12/31/19

Bestu málmplátur 2010-2019


Tá ið eg fór undir listan við "bestu plátum 2010-2019" vuksu málmpláturnar skjótt í tali. Endin var, at eg deildi listan í tvey: ein við bestu altjóða plátum (okkurt skal barnið eita), og ein við bestu málmplátum.

Fyri tíggju árum síðani sá eg ikki ordiliga fyri mær, at eg fór at gera samanumtøku yvir málmútgávur á evsta degi í 2019. Og tó. Tíggjuáraskeiðið byrjaði við, at eg í 2010 skrivaði BA ritgerð í tónleikavísindi um "black metal, liminalitet og religión". Hetta var partur av skeiði um tungmálm á Københavns Universitet. Í sambandi við uppgávuna kavaði eg djúpt niður í evnið. Tá hevði eg í nøkur ár havt eina hugbinding av serliga black metal, og síðani barndómsárini hevur málmur sum heild hugtikið við síni áherðslu á døpru og myrku síðuna av tilveruni.

Hugbindingin helt sær, og sum frá líður vístu 2010-ini seg sum eitt fruktbart tíggjuáraskeið innan málm. Veit ikki um nøkur einstøk frágreiðing er um hví so er, men yvirhøvur tykist tað sum, at málmur hevur góðar dagar. 2010-ini vóru í øllum førum tíðarskeiðið, har gamla fysiska handilsmodellið syndraðist, og nýggja talgilda mótið tók yvir. Fyri nógvan tónleik hevur hetta verið eitt torført skifti, men kanska trívist málmur væl sum undirgrundsfyribrigdi.

Í 2012 var Wacken Metal Battle byrjað í Føroyum, og Hamferð gjørdu ikki mætari enn at vinna finaluna á Wacken Open Air í Týsklandi. Í 2016 vóru vit so nakrir, ið stovnaðu bólk saman í samband við WMB tað árið, vit vóru sendir víðari til Týsklands, og tað var ein stuttlig uppliving. Í 2018 kom so fyrsta plátan. Her var ríkt høvi at granska tey viðurskifti, ið ein áður hevði lurtað eftir og lisið og skrivað um. Vit fóru all-in. Á FMA 2019 fekk plátan heiður fyri ársins húsa.

2019 má forrestin sigast at vera eitt gott málmár, tí heili fýra útgávur frá í ár eru komnar við á hendan listan, ið telur tjúgu tilsamans. Her farið eg, uttan meira hóvasták, at taka samanum bestu altjóða málmpláturnar, ið eg legði oyru til undanfarnu tíggju árini.

Aluk Todolo: Occult Rock (2012)
Helst hin mest eksperimenterandi plátan á hesum listanum. Tað skal eisini til. Aluk Todolo eru ein fronsk trio, ið tekur navn eftir einum elligomlum indonesiskum fjallaátrúnaði (!) Tónleikurin er instrumentalur eksperimental-málmur av tí svarta slagnum. Onnur útgávan Occult Rock frá 2012 er einki minni enn ein dupultfløga við átta skeringum, ið tilsamans tátta í hálvanannan tíma. Ein drúgv og treytaleys, men eisini minimalistisk og dragandi útgáva. Tað eksperimentala liggur í sameiningini av svartmálmi við annan tónleik, eitt nú repetitivan krautrock, og hetta roynist óalmindiliga væl saman.
 
Behemoth: The Satanist (2014)
Hvussu lýsir ein Behemoth í orðum? Behemoth eru veruliga óndir uppá ein sjáldsaman máta. Tað eru fáir nútíðar bólkar, ið eru tað so sannførandi sum teir. Limirnir eru úr Póllandi og munnu teljast millum heimsins minst katólsku póllendingar. Vit vóru nøkur, ið hoyrdu teir live í Arena teltinum á Roskilde Festival í 2012. Tað var ræðuliga ónt og ræðuliga gott. Eina løtu undir konsertini sótu vit uttanfyri og sóu innar í bølamyrka teltið við tess infernalska ljóði. Tað var eitt sindur sum at hyggja inn í helheims forgarð. Í mars 2014 stóð Amager Bio fyri skotum, og Behemoth framførdu aftur eina bergtakandi intensa konsert. Púra svakt gott. Tá var The Satanist spildurnýggj. Plátan ber brá av meistaraverki og ljóðar av magnum opus (uttan at eg annars kenni plátuskrá bólksins serliga væl). Í øllum førum ein definitiv málmútgáva úr 2010-unum.

Blood Incantation: Hidden History of The Human Race (2019)
Nýggjasta útgávan á hesum listanum, og talan er um eitt reint plettskot, so tí skal hon við. Blood Incantation spæla nakað so egið sum psykedeliskan deyðsmálm við progg tendensum. Skilt soleiðis, at kjarnin í hesum er hardcore deyðsmálmur, men samstundis er hetta ein ótrúliga vælljóðandi og hugvekjandi pláta við sterkari atmosferu. Eri slett ikki liðugur við hesa útgávuna, og tað boðar jú frá góðum.

Candlemass: The Door To Doom (2019)
Í vár lat navnframi svenski dómadagsmálm-bólkurin Candlemass nýggja plátu úr hondum. Hetta er fyrsta Candlemass útgávan við originala sangaranum Johan Längqvist í 33 ár, og legendan Tony Iommi úr Black Sabbath leikar gestasolo á einum lagi. Tá Candlemass eru uppá sítt besta, sum á hesi plátuni, eru teir skúladømi uppá dómadagsmálm í verðinsklassa - hetta seigliga, seina og dapra slagið av málmi, ið setti ferðina niður, tá aðrar undirsjangrur settu ferðina upp. Ósmæðið teatralskt og riff tungt uppá tann feita mátan.

Deafheaven: Sunbather (2013)
Eg sá Deafheaven hita upp fyri Russian Circles í KB18 í Keypmannahavn í apríl 2012, men satt at siga var tað ikki fyrrenn onnur útgávan Sunbather (2013) kom út, at eg veruliga fekk ans fyri bólkinum. Ein ómetaliga væl úr hondum greidd sameining av black metal, shoegaze, post rokki, post metal og prog íblástri. Eingin ivi um, at plátan hevur verið við til at seta black metal aftur á tónlistaliga landakortið. Lagasmíð, framførsla, framleiðsla: alt er knasandi væl úr hondum greitt, og útgávan hyggur frameftir. Húsin er í sjálvum sær eitt brot við svartlitta estetikkin og endurspeglar óortodoksa hugburðin, ið ger seg galdandi. Ein fantastisk og uppfinnsom útgáva.

Extol: Extol (2013)
Fimta fulllongdarplátan frá Extol var útgivin í 2013 eftir átta ára útgávusteðg. Meistaraverkið hjá bólkinum er framvegis Undeceived (2000), ið eg loyvdi mær at hava við sum óortodokst ískoyti á hesum listanum. Extol var kortini eitt kærkomið comeback, og sigast má, at útgávan dyrkar veruliga tað progressivu fláina, ið altíð hevur runnið gjøgnum tónleikin hjá bólkinum. Her eru element við, ið peika aftur á slóð til Rush, Yes (80-ara tíðarskeiðið) og King's X. Dyrka t.d. kórini. Sera feitt at hoyra í hesum høpi. Extol er enskt og merkir "lovsyngja" ella "hevja til skýggja". Extol eru outsidarar á norska málmpallinum við uppruna í kristnum umhvørvi. Sum praktiserandi ekstremmálmstónleikarar eru teir eisini outsidarar í konservativum kristnum umhvørvi. Teir eru snøgt sagt totalir outsidarar.

Gaahls WYRD: Gastir - Ghosts Invited (2019)
Navnframi norski black metal sangarin Gaahl, áður kendur úr m.a. Gorgoroth, leggur navn til Gaahls WYRD, ið debuteraðu á plátu í vár. Gaahl vísir seg frá síni eklektisku síðu á hesi huglagsríku útgávuni. Raddarliga roynir hann seg við ymsum brigdum, ið øll klæða honum væl. Tónleikaliga verður komið nokkso víða um, hóast upphavið í norskum black ikki fornoktar seg heilt. Mær dámar væl, tá ið málmplátur ikki eru pro-toolaðar í hel, og tónleikurin av tí sama fær rúm at anda. Soleiðis er støðan her. Tummil upp.

Iron Maiden: The Book of Souls (2015)
Fyri at sitera mín egna Facebook status: "Mangt er fløkjasligt í hesi verð. Ein nýggj Iron Maiden pláta, tað veit man hvat er". Sum áður nevnt er tað nógvur málmur nú á døgum, ið er alt ov merktur av ævinligu strembanini eftir ljódligari perfektión, og tí ljóðar alt so yvirdrivið telduviðgjørt, redigerað og polerað. Tá er tað frískligt at hoyra málmsplátur, ið bera brá av, at menn hava spælt inn uttan at gerast ov ídnir við redigeringsknøttunum. Soleiðis er støðan á hesi plátuni. Ein episk útgáva, hin longsta hjá bólkinum, á 1 tíma og 32 minuttir. Hetta er sanniliga ein ljóðverð, ið eg tími at uppihalda meg í. At frætta nýtt frá Iron Maiden er sum at frætta frá einum góðum gomlum vini.

Meshuggah: The Violent Sleep of Reason (2016)
Sjálvandi skulu Meshuggah við her. Teir spældu eina meistarliga feita konsert í regninum á G! Festival 2011, ið stendur eftir sum ein av bestu konsertunum á festivalinum. Eingin annar bólkur ljóðar sum Meshuggah, hóast teir hava heiðurin av at hava uppfunnið eina heila subsjangru innan málm ("djent"). Høvuðsverkið er enn sum áður ObZen, ið akkurát ikki sleppur uppí part (kom út í 2009), men teir hava eisini gjørt góðar plátur í 2010-unum. Valið til hendan listan fellir á The Violent Sleep of Reason frá 2016. Plátan varð sum skilst innspæld meir ella minni live í studio, og hon megnar eisini at umboða ta orku, sum bólkurin hevur live.

Mgla: Exercises in Futility (2015)
Pólskt black metal av tí treytaleysa slagnum (sum um har finst nakað annað). Misantropiskt, nihilistiskt, pessimistiskt og onkursvegna djúpt forloysandi. Mgla er ein duo úr Póllandi. Live eru teir fýra á palli, og hetta er triðja útgávan hjá bólkinum. Eg sá og hoyrdi Mgla live á Loppen í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani, og eg kundi staðfesta, at teir sparka eisini infernalskan dintil live. Seks løg eru á hesi plátuni, og tey eita 'Exercise in Futility 1', 'Exercise in Futility 2', 'Exercise in Futility 3' o.s.fr. Sostatt eru seks venjingar í fáfongd tilsamans á hesi plátuni, og tær eiga allar sítt pláss. Fyrsta reglan í fyrsta sangi er "the great truth is there isn't one", og so er huglagið líkasum lagt fyri restina av plátuni. Sum sagt: av tí treytaleysa slagnum. Alt annað líka ein hamrandi feit og sannførandi útgáva.

Misþyrming: Söngvar Elds og Óreiðu (2015)
Black metal spratt upprunaliga úr Noregi, ið liggur í ein eystan úr Føroyum. Seinastu árini hevur okkurt tó verið á vási í ein útnyrðing úr Føroyum, tí úr Íslandi ljóma hugtakandi svartmálmstónar. Misþyrming spæla black metal av tí treytaleyst instinktiva, massiva, myrka og kensluliga slagnum. Sungið verður á íslendskum, og tað ger tað ikki verri. Ein ávísur hiti litar onkursvegna eisini ljóðmyndina, og eitt ávíst melodiskt og harmoniskt tev er somuleiðis at hóma. Hóast hetta sjálvandi er bæði myrkt og ónt uppá tann góða mátan. Söngvar elds og óreiðu (vildi umsett heitið til okkurt a la "Eldsins og ruðuleikans sangir") er eitt satt beist av eini plátu, ið setur ein høgan standard (onnur plátan Algleymi (2019) er eisini verd at tjekka út).

