Í februar postaði eg ein lista við yndis doom útgávum dagin eftir at svensku Candlemass lótu nýggja útgávu úr hondum. Nú havi eg valt at gera tað sama við black metal útgávum. Høvið er at í gjár kom nýggj pláta frá íslendska black metal bólkinum Misþyrming á marknaðin.
Eg havi leingi ætlað at viðmæla góðar black metal plátur, og hesin listin er eisini væl longri enn doom listin. Fimtan plátur eru komnar við. Onkur meira sjálvsøgd enn onnur. Her verður fevnt um alt frá all-time klassikarum til potentiellar nýklassikarar. Í øllum førum er talan um persónligar favorittar. Gerið so væl!
Darkthrone: Transilvanian Hunger (1994)
Transilvanian Hunger rakar fullkomnu javnvágina millum lo-fi grimd og melankolskan vakurleika. Løgini eru syrgin og mollstemt, røddin gralandi abjekt og ljóðmyndin statisk, hóast alt er í áhaldandi rørslu. Heitið Transilvanian Hunger kundi bent á fjákutar vampýrlótir, men tónleikur og huglag leggja á heilt annan bógv. Alt gongur snøgt sagt upp í eina hægri eind.
Hetta er fjórða útgávan hjá bólkinum, og fyrstu ferð at innspælt verður sum duo: Nocturno Culto á sang og Fenriz á bass, gittar og trummur. Teir báðir mynda framvegis manningina í bólkinum. Fýra tekstir eru skrivaðir saman við illa gitna Varg Vikernes úr Burzum (sí niðanfyri). Tekstirnir eru ávikavist á norskum og enskum. Aðrar útgávur hjá bólkinum frá sama tíðarskeiðið hava eisini sínar dygdir, men hendan er kortini í serflokki. Tað var mín góði vinur og starvsfelagi Benjamin Petersen, ið vísti mær hesa plátuna fyri nøkrum árum síðani. Tað var dagur í viku!
LP útgávan av Transilvanian Hunger er rárur fuglur í plátubúðum, og eg eri ongantíð komin fram á hana í Norðurevropa. Eg fann tó loksins eitt eintak í Romm í november 2017. Gamaní var ikki talan um fyrstuútgávuna frá '94, men um hina somuleiðis ráru "limited edition" endurútgávuna frá 2002. Síðsta dagin á okkara Romm túri fór eg í framúrskarandi plátubúðina Radiation Records at sneyta, og har stóð hon brádliga. Ikki ovurhonds bílig, men heldur ikki svínadýr. Á vinyl sum LP, so segði hann. Eitt sindur skemtiligt at skula finna ein slíkan black metal varða í katólsku háborgini Romm, men lat tað fara. Ein av "urtekstunum" innan norskt black metal, og ein tann besta black metal útgávan yvirhøvur.
Emperor: In The Nightside Eclipse (1994)
Eru Darkthrone eitt gott boð uppá eitt puristiskt black metal navn við denti á trummur, bass, gittar og ílandi kjaftaslit, eru Emperor eitt ditto boð uppá júst tað øvugta. In The Nightside Eclipse er av summum skýrd fyrsta veruliga symfoniska black metal plátan og hetta er ikki uttan orsøk. Plátan hevur av sonnum eitt symfoniskt ella ambient kent ljóð, har tangentljóðføri leggja væl valdar klangir aftanfyri áðurnevndu gittarar, bassar, trummur og ílandi kjaftaslit.
Í so máta umboðar henda plátan eitt sindur av einum paradigmuskifti innan black metal frá reindyrkaðum lo-fi til meira ambitiøsa studioinnspæling. Kortini verður eisini hildið fast við upphavið í reindyrkaðum 90'ara black metal estetikki. Hóast huglagsríkir tangentar eru lagdir afturat, er tónin grundleggjandi naskur og stevið massivt. Tað er ikki ov nógv sagt, at sangarin og gittarleikarin Ihsahn er oddamaður og tónlistaligur sjefideologur. Hann var 17 ár, tá henda debutplátan var innspæld. Sig so ikki tað. In The Nightside Eclipse er útgivin sama ár sum Transilvanian Hunger, og er eisini at rokna sum ein lyklaútgáva úr fyrstu bylgjuni av norskum black metal.
