Ársins síðsti bloggur á ársins síðsta degi snýr seg um ársins plátur! Aftur hesuferð er talan um ein subjektivan og selektivan lista yvir tær, ið eg haldi vera best, tær, ið eg havi lurtað mest eftir, og tær, ið hava hugtikið.
20 plátur komu uppí part hesuferð. Eitt ár, ið m.a. var eyðkent av góðum "comeback" plátum, umframt at onkur góð debut eisini gjørdi seg galdandi. Spotify playlisti er viðfestur niðast.
Hesin bloggurin um ársins plátur gjørdist forrestin lopfjøl til útvarpssamrøðuna "Tónleikaárið 2017: hipp hopp hevur yvirhálað rokk".
Björk: Utopia
Við 14 sangum og 71 minuttum er hetta longsta Björk pláta nakrantíð. Eisini fellur henda útgávan greitt í seinnu bólkingina, um vit eina løtu góðtaka, at tað groft sagt finnast tvinni sløg av Björk: popp Björk (1993-2004) og avantgarde Björk (2004-). Hóast eg innast inni veit til fulnar, at Björk altíð hevur umboðað eina upploysn av markinum millum popp og avantgarde. Utopia er hennara kærleikshugaða aftursvar til hina framúrskarandi hjartasorgsplátuna Vulnicura (2015). Hesuferð er huglagið meira bjartskygt og utopiskt. Vulnicura legði dent á strúkarar, meðan Utopia leggur dent á andadrátt: floytur, kvinnurkór og samplaður fuglalátur úr Latínamerika eru partar av hugtakandi ljóðmyndini, ið Björk og Arca hava framleitt í felag. Her er nógv at tyggja uppá.
The Flaming Lips: Oczy Mlody
Psykedelisku kongarnir í The Flaming Lips lótu sína fjúrtandu plátu úr hondum í januar 2017. Hetta er ein hin mest undirspælda Lips plátan í langa tíð. Hon telist millum tær, ið eg havi lurtað mest eftir í ár. Um The Soft Bulletin (1999), Yoshimi Battles The Pink Robots (2002) og At War With The Mystics (2006) vóru eitt slag av tríverki, so ber til at skýra Embryonic (2009), The Terror (2013) og Oczy Mlody sum eitt tríverk fyri seg. Hetta er leitandi og ambientur tónleikur við eyka denti á elektroniskan klangbotn. Miley Cyrus er gestur á síðsta sanginum 'We a Famly', og tað riggar óvæntað væl. Á playlistanum havi eg kortini viðfest 'There Should Be Unicorns', har surrealistiski skemtarin/tónleikarin Reggie Watts er gestur.
Charlotte Gainsbourg: Rest
Charlotte Gainsbourg hevur leingi markerað seg sum sjónleikari í serflokki, men tónleikaliga hevur hon staðið eitt sindur í skugganum av mikið navnframa pápanum Serge Gainsbourg og mammuni Jane Birkin. Tað er ikki fyrrenn á hesi útgávuni, at hon veruliga traðkar í karakter sum sangari og tónleikari. Tónlistaligu starvsfelagarnir á plátuni eru SebAstian (hann sjálvur frá Ed Banger døgunum), Guy Manuel de-Homem Christo úr Daft Punk, Paul McCartney, Connan Mockasin og Owen Pallett, so hetta er ikki bara hissini. Elektroniskt indie disco við dygd og dýpd.
Godspeed You! Black Emperor: Luciferian Towers
Eisini ein gamal kenningur. Fyri fimm árum síðani var óvist, um Godspeed nakrantíð fóru at koma saman aftur. Tá vóru tað 10 ár síðani, at bólkurin hevði latið nakra útgávu úr hondum, men so brádliga fóru tey aftur "on the road", og nú eru tríggjar útgávur útkomnar hesi síðstu fimm árini. Tað skal ein líka venja seg við, men tað er sanniliga eisini at fegnast um. Tónleikurin hjá Godspeed leggur seg í kompromisleysa spennið millum hásong og harmasong. Hesuferð eru vit nærri hásonginum, men alt er framt við einum apokalyptiskum undirtóna. Tað er eisini soleiðis, at GY!BE roynast best.