Shining: Blackjazz (2010)
Noreg hevur eyðmerkt seg sum málmland í serflokki síðani tíðliga í 1990-unum (tá í tíðini var tað tó ofta í dekan ov neiligum høpi). Tí gevur tað meining, at hin mest markanta avantgarde metal plátan til henda listan eisini kemur haðani. Shining megnaðu við Blackjazz at avrikað eina sannførandi hybrid millum málm og fríjass, og tað er alla æru vert. Ein pláta, ið framvegis er spennandi at leggja oyru til.

Sleep: The Sciences (2018)
The Sciences, fyrsta Sleep plátan í næstan tjúgu ár, kom, sá og sigraði. Eitt ordans comeback av eini plátu, ja helst ársins comeback 2018. Seigt og tungt og groovy sum ber ólukkan. Framúrskarandi gittarleikur frá Matt Pike, frálíkir/skemtiligir tekstir, vokalur og bassur frá Al Cisneros og orkumikil trummuleikur frá Jason Roeder, ið allatíðina trýstir tónleikin frameftir, hóast stevið er tungt og seigt sum fyrsta dagin. Heilt ólukksáliga kølin útgáva frá einum sum frá líður legendariskum bólki.

Spectral Voice: Eroded Corridors of Unbeing (2017)
Ekstremt kølin deyðsmálmur úr USA. Spøkilsiskent og spektralt við "køvdum" ljóði, har alt ljóðar sum vóru upptøkurnar gjørdar langt niðri í onkrum óunniligum gravhválvi. Spektrala røddin ljómar beinleiðis úr tómrúminum. Formleyst og fantastiskt. Sum skilst eru 3/4 av limunum í hesum bólkinum teir somu sum í Blood Incantation omanfyri. Tað er rættiliga imponerandi men eisini skilligt, tí í báðum førum er talan um deyðsmálm, sum bæði er mikið ortodoksur og framskygdur onkursvegna. Og bólkarnir hava púra hvør sín samleika. Flott.

Svartidauði: Flesh Cathedral (2012)
Seinastu árini hevur Ísland, sum áður nevnt, eyðmerkt seg sum verandi latingarført innan dygdargott black metal. Eitt av eldru nøvnunum á íslendska pallinum er Svartidauði. Teir vóru stovnaðir í 2002, men tað gingu 10 ár, áðrenn debutplátan Flesh Cathedral varð útgivin á Terratur Possessions. Ein heilt ólukksáliga kontant og treytaleys pláta, ið fyrijáttaði eitt slag av gulløld innan íslendskt black metal (sí omanfyri). Fýra løg, ið øll eru millum tíggju og nítjan minuttir til longdar. Framúr!
(Onnur plátan hjá bólkinum, Revelations of the Red Sword, útkom 3. desember 2018).

Solbrud: Jærtegn (2014)
Úr donsku undirgrundini rísir kvartettin Solbrud, ið leikar atmosferiskt black metal, sum vit kendu tað í 2010-unum. Jærtegn er teirra (higartil) besta pláta, og hon herjar náðileyst avstað frá byrjan til enda. Kortini er nógvur vakurleiki at hóma í øllum ruðuleikanum. Málsliga dyrka limirnir tað fornnorrøna, og tað hóskar seg stak væl til tónleikin. "Solbrud" merkir bæði "sólarglotti" og "sólbrúður", tvs. eitt offur til sólina. "Jærtegn" merkir "Jartekin, kraftagerð". Tónleikafrøðingurin Tore Tvarnø Lind hevur forrestin skrivað áhugaverda akademiska montasjugrein um Solbrud og "stormlyd" eyðkennið í teirra tónleiki.

Sunn O))): Life Metal (2019)
Hvat er ein málmlisti uttan drone metal? Sunn O))), fremstu eksponentar fyri drone metal, komu aftur í aftur í ár við heili tveimum útgávum, ið báðar vóru innspældar hjá navnframa Steve Albini í Electrical Audio í Chicago, USA. Life Metal kom út í apríl og inniheldur fýra nýggjar skeringar eftir Sunn O))). Hin seinna, Pyroclasts, kom út í oktober og inniheldur fýra improviseraðar dronar. Báðar góðar, men Life Metal eigur munin. Heitið á plátuni er eitt spæl uppá "death metal" og ein tilsiping til, at limirnir hava havt nógv góð og ljós ting, eru vorðnir pápar o.a., í sínum lívum. Hetta skal tónleikurin eisini endurspegla, og tað er eisini í lagi. Tá Sunn O))) eru uppá sítt besta, vera teir ikki tiknir.

Tool: Fear Inoculum (2019)
Fyrsta Tool plátan í heili 13 ár kom loksins út 30. august 2019. Ting mær dámar best við Tool: "psychedelic metal" gittarstílurin hjá Adam Jones, dronandi og stundum repetitivu elementini í tónleikinum og tað ambienta huglagið. Fear Inoculum hevur alt hetta í yvirflóð. Sangirnir eru langir, og plátan er tann longsta í diskografiini. Eitt slag av symfoniskari kenslu er yvir verkætlanini, við nógvum andarúmi millum tær ymisku passasjurnar. Slættingin av siðbundna rock hiearkinum er eisini áhugaverd: vokalarnir hjá Maynard James Keenan eru ikki fremst fyri sum vanligt er, men eru heldur á sama støði sum onnur element í tónleikinum. Fear Inoculum er neyvan staðið at byrja hjá Tool rookies, men sum fjeppari er tað torført ikki at dáma plátuna. Ænima (1996) er tó enn sum áður mín yndis Tool pláta.

Wolves In The Throne Room: Celestial Lineage (2011)
Av nýggjari black metal nøvnum er tað eingin, ið meistrar kensluna av stasis (kyrrstøða, stillstøða) sum Wolves In The Throne Room. Hasa gandakendu kensluna av at standa mitt í orkanini, har alt er púra stilt, hóast illveðrið leikar kring ein. Celestial Lineage er besta plátan, ið WITTR lótu úr hondum í 2010-unum. Á hesi útgávuni dyrka teir eitt fjøltáttað úttrykk við kvinnuligum gestavokali og ambientum ljóðlandsløgum. Ein vetrarkend útgáva, ið hóskar seg væl til hesa ársins tíð.

Yob: Clearing The Path To Ascend (2014)
Valið stendur millum Our Raw Heart (2018) og Clearing The Path To Ascend (2014). Báðar ekstremt góðar. Trioin Yob eru eitt beist av einum bólki. Teir spæla kosmiskan dómadagsmálm við brigdum úr stoner, sludge og post málmi. Báðar pláturnar vuksu burturúr kreppu: hin fyrra úr hjúnaðarskilnaði og hin seinna úr sjúkralegu. Yob er er máttmikið, langtandi og treytaleyst, og Clearing The Path To Ascend brillierar við sínum transendent psykedeliska dámi. Ein andalig uppliving.

---

Saknaði tú føroyskar plátur á listanum? Fell ei í fátt, tí ein "bestu føroysku 2010-2019" listi er ávegis... tá og um stundir eru til tess. Annars eru "Bestu altjóða plátur 2010-2019" at finna her.

12/30/19

Bestu altjóða plátur 2010-2019

Her verður tikið samanum tað, ið eg meti eru bestu altjóða plátuútgávur frá tíggjuáraskeiðnum 2010-2019. Eg havi bloggað síðani 2009 og gjørt árslistar við ársins plátum síðani 2015 (havi eisini gjørt óalmannakunngjørdar listar yvir 2010-2014). Burturúr rúgvuni havi eg gjørt eitt úrval av tí, ið var óvanliga gott og fekk drúgva spæling í ymsum lurtitólum hjá undirritaða. Tær tredivu pláturnar, ið onkursvegna lyftu seg uppum allar hinar.

Beach House: Bloom (2012)
Fjórða plátan hjá dream popp duo'ini Beach House úr Baltimore á amerikonsku eysturstrondini var tráspæld í okkara íbúð á Amager. Bloom var í grundini eitt framhald av tí, ið Beach House høvdu arbeitt við á undanfarnu útgávunum, men tað var bara okkurt við útgávuni, ið hóskaði óvanliga væl saman. Tjúkk strika varð sett undir tað heila á framúr góðu konsertini, sum bólkurin hevði í Vega, Keypmannahavn í november 2012. Bloom er útgivin, eins og allar hinar, á góða gamla Sub Pop, og tað er júst sum tað eigur at vera. Stórfingið amerikanskt dream popp indie sorgblídni av allarbesta slag.

Beyoncé: Lemonade (2016)
Lemonade er helst hámarkið higartil í plátuskránni hjá Beyoncé, hóast BEYONCÉ (2013) eisini er eitt virðiligt boð til hendan listan. Heldur enn at gera sum hini og alliera seg við mest uppløgdu hittmakarar, fer Beyoncé aftur til sítt upphav. Hennara popptónleikur tekur støði í afrikanskt-amerikonskum tónleiki sum r'n'b, hipp hopp, trap, bounce, soul, funk v.m. Eisini visuelt er ein greið áherðsla á afrikanskt-amerikanska upphavið. Millum bestu útgávur úr 2010-unum, ið eisini skrivar seg inn í ein stak áhugaverdan politiskan samanhang. Á sumri 2016 var eg í ÚF og tosaði um Beyoncé, og eg skrivaði meira um Beyoncé her.

Björk: Vulnicura (2015) 
Ómetaliga vøkur, hjartanemandi og persónlig útgáva frá Björk. Peikar á ein hátt aftur til Homogenic (1997) men er kortini meira avlong í tí. Vulnicura er ein sonevnd breakup pláta, tvs. hon skjalfestir hjúnarskilnaðin millum Björk og listamannin Matthew Barney. Hetta er ikki fyrstu ferð skilnaður elvir til góða tónlist, og Björk hevur sjálvsagt sítt heilt egna take uppá tað. Tað var stórfingið, at síggja Björk live við strúkaraorkestri í Hörpu á Iceland Airwaves, tá ið vit vóru har við Konni Kass í 2017. Fundamentið undir teirri konsertini var Vulnicura, ið stendur mát sum ein av bestu plátunum hetta tíggjuáraskeiðið.

Boards of Canada: Tomorrow’s Harvest (2013)
2013 var eitt gott comeback ár. Hetta gjørdi seg eisini galdandi fyri skotsku elektronisku duo'ina Boards of Canada, ið vendi aftur eftir átta ára útgávutøgn. Gleðiligt at staðfesta, at Tomorrow's Harvest stendur mát við eldru útgávurnar hjá bólkinum, har serliga Music Has The Right To Children (1998) og Geogaddi (2002) skara framúr sum varðar innan IDM/electronica. Boards of Canada hava ikki mist tevið fyri sterkum elektroniskum ljóðmyndum. Ein farri av vintage horror synth filmstónleiki a la John Carpenter hómast í krókunum, og hetta er ikki ein útgáva, ið sleppur sínum taki í tær við bræið. Tú vendir aftur til hana, hóast steðgir av og á.

Bob Dylan: Tempest (2012)
Studiopláta nr 35 frá meistarans hond. Tann einasta við originalum Bob tilfari, ið er komin út seinastu tíggju árini. Er hon tann síðsta? Tað spekuleraðu tey uppá, tá ið plátan kom út, tí heitið var skilt sum ein tilsiping til seinasta leikin hjá Shakespeare, The Tempest. Spurdur um hetta svaraði Bob, at "Tempest" og "The Tempest" ikki er sama heiti. Stuttligt. Eftir hesa útgávuna hevur Bob hugsavnað seg um at tulka "Great American Songbook" klassikarar á plátu. Tað er eisini fínt. Men Tempest er altso ein fantastiska góð pláta. Ein gomul og mýtisk verð er yvir hvørjum orði og hvørjum tóna. Vónandi er hon ikki tann síðsta, men tað er ok, um so er.