Fordjúpaði meg av fyrstan tí í hesi plátuni, tá eg skrivaði bachelorritgerð um black metal og religión á tónleikavísindi í 2010. Tá eg fýra ár seinni gjørdist liðugur við mín master, keypti eg LP eintak í tí nú søguliga tónleika- og filmshandlinum Fona á Strøgnum í Keypmannahavn. Snotilig gatefold, har húsin kemur til sín rætt. Permumyndin er teknað av Necrolord a.k.a. Kristian Wåhlin og avmyndar eina støðu úr Lord of The Rings; eitt herlið av orkum er ávegis til Minas Morgul. Beint undir Emperor logo'inum ovast til vinstru sæst eitt motiv úr skavmyndini/koparprentinum "Death on a Pale Horse (Revelation)" hjá Gustave Doré. So vita vit líkasum hvat klokkan hevur sligið!
Mayhem: De Mysteriis Dom Satanas (1994)
Í einum umhvørvi eyðmerkt av harðari kapping um at vera mest langt úti, má ein kortini siga at Mayhem skilja seg frá hinum. Her skal ikki gerast óneyðuga nógv burturúr illa gitnu søguni hjá bólkinum. Bert ein lítil anekdota: í 2001 var eg á Roskilde Festival, og gekk m.a. framvið einum telti, har Mayhem spældi. Stóð har eina løtu, men tað gjørdist skjótt ovmikið og eg fór avstað. Gekk tvørturum Dyrskuepladsen, men hetta ljóðið helt á við at elta meg. Ljóðið av Mayhem.
Hvat var tað fyri eitt ljóð? Tja, tað var helst óndasta ljóðið eg inntil tá hevði hoyrt. Tað var grundleggjandi ófrættakent og lá væl uttanfyri mína mentanarligu fatan. Morgunin eftir las eg í Roskilde avísini, at táverandi sangarin Maniac hevði skorið seg í armin og tveitt grísahøvd út til áhoyrararnar. Svakligt, kaotiskt og ein fullkomin negatión av øllum viðtiknum siðaarvi og ditto siðmenning.
Eg veit ikki hvussu eg hevði upplivað ta framførsluna í dag, men nú 18 ár seinni kann eg staðfesta, at hendan útgávan er í øllum førum heilt ótrúliga hugbindandi. Hetta er helst hin mest ekstrema og massiva av útgávunum frá upprunaligu black metal bylgjuni. Tað tekur tíð at absorbera og fata hana, tí hon er ágangandi, avantgardistisk og náðileys í sínum úttrykki. Multitrackaðir gittarar (Euronymous, sáli), avbera væl spældar trummur (Hellhammer) og svakligir og eksentriskir vokalar (Atilla Csihar).
Við fyrsta lurt kann tað tykjast sum at limirnir hava brúkt ekstremt nógva tíð uppá at innspæla ljóðførini so gjøgnumført og perfektionistiskt sum gjørligt, fyri síðani at lata sangaran koma framvið og smekka vokalar inn uppá ein seinnapart. Kortini er talan um eitt kaos við meining í. Hinir limirnir um hesa tíðina vóru Snorre "Blacktorn" Ruch (gittar), Per "Dead" Yngve Ohlin, sáli (sangskriving), Necrobutcher (upprunaligur bassleikari) og Varg "Count Grishnack" Vikernes, bass. Hesin seinast nevndi leiðir okkum víðari til enn eina plátu á hesum listanum, men fyrst:
Ulver: Bergtatt (1995)
Ulver høvdu longu frá byrjan sítt heilt egna twist uppá black metal. Hetta er kanska líka nógv folk metal sum black metal, og tær báðar stílgreinarnar eru í grundini samantvinnaðar á hesi útgávuni. Sigast kann, at Ulver við hesi og næstu tveimum útgávunum skapaðu eina syntesu millum black metal og norskan fólkatónleik. Seinni vóru tríggjar tær fyrstu Ulver pláturnar endurútgivnar undir samheitinum Black Metal Trilogie - Three Journeys Through The Norwegian Netherworlde.
