Um árskiftið postaði eg ein blogg við Ársins Plátum 2017. Útvarpssamrøða um plátuárið 2017 spurdist enntá burturúr. Fyri perspektivs skyld og fyri stuttleikar havi eg hugt aftureftir við tíggju ára millumbilum fyri at samanbera hvussu árini roynast.
Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 2007, 1997, 1987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.
Um 1987 kann sigast, at tað ljóðar sum 1987! Her eru upp til fleiri útgávur við, ið hava eitt sera eyðkent og tíðartýpiskt 80-ára ljóð. Bruce Springsteen, Bryan Adams, Def Leppard, Depeche Mode, Fleetwood Mac, Guns 'n' Roses og Inxs dyrka øll ein ávísan estetikk innan ljóðframleiðslu í hesum tíðarskeiðnum. Okkurt við rúmklangi og gate'aðum trummum. Við tílíkari tilgongd megna nevndu nøvnini eisini at lata dygdar rokk og popp/rokk útgávur úr hondum, so hví ikki?
Samstundis koma alternativ/indie/undirgrunds nøvn alsamt meiri í ljósmálan. The Cure, Dead Can Dance, The Jesus and Mary Chain, Pixies, R.E.M., The 77s, Siouxie and the Banshees, Spacemen 3, Sonic Youth og The Smiths hevja undirgrundsflaggið í húnarhátt. Úr aðrari legu vísa Erik B and Rakim og Public Enemy at rapp/hipp hopp eisini kann skapað sterkar plátuútgávur, meðan Michael Jackson, Prince og Pet Shop Boys prógva at tað seriøst popputa eisini kann vera seriøst gott!
Bathory, King Diamond og Pentagram útgeva hvør sín málmsins kultklassikara, og U2 skapa eina snøgt sagt mýtologiska rokk plátu um Josvatræið. Dylan tók eitt plátu time-out hetta árið, men lærusveinarnir Tom Waits, Warren Zevon og Bruce Springsteen tóku táttin upp við lít. Her er sanniliga ongin orsøk at keða seg.
Bathory: Under The Sign of The Black Mark
Bruce Springsteen: Tunnel of Love
Bryan Adams: Into The Fire
The Cure: Kiss Me, Kiss Me, Kiss Me
Dead Can Dance: Within The Realm of A Dying Sun
Def Leppard: Hysteria
Depeche Mode: Never Let Me Down Again
Erik B and Rakim: Paid in Full
Fleetwood Mac: Tango In The Night
Guns 'n' Roses: Appetite for Destruction
Inxs: Kick
The Jesus and Mary Chain: Darklands
King Diamond: Abigail
Michael Jackson: Bad
Pentagram: Day of Reckoning
Pet Shop Boys: Actually
Pixies: Come on Pilgrim
Prince: Sign o The Times
Public Enemy: Yo! Bum Rush The Show
R.E.M: Document
The 77s: The 77s
Siouxie and the Banshees: Through The Looking Glass
Spacemen 3: The Perfect Prescription
Sonic Youth: Sister
The Smiths: Strangeways, Here We Come
Tom Waits: Frank's Wild Years
U2: The Joshua TreeWarren Zevon: Sentimental Hygiene
Áhugaverdur lesnaður. 1987 stendur sum nakað serligt fyri mær. Lurtaði sjálvur nærum burturav eftir tónleiki hatta árið, og tey næstu við. Tað var kanska serliga popptónleikurin sum hevði mín tokka hesi árini, við smærri útferðum til rokktónleikin. Bryan Ferry gav í nov 87 út Bete Noire, ein frálík pláta, og George Michael stóð fyrstu ferð á egnum beinum eftir Wham við Faith. Møguliga ikki teirra høvuðsverk, men frálíkar útgávur. 1987 var bara so ótrúliga nógv.... :)
ReplyDelete