Hamlet, 1. partur, 5. mynd eftir Henry Fuseli (1789).
|
(Greinin stóð á prenti í Dimmalætting fríggjadagin 1. nov. 2019).
The time is out of ioynt:
Oh cursed spight,
That ever I was borne to set it right.
Nay, come, let’s goe together. [Exeunt]
Oh cursed spight,
That ever I was borne to set it right.
Nay, come, let’s goe together. [Exeunt]
— Hamlet, 1. partur, 5. mynd.
“Capitalist societies can always heave a sigh of relief and say to themselves: communism is finished since the collapse of the totalitarianisms of the twentieth century and not only is it finished, but it did not take place, it was only a ghost. They do no more than disavow the undeniable itself: a ghost never dies, it remains always to come and to come-back.”
-Jacques Derrida (1993), Specters of Marx, s. 123.
Eg havi gingið við ætlanum um at skriva eina greinarøð, men eg havi ivast í, hvar eg skal byrja. Hví ikki her: um dagarnar hugsi eg um Jacques Derrida. Kontroversiella franska heimspekingin, sum var fremsti forsprákari fyri dekonstruktión og poststrukturalismu. Hví? Millum annað tí at í november eru trý tiltøk á skránni í Føroyum, ið so ella so knýta seg at bókini Specters of Marx: The State of the Debt, the Work of Mourning and the New International, ið Derrida gav út í 1993.
Hósdagin 7. november verður dokumentarfilmurin The Rise of Jordan Peterson frumsýndur í Løkshøll í Runavík. Fríggjadagin 8. november verður Hamlet hjá Shakespeare í uppseting hjá Det Ferösche Compagnie frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Leygardagin 9. november eru tað akkurát 30 ár síðani Berlinmúrurin fall, og tiltak verður m.a. í Reinsarínum.
Tíðin hevur tað stundum við at mala í kring, og áðrenn vit vita av, eru vit aftur við byrjanina. Ella kanska er rættari at siga, at tíðin er farin úr lið, og spurningurin er, um hon yvirhøvur fæst í rætt lag aftur. Hetta venda vit aftur til.
Hvussu var við postmodernismuni?
Røddir hava verið frammi, ið hava skýrt postmodernismuna at vera deyða. Hetta er nakað, sum tey stuttleikaðu sær við í ironisku og pastisjufyltu 90-unum, men sum nú er ein liðugur kapittul. Í seinastuni er tað tó sum um, at hon otar seg fram aftur, um enn í rættiliga neiligum høpi. Hugtakið tykist nevniliga at hava fingið støðu sum okkurt slag av catch-all ókvæmisorði, ið verður sett í samband við ónollur sum moralska relativismu, politiska korrektheit og yvirdrivnan samleikapolitikk.

Her er fyri tað fyrsta vert at hava í huga, at “postmodernisma” fevnir líka breitt sum t.d. “eksistentialisma”. Talan er ikki um ein samanhangandi heimspekiligan skúla, har øll eru á einum máli um hvat tað merkir. Fyri tað næsta eigur at vera havt í huga, at upprunaliga var “postmodernisma” eitt deskriptivt hugtak.
Tað stavar í tess nútíðar heimspekiliga týdningi frá bókini The Postmodern Condition: A Report On Knowledge (1979) hjá franska heimspekinginum Jean-François Lyotard. Bókin lýsir støðuna í okkara tíð við støði í eygleiðingum hjá Lyotard av einum samfelagi, sum var við at gerast eitt forbrúkarasamfelag, eitt miðlasamfelag og eitt postídnaðarligt samfelag. Lyotard sá hesar stórbroytingar sum vegamót innan list, vísind og breiðari spurningin um, hvussu vit vita tað, sum vit vita. Hetta var ein diagnosa, og ikki nøkur politisk úrtøka, ið Lyotard og aðrir postmodernaðir ástøðingar ætlaðu at fáa í lag.
Eftir hetta gjørdist “postmodernisma” heiti fyri eina røð av ástøðum um eyðkenni í máli og vitan um verðina. Áðurnevndi Derrida menti hugtakið “deconstruction” við støði í frambrotum innan málvísindi og kybernetikk. Dekonstruktión er ein roynd at fata mál sum eina skipan, ið støðugt er før fyri at goyma og flyta týdning, heldur enn sum verandi einans ein einfaldur veitari av týdningi.