Tekstliga heinta teir íblástur frá eitt nú norskum sagnum, Ludvig Holberg og sálmaskaldinum Thomas Kingo, hvørs sálmavirksemi eisini hevur sett síni frámerki á tónleik um okkara leiðir. Anti-kristni hugburðurin hjá øðrum black metal nøvnum er v.ø.o. ikki reiðiliga galdandi her. Á Bergtatt - hvørs fulla heitið er Bergtatt - ett eeventyr i 5 capitler - verður skift millum blastbeat stykki við eyðkent skríggjandi vokali og meira friðsæl fólkatónleikapetti við tí sum líkist messandi munkasangi (multitrackaðar røddir frá sangaranum Garm). Onkrar løtur í millum eru meira soundscape kendar.
Hetta er debut útgávan hjá bólkinum og í so máta leggja teir sterkt frá landi hóast ungan miðalaldur (limirnir vóru allir 18-19 ára gamlir, tá Bergtatt var útgivin og teir stovnaðu bólkin sum 16-17 ára gamlir). Ulver telist ikki millum ekstremu black metal nøvnini. Til tess er teirra tónleikur ov loyndarfullur, atmosferiskur og egin. Tað er eisini í fínasta lagi, tí hetta er eitt sera hugtakandi stað at vera sum áhoyrari, og Bergtatt leggur eitt egið klípi í black metal varðan.
Burzum: Filosofem (1996)
Burzum er soloverkætlanin hjá áðurnevnda Varg Vikernes, og Filosofem er fjórða studioútgávan. Í roynd og veru er talan um eina savnsútgávu, ið tekur samanum upptøkur frá 1993. Kortini er hon at meta sum ein samanhangandi pláta og verður av mongum mett sum høvuðsverkið í Burzum diskografiini. Ein dupult LP, ið er 64 minuttir til longdar.
Løgini eru ávikavist lo-fi upptøkur, ið Vikernes tók upp við so vánaligari útgerð sum gjørligt (m.a. vóru gittararnir koyrdir gjøgnum eina avgamla fuzz pedal og stereoanleggið hjá beiggjanum) og ambient synthesizer løg. Sum heild er talan um minimalistiskan, repetitivan tónleik, ið er langur í vavi. Styttsta lagið 'Dunkelheit' er beint yvir sjey minuttir til longdar, og longsta lagið 'Rundgang um die transzendentale Säule der Singularität' telur 25 minuttir. Hetta seinna er eitt ambient lag.
Minimalistiska og repetitiva tilgongdin gevur plátuni ein hypnotiskan dám, og samanrenningin millum ekstremar lo-fi upptøkur og ambientar synth klangir úrslitar í eini eginsamari ljóðmynd. Motivið á húsanum er heinta úr málninginum "Op Under Fjellet Toner En Lur" eftir norska myndlistamannin Theodor Kittelsen (1857-1914). Kittelsen var tjóðarlistamaður í Noregi og hevur verið heilt nógv brúktur innan black metal. LP'ina av Filosofem fann eg saman við Mayhem plátuni omanfyri í einum plátubási á Copenhell festivalinum í 2016. Tað var, ikki tykkum at siga, funnin fressur! Snotilig gatefold dupultpláta við øllum molevittinum.
Weakling: Dead As Dreams (2000)
Black metal hevur upphav í Noregi, men við tíðini ferðaðist hesin tónleikur tvørturum um bæði landa- og samfelagsmørk. Amerikanska vesturstrondin hevur í longri tíð verið ein miðstaður fyri amerikanskt black metal, og San Francisco smæðist ikki burtur í hesum høpi. Weakling var eitt slóðandi navn á San Francisco senuni, hóast bólkurin bert útgav hesa einu plátuna og ongantíð fór á nakra konsertferð.