Bon Iver: Bon Iver (2011) 
Helst hitt definitiva indie navnið í 2010-unum, og av teimum fýra útgávunum higartil er Bon Iver framvegis hin besta. Ein pláta í serflokki, hvørki meir ella minni. Eitt risalop frá teirri væl meira spartansku "vetrarsmáttu" plátuni For Emma, Forever Ago. Til samanberingar er hendan útgávan meira ríkt orkestrerað, men kortini er hon innilig og intim uppá tann rætta mátan. Tær sum eru komnar aftaná eru eisini góðar, men Bon Iver náddi hæddunum á sjáldsaman hátt. Ein minnilig konsert í Forum, Keypmannahavn í november 2012 koyrdi tað heila heim.

Burial: Tunes 2011-2019
Framúr savnspláta, ið kom út so seint sum fyrr í hesum mánaðinum. Tikið verður samanum EP útgávur og stakløg frá seinasta tíggjuáraskeiðnum. Her verður ferðast aftureftir í tíð, og løgini eru eisini løgd í eina skilagóða raðfylgju. Útgávan vísir formatið hjá hinum fantastiska hugtakandi Burial, ið telist millum bestu elektronisku artistar í 21. øld. Tónlistin hjá honum heldur á við at folda seg út. Høvuðsverkini eru framvegis tær báðar einastu fulllongdarpláturnar higartil - Burial (2006) og Untrue (2007) - men henda savnsútgávan er kærkomin kortini.

Bwana: Capsule’s Pride (2016)
Millum bestu elektronisku útgávur frá 2010-unum. Kanadiski framleiðarin Nathan Micay útgav hina frálíku Capsule's Pride í 2016 undir listanavninum Bwana. Løgini á útgávuni eru m.a. grundaði á samplingar úr japanska anime klassikaranum Akira frá 1988. Tú kennir straks á tær, at talan er um eina sterka sameining av upprunaligum keldutilfari og einum nýggjum listaligum høpi. Visiónin drívur verkið. Fittligir bitar av bæði dialogi og tónleiki úr Akira ganga aftur, men Bwana hevur hegnisliga formað tilfarið av nýggjum. Eg havi skrivað meira um útgávuna her. Hon finst ikki á Spotify, men kann niðurløðast ókeypis.

The Caretaker: An Empty Bliss Beyond This World (2011)
Bretski elektroniski tónleikarin The Caretaker (James Leyland Kirby) hevur tikið navn og konsept úr The Shining (Kubrick, 1980) og verður m.a. settur í samband við "hauntology". Yvirskipaða konseptið snýr seg nógv um minni, nostalgi og melankoli, og An Empty Bliss Beyond This World er ein meistarlig útgáva í hesum høpi. Søgan handan plátuna var, at hann fann ein bunka av obskurum 78arum á einum túri í New York. Heimafturkomin fór hann undir at yvirspæla og viðgera upptøkurnar. Í grundini er talan um "found object" list, har 78arnir sjálvir eru partar av úttrykkinum. Ógloymandi ljóðlist.

D’Angelo & The Vanguard: Black Messiah (2014)
Black Messiah gjørdist comebackið hjá D'Angelo aftaná heili 15 ára útgávusteðg. Black Messiah skrivar seg greidliga inn í afrikanskt-amerikanska civil rights tilsipandi tónleikasiðvenju. Skorin eftir líknandi leisti sum What's Goin' On? hjá Marvin Gaye, There's A Riot Goin' On hjá Sly & The Family Stone, On The Corner hjá Miles Davis og Sign o' the Times hjá Prince. Afturat hesum hevur plátan eisini eitt sjálvstøðugt nútímans neo-soul úttrykk. Vit vóru á imponerandi góðari konsert hjá D'Angelo and the Vanguard í París í februar 2015.

Daft Punk: Random Access Memories (2013)
Daft Punk løgdu í 00-unum lunnar undir tað, sum í 10-unum gjørdist kent sum EDM, men sjálvir eru teir farnir heilt aðra leið seinasta tíggjuáraskeiðið. Við Random Access Memories avrikaðu Daft Punk eina av bestu popp útgávunum í mong ár, har teir í mun til undanfarnu útgávurnar leita sær aftur í tíðina - til disco bylgjuna og hi-fi studio poppin frá 70-unum og 80-unum. Alt bjóðað fram í einum ómetaliga vælljóðandi og dagførdum hami. Liðið av tónleikarum og samstarvarum á plátuni er eisini eitt who's who av garvaðum studio rottum, ið hava sett síni fingramerki á manga klassiska poppútgávu millum ár og dag. Ein klassikari.

David Bowie: Blackstar (2016)
Síðsta Bowie plátan, Blackstar ella ★, útkom bert fáar dagar áðrenn hann andaðist. Plátan hugtók longu frá fyrsta sekundi, og hugbindingin bara vaks næstu vikurnar og mánaðirnar. Tónleikur, tekstur, ljóðmyndir, súmbolir og ikki minst fantastiski plátuhúsin, ið framhaldandi avdúkar loynidómar. Ein New York jass kvartett undir leiðslu av saksofonleikaranum Donny McCaslin spælir undir, og góði gamli Tony Visconti situr handan knøttarnar. Ein hegnislig útgáva við tilsipingum til avantgarde, free jazz og elektronika, tó at hetta í grundini er snúðigur rokkur við popp tevi. Bowie var ein meistari, og ein kundi neyvan ímyndað sær eitt betri farvæl. Skrivaði minningarorð um Bowie her og tók samanum her.

DJ Rashad: Double Cup (2013)
Ein av bestu elektronisku útgávunum í 2010-unum. Footwork framleiðarin og diskarin DJ Rashad úr Chicago, USA náddi at seta sítt frámerki á altjóða elektroniska tónleikapallin áðrenn hann andaðist alt ov ungur av einum yvirdosis í 2014. Double Cup gjørdist einasta plátan í fullari longd, útgivin á navnframa bretska Hyperdub plátufelagnum (sí Burial omanfyri).Vert er at hava í huga, at nógvur elektroniskur tónleikur trívist best á stakplátu, í DJ miksum, soundsystems og útvarpi. Tað er ikki so ofta, at plátuútgávur við elektroniskum dansitónleiki gera seg galdandi. Hendan er ein teirra, og hon ljóðar framvegis unik. Tí skal hon við her.

Frank Ocean: Blonde (2016)
Summi alternativ r'n'b nøvn liggja á markinum millum tað alternativa og meginstreymin, og amerikanski sangarin og tónaskaldið Frank Ocean er ein teirra. Eftir at hava bergtikið við miksteypinum Nostalgia ULTRA (2011) og debutplátuni Channel Orange (2012), og eftir at hava teasað við nýggjari plátu í langsamiliga tíð, var Blonde loksins útgivin í august mánaði í 2016. Ein framúrskarandi góð pláta við denti á tað abstrakta og leitandi. Fleiri løg hava t.d. ongar trummur ella beats. Hetta er opin og ekspressionistiskur tónleikur. Kortini eru løgini melodiøs og (hug)fangandi. Tummil upp.

Kendrick Lamar: DAMN. (2017)
Kendrick Lamar er ein rættiligur 2010-ara rappari. Tað var í hesum tíðarskeiði, at hann markeraði seg globalt sum ein artistur í serflokki. Ilt er at taka dagar ímillum hvør besta útgávan hjá honum er, men DAMN. hevur fingið nógv flestar spælingar hjá undirritaða. Hipp hopp og rapp hevur mikið góðar dagar, og kortini er Kendrick Lamar í eini deild fyri seg. Tekstirnir eru bítandi tilvitaðir um politiskt, samfelagsligt og sosialt órættvísi. Um sagt verður, at To Pimp A Butterfly (2015) tók tónlistaligt støði í jassi, so ber til at siga, at DAMN. tekur tónlistaligt støði í soul. DAMN. er triðja Kendrick plettskotið á rað, og tað er í lagi, at bæði plátuheitið og sangheiti eru skrivaði við CAPS LOCK.

Leonard Cohen: You Want It Darker (2016)
Sjáldsama vakur svanasangur frá sjáldsama góðum sangskrivara. Fjúrtanda plátan hjá Leonard Cohen kom út bert fáar vikur áðrenn hann andaðist. Í stuttum er plátan eyðkend av minimalistiskum álvarsemi, og Cohen dugir at bera tað. Her merkist, at elli hevur sett inn, at sansirnir svíkja og/ella vikna. Leonard er klárur at fara. Hetta er ein uppgerð ella eitt farvæl. Ein vakur og minimalistiskur svanasangur, vakurt framleiddur av soninum Adam Cohen. Eg var í "Góðan Morgun Føroyar" og tosaði um útgávuna sama morgun, sum hon var útgivin, og so var eg eisini við í Cohen heiðurssendingini So Long, Leonard, ið var send eftir at hann andaðist 21. september (samrøðan kann hoyrast á 34:00).

Low: Double Negative (2018)
Leingi vóru Low umboð fyri eitt slag av slowcore americana við atmosferiskum gittara, vøkrum tvísangi og seinum rútmum. Á hesi útgávuni hava tey fullkomiliga endurkveikt sítt ljóð umvegis elektroniskar studio snildir. Við fyrsta lurt ljóðar tað sum um tey gjørdu eina lidna Low plátu, og tveittu síðani master bandið í eitt sýrubað, har tað slapp at liggja eina góða løtu. Ella kanska sum, at tey settu eld á master bandið. Eg veit ikki. Hetta er í hvussu so er ein rættilig dekonstruktión av Low ljóðinum, sum vit áður kendu tað. Og kortini gongur ikki leingi fyrrenn eyðkendi samleikin kortini skínur í gjøgnum, og tú staðfestir róliga, at hetta er sanniliga Low, bert í hamskiftari útgávu. Fantastiska hugtakandi útgáva.

My Bloody Valentine: MBV (2013)
Ein tann plátan, sum eg havi lurtað mest eftir í 2010-unum. Havi dyrkað undurfagra shoegaze larmin hjá My Bloody Valentine í eini 15 ár, og tá comeback plátan MBV brádliga gjørdist tøk á heimasíðuni hjá bólkinum í februar 2013, var eg skjótur at keypa hana talgilt niður á iTunes. MBV kom mestsum burturúr ongum eftir heili 22 ára útgávusteðg (meistaraverkið Loveless kom í 1991). Langa millumbilið hvørvir sum døgg fyri sól, tá ið tú koyrir hesa vøkru og hugtakandi plátuna frá. Sigast má, at av øllum hugtakandi comeback plátum í 2010-unum, tekur hendan prísin.

Nick Cave and the Bad Seeds: Push The Sky Away (2013)
Ilt er taka dagar ímillum hvør besta Nick Cave and the Bad Seeds plátan var í 2010-unum. Tríggjar studioplátur gjørdist tað til, allar óvanliga góðar. Haldi kortini at Push The Sky Away eigur eitt serligt pláss, tí hendan plátan hevur átt óvanliga nógvar tímar undir nálini. PTSA umboðar eisini eitt skifti frá teimum meira rokkutu og rokaligu 00-unum í Cave regi, til tey meira lyrisku, luftkendu og sorgblíðu 10-ini. Og ja, minniligar konsertir á Roskilde í '09 og '18 og í Falconersalen, Keypmannahavn í '13 seta eisini tjúkka striku undir. Cave er sjálvandi frontfigurur í øllum hesum, men the Bad Seeds mugu eisini dragast fram sum eitt sjáldsama gott backing band. Tað er heilt ótrúligt hvat teir duga at mála av varierandi ljóðlandsløgum. Takk fyri stórbæra list, Cave og co.

Oneohtrix Point Never: Replica (2011)
Eitt hugtakandi elektroniskt navn úr 2010-unum er Oneohtrix Point Never, eisini kendur sum Daniel Lopatin. Ongin OPN pláta er líka, og virðing fyri tí. Kortini má sigast, at ljóðið og tilgongdin á Replica er í serflokki. Her er talan um "found sound" tónlist, ið byggir á samplingar úr gomlum sjónvarpslýsingum frá 1980-unum og 1990-unum. Summi løg eru rættiliga ambient elektronisk við synth flatum, meðan onnur eru meira minimalistiskt repetitiv og loopandi. Alt hevur ein støvutan og káman analogan dám, ið riggar ótrúliga væl. Sjáldsama gjøgnumførd útgáva.

