Tevtonskur týsdagur (Tangerine Dream)

Hetta er 3. bloggur í bloggrøðini "Tevtonskur týsdagur", ið setir sjóneykuna á góð krautrock nøvn. "Tevtonskt" er føroyskt fyri "teutonic", ið stutt sagt merkir "týskt" ella "germanskt".

TANGERINE DREAM
Til umrøðu hesuferð er navnframi Berlin bólkurin Tangerine Dream. Tað stuttliga er, at eg leingi havi havt Tevtonskan Týsdag um Tangerine Dream í umbúna, og í summar hava teir brádliga fingið eitt "TV moment" við løgum í háaktuellum sjónvarpsrøðum sum Stranger Things og Mr. Robot
Limir úr synthwave bólkinum S U R V I V E, ið hava gjørt tónleikin til Stranger Things, vísa júst til Tangerine Dream sum týðandi fyrimynd, saman við eitt nú John Carpenter, Vangelis og Giorgio Moroder. Tað sama gera fleiri av hinum synthwave nøvnunum. Tískil er hetta eitt upplagt høvi at kava niður í diskografiina hjá Tangerine Dream.

Søgan um Tangerine Dream er í stóran mun søgan um oddamannin Edgar Froese (1944-2015). Diskografiin hjá bæði Tangerine Dream og Froese er tó so yvirdrivið rúgvusmikil - nærum 150 almennar útgávur (!) umframt savnsplátur og fjepparaútgávur - at her verður bert hugt nærri at Tangerine Dream diskografiini. Meira neyvt tí eldra partinum (70'ini og fyrst í 80'unum). Tað er ikki nøkur loyna, at tað er her gullkornini eru at finna. 

Útgávurnar frá hesum tíðarskeiði kunnu í høvuðsheitum flokkast í tríggjar tættir: The Pink Years, The Virgin Years og Soundtracks. Á myndini ovast havi eg avmyndað TD pláturnar í mínum savni. Tíggju í tali. Tær eru allar umrøddar her, tó at eg eisini umrøði onkra, ið enn ikki er fingin til høldar.
Tangerine Dream konsertplakat 1973. F.v.: Edgar Froese, Chris Franke og Peter Baumann.

"The Pink Years"

Hetta tíðarskeiðið fevnir um fyrstu fýra útgávurnar:

Electronic Meditation (1970)
Alpha Centauri (1971)
Zeit (1972)
Atem (1973)

Heitið "The Pink Years" sipar til logoið hjá týska plátufelagnum Ohr, ið var eitt ljósareytt oyra. Fyrstu fýra TD pláturnar vóru útgivnar á Ohr, ið legði dent á eksperimenterandi tónleik. Tað abstrakta er felagsnevnari fyri hesar útgávurnar. Tónleikurin er sum heild leysur, huglagsríkur og flótandi, og ber í so máta brá av samtíðarinnar hippie ráki. Legg eitt sindur av fríum krautrock uppfinnsemi afturat, og tú hevur at gera við stak sýraðar tónar.
Logo hjá plátufelagnum Ohr.
Ilt er at taka dagar millum hvør er besta útgávan frá hesum tíðarskeiðnum, men tað kemst ikki uttanum stórverkið Zeit. Ein dupultpláta á tremur við longum døprum dronum. Seinni skýrd eitt undangonguverk innan "dark ambient" tónleik. Hin orgul og floytu ríka Alpha Centauri og hin mellotron ríka Atem eiga eisini at vera nevndar. Og ja, debut plátan Electronic Meditation er sjálvsagt eisini eitt lurt verd. Sum heild málaðu TD hugvekjandi ljóðlandsløg hesi árini, og hevur ein seriøsan áhuga fyri bólkinum, so eru allar tær elstu pláturnar verdar at tjekka út.

"The Virgin Years"

Hetta tíðarskeiðið fevnir um tær útgávurnar, ið komu út á Virgin Records. Tilsamans komu 13 TD plátur út á Virgin frá 1974-1983. Her fari eg at umrøða sjey teirra. Alt er jú ikki líka áhugavert. Tær umrøddu eru:

Phaedra (1974)
Rubycon (1975)
Ricochet (live, 1975)
Stratosfear (1976)
Encore (live, 1977)
Force Majeure (1979)
Tangram (1980)

Phaedra signaleraði skiftið frá Ohr til Virgin, og hon umboðaði eisini eitt stílistiskt skifti. Á hesi útgávuni nýttu TD fyri fyrstu ferð sequensarar, og gav hetta tónleikinum eitt meira rútmiskt grundað drive. Kortini eru abstraktu ljóðmyndirnar varðveittar, og lítil ivi er um, at plátan er eitt meistaraverk og verður javnan skýrd at vera hin besta hjá bólkinum. VCS3 synthur, mellotron, Moog synthur, elektriskt klaver, gittari, bassur o.a. Her skortar ikki uppá uppfinnsemi.

