Hvítusunnu-urgumessan hjá Messiaen

Olivier Messiaen avmyndaður uml. 1940 við urguna í La Trinité kirkjuni í París.
Franska modernistiska tónaskaldið, urguleikarin og fuglafrøðingurin Olivier Messiaen (1908-1992) skrivaði nógvan áhugaverdan tónleik. Í dag er hvítusunna, og mín sann um Messiaen ikki eisini skrivaði eina hvítusunnu-urgumessu, Messe de la Pentecôte, ið var stillisliga útgivin í 1950. Tónleikurin byggir á improvisatiónir, ið Messiaen plagdi at spæla til messu í La Trinité kirkjuni í París. Teir fimm satsirnir í messuni eru:

1. "Entrée: Les langues de feu" (Inngangur: Eldtungurnar)
2. "Offertoire: Les choses visibles et invisibles" (Kollekt: Tey sjónligu og ósjónligu tingini)
3."Consécration: Le don de sagesse" (Vígsla: Vísdómsgávan)
4. "Communion: Les oiseaux et les sources" (Altargangur: Fuglar og fjaðrar)
5. "Sortie: Le vent de l'Esprit" (Útgangur: Vindur heilaga andans)

Messan inniheldur tættir sum Messiaen arbeiddi nógv við í sínum tónleiki, eitt nú fuglasong (sí heitið á fjórða satsi) og oktatoniskar tónastigar. Sum íðin fuglafrøðingur visti hann nógv um fuglasong, og hetta brúkti hann sum íblástur í sínum tónleiki. Sí t.d. Oiseaux exotiques (Eksotiskir Fuglar) frá miðskeiðis í 50-unum. Patsy Morita skrivar fyri allmusic.com, at við fyrsta lurt kann Messe de la Pentecôte tykjast atonalt, men kannar tú tað nærri síggjast element úr eldri kirkjusangi og modalum samljóði. Eisini vísir Morita á, at teir fimm satsirnir eru skrivaðir til táttir í messuni, ið vanliga ikki hava tónleik afturvið: inngangin, kollektina, vígsluna, altargangin og útgangin.

Eitt verk sum Messe de la Pentecôte kínir ikki lurtaranum við oyrunum. Tú mást seta teg inn í hvat hetta er fyri nakað. Til tíðir kennist tað disharmoniskt ella beinleiðis atonalt, men so eru brátt løtur við undurfullum og djúptøknum vakurleika. Í so máta er hetta verkið ein góð endurspegling av av modernismuni, og hvussu hon kom til sjóndar í lívinum hjá Messiaen. Hann var trúgvandi katolikkur og kirkjuorganistur, og samstundis var hann gløðandi modernistur í síni tónlistarligu tilgongd. Modernisman snúði seg nevniliga um at bróta upp úr nýggjum, at finna uppá nýggjar tilgongdir, men eisini um at fata seg sjálvan í framhaldi av tí undanfarna.

Tað er júst hetta sum Messiaen ger í hesum verkinum. Tað er skrivað fyri hákirkjuliga ljóðførið urgu og til siðbundnu høgtíðina hvítusunnu. Samstundis inniheldur verkið óvanligar tónastigar og -samansetingar. Sjálvur skrivaði Messiaen um messuna, at hon passar nærum perfekt til longdina á einari messu, og at ætlanin er at satsirnir skulu passa til einstøku tættirnar í messuni. Ætlanin við tónleikinum var, at hann skuldi vísa á ymisk aspekt í loynidóminum í hvítusunnuni, ið sum kunnugt er heilaga andans høgtíð.

Viðfest niðanfyri er ein upptøka frá 1978 við Rosalinde Haas sum urguleikara.

Gleðiliga hvítusunnu!

Comments