PJ Harvey: Let England Shake (2011)
PJ Harvey lat sína áttandu studioútgávu úr hondum í 2011. Havi leingi verið fjeppari av hesum framúr tónleikara og tónaskaldi. Tvinnar ferðir untist mær at hoyra PJ Harvey live í 2016, tá níggjunda plátan The Hope Six Demolition Project var nýggj. Í Keypmannahavn fyrst í oktober og aftur á Airwaves í Reykjavík fyrst í november. Polly Jean í essinum, 10 fólk á palli, gjøgnumførd ljóðmynd og solid sangskriving, har tilfarið frá tveimum teimum nýggjastu útgávunum fylti mest. Tað, sum slóð meg á báðum konsertunum var, hvussu langt tú kemur við góðum tifari. Við dygdargóðum løgum ber nógv til, og sigast má, at Let England Shake stendur millum tær allarsterkastu í hennara plátuskrá. Imponerandi útgáva, ið bara er vaksin síðani hon kom út.

Radiohead: A Moon Shaped Pool (2016)
Radiohead havi eg leingi verið stórfjeppari av, og lítið er broytt. Sum eg skrivaði í mínum ummæli av plátuni: "Tað má undirstrikast enn einaferð, at sangirnir eru heilt ólukksáliga væl lagdir til rættis á hesi plátuni. Har henda allatíðina spennandi ting í ljóðmyndini, og samstundis er tónleikurin róligur og ikki yvirspældur. Fantastiskt. [...] Hetta er ikki ein pláta, ið kemur loypandi út úr hátalarunum. Hon er ov friðarlig og rólig til tað. Best er at geva sær tíð at lurta og njóta. Hon er tað verd. Radiohead hava gjørt tað aftur. Ein framúrskarandi góð pláta. Góðir sangir, góðir tekstir, góðar útsetingar, góðar ljóðmyndir, gott ljóðbland o.s.fr. Av teimum níggju útgávunum plaserar hendan seg ovarlaga. Í ovaru helvt, so segði hann."

Scott Walker: Bish Bosch (2012)
Scott Walker andaðist í mars í ár. Í 60-unum gjørdist hann víðagitin sum poppidol við bólkinum The Walker Brothers, men hann var skjótur at fara sín egna veg. Síðstu mongu áratíggjuni hevur hann verið virdur sum gátuføri, eksentriski og hulni avantgarde sangarin Scott Walker. Tað var ikki ofta, at Scott Walker gav plátu út – í meðal kom ein út hvørt tíggjunda ár - men í tónleikaheiminum var tað ein stórhending, hvørja ferð Walker lat frætta frá sær. Í 2010-unum lat hann eina studioplátu frá sær - ja, umframt eitt Sunn O))) samstarv og tvey soundtracks -, og tað gjørdist hin treytaleysa og mikið hugtakandi Bish Bosch frá 2012. Triði partur í tríverki, ið eisini telur Tilt (1995) og The Drift (2006). Ein løgin og krevjandi avantgarde pláta, og sum frá líður eitt rættiligt meistaraverk. Takk fyri tónleikin, Harra Walker.

Serena Maneesh: No. 2: Abyss in B Minor (2010)
Serena Maneesh úr Noregi teljast millum bestu rokkbólkar í 21. øld. So er tað sagt. Sjálvnevnda debutplátan frá 2006 er tann besta av sínum slag í norðurlondum í 21. øld. So er tað eisini sagt. Í 2010 kom loksins No. 2: Abyss in B Minor, og hon er eisini í serflokki. Oddvitin í bólkinum hevur allar dagar verið Emil Nikolaisen, og hann er ein sjáldsama drivin persónsmenska. Henda plátan var innspæld í eini holu (!) uttanfyri Oslo, hon umboðar ljóðsmíð í serflokki, og hon upplivist sum ein meldur av ljóði, ið tú verður sogin inn í. Heilt fantastiska gott. Retro inn í framtíðina so tað forslær.

Slowdive: Slowdive (2017)
Í 2017 var hetta ársins comeback á plátu. Undan hesi útgávuni vóru tað 22 ár síðani, at shoegaze hetjurnar í Slowdive seinast góvu út (Pygmalion í 1995). Í 2013 komu slóðararnir í My Bloody Valentine aftur í aftur við teirri frálíku mbv, og í 2017 áttu Slowdive tørn við nýggjari plátuútgávu. 2010-ini vóru v.ø.o. góðar tíðir at fjeppast uppi í shoegaze bylgjuni, ið upprunaliga sveipti Stórabretland fyri 25-30 árum síðani. Sjálvnevnda Slowdive er ein effektiv og vælljóðandi dagføring av ljóðinum hjá Slowdive og tekur seg tilsamans út sum ein mikið vøkur, huglagsrík og lekkurt sveimandi pláta. Fantastiska deilig pláta.

Solange: A Seat At The Table (2016)
Best sum ein helt, at Beyoncé átti 2016 fult og heilt við Lemonade, kom lítlasysturin Solange Knowles á vøllin við teirri sterku A Seat At The Table. Har Beyoncé hevur eina meira treytaleysa meginstreymstilgongd til tónleikin og ídnaðin, leggur Solange ístaðin á ummælaravinarliga hipstarabógvin (tó at báðar útgávurnar hava fingið sera jalig ummæli). Áður hevur Solange sannført við frálíku EP'ini True, ið var framleidd saman við Devonte Hynes (Blood Orange), og á hesi útgávuni samstarvar hon við r'n'b framleiðaran og tónleikaran Raphael Saadiq. Úrslitið er ein luftkend, minimalistisk soul/r'n'b pláta við politiskum broddi. Tekstliga og tematiskt eru viðurskifti hjá afrikonskum-amerikanarum til viðgerðar, og hetta gongur aftur í teimum mongu "interludes" á plátuni, har familja og kenningar hjá Solange siga frá lívsroyndum. Fyrst og fremst er tað tó væl frágingni tónleikurin, ið stendur sterkur (When I Get Home frá 2019 er eisini góð).

Sufjan Stevens: Carrie & Lowell (2015)
Ein hin mest lívsjáttandi plátan í 2010-unum, og hon var fødd úr sorg og deyða. Ótrúligt. Sufjan Stevens er ein knassi, og tá hann setur øll segl til, er ikki at standa fyri. Eldru pláturnar hava onkuntíð verið nokkso konseptuellar, og alt gott um tað. Hendan er tó djúpt persónlig og rakar teg so lúkst í "the feels", so segði hann. Væl avmáld javnvág millum akkustiskt fingraspæl og sigandi synthesizerleik. Gekk nógvar túrar várið 2015 við hesi útgávuni í oyrabúffunum. Her er ikki nakar veikur liður í ketuni.

Tame Impala: Currents (2015) 
Avstralsku Tame Impala settu sín avgjørda dám á psykedeliskan tónleik í 2010-unum. Havi dyrkað hesa verkætlanina síðani debutplátuna og sæð teir live tvinnar ferðir (Roskilde 2010, Lítla Vega 2012). Tvs. at "teir" er = Kevin Parker. Tað vita vit. Á Currents frá 2015 var hann í meira elektroniskum 80'ara hýri. Tó verður 60'ara psykedeliska upphavið kanaliserað gjøgnum dagførdu ljóðmyndina, og tað eydnast sjáldsama væl. Nú ljóðar at nýggj Tame Impala pláta verður á gáttini tíðliga næsta ár, men tað er ein onnur og komandi søga. Tær bestu løturnar á Currents vóru snøgt sagt millum tær bestu í 2010-unum.

TM404: TM404 (2013)
Handan TM404 stendur svenski elektroniski tónleikarin Andreas Tilliander. Síðani aldarskiftið hevur Tilliander sett sítt slóðandi frámerki á elektroniska tónleikapallin. Techno, dub og ambient renna hegnisliga saman í hansara gjøgnumførda tónlistaliga alheimi, og Tilliander er kendur undir ymsum heitum sum TM404, Mokira, Innerst Inne, Svaag, Lowfour og Tilliander/Andreas Tilliander. Í 2017 framførdu TM404 og ORKA á felagskonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað var eitt stórbært kvøld. TM404 var eftir mínum eyðmjúka tykki besta elektroniska útgáva í 2013. Konseptið er genialt, og tónleikurin, ið verður skaptur burturúr samansettum ringrásum av klassiskum 80-ára Roland maskinum, er fantastiska dragandi og hypnotiskur.

The War On Drugs: A Deeper Understanding (2017)
Millum frægu rokkbólkarnar í 2010-unum. Ilt er at taka dagar ímillum hvør besta útgávan hjá teimum er. Lost In The Dream (2014) var framúr, men A Deeper Understanding eigur kanska munin. Tilsipingarkarmurin er heartland rokkur a la Bruce Springsteen og Bob Dylan miðskeiðis 80-unum við fitt av ambientum ljóðlandsløgum afturat. Undir øllum býr ein drívandi, flótandi motorik pulsur. Um Springsteen jammaði við Kraftwerk, so hevði tað kanska ljóðað soleiðis? Hvør veit. (Springsteen er jú íðin Suicide fjeppari, so tað er kanska ikki so langt av leið). Springsteen er hitt stóra amerikanska 80-ára skaldið á plátu, men fílurin í rúminum er, at røddin hjá Adam Granduciel minnir heilt nógv um hitt stóra kanadiska 80-ara skaldið á plátu, nevniliga Bryan Adams! Tað er faktiskt rættiliga kul, og eisini viðkomandi fyri áðurnevnda 80-ara tíðarskeið sum tilsipingarkarm. Gittarsolo'ir eiga sítt sjálvsagda pláss og synthesizaraklangir sleppa at seta sín dám á tað heila. Sum at koyra eftir landavegnum í einum pastelllittum sólsetri við rútinum niðri. Frálíkt.

---

Saknaði tú málmútgávur á listanum? Fell ei í fátt, tí her er yvirlitið yvir Bestu málmplátur 2010-2019.

12/24/19

Ársins plátur 2019

 
2019 syngur uppá síðsta vers, og tíðin er komin til at taka samanum ársins plátur. Hesuferð er tað ikki bert árið men tíggjuáraskeiðið 2010-2019, ið komið er at enda. Fari at gera meira burturúr tíggjuáraskeiðnum millum jól og nýggjár. Her og nú er tað 2019, ið tað snýr seg um.

Enn sum áður er talan um ein subjektivan og selektivan lista yvir tær, ið eg haldi vera best, tær, ið eg havi lurtað mest eftir, og tær, ið hava hugtikið. Gerið so væl:

Afenginn: Klingra
Afenginn hevur í mong ár hugtikið við síni eginsomu norðurlendsku tulking av m.a. klezmer og balkan tónleiki. Finnin Kim Rafael Nyberg er tónsetari og oddviti, og við árunum hevur tónleikurin fingið ein alsamt greiðari tónsetingarligan (kompositoriskan) dám. Afenginn hevur leingi havt tilknýti til Føroyar, og ongantíð hevur hetta verið so greitt sum á Klingra, ið var upptikin í Tórshavn og Keypmannahavn. Tey, sum leika á hesi plátuni, eru Dánjal á Neystabø, Teitur Lassen, Ólavur Jákupsson, Mikael Blak, Niels Skovmand, Jakob Johansen, Maggie Bjorklund, Knut Finsrud, Ulrik Brohuus og Danish String Quartet. Afenginn hevur við Klingra avrikað eitt meistarliga melankolskt stórverk.

Barker: Utility
Framskygt og uppfinnsamt techno, útgivið á álítandi Berghain plátufelagnum Ostgut Ton. Barker hevur eina einfalda og effektiva hugmynd, ið arbeitt verður út frá: hvat nú um techno droppaði basstrummuna og ístaðin hugsavnaði seg um alt hitt? Hetta gevur elektronisku ljóðmyndunum ein upplyftandi og transukendan dám. Genialt.