Grandaddy: Last Place
Gomlu kenningarnir í Grandaddy gjørdu comeback eftir 11 ára útgávusteðg. Teir byrja aftur júst har teir sleptu við sínum eyðkent kaliforniska slacker synthesizer indie rokki. Í so máta brýtur Last Place ikki upp úr nýggjum, men onkuntíð er tað bara gott at hoyra aftur frá einum gomlum vini. Plátan fekk eitt syrgiligt eftirmæli, tá bassleikarin Kevin Garcia andaðist í mai mánaði, 41 ára gamal. Eftir hetta avlýsti bólkurin allar sínar konsertir. Vit sóu Grandaddy live í Malmö fyri nøkrum árum síðani. Tað var ein frálík konsert. Nú tykist tað óvist hvussu tað verður við framtíðini hjá bólkinum, men allar súðir eru ikki syftar enn. Vit fáa at síggja. Takk fyri Last Place.
Kendrick Lamar: DAMN.
2. jólakvøld diskaði eg í Sirkus í Vágsbotni. Sprenfult av dansandi fólki. Eg spældi einar tveir sangir av hesi plátuni, og eg fekk gásarhold báðu ferðirnar, tí reaktiónin í rúminum var snøgt sagt elektrisk. Hetta er eisini rapp tónleikur við ófatiligum momentum. Hipp hopp hevur mikið góðar dagar, og kortini er Kendrick Lamar í eini deild fyri seg. Tekstirnir eru bítandi tilvitaðir um politiskt, samfelagsligt og sosialt órættvísi. Um sagt verður at To Pimp A Butterfly (2015) tók tónlistaligt støði í jassi, so ber til at siga, at DAMN. tekur tónlistaligt støði í soul. DAMN. er triðja Kendrick plettskotið á rað, og tað er í lagi at bæði plátuheitið og sangheiti eru skrivaði við CAPS LOCK. Eg fegnist eisini um, at besti rapparin í okkara tíð samstarvar við ein tann besta rokkbólkin nakrantíð (sí niðanfyri).
LCD Soundsystem: american dream
Um DAMN. er at fata sum ein viðmerking til okkara tíð, so er fyrsta LCD plátan í fimm ár tað sanniliga eisini. Tað er okkurt sjáldsamt við at hoyra tónleik, ið er so gjøgnumført drivin og dansigólvsstílaður, og samstundis hevur eitt so dapurt tematiskt og tekstligt útsýni. Húsin er sjáldsama einkisigandi, og har er eisini ein ávís atfinning í hesum. Amerikanski dreymurin hevur kanska ongantíð sæð so útholaður og innantómur út sum júst nú. Eins og á undanfarnu útgávunum heinta LCD tónlistaligan íblástur úr krautrock og Berlin tríverkinum hjá David Bowie. Hetta klæðir teimum enn sum áður væl, og alt er framt við fynd og dugnaskapi. LCD Soundsystem og DFA Records umboða ein heilt serstakan elektroniskan estetikk, og tað er gleðiligt, at fáa tey aftur í aftur.
Linda Perhacs: I'm A Harmony
Amerikanska sangarinnan Linda Perhacs gjørdi comeback í 2014 aftaná 44 ára útgávusteðg (!) Heilt afturi í 1970 debuteraði hon við frálíku psykedelisku folk plátuni Parallelograms, ið var framleidd í samstarvi við filmstónaskaldið Leonard Rosenman. Útgávan fekk upprunaliga eina keðiliga lagnu og hvarv av plátuhyllunum í fleiri áratíggju. Perhacs legði tónleikin afturum seg, og hon helt fram við starvinum sum tannrøktari (!!) Við árunum fekk Parallelograms tó kultstatus. Í 1998 var hon á fyrsta sinni endurútgivin, og ansurin vaks í hvørjum. Í 2014 var tíðin loksins búgvin til, at Perhacs kundi koma við síni aðru útgávu nevnd The Soul of All Natural Things. Tá var Perhacs 71 ára gomul. Í samband við tað útgávuna vóru vit á Jazzhouse í Keypmannahavn og lurtaðu eftir Lindu Perhacs við bólki. Tað var serstakt og vakurt at uppliva. Nú er Perhacs komin við síni triðju útgávu, og tað er okkurt grundleggjandi lívsjáttandi við hesum, at Perhacs eftir fleiri áratíggju í gloymsku aftur er ein reguligur "recording artist". Ein, ið gevur plátur úr við jøvnum millumbilum. I'm A Harmony er ein deiliga fríð og huglagsrík útgáva.
