Hin besta futurisman er retrofuturisman

Filmplakat.
HIGH-RISE er nýggja filmatiseringin av J. G. Ballard skaldsøguni av sama navni (1975). Filmurin verður frumsýndur 18. mars, Tom Middleston spælir høvuðsleiklutin og Ben Wheatley hevur leikstjórnað. Søgan snýr seg um ein skýskavara/háhús/torn, ið leiðir sínar innbúgvar út í ørskap og vitloysi. Tað sum var ætlað sum eitt hátøkniligt utopia endar sum eitt apokalyptiskt dystopia. Tað sigst, at tað loksins er eydnast at gera eina Ballard skaldsøgu til film. Spennandi er.

Beit annars serliga merki við hendan trailaran orsaka av tónleikavalinum. Lagið, ið koyrir afturvið trailaranum er "Love On A Real Train" hjá týska elektroniska bólkinum Tangerine Dream. Tangerine Dream hevði sítt gylta tíðarskeið í 70'unum, men hetta lagið er eitt sindur yngri. Ein hegnislig Steve Reich pastisja, ið fekk eina heldur anonyma og ófuturistiska plasering í Tom Cruise filminum Risky Business (Brickman, 1984). Her kemur tað meira til sín rætt.

Hendan greinin greiðir annars meira frá filminum, bókini og arkitektonisku gongdini í London síðani 60'ini. Greinin ger m.a. vart við, at tað er lætt at lesa verkið hjá Ballard sum eina atfinning móti modernistiskum arkitekturi, ið endar í sosialari psykosu, men at tað er ikki so einfalt. Gleðiligt er at fólkini handan filmin konsekvent lata søgugongdina ganga fyri seg í somu tíð sum bókin, tvs. miðskeiðis í 70'unum.

Tað er ikki minni áhugavert, at trailarin nýtir lagið hjá Tangerine Dream, ið settu sín dám á tónleikin í júst teimum árum, ið bókin og filmurin lýsa. Puristiskir Tangerine Dream fjepparar svørja til analoga 70'ara tíðarskeiðið sum verandi hitt besta hjá bólkinum. Onkur vil enntá halda uppá, at tann síðsta ordiliga góða Tangerine Dream plátan er Rubycon frá 1975 (sama ár sum filmurin gongur fyri seg). Eftir hetta fóru løgdu teir eina minni abstrakta og meira melodiska kós, ið summi síggja sum lifran fyri meginstreyminum.  Í 80'unum komu talgildar new age lótir enntá í grýtuna. Talgildir 80'ara synthar, saksofon, violin og hvat veit eg. Hetta fall ikki í góða jørð hjá øllum. Tvørturímóti.

So kann ein spyrja hví hetta TD lagið frá 1984 er komið við í trailaran? Well, fyrst og fremst tí at talan er um eitt gott lag. Her í fullari longd

Segði omanfyri at talan er um ein Steve Reich pastisju, og hetta er tí at lagið minnir heilt nógv um minimalistiska høvuðsverkið Music For 18 Musicians, ið Steve Reich lat úr hondum í 1978. Eitt meistarligt, pulserandi og melodiskt verk, har klassisk ljóðføri spæla tónleik, ið røkkur langt út um klassisku konserthøllina. Tónleikurin er transu kendur og rútmiskt í ætt við nýggjari elektroniskar tónleikastílar. Hevði tað stóru gleði at uppliva verkið live á Athelas New Music Festival í Keypmannahavn í 2010. Tá var tað ensemblið Reumert & Friends, ið framførdu. Seinni hevur ensemblið Ekkozone framført tað á Roskilde Festival við stórum fagnaði. Sum sagt: verkið røkkur langt útum siðbundna klassiska konsertsalin.

Søgan sigur at fólkini handan Risky Business settu seg í samband við Steve Reich ella forlagið hjá honum um at nýta Music For 18 Musicians í filminum. Tá hetta ikki eydnaðist, vóru Tangerine Dream helst bidnir um at gera tónleik við nøkunlunda somu kenslu og huglagi. Tað er okkurt áhugavert við at hoyra minimalismuna hjá Reich kanaliseraða umvegis týska elektrontónleikin hjá Tangerine Dream. Tað sum er víðopið og bergtakandi hjá Steve Reich, er kompetent men eisini onkursvegna eitt sindur afturlatið ella enntá dekadent hjá Tangerine Dream. Kanska tí at har Reich ímyndar sær elektroniskt markloysi, gera TD tað til konkretan og tískil avmarkaðan veruleika.

Hvussu enn er og ikki er tað stak áhugavert at hoyra lagið nýtt 32 ár seinni í einum trailara fyri eina filmatisering av eini Ballard skaldsøgu frá 1975. Tað er sum um fleiri træðrir eru knýttir her. Hetta gevur øllum ein greiðan dám av retrofuturismu, og tað er sum kunnugt hin besta futurisman!


Her er nokkso apropos ein áhugaverd samrøða við Clint Mansell, ið hevur gjørt tónleikin til HIGH-RISE.

Edit: Portishead eru eisini við á soundtrackinum við eini hegnisligari tulking av 'SOS' hjá Abba. Um tøkuløg eru at fata sum tulkingar, so skarar hetta snøgt sagt framúr.

Comments