Billie Eilish: When We All Fall Asleep, Where Do We Go?
Tað er ikki oftari enn so, at óvanliga áhugaverdar poppstjørnur trína fram í ljósmálan. Billie Eilish er ein teirra, og When We All Fall Asleep, Where Do We Go? er eisini ein óvanliga góð debut. Eilish var ikki fylt 18 ár, tá plátan var útgivin, so eg skal ikki siga at eg endiliga eri partur av "málbólkinum" fyri hendan tónleikin. Men eg havi heldur ongantíð havt skil fyri sovornum handilstosi um "málbólkar". List er list. Antin fangar hon teg, ella ikki. Í mínum huga er hetta oyrafangandi, stundum ófrættakendur poppur við broddi.

black midi: Schlagenheim
black midi eru úr Onglandi og spæla sítt egna slag av klikkaðum og gittarbaseraðum math/experimental/punk rokki. "Black midi" er annars heiti á eini áhugaverdari japanskari tónleikasjangru. Rokkur hevur tað ikki alt for gott nú á døgum, men hesin bólkurin vil nakað við sínum tónleiki. Áhugaverdasti nýggi gittarbólkur í longri tíð.

Blood Incantation: Hidden History of The Human Race
Bergtakandi útgáva, ið ikki hevur stórt meira enn ein mánaða á baki. Blood Incantation spæla nakað so egið sum psykedeliskan deyðsmálm við progg tendensum. Skilt soleiðis, at kjarnin í hesum er hardcore deyðsmálmur, men samstundis er hetta ein ótrúliga vælljóðandi og hugvekjandi pláta við  sterkari atmosferu. Ordiliga feitt.

Burial: Tunes 2011-2019
Apropos samanumtøkur, so er hetta ein savnsútgáva, ið kom út fyri kortum. Tikið verður samanum EP útgávur og stakløg frá seinasta áratígginum. Her verður ferðast aftureftir í tíð, og løgini eru eisini løgd í eina skilagóða raðfylgju. Eg havi tikið hesa útgávuna við, tí hon vísir veruliga formatið hjá hinum fantastiska hugtakandi Burial, ið telist millum bestu elektronisku artistar í 21. øld. Listin hjá honum heldur á við at folda seg út. Høvuðsverkini eru framvegis tær báðar einastu long playing pláturnar higartil - Burial (2006) og Untrue (2007), - men henda savnsútgávan er kærkomin kortini.

Candlemass: The Door To Doom
Í vár lat navnframi svenski dómadagsmálm bólkurin Candlemass nýggja plátu úr hondum. Hetta er fyrsta Candlemass útgávan við originala sangaranum Johan Längqvist í 33 ár, og legendan Tony Iommi úr Black Sabbath leikar gestasolo á einum lagi. Tá Candlemass eru uppá sítt besta, sum á hesi plátuni, eru teir skúladømi uppá dómadagsmálm í verðinsklassa - hetta seigliga, seina og dapra slagið av málmi, ið setti ferðina niður, tá aðrar undirsjangrur settu ferðina upp. Ósmæðið teatralskt og riff tungt uppá tann feita mátan.

The Comet Is Coming: Trust In The Lifeforce of The Deep Mystery
Kosmiskur sci-fi fusiónsjassur við elektroniskum elementum. Trioin The Comet Is Coming er úr Onglandi. Bólkaleiðari er saksofon- og klarinetleikarin Shabaka "King Shabaka" Hutchings, ið eisini er oddamaður í somuleiðis frálíku Sons of Kemet. Saman við synthesizerleikaranum Dan "Danalogue" Leavers og trummuleikaranum Maxwell "Betamax" Hallett skapar hann framskygdan jass, ið samstundis peikar aftur á slóð til Sun Ra, John og Alice Coltrane og Impulse! plátufelagið, ið hendan plátan forrestin er útgivin á. Ársins jassútgáva.

Gaahls WYRD: Gastir - Ghosts Invited
Navnframi norski black metal sangarin Gaahl, áður kendur úr m.a. Gorgoroth, leggur navn til Gaahls WYRD, ið debuteraðu á plátu í vár. Gaahl vísir seg frá síni eklektisku síðu á hesi huglagsríku útgávuni. Raddarliga roynir hann seg við ymsum brigdum, ið øll klæða honum væl. Tónleikaliga verður komið nokkso víða um, hóast upphavið í norskum black ikki fornoktar seg heilt. Mær dámar væl, tá málmplátur ikki eru pro-toolaðar í hel, og tónleikurin av tí sama fær rúm til at anda. Soleiðis er støðan her. Tummil upp.

Gorécki/Gibbons/Penderecki: Symphony No. 3 (Symphony of Sorrowful Songs)
3. symfoni hjá polska tónaskaldinum Henrýk Górecki, hin tiltikna Symphony of Sorrowful Songs, her sungin av Beth Gibbons úr Portishead, framførd av Polish National Radio Symphony Orchestra og stjórnað av Krzysztof Penderecki. Mikið hugfangandi útgáva av einum stórbærum og sorgblíðum verki við eini serstakari søgu. Rørandi og innilig útgáva.

Hildur Guðnadóttir: Chernobyl (Music from the Original Series)
HBO røðin Chernobyl var millum tær minniligastu í ár. Hon kennist sum dystopiskt sci-fi, men tað hendi veruliga fyri 33 árum síðani. Eg ørminnist at hava sæð og hoyrt um hendingina í miðlunum, hóast eg einans var seks ára gamal. Røðin kann sostatt lýsast sum "feel-bad" sjónvarp, og íslendska Hildur Guðnadóttir hevur avrikað eitt frálíkt soundtrack til høvið. Tónleikurin byggir á feltupptøkur frá eini kjarnorkuverkstøð í Ignalina í Litava. Eingi klassisk ljóðføri vera nýtt, einans upptøkur frá verkstøðini. Ein frálík samanseting av tónleiki og ljóðlist.

Lagt afturat 13. januar 2020: eftir loksins at hava sæð Joker (Todd Philips, 2019) má eg staðfesta, at soundtrackið til henda huggrípandi og óunnuliga film hoyrir sanniliga eisini við her. Tónleikurin er ein perfekt sameining av sorgarbundnari sello og strúkaraorkestri. Tvey plettskot í 2019 frá Guðnadóttir, ið eisini skrivar søgu um dagarnar.

Janus Rasmussen: Vín
Janus Rasmussen hevur seinastu mongu árini havt altjóða suksé við Kiasmos, har Ólavur Arnalds er hin helmingurin. Nú er hann traðkaður á pallin sum artistur í egnum navni við Vín. Her eru nøkur av somu eyðkennunum uppá spæl: væl framleitt og -ljóðandi minimal techno, ið bæði hóskar seg til dansigólvið, oyrabúffalurting og sofa lurting heima við hús. Hóast tónleikurin er elektroniskur hevur soundið ein organiskan dám, og tað riggar ordiliga væl. Ikki ólíkt Kiasmos í tilgongdini, men kortini við sínum egna samleika.

Joe & The Shitboys: The Reson for Hardcore Vibes 
Ein punk saltvatnsinnspræning í tann føroyska tónleikapallin. Stuttligt at síggja viðgongdina hjá hesum bólkinum, tí manningin hevur leingi staðið fyri nógvum spennandi tónleikaligum (undirgrunds)virksemi. The Reson For Hardcore Vibes byggir sum skilst á eitt manifest, ið limirnir av tilvild funnu í einum kjallara í fyrrverandi kommunuskúlanum. Hetta er debutplátan hjá bólkinum - 10 løg á 10 minuttir! - og hon passar á eina sjeytumma stakplátu, ið mín sann eisini hevur funnið vegin fram í heimliga savnið. Shitboys stjólu yvirskriftir á ársins Iceland Airwaves. Fyri neyðini at okkurt annað enn Ísraelsfjantandi ørvitisfiskarí vekir ans úti í heimi.

Leonard Cohen: Thanks For The Dance
Eitt seinasta farvæl frá meistaranum. Byrjanarlagið 'Thanks For The Dance' er penganar vert. You Want It Darker (2016) er framvegis hin stóri svanasongurin, men henda útgávan er kortini ein virðilig og vøkur coda. Sonurin Adam Cohen stóð fyri framleiðsluni við góðum fólki afturat sær. Takk fyri dansin, Hr. Cohen.

Little Simz: GREY Area
Enski rapparin Little Simz klokkaði inn á radaran hjá undirritaða, tá hon hitaði upp fyri Gorillaz í Royal Arena, Kph veturin 2017. Ein frálík framførsla, og tá hon eisini gestaði við Gorillaz vóru vit mestsum seld. Triðja plátan hjá henni GREY Area kom út í vár, og hon er tilnevnd Mercury Music Prize. Hetta er orkumikið og uppreistrarhugað rapp við organiskari framleiðslu. 10 løg á 35 minuttir. Stutt og greitt og einki óneyðugt tvætl. Yndis rappútgávan í ár, tað er vist.

Nathan Micay: Blue Spring
Kanadiski framleiðarin Nathan Micay útgav hina frálíku Capsule's Pride í 2016 undir listanavninum Bwana. Løgini á teirri útgávuni vóru grundaði á samplingar úr japanska anime klassikaranum Akira frá 1988. Nú hevur Micay latið eina frálíka elektroniska plátu úr hondum undir sínum egna navni, og hesuferð hevur hann gjørt tónleik til ein fiktivan animé film við heitinum Blue Spring. Tvs. maðurin hevur sjálvur uppfunnið storyboard, tekningar o.a. til filmin, og síðani hevur hann gjørt tónleik til. Ein ikki sørt dedikerað og gjøgnumførd tilgongd, og tað endurspeglast eisini í tónleikinum. Her verður komið víða um í elektroniska klangheiminum við tilsipingum til m.a. Vangelis og Kraftwerk, um enn dagført til 21. øld. Góðkent!

Nick Cave & The Bad Seeds: Ghosteen
Longsta og hugtungasta útgávan hjá Cave og co. hetta tíggjuáraskeiðið. Í grundini er hetta ein dupultpláta. Í pressutilfarinum var sagt at fyrra helvt er "børnini", meðan seinna helvt er "foreldrini". Hetta gevur meining, tí tónaheimurin á fyrru helvtini ljóðar meira av 21. øld, meðan seinna helvt hevur meira 70-ára dám við tilsipingum til m.a. kosmische musik og krautrock úr Týsklandi. Plátan er fødd úr djúpari sorg og trega - sangirnir vóru skrivaðir eftir at Cave misti sonin Arthur í eini vanlukku. Hetta er ikki ein pláta at seta frá í veitslulag, men hetta er ein góð og djørv pláta. Virðing fyri tí.

Solange: When I Get Home
Solange lat sína fjórðu plátu úr hondum í mars. Triðja plátan A Seat At The Table (2016) var millum tær bestu tað árið, og sigast má at When I Get Home er eitt virðiligt framhald. Hetta er laidback og minimalistiskur r'n'b tónleikur við drøgum úr jassi, hipp hopp og trap. Løgini hava ofta ein tilvitað minimalistiskan, beinleiðis repetitivan dám, og tað vísir seg sum frá líður at rigga ordiliga væl. Ikki ein pláta, ið ger nógvan háva burturúr, men stak góð fyri tað.

Thom Yorke: AMINA
Besta soloútgávan frá Thom Yorke higartil. Tær eldru hava eisini verið fínar, men her gongur alt upp í eina hægri eind - sangskriving, ljóðlandsløg og tematikkir. Framleidd í tøttum samstarvi við góða gamla Nigel Godrich, ið hevur verið fastur fúsur hjá Yorke og Radiohead síðani miðskeiðis í nítiárunum. Plátan var fylgd av einum 15 minuttirs stuttfilmi, leikstjórnaður av Paul Thomas Anderson og útgivin á Netflix. Thom Yorke er farin um tey fimti, men (tón)listaliga er hann sprelskur sum fyrsta dagin. Stikk den.