Ein triði franskur heimspekingur, Jean Baudrillard, menti hugtakið “simulacrum” — eitt kopi uttan ein original — ið leiðir til tað sum er “hyperreal”: eitt savn av teknum og myndum sum skulu eitast at umboða okkurt sum veruliga finst, men sum tá avtornar endurgevur eina ógvusliga reingjan, ið ikki er tikin úr veruleikanum.
Hesi hugtøk vóru royndir at lýsa rák, sum vóru í ferð við at broyta okkara fatan av máli, sannleika og vitan. Marx skrivaði á sinni, at “heimspekingar hava higartil einans tulka heimin á ymsan hátt: tað týdningarmesta er at broyta hann.” Men heimspekingarnir, sum hava verið settir í samband við postmodernismuna, vendu hesi hugsan við aftur og løgdu seg fyrst og fremst eftir at tulka heimin (Hanlon 2018).
Specters of Marx
Hóast Derrida mangan verður settur í samband við postmodernismu, so skrivaði hann sjálvur lítið um hugtakið, og hvørki Derrida, Baudrillard ella Michel Foucault kallaði seg “postmodernist”. Áðurnevnda bókin Specters of Marx frá 1993 kann tó lesast sum ein roynd hjá Derrida at arbeiða við júst postmodernismu. Bókin byggir á fyrilestrar sum Derrida helt á ráðstevnuni “Whither Marxism?” á University of California í 1993. Ráðstevnan snúði seg um framtíðina hjá marxismuni eftir at múrurin var fallin í 1989 og Sovjetsamveldið var syndrað.

Heitið á bókini er ein tilsiping til Karl Marx og Friedrich Engels, sum tíðliga í Kommunistiska Manifestinum staðfesta at “eitt spøkilsi gongur aftur í Evropa — kommunismunar spøkilsi” (á enskum: “a spectre is haunting Europe — the spectre of communism”). Við støði í hesi hugmynd arbeiðir Derrida út frá tí tanka, at síðani múrurin er fallin er kommunisman endaliga deyð, og tí gongur marxisman aftur sum spøkilsir, “spectres”.
Bókin er fyri ein part eisini eitt svar til “end of history” tesuna, ið Francis Fukuyama setti fram — fyrst í sínum essay “The End of History?” frá 1989, og síðani í bókini The End of History and the Last Man frá 1992. Tað er í hesum post-Berlinmúra høpi, at áðurnevnda postmodernisman verður aktuel, tí hon fær ikki endaligt ræði fyrrenn aftaná 1989, tá hin at síggja til sigrandi kapitalisman heldur seg kunna kunngera søgurnar “enda” (Fisher 2014).
Derrida finst at tí “triumfalistiska” andanum í teirri politisku og búskaparligu neoliberalismuni. Hann ákallar ikki marxismu sum so men heldur tann radikala kritikkin sum Marx umboðaði, og bókin er í grundini ein roynd at lesa Kommunistiska Manifestið ontologiskt heldur enn politiskt. Ein roynd at síggja Marx sum eina spøkilsiskenda hjáveru innaní liberala fólkaræðinum, nú eftir at Sovjetsamveldið er fallið og søgan skal eitast at vera “endað”.
Ein onnur høvuðstilvísing hjá Derrida er Hamlet, serliga reglan “the time is out of joint” (“tíðin er farin úr lið”), ið verður endurtikin fleiri ferðir í Specters of Marx. Hamlet ber hesi orðini fram, tá ið hann fær at vita frá einum spøkilsi, at Claudius hevur dripið pápa sín. At tíðin er farin úr lið merkir, at okkurt er rotið í danska kongaríkinum. Her er galið, og Hamlet má sjálvur gera okkurt við tað. At tíðin fer úr lið kann í fluttari merking skapa eina tíðarliga sundurskiljing millum tað verandi og tað farna (Fisher 2006).
Hauntology
Til tess at lýsa hesa støðu menti Derrida sítt egna hugtak, nevnt “hauntology”. Talan er um eitt orðaspæl uppá “ontology”. H er ljóðleysur bókstavur á fronskum, og verður “hauntology” tí úttalað eins og “ontology”. Hetta er eisini ein mynd av tí, sum ikki er har í mun til tað, sum er. Ontologi er “tilverufrøði” á føroyskum, t.e. læran um tað sum kann sigast at vera. “Hauntologi” er tískil læran um tað sum ikki er til, men sum kortini ávirkar.

