Í morgun lótu BYRTA sítt fyrsta stak- og sjónbandalag í trý ár úr hondum. 'Hennara dansigólv' er eitt gjøgnumført og tíðartýpiskt popp lag við greiðum íblástri úr trap tónleiki. Rútmiski bulurin við kompaktari basstrummu, insisterandi hi-hatti og synkoperaðum rappi frá bæði Guðrið og Silvurdrongi bendir alt á sama bógv: hetta er trap! Á føroyskum.
'Hennara dansigólv' var til umrøðu í Kvørnini seinasta hósdag. Hetta var tað fyrsta, sum føroyski almenningurin hoyrdi til lagið. Hvørki vertur ella ummælarar høvdu tó nakað ítøkiligt at siga um sjangru og stíleyðkenni. "Hetta ljóðar øgiliga soleiðis altjóða" var eitt skoðsmál. "Ljóðar mega modernað, tónleikurin ljóðar ordiliga modernaður" var eitt annað. Slíkar miðalvarpingar eru kortini ov óítøkiligar til at kunna metast sum greiðar perspektiveringar til altjóða tónleikarák. Júst henda fráveran av altjóða perspektivi er ein afturvendandi trupulleiki í føroyskum tónleikaummælum, tí uttan hetta perspektivið fær viðgerðin skjótt dám av dunnuhyli.
Tískil ein stutt innleiðsla í trap tónleik:
"Trap" byrjaði um aldarskiftið (sein-90'ini og fyrst í 00'unum) sum eitt frábrigdi innan amerikanskt suðurstats hipp hopp. Trap ljóðið er m.a. eyðkent av tungum, djúpum, sub-bass stórtrummum úr teirri eyðkendu Roland TR-808 trummumaskinuni, "double time" og "triple-time" hi-hattum, løgum av synthesizarum og kanska mest av øllum av einum myrkum, ófrættakendum og døprum huglagi. Orðið "trap" sipar til støð, har rúsevni vera seld. Nógvir trap rapparar komu upprunaliga úr slíkum umhvørvi.
Við tíðini er trap kortini seyrað inn í meginstreymin og hevur av tí sama gjørt um seg á hittlistunum. Eitt dømi er lagið 'Trap Queen', ið amerikanski rapparin Fetty Wap lat úr hondum í 2015. Lagið gjørdist nr. 2 á amerikanska Billboard Hot 100 listanum.
Í 2016 gjørdist 'Black Beatles' hjá Rae Sremmurd nr. 1 á Billboard Hot 100 listanum:
Í 2017 kom kanska størsta trap/hip hop lagið higartil, nevniliga 'Bodak Yellow' hjá amerikanska rapparanum Cardi B, ið lá tríggjar vikur á nr. 1 á Billboard Hot 100. Cardi B er fimti kvinnuligi rappari í heimssøguni at liggja ovast á hittlistanum.
Seinnu árini hava popp og r'n'b artistar eisini heintað sær íblástur úr trap. Her sæst tað hvussu trap ljóðið spjaðir seg víðari í mentanini og gevur afturljóð í ymsum samanhangum. Hitt kanska størsta navnið, ið hevur innarbeitt trap í sín tónleik, er amerikanska r'n'b sangarinnan Beyoncé. Á plátuni BEYONCÉ (2013) finnur ein trap íblást løg sum 'Drunk in Love', 'Flawless' og '7/11' (og stutt eftir at hesin bloggurin var postaður lótu Beyoncé og Jay-Z úr hondum trap íblásta lagið 'Apeshit' undir heitinum The Carters).
Fyri kortum lat amerikanska sangarinnan, sangskrivarin og sjónleikarin Janelle Monáe sína triðju plátu Dirty Computer (2018) úr hondum. Eisini her finna vit løg við trap íblástri, eitt nú 'Django Jane'.
Mest aktuella dømið um trap íblástur í meginstreyminum anno 2018 er lagið 'This is America' hjá amerikanska rapparanum, sangaranum og sjónleikaranum Childish Gambino/Donald Glover. Lagið skiftir aftur og fram millum tveir stílar, har tann eini ber brá av glaðum vesturafrikanskum tónleiki, meðan hin ber brá av døprum trap tónleiki. Í kontrastunum og skiftunum millum hesar báðar stílarnar manar Childish Gambino fram eina kritiska lýsing av lívinum hjá teimum svørtu í Amerika.
Og so vóru vit aftur í Føroyum í juni 2018, har ein reindyrkað føroysk trap framleiðsla hevur sæð dagsins ljós við BYRTA feat. Silvurdrongur og 'Hennara dansigólv'. Deiliga ósmæðið og tíðartýpiskt við effektivari nýtslu av trap ljóðinum. Sjónbandalagið er ein søga fyri seg. "Larger than life" í Tórshavn by night!
P.S. Tað tók mær 1/2 tíma at seta henda bloggin saman.
(Edit: ein eldri útgáva av blogg postinum segði at 'Hennara dansigólv' var fyrsta føroyska trap framleiðslan. Hetta er kortini ikki heilt rætt. Eitt nú arbeiddu Hulda og framleiðarin Jens L. Thomsen við trap beats á plátuni Huldasound frá 2015, og herfyri komu Longutong við trap lagnum 'Á Toppinum'. Nýggja BYRTA lagið er kortini fyrsta dømi eg veit um, har eitt kent føroyskt navn skrivar seg inn í ein so reindyrkaðan og tíðartýpiskan trap samanhang sum tann, ið er frammi í løtuni).
Comments
Post a Comment