Tool: Fear Inoculum
Fyrsta Tool plátan í heili 13 ár. Ting mær dámar best við Tool: "psychedelic metal" gittarstílurin hjá Adam Jones, dronandi og stundum repetitivu elementini í tónleikinum og tað ambienta huglagið. Fear Inoculum hevur alt hetta í yvirflóð. Sangirnir eru langir, og plátan er tann longsta í diskografiini. Eitt slag av symfoniskari kenslu er yvir verkætlanini, við nógvum andarúmi millum tær ymisku passasjurnar. Slættingin av siðbundna rock hiearkinum er eisini áhugaverd: vokalarnir hjá Maynard James Keenan eru ikki fremst fyri sum vanligt er, men eru heldur á sama støði sum onnur element í tónleikinum. Fear Inoculum er neyvan staðið at byrja hjá Tool rookies, men sum fjeppari er tað torført ikki at dáma plátuna. Ænima (1996) er tó enn sum áður mín yndis Tool pláta.

Verdar at nevna:
Amason: Galaxy I
Ariana Grande: thank u, next
Belzebubs: Pantheon of The Nightside Gods
Black Mountain: Destroyer
Blaue Blume: Bell of Wool
Bon Iver: i, i
Bruce Springsteen: Western Stars
Caterina Barbieri: Ecstatic Computation
CHAI: PUNK
The Chemical Brothers: No Geography
Deathcrush: Megazone
Flying Lotus: Flamagra
James Blake: Assume Form
Kanye West: Jesus Is King
Khruangbin: Hasta El Cielo
Lee "Scratch" Perry: Rainford
Mgla: Age of Excuse
Mavis Staples: We Get By
Mayhem: Daemon
Misþyrming: Algleymi
Rammstein: RAMMSTEIN
Sharon Van Etten: Remind Me Tomorrow
Steve Hauschildt: Nonlin
Sunn O))): Life Metal/Pyroclasts
Tyler, The Creator: IGOR
Vampire Weekend: Father Of The Bride
Weyes Blood: Titanic Rising 

11/8/19

Tá tíðin fór úr lið

Hamlet, 1. partur, 5. mynd eftir Henry Fuseli (1789).
(Greinin stóð á prenti í Dimmalætting fríggjadagin 1. nov. 2019).

The time is out of ioynt:
Oh cursed spight,
That ever I was borne to set it right.
Nay, come, let’s goe together. [Exeunt] 
 
— Hamlet, 1. partur, 5. mynd. 

“Capitalist societies can always heave a sigh of relief and say to themselves: communism is finished since the collapse of the totalitarianisms of the twentieth century and not only is it finished, but it did not take place, it was only a ghost. They do no more than disavow the undeniable itself: a ghost never dies, it remains always to come and to come-back.” 
-Jacques Derrida (1993), Specters of Marx, s. 123. 

Eg havi gingið við ætlanum um at skriva eina greinarøð, men eg havi ivast í, hvar eg skal byrja. Hví ikki her: um dagarnar hugsi eg um Jacques Derrida. Kontroversiella franska heimspekingin, sum var fremsti forsprákari fyri dekonstruktión og poststrukturalismu. Hví? Millum annað tí at í november eru trý tiltøk á skránni í Føroyum, ið so ella so knýta seg at bókini Specters of Marx: The State of the Debt, the Work of Mourning and the New International, ið Derrida gav út í 1993. 

Hósdagin 7. november verður dokumentarfilmurin The Rise of Jordan Peterson frumsýndur í Løkshøll í Runavík. Fríggjadagin 8. november verður Hamlet hjá Shakespeare í uppseting hjá Det Ferösche Compagnie frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Leygardagin 9. november eru tað akkurát 30 ár síðani Berlinmúrurin fall, og tiltak verður m.a. í Reinsarínum. 

Tíðin hevur tað stundum við at mala í kring, og áðrenn vit vita av, eru vit aftur við byrjanina. Ella kanska er rættari at siga, at tíðin er farin úr lið, og spurningurin er, um hon yvirhøvur fæst í rætt lag aftur. Hetta venda vit aftur til.

Hvussu var við postmodernismuni?
Røddir hava verið frammi, ið hava skýrt postmodernismuna at vera deyða. Hetta er nakað, sum tey stuttleikaðu sær við í ironisku og pastisjufyltu 90-unum, men sum nú er ein liðugur kapittul. Í seinastuni er tað tó sum um, at hon otar seg fram aftur, um enn í rættiliga neiligum høpi. Hugtakið tykist nevniliga at hava fingið støðu sum okkurt slag av catch-all ókvæmisorði, ið verður sett í samband við ónollur sum moralska relativismu, politiska korrektheit og yvirdrivnan samleikapolitikk.

Her er fyri tað fyrsta vert at hava í huga, at “postmodernisma” fevnir líka breitt sum t.d. “eksistentialisma”. Talan er ikki um ein samanhangandi heimspekiligan skúla, har øll eru á einum máli um hvat tað merkir. Fyri tað næsta eigur at vera havt í huga, at upprunaliga var “postmodernisma” eitt deskriptivt hugtak. 

Tað stavar í tess nútíðar heimspekiliga týdningi frá bókini The Postmodern Condition: A Report On Knowledge (1979) hjá franska heimspekinginum Jean-François Lyotard. Bókin lýsir støðuna í okkara tíð við støði í eygleiðingum hjá Lyotard av einum samfelagi, sum var við at gerast eitt forbrúkarasamfelag, eitt miðlasamfelag og eitt postídnaðarligt samfelag. Lyotard sá hesar stórbroytingar sum vegamót innan list, vísind og breiðari spurningin um, hvussu vit vita tað, sum vit vita. Hetta var ein diagnosa, og ikki nøkur politisk úrtøka, ið Lyotard og aðrir postmodernaðir ástøðingar ætlaðu at fáa í lag. 

Eftir hetta gjørdist “postmodernisma” heiti fyri eina røð av ástøðum um eyðkenni í máli og vitan um verðina. Áðurnevndi Derrida menti hugtakið “deconstruction” við støði í frambrotum innan málvísindi og kybernetikk. Dekonstruktión er ein roynd at fata mál sum eina skipan, ið støðugt er før fyri at goyma og flyta týdning, heldur enn sum verandi einans ein einfaldur veitari av týdningi. 

Ein triði franskur heimspekingur, Jean Baudrillard, menti hugtakið “simulacrum” — eitt kopi uttan ein original — ið leiðir til tað sum er “hyperreal”: eitt savn av teknum og myndum sum skulu eitast at umboða okkurt sum veruliga finst, men sum tá avtornar endurgevur eina ógvusliga reingjan, ið ikki er tikin úr veruleikanum.

Hesi hugtøk vóru royndir at lýsa rák, sum vóru í ferð við at broyta okkara fatan av máli, sannleika og vitan. Marx skrivaði á sinni, at “heimspekingar hava higartil einans tulka heimin á ymsan hátt: tað týdningarmesta er at broyta hann.” Men heimspekingarnir, sum hava verið settir í samband við postmodernismuna, vendu hesi hugsan við aftur og løgdu seg fyrst og fremst eftir at tulka heimin (Hanlon 2018).

Specters of Marx
Hóast Derrida mangan verður settur í samband við postmodernismu, so skrivaði hann sjálvur lítið um hugtakið, og hvørki Derrida, Baudrillard ella Michel Foucault kallaði seg “postmodernist”. Áðurnevnda bókin Specters of Marx frá 1993 kann tó lesast sum ein roynd hjá Derrida at arbeiða við júst postmodernismu. Bókin byggir á fyrilestrar sum Derrida helt á ráðstevnuni “Whither Marxism?” á University of California í 1993. Ráðstevnan snúði seg um framtíðina hjá marxismuni eftir at múrurin var fallin í 1989 og Sovjetsamveldið var syndrað. 

Heitið á bókini er ein tilsiping til Karl Marx og Friedrich Engels, sum tíðliga í Kommunistiska Manifestinum staðfesta at “eitt spøkilsi gongur aftur í Evropa — kommunismunar spøkilsi” (á enskum: “a spectre is haunting Europe — the spectre of communism”). Við støði í hesi hugmynd arbeiðir Derrida út frá tí tanka, at síðani múrurin er fallin er kommunisman endaliga deyð, og tí gongur marxisman aftur sum spøkilsir, “spectres”. 

Bókin er fyri ein part eisini eitt svar til “end of history” tesuna, ið Francis Fukuyama setti fram — fyrst í sínum essay “The End of History?” frá 1989, og síðani í bókini The End of History and the Last Man frá 1992. Tað er í hesum post-Berlinmúra høpi, at áðurnevnda postmodernisman verður aktuel, tí hon fær ikki endaligt ræði fyrrenn aftaná 1989, tá hin at síggja til sigrandi kapitalisman heldur seg kunna kunngera søgurnar “enda” (Fisher 2014).

Derrida finst at tí “triumfalistiska” andanum í teirri politisku og búskaparligu neoliberalismuni. Hann ákallar ikki marxismu sum so men heldur tann radikala kritikkin sum Marx umboðaði, og bókin er í grundini ein roynd at lesa Kommunistiska Manifestið ontologiskt heldur enn politiskt. Ein roynd at síggja Marx sum eina spøkilsiskenda hjáveru innaní liberala fólkaræðinum, nú eftir at Sovjetsamveldið er fallið og søgan skal eitast at vera “endað”.

Ein onnur høvuðstilvísing hjá Derrida er Hamlet, serliga reglan “the time is out of joint” (“tíðin er farin úr lið”), ið verður endurtikin fleiri ferðir í Specters of Marx. Hamlet ber hesi orðini fram, tá ið hann fær at vita frá einum spøkilsi, at Claudius hevur dripið pápa sín. At tíðin er farin úr lið merkir, at okkurt er rotið í danska kongaríkinum. Her er galið, og Hamlet má sjálvur gera okkurt við tað. At tíðin fer úr lið kann í fluttari merking skapa eina tíðarliga sundurskiljing millum tað verandi og tað farna (Fisher 2006).

Hauntology
Til tess at lýsa hesa støðu menti Derrida sítt egna hugtak, nevnt “hauntology”. Talan er um eitt orðaspæl uppá “ontology”. H er ljóðleysur bókstavur á fronskum, og verður “hauntology” tí úttalað eins og “ontology”. Hetta er eisini ein mynd av tí, sum ikki er har í mun til tað, sum er. Ontologi er “tilverufrøði” á føroyskum, t.e. læran um tað sum kann sigast at vera. “Hauntologi” er tískil læran um tað sum ikki er til, men sum kortini ávirkar. 

Somuleiðis er hetta ein mynd av tí, sum Derrida helt um raðfestingina av talu framum skrift í vesturlendsku heimspekiligu siðvenjuni. Í hesum føri er “hauntology” nakað, sum bert kemur til sjóndar á skrift. H’ið er ikki “sjónligt” í taluni, men tað er har kortini sum ein ávirkan. Tí er hugtakið “hauntology” í sjálvum sær hauntologiskt.

Hauntology skal síggjast í framhaldi av eldri Derrida hugtøkum sum “trace” og “différance”. Eins og hesi undanfarnu hugtøk snýr hauntology seg um mátan, sum onki bert hevur eina jaliga veru. Alt sum er til, er bert til við støði í eini rúgvu av fráverum, sum eru hendar frammanundan og sum liggja rundanum tað sum er til. Tað kenda Derrida dømið er, at eitthvørt orð ella hugtak fær ikki sín týdning úr sínum egnu jaligu eyðkennum, men úr tess muni í mun til onnur orð/hugtøk. 

Hauntology setur kortini spurningin um tíð á breddan í størri mun enn undanfarnu hugtøkini. Her kemur Hamlet sitatið inn í myndina; “tíðin er farin úr lið”. Tíðin er brotin, og tað hevur grundleggjandi avleiðingar (Fisher 2014).

Mark Fisher
Sjálvur eri eg komin framá hesar tankar hjá Derrida í bókini Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures (2014) hjá bretska mentanarástøðinginum og kritikaranum Mark Fisher, sála. Bókin er eitt savn av tekstum eftir Fisher, ið frammanundan m.a. hevur skrivað hina tiltiknu Capitalist Realism (2009), umframt at hann eisini var navnframur bloggari frá 2006 til 2013 á blogginum hjá sær, http://k-punk.abstractdynamics.org/.