Dead As Dreams er eitt stórverk. Her taka Weakling íblásturin frá norskum og evropeiskum black, og spenna hann út til episkar, progressivar og ambientar longdir. Fimm sangir eru á plátuni, og sangirnir eru allir millum 10 og 20 minuttir til longdar. Tilsamans 76 minuttir! Løgini flyta seg gjøgnum fleiri ymsar partar (haðani kemur tað progressiva), og alt er ílatið ein stórbæran wall of sound kendan ljóðmúr (haðani kemur tað ambienta). Grælið hjá sangaranum og gittarleikaranum John Gossard hevur ein desperatan og neyðarsligan dám, ið riggar ótrúliga væl sum mótspæl til annars máttmiklu ljóðmyndina. Ein pláta við smelli í.
Extol: Undeceived (2000)
Tað er einki stuttligt at gera black metal listar, um man ikki sleppur at vera eitt sindur óortodoksur. Óortodoksa ískoyti á hesum listanum er Undeceived hjá norska bólkinum Extol, eisini frá ár 2000. Er Undeceived ein reindyrka black metal útgáva? Nei. Rennur ein undirstreymur av black metal gjøgnum alla útgávuna? Ja, so avgjørt.
Extol er enskt og merkir "lovsyngja" ella "hevja til skýggja". Extol eru outsidarar á norska málmpallinum við uppruna í kristnum umhvørvi. Sum praktiserandi ekstremmálmstónleikarar eru teir eisini outsidarar í konservativum kristnum umhvørvi. Teir eru snøgt sagt totalir outsidarar. Bólkurin hevur eftirhondini rættiliga legendariska støðu, og fleiri genialir tónleikarar hava verið í manningini gjøgnum árini. Eitt nú multi-instrumentalisturin Ole Børud, ið er við á Undeceived og næstan øllum hinum Extol plátunum, og Emil Nikolaisen, ið spældi við eitt stutt skifti í 90'unum og sum seinni stovnaði framúrskarandi noise/shoegaze bólkin Serena-Maneesh.
Undeceived er høvuðsverkið hjá Extol. Ein samanseting av melodiskum deyðsmálmi, progressivum málmi og so áðurnevnda undirstreymi av black. Menn eru hóast alt úr Noregi, og tað endurspeglast á ymsan hátt í tónleikinum. Mollstemt hugløg, strúkarar, drøg úr onkrum fólkatónleikakendum og grælið hjá sangaranum Peter Espevoll bendir alt á black metal bógvin. Kortini er eisini mangt annað í tónlistaligu grýtuni, eitt nú jass og progg kendar passasjur, umframt skikkelig nydelig clean vokalur hjá Ole Børud! Extol ljóðar í grundini bara sum Extol (tjekka eisini debut plátuna Burial frá 1998).
Immortal: Sons of Northern Darkness (2002)
Norsku Immortal vóru stovnaðir í 1991 og lótu sína fyrstu plátu úr hondum árið eftir. Teir teljast tí væl og virðiliga uppí fyrstu black metal bylgjuna úr Noregi. Tað tók kortini eitt sindur av tíð áðrenn teir veruliga staðfestu seg, og mong halda at Nuclear Blast debutin Sons of Northern Darkness frá 2002 - hin sjeynda í diskografiini hjá bólkinum - er teirra besta útgáva.
Hetta er eisini ein ólukksáliga sterk og vælljóðandi útgáva, ið hevur varðveitt tað ónda og tað myrka til fulnar. Samstundis sum at hon er væl skriva, væl spæld og væl framleidd. Ein pláta sum veksur í vavi og er komin fyri at vera. Eitt stórverk í sjangruni frá tíðarskeiðnum aftaná ár 2000.