Lindstrøm: It's Alright Between Us As It Is
Havi leingi havt tokkað til norska space disco framleiðaran Lindstrøm. Hann er tónlistaliga í familju við somuleiðis norska Todd Terje, men leggur í mun til Terje eina eyka áherðslu á tað kosmiska. Hetta klæðir tónleikinum væl. Mín yndisútgáva er framvegis Where You Go I Go Too (2008) og Christabelle samstarvið Real Life Is No Cool (2009). Nýggja útgávan er tó bæði solid og eftirfarandi úr enda í annan. Gestasongur frá Frida Sundemo, Grace Hall og Jenny Hval ríkar um samlaðu myndina. Lindstrøm í essinum.
Porter Ricks: Anguilla Electrica
Týska dub techno duo'in Porter Ricks kom aftur í aftur í ár eftir 18 ára útgávusteðg. Tað eru teir báðir Thomas Köner og Andy Mellwig, ið manna bólkin. Teir byrjaðu at gera tónleik saman miðskeiðis í 90árunum og útgóvu fleiri løg á týðandi Berlin plátufelagnum Basic Channel/Chain Reaction og eisini á Mille Plateaux. Anguilla Electrica er bert onnur plátan hjá bólkinum. Hin fyrra, Biokinetics frá 1996, verður mett at vera ein hin besta plátan innan dub techno sjangruna. Á nýggju plátuni tykjast ljóðini eitt sindur meiggjaði saman, og hetta skal skiljast á best hugsandi hátt. Ein támur dámur er yvir øllum, og kortini er útgávan sera stíltilvitað og ljóðsnigivin niður í minsta smálutin. Góður stílur.
Roger Waters: Is This The Life We Really Want?
Eitt hitt størsta knarrið í nútíðar populertónleiki vendi aftur í ár (og nei, her verður ikki sipað til Morrissey). Eg eri ikki fjeppari av fýrakantaðu og ofta kynisku meiningum hjá Waters, men tónleikaliga er hann í lagi. Hansara kynisma riggar onkursvegna í tónleikaligum hami, tá timingin altso er tann rætta. Tað kann ein siga at hon er fyri tíðina við Brexit, Trump og flóttakreppu. Hetta er fyrsta soloplátan hjá manninum í 25 ár. Nigel Godrich hevur framleitt. Tað er eitthvørt dámligt við tí. Pink Floyd hittir Radiohead, Beck (a la Sea Change) og góða gamla Serge Gainsbourg, hvørs vátu strúkarar og skróvturru trummur á Histoire de Melody Nelson (1971) ganga aftur sum íblástrarkelda. Og so er heldur ikki spart uppá synthesizer klangirnar. Ein tónlistalig sameining, ið ein kann finna seg í.
Sampha: Process
29 ára gamli Sampha Sisay er føddur og búsitandi í London. Eg legði av fyrstan tíð merki til hann á Solange lagnum 'Don't Touch My Hair' frá 2016. Hann hevur eisini eyðmerkt seg við eini røð av gestaluttøkum (Kanye West, Solange, Drake v.fl.). Í ár kom so debut plátan í egnum navni, nevnd Process. Hon leggur mikið væl frá landi við einum egnum blandi av elektroniskum soul/r'n'b. Útgivin á mikið hippa Young Turks plátufelagnum og fekk ársins Mercury Prize. Ein vøkur og persónlig pláta, ið torir at tosa greitt um sorg og deyða, men eisini um ljós og kærleika.