Í Ghosts of My Life grundgevur Fisher fyri, hví vit eru plágaði av miseydnaðum framtíðum, og hann leitar eftir sporum frá hesum framtíðum í verkum hjá eitt nú David Peace, John Le Carré, Christopher Nolan, Joy Division, Burial v.fl. Ein frálíka hugtakandi bók frá einum rithøvundi, ið skrivar við klárleika og miklum vandni. Hann fremur eina umfatandi greining av samtíðini, og tað er eisini hugtakandi, at hetta verður gjørt við støði í “hauntology”; eitt hugtak, sum stavar frá tí annars so torskilda og mangan misskilta Derrida. 

Fisher arbeiðir víðari við “hauntology” og vísir á, at umrøddu “spøkilsini” (“spectres”) skulu ikki skiljast sum nakað yvirnatúrligt, tí “hauntology” eigur at fatast sum ávirkanin frá tí sum næstan er har. Tað sum ávirkar uttan at vera til í fysiska heiminum. Sein-kapitalistiski heimurin verður t.d. stýrdur av fíggjarheimsins abstraktiónum, og hetta er eyðsýniliga ein verð, har tað sum næstan er har hevur stóra ávirkan, ja kanska er kapitalurin sjálvur hitt mest ófrættakenda “spectre of Marx”. Hetta er í grundini eisini argumentið í Capitalist Realism hjá Fisher, har kapitalistiska realisman sum ein avleiðing av neoliberalismunar ræði hevur sett seg tungt á okkara veruleikafatan.

Tele-tøkni og cyberspace
Umframt at vera liður í heimspekiligu ætlanini hjá Derrida og ein viðmerking til geopolitisku støðuna, inniheldur Specters of Marx eisini eina røð av hugleiðingum um tað miðla- ella post-miðla tøkni sum hevur havt kollveltandi ávirkan á samfelagið seinastu áratíggjuni. Í so máta er “hauntology” als ikki nakað høgt sveimandi og óviðkomandi hugtak men heldur nakað, sum er knýtt at teirri miðlatøkniligu samtíðini. 

Derrida vísir longu í 1993 á, hvussu markið millum alment og privat støðugt verður flutt og nú er meira óvist enn nakrantíð. Hetta er markið, ið loyvir okkum at gera av hvat tað politiska er. Orsøkin til, at hetta týðandi markøkið verður flutt, er tí at miðilin har tað verður stovnsett — fjølmiðlar, pressan, tele-samskifti, “techno-tele-discursivity”, “techno-tele-iconicity”, “simulacra” og “syntetiskar myndir” — ja tað sum yvirhøvur tryggjar og avger rúmgerðingina av almenna rúminum, møguleikanum fyri res publica — er í sjálvum sær “spektraliserað”. Almenna rúmið í talgilda heiminum hoyrir ikki til tilverufrøðina, ontologiina. Tískil er neyðugt við hauntologiini fyri at kunna lýsa tað (Derrida 1993).

Fisher vísir á, at hetta kjakið um “tele-“ vísir, at hauntology snýr seg ikki bert um eina tíðarliga kreppu, men eisini um eina rúmliga kreppu. Ástøðingar sum t.d. Baudrillard høvdu longu viðurkent, at tele-tøkni skapar eitt skrædl í bæði tíð og rúmi. Hendingar sum hava stóra rúmliga frástøðu eru við eitt tøkar til áskoðarar víða hvar. Specters of Marx kann eisini síggjast sum ein roynd hjá Derrida at gera sína støðu upp við tankarnar hjá Baudrillard hesum viðvíkjandi. 

Hvørki Baudrillard ella Derrida fingu høvi at síggja hina fullu ávirkanina av teirri mest umfatandi “tele-tøknini”, ið vit hava sæð higartil, nevniliga cyberspace (internetið). Ongin onnur tøkni hevur drigið rúm og tíð so radikalt saman sum júst cyberspace. Hetta er ein av orsøkunum til, at hauntology er vorðið knýtt at populermentanini fyrst í 21. øld. Tað var júst í hesum tíðarskeiði, at cyberspace var alráðandi í allari reseptión, útbreiðslu og forbrúki av mentan — serliga tónleikamentan (Fisher 2014).

Derrida sum konservativt jarnbrot
Eg nevndi at byrja við Hamlet hjá Det Ferösche Companie, og 30 ára minningarhald um Berlinmúrin. Eg nevndi eisini eitt triðja tiltak; sýningina av filminum The Rise of Jordan Peterson. Kanadiski Jordan Peterson, professari og sálarfrøðingur, hevur vakt miklan ans seinasta árið. Nú er heimildarfilmsýning í Føroyum sett á skrá. Eg havi í fylgt eitt sindur við og undrast á tíðarrákið, ið hevur tikið seg upp kring mannin. Hann sigur nokkso nógv ymiskt, og hann hevur m.a. skrivað sjálvhjálparbókina 12 Rules for Life — An Antidote to Chaos (2018). 

Tað var nokkso skjótt, at eg uppgav at fáa meira burturúr boðskapinum hjá Peterson. Gamaní nertir hann við onkrar tíðartrupulleikar, t.d. yvirdrivna politiska korrektheit sum ger seg galdandi summastaðni í amerikanskum universitetsumhvørvi. Og so setur hann eisini orð á tað ivasemi, sum nógvir ungir menn ganga við í vesturheiminum. So far, so good. Men tá ein ger seg til talsmann fyri eitt heilt rák, so má ein eisini bjóða loysnir. Og har loypur ketan av fyri mítt viðkomandi. 

Tað sum undrar mest, er at Peterson í stóran mun selur seg uppá ein boðskap um “neo-marxismu duld sum postmodernisma”. Tað stutta av tí langa er, at Peterson hevur spent postmodernismuna fyri sín reaktionert konservativa hugsjónarvogn, og hetta merkir at áðurnevndu Jacques Derrida, Michel Foucault og Jean-Francois Lyotard fáa av grovfíluni. Hesir eru sambært Peterson einki minni enn “neo-marxistiskir úlvar” í “postmodernaðum seyðaskinni”. 

Í fyrilestri hevur Peterson enntá sagt, at Derrida er “høvuðssvikarin í teirri postmodernaðu rørsluni” (“the chief trickster of the postmodern movement”). Í eini samrøðu verður sagt, at Derrida er umboð fyri eina “anti-vesturlendska heimspeki, ið hitt radikala vinstra jagstrar við ágrýtni”. 

Gamalt vín í nýggjum sekki
Hetta er ein ótrúliga merkilig útsøgn og hugsan. Fyri tað fyrsta var Derrida mikið kunnigur um vesturlendska heimspeki og bókmentir. Hetta endurspeglast í hansara umfatandi ritverki, har hann støðugt tekur siðvenjuna upp til viðgerðar. Gamaní er Derrida mangan torskildur, og gamaní hava summi universitetsumhvørvi tikið dekonstruktión til sín í óneyðuga frelstari útgávu, har óstøðugleiki verður gjørdur til eina aðalhugsan. Eitt “patologiskt ivasemi” sum Fisher kallar tað. Men at arbeiða við dekonstruktión og raðfestingini millum talu og skrift er hóast hetta ikki tað sama sum at fara í hernað móti vesturlendskari siðvenju. 

Fyri tað næsta er postmodernisma grundleggjandi í andsøgn við marxismu. Marxisma er rímiliga greitt samanhangandi bæði sum ástøðiligt byrjunarstøði og sum politisk hugsjón. Postmodernisma er sum áður nevnt eitt sera leysligt savn av ástøðum og hugsanum. Áðurnevndi Lyotard skrivar í The Postmodern Condition (1979), at “…í ekstremt einfaldaðari útgávu er postmodernisma ein vantrúgv mótvegis metanarrativum”. Hvat er marxisma? Eitt metanarrativ. Við støði í progressivu søgufatanini hjá Hegel verður ein samanhangandi “stór frásøgn” sett saman um stættarstríð og samfelagsgongd. Tað er henda “stóra frásøgn” sum verður afturvíst á nógvar ymsar mátar í teimum hugsanum, ið kunnu sigast at hava tilknýti til postmodernismuna. 

Lyotard sjálvur var beinleiðis avvísandi mótvegis marxismuni, meðan Derrida ikki var líka avgjørdur. Bókin sum henda greinin umrøður er t.d. ein roynd hjá honum at taka støðu til Marx, um enn í stak óortodoksum samanhangi. Tað finnast avgjørt marxistar, ið taka sterka frástøðu frá eini bók sum Specters of Marx, hvørs byrjanarstøði jú er at marxisman er deyð!

Keldukritiskt er størsti trupulleikin við Peterson, at hann sera sjáldan tekur ítøkiliga støðu til tað sum Derrida og aðrir hava sagt og skrivað. Júst nevnda bókin Specters of Marx, ið átti at verið mest viðkomandi keldan her, verður ikki tikin uppá tungu. Ístaðin brúkar Peterson mikið ivasamar sekunderar keldur, t.d. Explaining Postmodernism hjá Stephen Hicks, ið hevur verið fyri drúgvum atfinningum og inniheldur sum skilst nógvar faktuellar skeivleikar.

Niðurstøðan av hesum má vera, at tað tíverri er lítið og einki nýtt í boðskapinum hjá Peterson. Tosið um “neo-marxismu duld sum postmodernisma” er í grundini bert ein umorðing av einum 100 ára gomlum samansvørjingarástøði um “mentanarliga marxismu”. Henda hugsan snýr seg um at útnevna alskyns vinstravend fyribrigdi sum verandi av tí ónda og ein hóttan móti vesturheiminum. Akademia, serliga hugvísindi, hevur so mangan staðið fyri skotum. Einaferð var tað Frankfurtaraskúlin og “critical theory”. Einasti munurin hjá Peterson er, at hann er farin yvirum Rínánna at finna sær franskar vinstravendar “fanar”, ið hann so kann mála á veggin. 

Tað hugstoytta er, at Derrida v.fl. hava í grundini stak viðkomandi boð uppá hví okkara tíð er sum hon er. T.d. hví vit eru farin úr modernaða og yvir í tað postmodernaða tíðarskeiðið. Millum annað er áðurnevnda “tele-tøknin” ein sera viðkomandi orsøk. Sum sagt var í byrjanini: hetta eru diagnosur, ikki politiskar úrtøkur. Tíverri verður alt hetta skúgvað til viks í teirri reaktioneru konservativu herferðini. Tað sigur okkurt heilt grundleggjandi um okkara tíð, og mær tykir sanniliga at bæði Shakespeare/Hamlet, Derrida og Fisher hava grein í sínum máli. Tíðin er farin úr lið.

(Sí framhaldsgreinir her og her).

Keldur:
Jacques Derrida (1993), Specters of Marx: The State of the Debt, the Work of Mourning and the New International, Routledge.
Mark Fisher (2014), Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures, Zero Books.
Francis Fukuyama (1989), “The End of History?”, í: The National Interest, Nr. 16 (Summer 1989), s. 3–18.
Aaron Hanlon (2018), “Postmodernism didn’t cause Trump. It explains him”, The Washington Post, 31. august 2018.
Shuja Hayder (2018), “Postmodernism Dit Not Take Place: On Jordan Peterson’s 12 Rules For Life”, Viewpoint Magazine, 23. januar 2018.
Jean-François Lyotard (1979), The Postmodern Condition: A Report On Knowledge, Manchester University Press.
Jordan B. Peterson (2018), 12 Rules for Life — An Antidote to Chaos, Penguin Random House.