Xasthur: Telepathic With The Deceased (2004)
Einmansverkætlanin Xasthur telist millum tey meira kontroversiellu amerikansku black metal nøvnini, einamest av tónleikaligum ávum. At talan er um einmansverkætlan peikar aftur á slóð til m.a. Burzum í 90'unum, og tónleikaliga er eisini fitt av lo-fi estetikki at koma eftir. Telepathic With The Deceased er ein rannsókn í døprum, vónleysum, vøkrum og ambientum black metal. Nærum shoegaze í støðum. Einki ljóðføri traðkar framum nakað annað, og hetta er stóra dygdin í útgávuni. Sum eitt kalt og slavið ljóðteppi, ið leggur seg um títt sinni. Frálíkt.
Tað verður seinur dagur áðrenn eg gloymi fyrstu ferðina hesin bólkurin gjørdi sítt monumentala inntriv í mína tilvitsku. Vit vóru á Roskilde Festival 2010 og leiðin gekk leiðin til onkra framførslu, ið eg havi gloymt síðani. Á vegnum gingu vit framvið Odeon pallinum, har Wolves In The Throne Room framførdu. Nógv fólk allastaðni og tað tók einar 5-10 minuttir at ganga framvið. Hetta vóru nakrir hugtakandi minuttir, ið festu seg í minnið.
Av nýggjari black metal nøvnum er tað eingin, ið meistrar kensluna av stasis (kyrrstøða, stillstøða) sum Wolves In The Throne Room. Hasa gandakendu kensluna av at standa mitt í orkanini, har alt er púra stilt, hóast illveðrið leikar í kring ein. Eg vil í grundini viðmæla allar útgávurnar hjá bólkinum, men tað er kortini serliga henda útgávan, ið rúnarbindur. Á plátum sum Two Hunters (2007) og Celestial Lineage (2001) dyrka teir eitt meira fjøltáttað úttrykk við kvinnuligum gestavokali og ambientum ljóðlandsløgum, og á Celestite (2014) taka teir instrumentala ambient stigið fult út. Á teirri nýggjastu Thrice Woven (2017) venda teir aftur til eitt slag av uppruna.
Á persónliga favorittinum Black Cascade er áherðslan ein onnur. Her koyra blastbeats nærum konstant, meðan tað ambienta koyrir í bakgrundini. Í so máta hevur útgávan nógv í felag við upprunaliga norska rákið. Fýra løg, ið øll eru yvir 10 minuttir til longdar. Hitt fyrsta, "Wanderer Above The Sea of Fog", tekur heitið frá kenda romantiska Caspar David Friedrich málninginum. Heitið á plátuni sipar til Cascade fjøllini á náttarstund. Cascade fjallarøðin liggur í útnyrðings USA, hagani bólkurin stavar. Ein dragandi, massiv ljóðmynd. Eg elski stutt sagt hesa meistarligu plátuna.
Aluk Todolo: Occult Rock (2012)
Helst hin mest eksperimenterandi plátan á hesum listanum. Tað skal eisini til. Aluk Todolo eru ein fronsk trio, ið tekur navn eftir einum elligomlum indonesiskum fjallaátrúnaði (!) Tónleikurin er instrumentalur eksperimental málmur av tí svarta slagnum. Onnur útgávan Occult Rock frá 2012 er einki minni ein ein dupultfløga við átta skeringum, ið tilsamans tátta í hálvan annan tíma.
Ein drúgv og treytaleys, men eisini minimalistisk og dragandi útgáva. Tað eksperimentala liggur í sameiningini av svartmálmi við annan viðkomandi tónleik, eitt nú repetitivan krautrock, og hetta roynist óalmindiliga saman. Tað er ikki so langt síðani, at hendan plátan opinberaði seg fyri mær, men hon hevur sanniliga bergtikið.
Svartidauði: Flesh Cathedral (2012)
Seinastu árini hevur Ísland eyðmerkt seg sum verandi latingarført innan dygdargott black metal. Eitt av eldru nøvnunum á íslendska pallinum er Svartidauði. Teir vóru stovnaðir í 2002, men tað gingu 10 ár áðrenn debutplátan Flesh Cathedral var útgivin á Terratur Possessions. Ein heilt ólukksáliga kontant og treytaleys pláta, ið fyrijáttaði eitt slag av gulløld innan íslendskt black metal (sí niðanfyri). Fýra løg, ið øll eru millum tíggju og nítjan minuttir til longdar. Framúr!