Kosmiska stórbærið nær nýggjum hæddum á Rubycon frá 1975. Hendan útgávan er um gjørligt uppaftur meira episk og flótandi enn Phaedra. Hon inniheldur bert tvinni long løg, og ein verður lættliga drigin út í hesa endaleysu á av úrtøkiligum ljóðlitum. Puristar, ið dyrka elsta tíðarskeiðið hjá bólkinum, vilja halda uppá, at Rubycon er síðsta meistaraverkið hjá bólkinum. Eftir hesa útgávuna løgdu teir eina væl meira melodiska og minni abstrakta kós, har áðurnevndu sequensarar eisini í alsamt størri mun seta dám á rútmisku grundina.

Ricochet og Encore eru tvær áhugaverdar live plátur frá Virgin tíðarskeiðnum. Hóast tær eru "live", er vert at hava í huga, at talan er sum so ikki um live framførslur av tónleiki, ið longu finst í studio innspæling. Tónleikurin er væl meira flótandi enn so, og í báðum førum er talan um sjálvstøðugar og fyri ein part improviseraðar live kompositiónir.

Stratosfear frá 1976 setur nýggja stevnu í diskografiini, og boðar av álvara frá teirri melodisku kósini, ið bólkurin helt seg til næstu mongu árini. Hóast synth puristar svørja til eldru útgávurnar, meti eg hesa plátuna at vera fult á hædd við tær. Synthesizer og sequencer ljóðmyndin er her kryddað við kassagittara, el-gittara, cembalo o.ø. ljóðførum, og tað klæðir bólkinum. Psykedeliska og kosmiska útsýnið er einki minkað fyri tað um melodiska tevið er styrknað.

Rætt skal eisini vera rætt: Tangerine Dream var í praksis ein trio árini 1971-1976. Tað vóru teir tríggir Edgar Froese, Peter Baumann og Chris Franke (sí konsertplakatina omanfyri), ið myndaðu hetta sterka tíðarskeiðið frá Zeit (1972) til Stratosfear (1976). Stratosfear gjørdist sostatt tann síðsta við júst hesi manningini. Teir rundaðu av við at stinga nýtt út í kortið. Sig so ikki tað.
Blaðlýsing fyri Tangerine Dream: Stratosfear (1976).
Sorcerer (1977) er ein rættiliga idiosynkratisk útgáva. Hóast hon er frá '77, og sostatt er at rokna uppí melodiska sequencer tíðarskeiðið hjá bólkinum, peikar nógv á henni aftur til eldru ambient útgávurnar frá fyrst í 70'unum. Útgávan er soundtrack til William Friedkin filmin av sama navni. Søgan handan samstarvið er, at Friedkin ferðaðist í Evropa eftir at hava gjørt filmin The Excorcist (1973). Hann var staddur í Berlin og var boðin við á konsert úti á bygd onkrastaðni. Tey koyrdu í bili nokkso leingi og komu loksins til eina kirkju.

Í hesi kirkjuni framførdu Tangerine Dream á sínar eyðkendu synthesizarar. Friedkin var sum nevsligin og gjørdi í stundini av, at hesin bólkur skuldi gera tónleik til hansara næsta film. Seinni viðgekk Friedkin, at um hann hevði verið vitandi um Tangerine Dream áðrenn The Excorcist var gjørdur, hevði hann bílagt filmstónleikin frá teimum. Hvussu enn er og ikki, Sorcerer er lukkutíð millum tær sterkaru og vælumtóktu útgávurnar í diskografiini. Filmurin er eisini fínur.

Hinvegin er lítil ivi um, at Force Majeure (1979) telist millum tær meira kontroversiellu útgávurnar í diskografiini. Útgávan heintar íblástur frá progressiva rockinum og inniheldur nakað so traditionalistiskt sum rock trummur og el-gittar solo'ir. Øll hava ikki tikið eins væl ímóti slíkum elementum. Tað byrjaði jú so elektroniskt tað heila. Meti tó sjálvur, at útgávan er góð. Ljóðmyndirnar eru gjøgnumførdar og alt ljóðar væl. Vit tosa 1979, og henda útgávan við hennara skínandi blanka soundi liggur langt vekk frá samtíðarinnar skitna post punk ráki. Sjarmerandi onkursvegna.

Tann seinasti ordiligi varðin í diskografiini er eftir mínum tykki Tangram frá 1980. Hetta var tann fyrsta TD plátan, ið eg ognaði mær á LP. Leitaði síðan aftureftir. Útgávan tekur eitt sindur samanum melodiøsa Virgin tíðarskeiðið, og í bygnaði er hon ikki ólík Rubycon frá 1975, í og við, at hon bert inniheldur tvinni avlong løg: "Set One" á síðu A og "Set Two" á síðu B. Eisini ein vælljóðandi útgáva á tremur við hypnotiskum hugløgum og flúgvandi sequensarum.

