|
U2 live í 3Arena, Dublin, Írlandi. Mynd: Solveig H. Olsen. |
Mánakvøldið og týskvøldið vóru vit á tvinnum "homecoming" konsertum hjá U2 í 3Arena í heimbýnum Dublin í Írlandi. U2 spæla fýra konsertir í Dublin hesa vikuna. Tann triðja var í gjárkvøldi og tann fjórða verður í kvøld.
Tvær var, so segði hann, nokk fyri okkum, tó at eg frætti um onkran í køini, ið ætlaði sær til allar konsertirnar. Summi ferðast t.d. aftaná bólkinum. Men sum sagt; tvær var ríkiligt til at fáa alt væl og virðiliga við.
Vit hava ummæli av konsertunum í Sosialinum hetta vikuskiftið, og tað sleppur at standa har fyri fyrst. Var ómetaliga spentur undan konsertunum, og tær vóru eisini yvir alla væntan.
Mánakvøld 23.11
Á
fyrru konsertini mánakvøldið 23. nov. stóðu vit tætt uppat "E" pallinum (E fyri "Experience" í "Innocence + Experience") og gongubrúnnið, ið gekk frá I pallinum og út í konserthøllina. Limirnir í U2 spákaðu tískil beint framvið okkum fleiri ferðir, og spældu ein part av konsertini á "E" pallinum. Tá stóðu vit beint við.
Tað var serstakt, at kunna fanga smálutir á hesi konsertini. Eygnabrá, intuitivt samskifti millum limirnar; alt tað, ið tú ikki sært tá tú ert staddur longur burturi. Undir 'Sunday Bloody Sunday' fangaði eg t.d. eygnabráið hjá Bono í tí hann hyggur uppá Larry Mullen Jr. við trummuni. Har var okkurt við løtuni, ið fekk Bono at syngja ein spontanan stubba úr "Johnny Goes Marching Off To War". Hetta gjørdi hann t.d. ikki á seinnu konsertini.
Her eru nakrar myndir, ið Solveig tók á fyrru konsertini, og longur niðri eru myndir frá seinnu konsertini. Tað er vert at viðmerkja, at onkrar myndir av Bono og The Edge ikki eru zoomaðar. Teir stóðu ikki meir enn 2-3 metrar frá okkum tá teir vóru tættast. Ljóðið var ikki so hart har vit stóðu, men tað var gott og klárt. Tað kom úr hátalarum, ið hingu uppi undir loftinum allastaðni í arenaini, og av tí at vit stóðu so tætt hoyrdu vit onkuntíð ljóðið koma beinleiðis frá Bono ella The Edge t.d. Trummurnar hjá Larry í 'Invisible' hoyrdu vit betur akkustiskt enn umvegis anleggið. Alt í alt var tað sera feitt at uppliva slíkar smálutir.
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
Týskvøld 24.11
Á seinnu konsertini týskvøldið 24. nov. valdu vit at stilla okkum eitt sindur longur aftur og út til síðuna, soleiðis at vit fingu heildina í showinum við. Nógv gekk jú fyri seg á stóra skíggjanum, ið fer sum ein tvørskurður gjøgnum høllina. Reint visuelt var showið ein sera bergtakandi uppliving. Ikki uppá ein distanserandi máta. Tann visuelli parturin var tvørturímóti við til at koyra tey kensluligu poengini heim. Sera gjøgnumført.
Hetta var ein markant øðrvísi konsertuppliving, hóast meginparturin av
settlistanum var hin sami. Tó vóru onkrar týðandi broytingar. Miðskeiðis í konsertini vóru 'Elevation' og 'The Sweetest Thing' frá fyrra kvøldinum skiftir út við 'Desire' og 'Angel of Harlem', og fingu vit sostatt ein lítlan
Rattle and Hum sekvens við á vegnum, og tað dámdi mær væl. Endin var eisini ein annar hesuferð. Seinna konsertin endaði fantastiskt við 'Bad' og '40' meðan fyrra konsertin endaði við 'One'. Hevði vilja verið hvørgan endan fyriuttan. Felagssangsversiónin av 'One' var rørandi, og 'Bad' segue yvir í '40' er jú nærum fullkomni endin á eini U2 konsert.
Ljóðið var nógv harðari hesuferð, so hart at vit funnu oyrapropparnar fram beinavegin. Hetta bilti tó einki, tí alt fekk líkasum meira kant og tað rockaði. Gittarsoloirnar í 'Until The End of The World' og 'Bullet The Blue Sky' vóru t.d. totalt eksplosivar og gásarholdselvandi á hesi konsertini. The Edge er framvegis mín yndisgittarleikari í allari verðini, og eg fari ongantíð at gloyma løtuna í Helsinki í 2010, tá eg tók í hondina á honum og fekk autograf signeraðan.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá seinnu konsertini. Fyrst nakrar hjá Solveig, og síðani nakrar, ið eg tók við míni telefon.
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Solveig H. Olsen |
|
Mynd: Knút H. Eysturstein |
|
Mynd: Knút H. Eysturstein |
|
Mynd: Knút H. Eysturstein |
|
Mynd: Knút H. Eysturstein |
|
Mynd: Knút H. Eysturstein |
|
Mynd: Knút H. Eysturstein |
Comments
Post a Comment