(Onnur plátan hjá bólkinum, Revelations of the Red Sword, útkom 3. desember).
Deafheaven: Sunbather (2013)
Deafheaven eru úr San Francisco, Kalifornia, og spæla ein gjøgnumførdan hybrid av black metal, shoegaze (eisini kent sum "blackgaze") og post rokki. Eg sá Deafheaven hita upp fyri Russian Circles í KB18 í Keypmannahavn í apríl 2012, men satt at siga var tað ikki fyrrenn onnur útgávan Sunbather (2013) kom út, at eg veruliga fekk ans fyri bólkinum. Plátan gjørdist ein mikil ummælara darling og fekk serstakliga góða umrøðu víða hvar. Ikki uttan orsøk, tí hon er ein ómetaliga væl úr hondum greidd sameining av black metal, shoegaze, post rokki, post metal og prog íblástri.Sunbather fevnir meira víða enn hin til samanberingar konsentreraða og kontanta triðja útgávan New Bermuda. Havi tokka til báðar, men Sunbather eigur munin (nýggjasta útgávan Ordinary Corrupt Human Love náddi ikki heilt somu hæddum). Dyrka t.d. longsta lagið á plátuni, hitt sublima og stórsligna 'Vertigo', hvørs formur er intro -> prog petti -> shoegaze petti -> 80'ara gittarsolo petti -> black metal petti -> arpeggio og trummu petti -> black metal petti 2 -> post rock petti -> alt í senn petti -> outro. Kortini hongur alt saman á organiskan hátt. Góður stílur.
Eingin ivi um at Sunbather hevur verið við til at seta black metal aftur á tónlistarliga landakortið. Lagasmíð, framførsla, framleiðsla: alt er knasandi væl úr hondum greitt og útgávan hyggur frameftir. Húsin er í sjálvum sær eitt brot við svartlitta estetikkin, og endurspeglar óortodoksa hugburðin, ið ger seg galdandi. Ein fantastisk og uppfinnsom útgáva.
Misþyrming: Söngvar Elds og Óreiðu (2015)
Black metal spratt upprunaliga úr Noregi, ið liggur í ein eystan úr Føroyum. Seinastu árini hevur okkurt tó verið á vási í ein útnyrðing úr Føroyum, tí úr Íslandi ljóma hugtakandi svartmálmstónar. Áðurnevndu Svartidauði slóðaðu fyri við teirri máttugu Flesh Cathedral í 2012, og nýggjasta skotið á stammuni er stak hugvekjandi bólkurin Misþyrming.
Misþyrming spæla black metal av tí treytaleyst instinktiva, massiva, myrka og kensluliga slagnum. Sungið verður á íslendskum, og tað ger tað ikki verri. Ein ávísur hiti litar onkursvegna eisini ljóðmyndina, og eitt ávíst melodiskt og harmoniskt tev er somuleiðis at hóma. Hóast hetta sjálvandi er bæði myrkt og ónt uppá tann góða mátan.
Misþyrming eru sum skilst partur av einum leysligum kollektivi kring íslendska útgávufelagið Vánagandr, ið fyrst og fremst útgevur kassettubond. Kvlt! Tað sum bólkurin ger tykist drivið av einum ávísum framskygni. Teir vilja nakað við tónleikinum, og tað er dámligt at leggja oyru til. Söngvar elds og óreiðu (vildi umsett heitið til okkurt a la "Eldsins og ruðuleikans sangir") er eitt satt beist av eini plátu, ið setur ein høgan standard.
