Göttsching er plátan E2-E4 frá 1984. Plátan er í roynd og veru eitt langt samanhangandi elektroniskt lag, ið ferðast og sveimar avstað í ein knappan tíma. Eitt undangonguverk innan techno, house og ambient, ið virkar sum bindiliður millum krautrockin frá 70'unum og nýggjara eletroniska tónleikapallin í Týsklandi. Hetta var m.a. staðfest í 2006, tá Göttsching spældi 25 ára jublieumskonsert fyri E2-E4 í heimsins fremsta techno klubba, Berghain í Berlin við techno duo'ini Âme sum upphiting. Manuel Göttsching er sostatt ein rættur slóðari í týskum tónleiki hvørs røtur røkka heilt aftur í 60'ini.
Yngra ættarliðið í týskum tónleiki hevur eisini tikið Göttsching til sín. T.d. hevur slóðandi dub techno plátufelagið/bólkurin Basic Channel (Moritz von Oswald og Mark Ernestus) útgivið eitt remix av E2-E4, og í 1995 samplaðu Moritz von Oswald og Thomas Fehlmann Ashra lagið "Sunrise" á teirra egna meistarliga ambient dub lagi "Schizophrenia".
Manuel Göttsching hevur v.ø.o. lagt nógv gott eftir seg, ið er vert at tjekka út.
Manuel Göttsching 2006. Fotografurin og Berghain duravørðurin Sven Marquardt tók myndina. |
Comments
Post a Comment