David Bowie 1947-2016 |
Fríggjadagin byrjaðu vit at miksa Konni Kass plátuna, ið vit hava arbeitt við seinasta hálva árið. Um kvøldið koyrdi eg aftur Blackstar frá, og las føðingardagsgreinar og ummæli á netinum. Leygarkvøldið diskaði eg í Sirkus og spældi ein trivaligan bunka av Bowieløgum, eftirsum at føðingardagur hevði verið, og ein nýggj góð pláta var úti.
Sunnukvøldið fór eg út at eta og í biograf við Peturi og Boga. Meðan vit ótu prátaðu vit um leyst og fast, um lív og deyða og um nýggju Bowieplátuna. Síðani fóru vit í bio og hugdu eftir The Hateful Eight hjá Quentin Tarantino við soundtracki eftir Ennio Morricone. Góð filmsuppliving, og eg hugsaði við mær sjálvum, at mentanarárið byrjar væl: Bowiepláta, Tarantinofilmur og áðrenn hetta sá eg frálíka Macbeth filmin (Kurzel, 2015) í Havnar Bio í farnu viku. Men tað er ein onnur søga.
Í morgun frættist jú tað, ið eingin hevði væntað: David Bowie er farin foldum frá eftir 18 mánaðar bardaga móti krabbameini. Meini so við. Bert tveir dagar frammanundan lat hann hina vitalu og organisku Blackstar úr hondum, og almenningurin visti einki um sjúkuna. Nú vita vit tó brádliga nógv meira um plátuna. Hetta er hansara farvæl og alt er væl lagt til rættis. Plátan er livandi, men har er nógvur deyði millum rillurnar.
David Bowie: Blackstar (2016) |
Lemmy Kilmister, ið andaðist millum jól og nýggjár, livdi upp til hesa óbroytiligu ímyndina uppá gott og ónt. Lemmy var altíð Lemmy. Øðrvísi er statt við David Bowie, ið sum ein annar kameleónur umbroytti og enduruppfann seg sjálvan gjøgnum so at siga alla yrkisleiðina. Kann í grundini bert koma í tankar um Bob Dylan sum ein, ið hevur verið drúgvari og stinnari í sjálvsenduruppfinning (og tað sigur ikki so lítið).
Davy Jones, Major Tom, The Man Who Sold The World, Ziggy Stardust, Halloween Jack, Aladdin Zane, The Thin White Duke, The Man Who Fell To Earth, New Wave Klovnur, Jareth the Goblin King, Tin Machine Straight Rock Fýrur, Outsidari, Nathan Adler, Spaceboy, Earthling, Thursday's Child, Heathen, A Man Lost In Time, Blackstar, Lazarus... hetta eru bert nøkur av teimum heitum, ið knýta seg at Bowie'sa persona og sangskatti.
Tað seinasta, 'Lazarus', hevur við eitt fingið serligan týdning. Tað er stakpláta av seinastu útgávuni Blackstar. Vit kenna bíbliusøguna um Lazarus, ið var reistur frá teimum deyðu. Listarliga er Bowie mangan risin aftur frá teimum deyðu umvegis sínar mongu persona endurføðingar og -uppfinningar. Menniskjaliga er hann úr kjøti og blóði eins og øll vit onnur, og nú var liðugt. Hetta er við eitt vorðið svanasangurin - bæði sangur og sjónbandalag:
"Look up here I'm in heaven,
I've got scars that can't be seen,
I've got drama can't be stolen,
everybody knows me now"
Prodjúsarin Tony Visconti greiðir frá á sínum Facebookvanga, at plátan allatíðina hevur verið hugsað sum ein "skilnaðargáva" frá Bowie til hansara mongu fjepparar kring heimin:
He always did what he wanted to do. And he wanted to do it his way and he wanted to do it the best way. His death was no different from his life - a work of Art. He made Blackstar for us, his parting gift. I knew for a year this was the way it would be. I wasn't, however, prepared for it. He was an extraordinary man, full of love and life. He will always be with us. For now, it is appropriate to cry.
Týpiskt Bowie, vildi onkur sagt, at konseptualisera sjálvt sítt egna andlát. Deyðin er eitt listaverk líka nógv sum lívið er tað. Listarliga gjøgnumført og samstundis menniskjaliga viðbrekið. Soleiðis tyktist hann altíð. Ein meistari í at seta orð og andlit á fremmandagerðingina. Ein stjørna, ið sveimaði langt burturi, men onkursvegna var í nánd. Ein fyrimynd hjá øllum teimum, ið ikki kenna seg aftur í tí tronga og normativa.
Diskografiin er so rúgvusmikil, at tað er ikki løtuverk at siga nakað klókt um hana. Komi tó í tankar um sci-fi filmin The Man Who Fell To Earth (Nicholas Roeg, 1976), ið eg av onkrari løgnari orsøk fann bíliga á VHS bandi í SMS einaferð í 90'unum. David Bowie leikar høvuðsleiklutin í filminum, ið byggir á skaldsøguna hjá Walter Tevis (1963). Ikki frítt at hesin løgni, sensitivi og surrealistiski filmurin um ein alien, uttanjarðarbúgva, ið dettur niður á jørðina í leitanini eftir vatni at bjarga heimplanetini við, rakti eina nerv og ikki er farin frá mær aftur.
Maðurin, ið fall til jarðar er tó farin higani aftur.
Takk fyri allan tónleikin. Hvíl í friði, David Bowie.
Comments
Post a Comment