Slowdive: Slowdive
Ársins comeback á plátu og millum tær eg havi lurtað mest eftir í ár. Tað eru 22 ár síðani, at shoegaze hetjurnar í Slowdive seinast góvu plátu út (Pygmalion í 1995). Í 2013 komu slóðararnir í My Bloody Valentine aftur í aftur við teirri frálíku mbv, og í ár áttu Slowdive tørn við nýggjari plátuútgávu. Hetta eru v.ø.o. góðar tíðir at fjeppast uppi í shoegaze bylgjuni, ið upprunaliga sveipti Stórabretland fyri 20-25 árum síðani. Sjálvnevnda Slowdive er ein effektiv og vælljóðandi dagføring av ljóðinum hjá Slowdive, og tekur seg tilsamans út sum ein mikið vøkur, huglagsrík og lekkurt sveimandi pláta. Tummil upp.
Songhoy Blues: Résistance
Songhoy Blues spældu bestu konsertina á føroyskari grund í 2016. Hetta var fríggjakvøld á G! Festival sama ár. Bólkurin er av songhoy fólkinum í Mali, og teir spæla eina bergtakandi útgávu av vesturafrikanskum oyðimarkar blues. Ikki ólíkt Tinariwen og Bombino, ið vitjaði G! Festival í ár. Sykliskt, rútmiskt og dragandi. Í mun til debutina Music in Exile (2015) inniheldur nýggja plátan blásarar og synthesizarar afturat gittar/bass/trummu grundini. Hetta klæðir teimum avbera væl, og leiðir tankarnar til slóðandi 70ára nøvn sum nigeriansku Fela Kuti og William Onyeabor og kamerunska Manu Dibango. Frálíkt!
Son of Fortune: Son of Fortune
Benjamin Petersen vendir her aftur til power trio formatið, ið upprunaliga var at hoyra á Ghost With Skin (Tutl, 2013). Hesuferð undir nýggjum navni og við føroyskum tekstum eftir Jóanes Nielsen, Petur Pólson og Benjamin sjálvan. Mikael Blak og Jan Rúni Poulsen leggja botnin saman við Benjamini. Fred Ruddick tók upp og miksaði. Tónleikurin tekur skap í spenninum millum treytaleysan riff rokk og yndisligt lagasmíð. Hetta spennið er býtt upp í tveir helmingar á síðu A og B á plátuni. Síða A er tann meira sveimandi, meðan síðan B er tann meira ágangandi. Eftir mínum tykki besta føroyska plátan í 2017.
Third Culture Kings: Is That Light You Carry?
Duo mannað av føroyska útisetanum og heimsborgaranum Jan Johansen (Glorybox, Ring Them Bells) og amerikanska Alap Momin (dälek, MRC Riddims). Báðir eru gamlir í garði innan tónleik og hava túrað kring heimin tvey tey seinastu áratíggjuni. Heitið á bólkinum er eitt spæl uppá hugtakið "third culture kid". Báðir eru teir nevniliga komnir úr einari mentan, og eru búsettir í eini nýggjari mentan. Hetta globala og mentanarliga víðskygda útsýnið gongur aftur á plátuni. Tónleikurin á Is That Light You Carry? er nevniliga ein serstøk samanseting av shoegaze og club tónleiki, ið ikki leggur nógv í sjangrumørk og avmarkingar annars. Havi lisið meg fram til at alt á plátuni er innspælt og framleitt á iPhones (!) Tað er hugtakandi og eisini rættiliga imponerandi. Vert at tjekka út.
U2: Songs of Experience
Fjúrtanda U2 plátan er eitt fylgisverk, ið hongur tónleikaliga og tematiskt saman við teirri undanfarnu Songs of Innocence (2014). Er ein fjeppari av U2, so er nógv at fara eftir her. Havi lurtað nógv eftir hesi plátuni síðani hon kom út 1. des. Fyri at sitera mítt egna ummæli: "Orð og hugtøk, ið eg havi skrivað niður meðan eg havi lurtað eftir Songs of Experience: orkumikið, dynamiskt, livandi, fimt, lætt á fótum, inniligt, vakurt, popput, átroðkandi. [...] At lurta eftir Songs of Experience er eitt sindur sum at hyggja eftir The Last Jedi, áttanda filminum í Star Wars sagaini. Nógv kend temu og motiv, ið ganga aftur, men tey eru kveikt og sett saman av nýggjum! Takk fyri meg."