Somuleiðis er hetta ein mynd av tí, sum Derrida helt um raðfestingina av talu framum skrift í vesturlendsku heimspekiligu siðvenjuni. Í hesum føri er “hauntology” nakað, sum bert kemur til sjóndar á skrift. H’ið er ikki “sjónligt” í taluni, men tað er har kortini sum ein ávirkan. Tí er hugtakið “hauntology” í sjálvum sær hauntologiskt.
Hauntology skal síggjast í framhaldi av eldri Derrida hugtøkum sum “trace” og “différance”. Eins og hesi undanfarnu hugtøk snýr hauntology seg um mátan, sum onki bert hevur eina jaliga veru. Alt sum er til, er bert til við støði í eini rúgvu av fráverum, sum eru hendar frammanundan og sum liggja rundanum tað sum er til. Tað kenda Derrida dømið er, at eitthvørt orð ella hugtak fær ikki sín týdning úr sínum egnu jaligu eyðkennum, men úr tess muni í mun til onnur orð/hugtøk.
Hauntology setur kortini spurningin um tíð á breddan í størri mun enn undanfarnu hugtøkini. Her kemur Hamlet sitatið inn í myndina; “tíðin er farin úr lið”. Tíðin er brotin, og tað hevur grundleggjandi avleiðingar (Fisher 2014).
Mark Fisher
Sjálvur eri eg komin framá hesar tankar hjá Derrida í bókini Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures (2014) hjá bretska mentanarástøðinginum og kritikaranum Mark Fisher, sála. Bókin er eitt savn av tekstum eftir Fisher, ið frammanundan m.a. hevur skrivað hina tiltiknu Capitalist Realism (2009), umframt at hann eisini var navnframur bloggari frá 2006 til 2013 á blogginum hjá sær, http://k-punk.abstractdynamics.org/.

Í Ghosts of My Life grundgevur Fisher fyri, hví vit eru plágaði av miseydnaðum framtíðum, og hann leitar eftir sporum frá hesum framtíðum í verkum hjá eitt nú David Peace, John Le Carré, Christopher Nolan, Joy Division, Burial v.fl. Ein frálíka hugtakandi bók frá einum rithøvundi, ið skrivar við klárleika og miklum vandni. Hann fremur eina umfatandi greining av samtíðini, og tað er eisini hugtakandi, at hetta verður gjørt við støði í “hauntology”; eitt hugtak, sum stavar frá tí annars so torskilda og mangan misskilta Derrida.
Fisher arbeiðir víðari við “hauntology” og vísir á, at umrøddu “spøkilsini” (“spectres”) skulu ikki skiljast sum nakað yvirnatúrligt, tí “hauntology” eigur at fatast sum ávirkanin frá tí sum næstan er har. Tað sum ávirkar uttan at vera til í fysiska heiminum. Sein-kapitalistiski heimurin verður t.d. stýrdur av fíggjarheimsins abstraktiónum, og hetta er eyðsýniliga ein verð, har tað sum næstan er har hevur stóra ávirkan, ja kanska er kapitalurin sjálvur hitt mest ófrættakenda “spectre of Marx”. Hetta er í grundini eisini argumentið í Capitalist Realism hjá Fisher, har kapitalistiska realisman sum ein avleiðing av neoliberalismunar ræði hevur sett seg tungt á okkara veruleikafatan.
Tele-tøkni og cyberspace
Umframt at vera liður í heimspekiligu ætlanini hjá Derrida og ein viðmerking til geopolitisku støðuna, inniheldur Specters of Marx eisini eina røð av hugleiðingum um tað miðla- ella post-miðla tøkni sum hevur havt kollveltandi ávirkan á samfelagið seinastu áratíggjuni. Í so máta er “hauntology” als ikki nakað høgt sveimandi og óviðkomandi hugtak men heldur nakað, sum er knýtt at teirri miðlatøkniligu samtíðini.

Derrida vísir longu í 1993 á, hvussu markið millum alment og privat støðugt verður flutt og nú er meira óvist enn nakrantíð. Hetta er markið, ið loyvir okkum at gera av hvat tað politiska er. Orsøkin til, at hetta týðandi markøkið verður flutt, er tí at miðilin har tað verður stovnsett — fjølmiðlar, pressan, tele-samskifti, “techno-tele-discursivity”, “techno-tele-iconicity”, “simulacra” og “syntetiskar myndir” — ja tað sum yvirhøvur tryggjar og avger rúmgerðingina av almenna rúminum, møguleikanum fyri res publica — er í sjálvum sær “spektraliserað”. Almenna rúmið í talgilda heiminum hoyrir ikki til tilverufrøðina, ontologiina. Tískil er neyðugt við hauntologiini fyri at kunna lýsa tað (Derrida 1993).