Aftaná 1980 gongur longri millum snapsirnar. So hvørt sum tað 70'ara analoga víkir fyri tí 80'ara digitala, er tað sum um, mergurin hevur tað við at seyra úr tónleikinum. Tað er bara ikki tað sama. Onkrir glottar eru gamaní, eitt nú á soundtrackinum til Michael Mann filmin Thief (1981), á studioplátunum Exit (1981), Hyperborea (1983) og Green Desert (1985, upprunaliga innspæld í 1973). Og ikki at gloyma hin frálíka Steve Reich pastisjan "Love on A Real Train" av soundtrackinum til Tom Cruise filmin Risky Business (1984).

Kundi í so máta enda søguna her, men tíbetur fekk hon ein gleðiligan eyka kapitul fyri mítt/okkara viðkomandi. Í 2014 høvdu vit nevniliga tað fragd at fara á konsert hjá bæði Tangerine Dream, Michael Rother (Neu!, Harmonia) og Dieter Moebius (Cluster, Harmonia). Eitt ógloymandi kvøld saman við nøkrum livandi legendum í Tivolis Koncertsal í Keypmannahavn. Síðani konsertina eru bæði Froese og Moebius farnir í annað ljós, so tað er ikki frítt at ein er takksamur fyri at hava sæð teir á palli.
Tangerine Dream, Michael Rother og Dieter Moebius, Tivolis Koncertsal 3/4 14.
Á konsertini framførdu Tangerine Dream áðurnevnda Sorcerer soundtrackið í fullari longd við eini rúgvu av bonustilfari. William Friedkin var eisini hjástaddur, og áðrenn framførsluna hevði hann eina stutta framløgu, har hann m.a. greiddi frá søguni um kirkjukonsertina omanfyri. Síðani áttu TD sjálvi tørn. Sumt var ótrúliga feitt, fyri ikki at siga sublimt. T.d. tá hugvekjandi mellotron linjurnar fóru fúkandi gjøgnum rúmið. Eisini var sumt, ið var... ótrúliga cheesy. Ein løgin samanseting, og kortini var tað sera feitt at uppliva live. Ikki minst í hesum konseptuella krautrock samanhangi, har heili trý eyðkend nøvn framførdu sama kvøld. Hetta við TD og tí cheesy minnir meg á eitt, ið ein kenningur úr Noregi, ið var staddur á konsertini, segði við meg aftaná: "Tangerine Dream hava altíð verið cheesy!"
A photo posted by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on

Tað er ein ávísur sannleiki í hesum. TD hava ongantíð lagt seg eftir at vera "kul", at spæla uppá "kul" ljóðføri, síggja "kul" o.s.fr. Teir hava altíð bara gjørt tað, ið hugurin hevur verið til. Upprunaliga vóru teir flipputtir hippiarir, ið spældu uppá floytu og trummu. At teir uppdagaðu synthesizarar var í grundini bert eitt stig á leiðini. Seinni komu violin og saksofon uppí leikin. Nakað, ið konsertin prógvaði í allari síni cheesy ovurnøgd. Hetta fekk meg at viðmerkja speiskliga til áðurnevnda noregsmann: "Too much sax and violins!" Hann hoyrdi ikki skemtið í hesum beinavegin.

Hvussu so enn er og ikki, so vóru Tangerine Dream í absoluttum serflokki tann tíð tað var. Saman við Kraftwerk, NEU!, Can, Faust og Cluster vóru teir millum sterkastu essini á týska tónleikapallinum í 70'unum. Hetta so íblásandi og virðismikla tíðarskeiðið tey rópa "krautrock". Teirra klípi í krautrock varðan var einamest av elektroniskum slag, og seinni gjørdust teir eisini eitt miðsavnandi navn innan synthesizer og soundtrack tónleik. Her havi eg varpað ljós á tað besta av tí besta.

Playlisti við umrøddu plátunum:

Tangerine Dream live í Tivolis Koncertsal, 3. apríl 2014:

Lagt afturat t. 14.09.16: 
Nú frættist mín sann, at Tangerine Dream hava gjørt tulkingar av tónleiki úr Stranger Things. Best sum eg helt at bólkurin gavst, tá Edgar Froese andaðist í januar 2015. Írestandi limirnir og einkjan Bianca Acquaye Froese eru vorðin samd um at bólkurin skal halda áfram, og ynskið er at lyfta arvin eftir Edgar. Kortini tekur sonur hansara Jerome Froese, ið leikti við bólkinum í eitt áramál, frástøðu og tvíheldur um at har er einki Tangerine Dream uttan pápan. Eitt sindur ivasamt, má eg siga. Hetta ljóðar kortini nokkso skrapt. Ulrich Schnauss er við í núverandi inkarnatiónini, og hann átti at dugað síni ting. Full circle!

Comments

Post a Comment