Misþyrming spæla black metal av tí treytaleyst instinktiva, massiva, myrka og kensluliga slagnum. Sungið verður á íslendskum, og tað ger tað ikki verri. Ein ávísur hiti litar onkursvegna eisini ljóðmyndina, og eitt ávíst melodiskt og harmoniskt tev er somuleiðis at hóma. Hóast hetta sjálvandi er bæði myrkt og ónt uppá tann góða mátan.
Misþyrming eru sum skilst partur av einum leysligum kollektivi kring íslendska útgávufelagið Vánagandr, ið fyrst og fremst útgevur kassettubond. Kvlt! Tað sum bólkurin ger tykist drivið av einum ávísum framskygni. Teir vilja nakað við tónleikinum, og tað er dámligt at leggja oyru til. Söngvar elds og óreiðu (vildi umsett heitið til okkurt a la "Eldsins og ruðuleikans sangir") er eitt satt beist av eini plátu, ið setur ein høgan standard.
Mgla: Exercises in Futility (2015)
Pólskt black metal av tí treytaleysa slagnum (sum um har finst nakað annað). Misantropiskt, nihilistiskt, pessimistiskt og onkursvegna djúpt forloysandi. Mgla er ein duo úr Póllandi. Live eru teir fýra á palli, og hetta er triðja útgávan hjá bólkinum. Eg sá og hoyrdi Mgla live á Loppen í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani, og kundi staðfesta at teir sparka eisini infernalskan dintil live.
Seks løg eru á hesi plátuni, og tey eita 'Exercise in Futility 1', 'Exercise in Futility 2', 'Exercise in Futility 3' o.s.fr. Sostatt eru seks venjingar í fáfongd tilsamans á hesi plátuni, og tær eiga allar sítt pláss. Fyrsta reglan í fyrsta sangi er "the great truth is there isn't one", og so er huglagið líkasum lagt fyri restina av plátuni. Sum sagt: av tí treytaleysa slagnum. Alt annað líka ein hamrandi feit og sannførandi útgáva.
Bonus: Misþyrming: Algleymi (2019)
Henda plátan kom út í gjár, so enn hava stundir ikki verið at tjekka hana út ordiliga. Eri kortini sera spentur, tí debutin hjá bólkinum (sí omanfyri) hugtók frá fyrsta degi. "Algleymi" merkir ekstasa (hugtøka, øsing), og tað er eitt hóskandi heiti. Fyri hesa útgávuna og fyri hetta slagið av tónleiki. Takk fyri at tit lósu við.
Pólskt black metal av tí treytaleysa slagnum (sum um har finst nakað annað). Misantropiskt, nihilistiskt, pessimistiskt og onkursvegna djúpt forloysandi. Mgla er ein duo úr Póllandi. Live eru teir fýra á palli, og hetta er triðja útgávan hjá bólkinum. Eg sá og hoyrdi Mgla live á Loppen í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani, og kundi staðfesta at teir sparka eisini infernalskan dintil live.
Seks løg eru á hesi plátuni, og tey eita 'Exercise in Futility 1', 'Exercise in Futility 2', 'Exercise in Futility 3' o.s.fr. Sostatt eru seks venjingar í fáfongd tilsamans á hesi plátuni, og tær eiga allar sítt pláss. Fyrsta reglan í fyrsta sangi er "the great truth is there isn't one", og so er huglagið líkasum lagt fyri restina av plátuni. Sum sagt: av tí treytaleysa slagnum. Alt annað líka ein hamrandi feit og sannførandi útgáva.
Bonus: Misþyrming: Algleymi (2019)
Henda plátan kom út í gjár, so enn hava stundir ikki verið at tjekka hana út ordiliga. Eri kortini sera spentur, tí debutin hjá bólkinum (sí omanfyri) hugtók frá fyrsta degi. "Algleymi" merkir ekstasa (hugtøka, øsing), og tað er eitt hóskandi heiti. Fyri hesa útgávuna og fyri hetta slagið av tónleiki. Takk fyri at tit lósu við.
Eitt fittligt fýrkleyvar av norskum black klassikarum á vinyl sum LP (!) |
Comments
Post a Comment