Fisher vísir á, at hetta kjakið um “tele-“ vísir, at hauntology snýr seg ikki bert um eina tíðarliga kreppu, men eisini um eina rúmliga kreppu. Ástøðingar sum t.d. Baudrillard høvdu longu viðurkent, at tele-tøkni skapar eitt skrædl í bæði tíð og rúmi. Hendingar sum hava stóra rúmliga frástøðu eru við eitt tøkar til áskoðarar víða hvar. Specters of Marx kann eisini síggjast sum ein roynd hjá Derrida at gera sína støðu upp við tankarnar hjá Baudrillard hesum viðvíkjandi.
Hvørki Baudrillard ella Derrida fingu høvi at síggja hina fullu ávirkanina av teirri mest umfatandi “tele-tøknini”, ið vit hava sæð higartil, nevniliga cyberspace (internetið). Ongin onnur tøkni hevur drigið rúm og tíð so radikalt saman sum júst cyberspace. Hetta er ein av orsøkunum til, at hauntology er vorðið knýtt at populermentanini fyrst í 21. øld. Tað var júst í hesum tíðarskeiði, at cyberspace var alráðandi í allari reseptión, útbreiðslu og forbrúki av mentan — serliga tónleikamentan (Fisher 2014).
Derrida sum konservativt jarnbrot
Eg nevndi at byrja við Hamlet hjá Det Ferösche Companie, og 30 ára minningarhald um Berlinmúrin. Eg nevndi eisini eitt triðja tiltak; sýningina av filminum The Rise of Jordan Peterson. Kanadiski Jordan Peterson, professari og sálarfrøðingur, hevur vakt miklan ans seinasta árið. Nú er heimildarfilmsýning í Føroyum sett á skrá. Eg havi í fylgt eitt sindur við og undrast á tíðarrákið, ið hevur tikið seg upp kring mannin. Hann sigur nokkso nógv ymiskt, og hann hevur m.a. skrivað sjálvhjálparbókina 12 Rules for Life — An Antidote to Chaos (2018).

Tað var nokkso skjótt, at eg uppgav at fáa meira burturúr boðskapinum hjá Peterson. Gamaní nertir hann við onkrar tíðartrupulleikar, t.d. yvirdrivna politiska korrektheit sum ger seg galdandi summastaðni í amerikanskum universitetsumhvørvi. Og so setur hann eisini orð á tað ivasemi, sum nógvir ungir menn ganga við í vesturheiminum. So far, so good. Men tá ein ger seg til talsmann fyri eitt heilt rák, so má ein eisini bjóða loysnir. Og har loypur ketan av fyri mítt viðkomandi.
Tað sum undrar mest, er at Peterson í stóran mun selur seg uppá ein boðskap um “neo-marxismu duld sum postmodernisma”. Tað stutta av tí langa er, at Peterson hevur spent postmodernismuna fyri sín reaktionert konservativa hugsjónarvogn, og hetta merkir at áðurnevndu Jacques Derrida, Michel Foucault og Jean-Francois Lyotard fáa av grovfíluni. Hesir eru sambært Peterson einki minni enn “neo-marxistiskir úlvar” í “postmodernaðum seyðaskinni”.
Í fyrilestri hevur Peterson enntá sagt, at Derrida er “høvuðssvikarin í teirri postmodernaðu rørsluni” (“the chief trickster of the postmodern movement”). Í eini samrøðu verður sagt, at Derrida er umboð fyri eina “anti-vesturlendska heimspeki, ið hitt radikala vinstra jagstrar við ágrýtni”.
Gamalt vín í nýggjum sekki
Hetta er ein ótrúliga merkilig útsøgn og hugsan. Fyri tað fyrsta var Derrida mikið kunnigur um vesturlendska heimspeki og bókmentir. Hetta endurspeglast í hansara umfatandi ritverki, har hann støðugt tekur siðvenjuna upp til viðgerðar. Gamaní er Derrida mangan torskildur, og gamaní hava summi universitetsumhvørvi tikið dekonstruktión til sín í óneyðuga frelstari útgávu, har óstøðugleiki verður gjørdur til eina aðalhugsan. Eitt “patologiskt ivasemi” sum Fisher kallar tað. Men at arbeiða við dekonstruktión og raðfestingini millum talu og skrift er hóast hetta ikki tað sama sum at fara í hernað móti vesturlendskari siðvenju.

