1/16/16

Bowie sambond

Mynd: Tom Colbie
Hetta gjørdist ein rættilig David Bowie vika, og í hesum blogginum havi eg roynt at knýtt onkrar leysar træðrir. Í undanfarna blogginum var Tarantino nevndur. Hóskvøldið var eg ein av gestunum í heiðurssendingini fyri David Bowie í Útvarpi Føroya. Skuldi velja eitt lag til høvið, og valið fall á 'Cat People (Putting Out Fire)'. Sangurin er úr filminum Cat People (1982) eftir Paul Schrader. Eitt remake af frálíka horror noir klassikaranum frá 1942 eftir Jacques Tourneur.

Har er sjálvsagt eitt annað samband millum Bowie og Tarantino, tí sangurin var endurnýttur í Inglourious Basterds frá 2009. Tarantino hevur greitt frá, at hann og vinmennirnir dyrkaðu 'Cat People (Putting Out Fire)' á sinni, men vóru ónøgdir við, hvussu Schrader brúkti sangin í filminum, tí hann koyrdi bert afturvið rullitekstunum. Tarantino lovaði sær sjálvum, at hann einaferð skuldi gera ordiligt brúk av sanginum í einum filmsekvensi, og tað kann ein róliga staðfesta at hann megnaði.

'Cat People (Putting Out Fire)' var sum kunnugt produseraður av Giorgio Moroder. Áhugavert, at Bowie samstarvaði við tveimum av mætastu disco prodjúsarum: Moroder og Nile Rodgers. Bowie og Moroder samstarvaðu bert um tað eina lagið, meðan Bowie og Rodgers gjørdu tvær plátur saman. 'Cat People (Putting Out Fire)' var endurinnspældur á teirri Rodgers produseraðu Let's Dance (1983), men fyrra útgávan frá 1982 eydnaðist best. Sum skilt vildi Bowie hava Moroder versiónina við á Let's Dance, men plátufelagsklandur kom ímillum.


Í áðurnevndu heiðurssending nevni eg Moroder og 'I Feel Love' hjá Donna Summer. Eisini her er eitt samband, tí Bowie hevur greitt frá hvussu Brian Eno ein dagin í Berlin tíðini kom rennandi inn studio, og proklameraði "I have heard the sound of the future". Í hondini hevði hann eintak av tólvtummastakplátuni 'I Feel Love' eftir Donna Summer og Giorgio Moroder. Eno koyrdi plátuna frá og segði víðari "This is it, look no further. This single is going to change the sound of club music for the next fifteen years." Bowie hevur viðmerkt, at hetta var meira ella minni satt.

'I Feel Love' er gamaní eitt disco lag, men tað fráboðaði so sanniliga eisini næstu áratíggjuni innan elektroniskan dansitónleik. Synth popp, house, techno o.m.a. Tað er hugtakandi, hvussu futuristiskt og frískt lagið ljóðar enn tann dag í dag. Ein snøgt sagt hypnotisk samanrenning millum syntetiskar klangir, elektronisk beats og discodivasang.


Í sendingini viðmerkti eg eisini, at Low (1977) - tann fyrsta frá Berlin trilogiini - við tíðini er vorðin mín yndisútgáva, men tað byrjaði eina aðrastaðni. Eg var tannáringur í 90'unum, og hetta tíðarskeiðið var sostatt fyrsta Bowie tíðarskeiðið, ið eg kom at kenna. Bæði Nile Rodgers og Brian Eno vendu aftur sum Bowie prodjúsarar í hesum áratíggi: Rodgers á teirri beat orienteraðu Black Tie White Noise (1993), og Eno á konseptplátuni 1. Outside (1995). Tað var serliga seinna útgávan, ið brakaði ígjøgnum mín tannáringa-radar.

Í roynd og veru var David Bowie ein vandamikil hjávera í populertónleikinum um hesa tíðina. Soleiðis kendist tað í hvussu so er. Sjónbandalagið til 'The Heart's Filthy Lesson' var nógv at síggja á MTV, og hóast skorið eftir tíðartýpiskum brúngulum grunge leisti var tað óhugnaligt og ófrættakent. Tónleikaliga var tað ein spennandi samanseting av øllum møguligum stílum, ið eg ikki kendi nakað til tá. Var serliga hugtikin av melodramatisku klaversolo'ini, ið tykist at koma onkra heilt aðrastaðni frá og tó hóskar seg væl til heildina.

Tað óhugnaliga var líkasum skorið út í papp, tá lagið var spælt afturvið rullutekstunum til neo-noir thrillaran Se7en (1997) eftir David Fincher. Hetta var snøgt sagt ein av mest ófrættakendu meginstreymsfilmum, ið komu út í 90'unum. 'The Heart's Filthy Lesson' koyrandi afturvið rullutekstunum (har vóru teir aftur) staðfesti líkasum nøkur ting.

1. Outside er sum sagt ein konseptpláta við einum stak dystopiskum og cyberpunk íblástum boði uppá framtíðina. Bowie hevði sjálvandi ikki slept rúmdini, ið altíð hevur verið eitt afturvendandi tema. Her funnu vit ídnaðarkvøðuna 'Hallo Spaceboy', ið fekk eitt rámandi dance remix frá Pet Shop Boys við á vegnum. Tað er og verður ein framúrskarandi sangur. "Moon dust will cover you..." Tá Neil Tennant syngur "Ground to Major bye bye Tom" er tað sjálvsagt ein tilsiping til góða gamla 'Space Oddity', ið byrjaði tað heila.