Úlfur Eldjárn: The Aristokrasia Project
Ein sera dámlig og hugtakandi konseptpláta eftir íslendska tónaskaldið og tónleikaran Úlfur Eldjárn (m.a. kendur frá Apparat Organ Quartet). Sjálvur umrøður Eldjárn plátuna sum eina "retro-futuristiska konseptplátu" um rúmdarferðing, tøkni, vitlíki, horvin utopia og framtíðina hjá mannaættini. Tónlistarliga er talan um eina hugfangandi samanrenning millum eldri analogan synthesizer tónleik og filmiskar strúkaraútsetingar við klassiskari instrumentering. Havi skrivað meira um útgávuna her.
The War on Drugs: A Deeper Understanding
Kanska ársins besta rokkútgáva. Plátan er uppfylgjari og framhald av Lost In The Dream (2014). Lurtaði nógv eftir teirri plátuni, og hendan er kanska uppaftur betri. Adam Granduciel er oddamaður, framleiðari og gittarleikari í bólkinum, ið telir seks manns og heitið á plátuni er passandi. Granduciel og starvsfelagarnir arbeiða varliga fram ímóti eini djúpari fatan av tí heila. Tilsipingarnar eru heartland rokkur a la Bruce Springsteen og Bob Dylan miðskeiðis 80árunum við fitt av ambientum ljóðlandsløgum afturat. Undir øllum býr ein drívandi, flótandi motorik pulsur. Gittarsolo'ir eiga sítt sjálvsagda pláss og synthesizaraklangir sleppa at seta sín dám á tað heila. Sum at koyra eftir landavegnum í einum pastell littum sólsetri við rútinum niðri. Frálíkt.
Wolves In The Throne Room: Thrice Woven
Ambient black metal kongarnir úr Wolves In The Throne Room vendur aftur í heyst við Thrice Woven, ið er sætta útgávan hjá bólkinum. Hetta er fyrsta black metal pláta hjá bólkinum síðani hina meistarligu Celestial Lineage frá 2011. Í 2014 kom Celestite, men tað var ein reindyrka ambient/drone pláta og fylgisverk til Celestial Lineage. Eg havi miklan tokka til Wolves In The Throne Room og teirra gjøgnumførdu útgávu av ambientum black metal. Bólkurin hevur sítt upphav í skógunum og fjøllunum í statinum Washington í útnyrðings-USA. Hetta upphav gongur aftur á fleiri enn ein hátt í tónleikinum hjá bólkinum. Havi sæð teir live tríggjar ferðir, og vónandi verður eitt høvi aftur skjótt! Nýggja útgávan er eitt sindur back to basics og eisini eitt sindur aggressivari og meira ágangandi enn summar av undanfarnu útgávunum. WITTR eru stutt sagt sera væl afturkomnir!
Eisini verdar at nevna:
Actress: AZD, Bob Dylan: Triplicate, Caterina Barbieri: Patterns of Consciousness, Depeche Mode: Spirit, Foxygen: Hang, Gorillaz: Humans, The Jesus and Mary Chain: Damage and Joy, Kelela: Take Me Apart, King Krule: Dum Surfer, Kyle Dixon & Michael Stein: Stranger Things 2 OST, Laurel Halo: Dust, Lorde: Melodrama, Mogwai: Every Country's Sun, Mura Masa: Mura Masa, Ride: Weather Diaries, Sevdaliza: Ison, Sharon Jones & The Dap-Kings: Soul of A Woman, Solbrud: Vemod, Sóley: Endless Summer.
Hoyr áðurnevndu útvarpssamrøðuna her.

Comments
Post a Comment