Fyri tað næsta er postmodernisma grundleggjandi í andsøgn við marxismu. Marxisma er rímiliga greitt samanhangandi bæði sum ástøðiligt byrjunarstøði og sum politisk hugsjón. Postmodernisma er sum áður nevnt eitt sera leysligt savn av ástøðum og hugsanum. Áðurnevndi Lyotard skrivar í The Postmodern Condition (1979), at “…í ekstremt einfaldaðari útgávu er postmodernisma ein vantrúgv mótvegis metanarrativum”. Hvat er marxisma? Eitt metanarrativ. Við støði í progressivu søgufatanini hjá Hegel verður ein samanhangandi “stór frásøgn” sett saman um stættarstríð og samfelagsgongd. Tað er henda “stóra frásøgn” sum verður afturvíst á nógvar ymsar mátar í teimum hugsanum, ið kunnu sigast at hava tilknýti til postmodernismuna.
Lyotard sjálvur var beinleiðis avvísandi mótvegis marxismuni, meðan Derrida ikki var líka avgjørdur. Bókin sum henda greinin umrøður er t.d. ein roynd hjá honum at taka støðu til Marx, um enn í stak óortodoksum samanhangi. Tað finnast avgjørt marxistar, ið taka sterka frástøðu frá eini bók sum Specters of Marx, hvørs byrjanarstøði jú er at marxisman er deyð!
Keldukritiskt er størsti trupulleikin við Peterson, at hann sera sjáldan tekur ítøkiliga støðu til tað sum Derrida og aðrir hava sagt og skrivað. Júst nevnda bókin Specters of Marx, ið átti at verið mest viðkomandi keldan her, verður ikki tikin uppá tungu. Ístaðin brúkar Peterson mikið ivasamar sekunderar keldur, t.d. Explaining Postmodernism hjá Stephen Hicks, ið hevur verið fyri drúgvum atfinningum og inniheldur sum skilst nógvar faktuellar skeivleikar.
Niðurstøðan av hesum má vera, at tað tíverri er lítið og einki nýtt í boðskapinum hjá Peterson. Tosið um “neo-marxismu duld sum postmodernisma” er í grundini bert ein umorðing av einum 100 ára gomlum samansvørjingarástøði um “mentanarliga marxismu”. Henda hugsan snýr seg um at útnevna alskyns vinstravend fyribrigdi sum verandi av tí ónda og ein hóttan móti vesturheiminum. Akademia, serliga hugvísindi, hevur so mangan staðið fyri skotum. Einaferð var tað Frankfurtaraskúlin og “critical theory”. Einasti munurin hjá Peterson er, at hann er farin yvirum Rínánna at finna sær franskar vinstravendar “fanar”, ið hann so kann mála á veggin.
Tað hugstoytta er, at Derrida v.fl. hava í grundini stak viðkomandi boð uppá hví okkara tíð er sum hon er. T.d. hví vit eru farin úr modernaða og yvir í tað postmodernaða tíðarskeiðið. Millum annað er áðurnevnda “tele-tøknin” ein sera viðkomandi orsøk. Sum sagt var í byrjanini: hetta eru diagnosur, ikki politiskar úrtøkur. Tíverri verður alt hetta skúgvað til viks í teirri reaktioneru konservativu herferðini. Tað sigur okkurt heilt grundleggjandi um okkara tíð, og mær tykir sanniliga at bæði Shakespeare/Hamlet, Derrida og Fisher hava grein í sínum máli. Tíðin er farin úr lið.
Keldur:
Jacques Derrida (1993), Specters of Marx: The State of the Debt, the Work of Mourning and the New International, Routledge.
Mark Fisher (2014), Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures, Zero Books.
Francis Fukuyama (1989), “The End of History?”, í: The National Interest, Nr. 16 (Summer 1989), s. 3–18.
Aaron Hanlon (2018), “Postmodernism didn’t cause Trump. It explains him”, The Washington Post, 31. august 2018.
Shuja Hayder (2018), “Postmodernism Dit Not Take Place: On Jordan Peterson’s 12 Rules For Life”, Viewpoint Magazine, 23. januar 2018.
Jean-François Lyotard (1979), The Postmodern Condition: A Report On Knowledge, Manchester University Press.
Jordan B. Peterson (2018), 12 Rules for Life — An Antidote to Chaos, Penguin Random House.

Comments
Post a Comment