Mær tykir, at føroysku Orka hava havt rættiligan íblástur frá m.a. hesum lagnum. Tá teir syngja "Nú er tíð at siga farvæl til rúmdardrongin" í sanginum 'Rúmdardrongurin' av plátuni Óró (2011) tykist tað sum ein beinleiðis tilsiping til spaceboy, ið Bowie sang um á sinni. David Bowie var eisini føddur og vaks upp í býarpartinum Brixton í London. Jens L. Thomsen úr Orka hevur jú búð í býnum í nokkso nógv ár tilsamans og hevur eitt serstakt tilknýti til býin. Tað var ein heilt serlig kensla sum tannáringur at síggja David Bowie syngja um rúmdardrongin á MTV. Tað var sum hann transmitteraði frá eini heilt aðrari gongustjørnu...

Í 1997 kom plátan Earthling. Tað er okkurt øgiliga Bowiesligt og fremmandagjørt yvir plátuheitinum. Á húsanum var Bowie ílatin ein frakka við Union jack mynstri, ið Alexander McQueen sniðgav. Bowie framleiddi sjálvur tónleikin á plátuni. Fyrsta staklagið var 'Little Wonder'. Eitt drum'n'bass, jungle og industrial íblást lag komplett við "piano stabs" í versinum. Sjónbandalagið var leikstjórnað av Floria Sigismondi, ið seinni samstarvaði við íslendsku Sigur Rós.

Í sjónbandalagnum fylgja vit eini uttanjarðiskari veru, ið tykist bygd á Ziggy Stardust og aðrar Bowie personair frá 70'unum. Veran ferðast runt í einum hektiskum stórbýi, New York allarhelst, og tá eitt tok sæst, skiftir tónleikurin yvir í eitt industrial petti við tokskinnarum, tokfloytu, tokmotori o.s.fr. Hetta dyrkaði eg nógv tann tíð tað var. Seinni fann eg útav, at franski Pierre Schaeffer arbeiddi við musique concréte og toktónleiki longu í 1940'unum, men Bowie hugbindingin minkaði ikki fyri tað. Tvørturímóti.

Eitt annað staklag av plátuni var 'I'm Afraid of Americans'. Minnist at Clickhaze - har var Jens aftur - spældu eitt habilt cover av lagnum á teirra túring í 2002. Tey frumframførdu tulkingina á eini Eystanstevnukonsert á vári í 2002. Mikael spældi intro riffið við eyðkenda Roland "scat singing" keyboardljóðinum. Tað hildu vit var stuttligt tá (tað halda vit enn). Tey spældu m.a. lagið á Midtfyns Festival tað árið, og ein danskur ummælari helt fyri, at hetta mundi verða tilsiping til Bowie konsertina, ið hevði verið í Horsens stutt frammanundan. Men so var ikki. Tey mundu helst bara spæla lagið, tí teimum dámdi lagið (Horsens schmorsens).

Sangurin var samstarv millum David Bowie og Trent Reznor úr Nine Inch Nails. Tað finst í tvinnum útgávum: einum miksi, ið er á plátuni og einum Reznor miksi, ið er at hoyra í sjónbandalagnum. Reznor og NIN gingu undan innan industrial, og tað er rættiliga sigandi, at Bowie, hóast hann fylti 50 ár í 1997, var somikið úti um seg, at hann samstarvaði við teir. Um sama mundið samstarvaði hann eisini við drum'n'bass slóðaran Goldie og framførdi við noise rock slóðarunum Sonic Youth. Føðingardagsmyndin frá 50 ára føðingardegnum talar sítt greiða mál.

Hetta var tað síðsta vit frættu frá elektroniska og framfýsna 90'ara Bowie. Ein pláta kom gamaní í 1999 ('Hours...'), men hon er meira afturlítandi og retro popput. Sama við Heathen (2002) og Reality (2003). Tær eru meira rokk kendar, men eisini her vitjar hann gamlar dagar. Síðani helt maðurin ein 10 ára steðg frá øllum tónleikaligum virksemi. Eg ímyndi mær, at hann helt frí saman við sínum nærmastu.

Tøgnin var brotin við The Next Day (2013), har sorgblíða staklagið 'Where Are We Now?' serliga skarar framúr. 'The Stars Are Out Tonight' og 'Love Is Lost' eru eisini góðir, men sum heild er plátan eitt sindur misjøvn. Tó var eg serstakliga hugtikin av 'Love Is Lost (Hello Steve Reich Mix)', ið James Murhy/LCD Soundsystem stóðu fyri. Lagið er ein samanseting av m.a. 'Love Is Lost' og verkinum Clapping Music hjá amerikanska minimalistiska tónaskaldinum Steve Reich. Endaliga úrslitið er nakað fyri seg. Eitt føri, har heildin verður til meira enn einstøku partarnir samanlagdir, og millum míni yndisremix seinastu árini.

David Bowie - LOVE IS LOST / Hello Steve Reich Mix  (official video) from denial of service on Vimeo.

Fyri ikki at tosa um Blackstar. Hon er komin fyri at vera. Hana fari eg vónandi at venda aftur til í einum komandi bloggi.
A photo posted by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on

No comments:

Post a Comment