11/4/19

Japan: Ghosts


Just when I think I'm winning
When I've broken every door
Blow wilder than before
Just when I thought I could not be stopped
When my chance came to be king
The ghosts of my life
Blew wilder than the wind

10/20/19

Thoughts on Music #26 (Mark Fisher)

 
“When it was applied to music culture – in my own writing, and in that of other critics such as Simon Reynolds and Joseph Stannard – hauntology first of all named a confluence of artists. The word confluence is crucial here. For these artists – William Basinski, the Ghost Box label, The Caretaker, Burial, Mordant Music, Philip Jeck, amongst others – had converged on a certain terrain without actually influencing one another. What they shared was not a sound so much as a sensibility, an existential orientation. The artists that came to be labelled hauntological were suffused with an overwhelming melancholy; and they were preoccupied with the way in which technology materialised memory – hence a fascination with television, vinyl records, audiotape, and with the sounds of these technologies breaking down. This fixation on materialised memory led to what is perhaps the principal sonic signature of hauntology: the use of crackle, the surface noise made by vinyl. Crackle makes us aware that we are listening to a time that is out of joint; it won’t allow us to fall into the illusion of presence. It reverses the normal order of listening according to which, as Ian Penman put it, we are habituated to the ‘re’ of recording being repressed. We aren’t only made aware that the sounds we are hearing are recorded, we are also made conscious of the playback systems we use to access the recordings. And hovering behind much sonic hauntology is the difference between analogue and digital: so many hauntological tracks have been about revisiting the physicality of analogue media in the era of digital ether. MP3 files remain material, of course, but their materiality is occulted from us, by contrast with the tactile materiality of vinyl records and even compact discs.
No doubt a yearning for this older regime of materiality plays a part in the melancholia that saturates hauntological music. As to the deeper causes of this melancholia, we need look no further than the title of Leyland Kirby’s album: Sadly, The Future Is No Longer What It Was. In hauntological music there is an implicit acknowledgement that the hopes created by postwar electronica or by the euphoric dance music of the 1990s have evaporated – not only has the future not arrived, it no longer seems possible. Yet at the same time, the music constitutes a refusal to give up on the desire for the future. This refusal gives the melancholia a political dimension, because it amounts to a failure to accommodate to the closed horizons of capitalist realism.”
-Fisher, Mark. 2014. Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures, Zero Books, s. 47-49.

Eg eri sera hugtikin av hesi bókini fyri tíðina. Mentanarástøðingurin og kritikarin Mark Fisher, sáli, skrivar við klárleika og miklum vandni. Eisini hugtakandi at hann ger hetta við støði í "hauntology"; eitt hugtak sum stavar frá hinum annars so torskilda og mangan misskilta franska heimspekinginum Jacques Derrida. Fisher bloggaði frá 2006 til 2013 á blogginum hjá sær, k-punk. Sí eina greiniliga lýsing av "hauntology" í "Phonograph Blues".

Ein fín video um hauntology er annars her:

10/18/19

Bitlatankar í skrift og talu

Tvinnir patineraðir halgilutir úr teim glorifiseraðu 60-unum. Egin mynd.
Fyri tveimum árum síðani fylti plátan Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band hjá The Beatles 50 ár. Herfyri fylti plátan Abbey Road eisini 50 ár, og nú er so gott sum øll hin almenna plátuskráin hjá bitlunum farin um tey fimti (Let It Be fyllir í prinsippinum 50 næsta ár, men var kortini innspæld áðrenn Abbey Road).

Fyri kortum var eg í ÚF og skifti orð við Leivur Thomsen um The Beatles og nýggjar upplýsingar, sum broyta okkara fatan av søguni um hvussu bitlarnir fóru hvør til sítt. Tað kann hoyrast her.

Sgt. Pepper fylti 50 í 2017, hevði Dimmalætting grein um plátuna, har m.a. undirritaði var biðin um at gera viðmerkingar. Míni óredigeraðu svar uppá spurningarnar í Dimmu eru her:

Sgt. Pepper var fyrsta fyrsta Beatles plátan tú átti. Hvussu gamal vart tú? Hví hon? (hvussu gamal ert tú nú)

Eg var 15 ár tá, eri 37 ár í dag og hetta var í Århus miðskeiðis í 90-unum. Eg kom framá plátuna umvegis vinfólk og kenningar úr skúlanum og umhvørvinum tá í tíðini. Vit lurtaðu av onkrari orsøk sera nógv eftir 60-ára tónleiki, og eg fall pladask fyri eitt nú The Beatles, Jimi Hendrix og The Doors hesi árini. Hjá The Beatles var tað serliga Sgt. Pepper, ið hugtók meg. Eg var hugtikin av bæði tónleikinum og plátuhúsanum - av tí heiminum, ið teir manaðu fram í ljóðum og myndum. Tað virkaði so gjøgnumført tað heila. Tí keypti eg mær fløguna (endurútgávan frá 1987).

Hvat minnist tú best tá tú fekk plátuna, fløguna?

Sangirnir festu seg skjótt og eg var gripin av teimum - av frásagnunum í tekstunum, av sterku løgunum og tónlistarligu hugløgunum. Hóast Sgt. Pepper er víðagitin sum ein konseptpláta við psykedeliskum og surrealistiskum drøgum í bæði tónleiki, teksti og myndum, so var tað fyrst og fremst sjálv sangskrivingin sum festi seg. Hetta meti eg er grundarlagið undir útgávuni, og fevnir bæði um lættari McCartney sangir og meira melankolskar Lennon sangir. Hesar báðar síðurnar hittast hegnisliga í máttmikla endalagnum ‘A Day In The Life’. George og Ringo eiga eisini sínar løtur í kastljósinum.

Hvønn týdning hevur hon havt fyri teg sum tónleikari? Hvønn týdning metir tú, hon hevur havt fyri tónleikin sum heild – eisini í Føroyum? Er hon framvegis aktuel í tónleikahøpi ella er hon meiri ein minnisvarði?

Hvat viðvíkur stíli og framleiðslu fevnir útgávan víða. Hóast hon er at meta sum ein konseptpláta innan rokkin, so inniheldur hon eisini element úr eitt nú vaudeville, music hall, jassi, sirkustónleiki, avantgarde, klassiskum og indiskum tónleiki. Tað psykedeliska setur sín greiðan dám á tað heila, og útgávan kann eisini síggjast í ljósinum av progressiva rokkinum, ið veruliga tók dik á seg fyrst í 70-unum. Tað psykedeliska rákið kemur framvegis undan kavi av og á, og ein kundi nevnt ein bólk sum avstralsku Tame Impala, ið so ella so hava røtur aftur til Sgt. Pepper o.a. psykedeliskan 60-ára tónleik. So fyri meg og mong onnur hevur Sgt. Pepper verið til stóran til íblástur millum ár og dag. Har er nógv at fara eftir.

Eg haldi tó ikki at hon er so “omnipresent” sum nógv hjá bitlunum ofta verður gjørt til at vera. Har er ein øgiliga sterkur kanoniserandi og sakraliserandi tendensur í nógvari Beatles viðgerð, og hesum havi eg persónliga hug at taka frástøðu frá, tí tað ger okkum ikki klókari uppá bólkin. Hyggur ein eftir viðgerðini av tí sum teir lótu úr hondum, so skuldi ein viðhvørt næstan trúð at teir vóru tað einasta sum var, men hetta er jú als ikki umboðandi.  

Sgt. Pepper telist framvegis millum bestu útgávurnar frá teirri tíðini, men eg síggi hana sum part av eini størri heild. Í felagsskapi við aðrar útgávur s.s. Pet Sounds hjá Beach Boys, Blonde on Blonde og John Wesley Harding hjá Bob Dylan, The Velvet Underground & Nico hjá The Velvet Underground, The Doors hjá The Doors, Forever Changes hjá Love, Electric Ladyland hjá Jimi Hendrix o.s.fr. Fyri ikki at tala um aðrar Beatles útgávur frá sama tíðarskeiði: Rubber Soul, Revolver, White Album og Abbey Road, ið allar eru í harðari kapping við Sgt. Pepper um at vera tann besta Beatlesplátan.

Øll tóku heldur ikki líka væl ímóti Sgt. Pepper: Frank Zappa gjørdi eina satiru av útgávuni og Bob Dylan helt fyri, at bitlarnir smurdu alt ov tjúkt uppá í framleiðsluni (hansara spartanska folk/kontri pláta John Wesley Harding frá sama ári kann tulkast sum ein viðmerking). Við árunum havi eg eisini fingið áhuga fyri hvussu Beatles tóku upp, hvagani teir fingu íblástur og hvat teir fingust við í upptøkuhølunum. Teir høvdu allar antennur úti, og har er nógv áhugavert at lesa um (eitt gott dømi her: Fimti bitlin farin).

Frá Sgt. Pepper tíðini eru t.d. tvey meistaralig løg, ið als ikki komu við á útgávuna, nevniliga ‘Strawberry Fields Forever’ og ‘Penny Lane’, ið vóru útgivnir á stakplátu. Tann fyrri er kanska ein tann besti Beatles sangurin yvirhøvur, og tað er løgið at hugsa sær at hann ikki er við á plátuni. Eg veit ikki um hetta er avmarkandi fyri útgávuna. Hon hongur væl saman kortini. Ein pláta verður skjótt bert ein minnisvarði um vit lata hana gerast tað. Um vit stagnera í okkara hugsan og bara góðtaka tað ráðandi hugsanina. Um vit hinvegin hugsa meira dynamiskt um eina slíka plátu, so kann hon sagtans gerast aktuel av nýggjum. T.d. hevur sonur George Martin, Giles Martin, júst lati eitt spildurnýtt stereo remix av Sgt. Pepper úr hondum. Tað haldi eg ljóðar mikið spennandi og kanska eisini provokerandi uppá tann góða mátan.

Nakrar viðmerkingar til omanfyristandandi tekst frá 2017:
Hatta seinasta um nýggja miksið hjá Giles Martin havi eg eitt sindur øðrvísi meining um í dag. Gamaní var nýggja miksið til Sgt. Pepper ok, men eg haldi samstundis at tað verður ov nógv við øllum hesum nýggjum miksunum og versiónunum. Vit hava ikki brúk fyri nýggjum versiónum allatíðina. Tað verður ov fjollut í longdini. Mastering verkætlanin frá 2009 var kortini í lagi, tí tað trongdi veruliga til. Og nøkur ár seinni kom øll plátuskráin á stroyming plattformar. Tað var dagur í viku.

Aðrir eldri bloggar um The Beatles:
John Lennon 75 ár
'Because'
Phil Spector Uncut (Mono 1:4)

-----
Postscriptum:

Dion DiMucci er ein av fimm persónum á húsanum til Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band, ið enn eru á lívi. Hinir fýra eru Paul McCartney, Ringo Starr, Bob Dylan og Larry Bell. Dion er helst tann minst kendi av teimum, men hann hevur gjørt góð ting. Í 50-unum sang DiMucci við vokal bólkinum Dion and the Belmonts. Í januar 1959 vóru teir á konsertferð saman við Buddy Holly & The Crickets, Ritchie Valens og Big Bopper.

Konsertferðin gekk undir heitinum "Winter Dance Party", tað var sera kalt og ferðingin fór fram í einum bussi, har hitaskipanin var í ólagi. Menn stríddist við bæði influensa og frostbit. Endin var at Buddy Holly  bílegði flogferð, har bæði Buddy Holly, Richie Valens og "The Big Bopper" J.P. Richardson vóru við. Hetta gjørdist ein lagnutúrur, tí flogfarið krasjaði stutt eftir fráferð, og allir umborð doyðu. Hendingin er kend sum "The Day the Music Died". Í dag er Dion einasti livandi luttakari frá Winter Dancy Party konsertferðini í 1959.

Í 1975 útgav Dion eina frálíka plátu sum eitur Born To Be With You. Phil Spector framleiddi. Hon var meir ella minni ignorera. Ein frálík útgáva, ið kundi tolt meira uppmerksemi. Hóast trupla byrjan hevur plátan seinni fingið kult støðu millum tónleikarar. Menn sum Bobby Gillespie úr Primal Scream og Jason Pierce úr Spacemen 3/Spiritualized dyrka hana (tað hoyrist aftur í tónleikinum). Tað geri eg eisini. Og onnur við. Summi liva til tess at kunna, so segði hann, siga søguna.