6/26/20

10 filmar uppá 10 dagar

Herfyri fekk eg avbjóðingina frá Birgir Kruse á Facebook, at nevna ein film um dagin, tíggju dagar á rað. Hvør einstakur av teim tíggju skuldi vera ein filmur, sum hevur havt týdning, tá eg sá hann, og harvið ávirkað metingarevni og smakkin fyri filmi. Fyri hvønn filmin skuldi eg spyrja ein nýggjan filmsvin á netinum um tað sama.

Í grundini torført at velja bert tíggju filmar út, men samstundis eisini ein spennandi roynd. Royndi at fara rímiliga langt aftur í tíð, hóast úrvalið sum frá leið eisini fevndi um slíkt, ið eg sá fyrstu ferð sum vaksin (so er tað tað, nær verður ein vaksin?) Hetta vóru teir tíggju, sum sluppu uppí part.

Fyrst valdi filmur er Nausicaä of the Valley of the Wind (Hayao Miyazaki/Studio Ghibli, 1984). Systkinabarnið Bruno hevði hendan á VHS afturi í 80-unum, og vit munnu hava slitið bandið tunt. Sá filmin aftur á Netflix herfyri, og tað var ótrúligt hvussu alt við honum enn stóð ljóslivandi, hóast eg hevði gloymt hann. Spurdi vinurin var Bruno Mikael Eysturstein.
Annar valdi filmur er E.T. the Extra Terrestrial (Steven Spielberg, 1982).  Av stórum filmum úr barndóminum stendur hesin kanska sterkastur. Rørandi, bergtakandi og avgerandi. Ein fundamental filmuppliving. Spurdi vinurin var Sunneva Háberg Eysturtein.

Triði valdi filmur er Pulp Fiction (Quentin Tarantino, 1994). Fór fjúrtan ára gamal í biograf og var gripin frá fyrsta sekundi. Nevsligin. Blástur um koll. Pulp Fiction setti líkasum hol á filmisku tannárini. Spurdi vinurin var Jens L. Thomsen.
Fjórði valdi filmur er Hard Boiled (John Woo, 1992). Hesin sprongdi allar konventiónir, tá eg miðskeiðis í nítiárunum fekk ans fyri kultfilmi. Hong Kong action av tí treytaleysa slagnum; eitt serstakt bland av filmlistaligum skaldskapi, akrobatiskum harðskapi og djúpum filmsøguligum medviti. Woo náddi ongantíð somu hæddum í Hollywood, men í Hong Kong var hann ein kongur. Spurdi vinurin var Leivur Langgaard.
Fimti valdi filmur er Blade Runner (Ridley Scott, 1982). “Ófullkomin fullkomileiki” rennur mær til hugs, tá eg skal lýsa henda filmin. Hann finst í fleiri ymsum útgávum, og tað økir bara um hugbindingina (The Final Cut frá 2007 er kortini definitiva útgávan - alt annað er tvætl). Ein filmur sum gevur filmfakliga hugtakinum "Mise-en-scène” meining. Og ein av mínum yndis filmum innan eina av mínum yndissjangrum. Spurdi vinurin var Torfinnur Jákupsson.

Sætti valdi filmur er 2001: A Space Odyssey (Stanley Kubrick, 1968). Í minsta lagi ein hjá Kubrick má við, og hví ikki velja hin mest stórbæra av øllum. Ótrúligur filmur, sum hevur hugtikið síðani eg sá hann fyrstu ferð sum tannáringur. Eitt vegamót í sci-fi á filmi, og kanska líka nógv ein hugmynd sum ein filmur. Tónleikurin er ein søga fyri seg. Spurdi vinurin var Turið Nolsøe.
Sjeyndi valdi filmur er The Big Lebowski (Joel og Ethan Coen, 1998). Havi sæð henda filmin óteljandi ferðir síðani fyrstu ferð í Havnar Bio 1998. Vit høvdu árligt Lebowski hald í Keypmannahavn í eitt áramál, og eitt slíkt átti at komið í lag í heimligum høpi. Tann perfekti “hangout” filmurin, og alt annað líka ein yndisfilmur. Spurdi vinurin var Maud Magnussen.
Áttandi valdi filmur er Brazil (Terry Gilliam, 1985). Hesin dapri, dystopiski og absurdi sci-fi filmurin manifesteraði seg umvegis parabol í sein-90-unum. Kafka, Welles, Metropolis (Lang), 1984 (Orwell), Modern Times (Chaplin) og Monthy Python hittast her í svartskygdari og sannførandi samanseting. Spurdi vinurin var Sunnvá H. Olsen.

Níggjundi valdi filmur er Lost in Translation (Sophia Coppola, 2003). Ein vakur, huglagsríkur og stuttligur filmur, sum rúnarbant kenslusamar indie-sálir miðskeiðis í 00-unum. Eitt sterkt og gjøgnumført huglag er yvir øllum, inkl. framúr væl samansetta electronica/dreampop/shoegaze soundtrackinum. "For relaxing times...make it Suntory time." Spurdi vinurin var Solveig H. Olsen <3

Tíggjundi og seinast valdi filmur er Det sjunde inseglet/The Seventh Seal (Ingmar Bergman, 1957). Lív og deyði, trúgv og ivi, ljós og myrkur, dagur og nátt. Stórir spurningar viðgjørdir í estetiskum s/h. Ikoniskur, eksistentiellur, apokalyptiskur, definitivur. Takk fyri hesuferð. Spurdi vinurin var Meinhard Jensen.

6/12/20

Disko dispositión!

 

Í fimm Mono sendingum hava vit verið á ferð gjøgnum søguna hjá diskotónleikinum - við høvuðsdenti á alternativt undirgrundsdisko. Her eru lagayvirlit/playlistar frá sendingunum til tey, ið ynskja tað. Gerið so væl:

MFSB: ‘Love Is The Message’ (1973) 
The Equals: ‘Black Skinned Blue Eyed Boys’ (1970) 
Babatunde Olatunji: ‘Jin-Go-Lo-Ba (Drums of Passion)’ (1959)
Manu Dibango: ‘Soul Makossa’ (1972) 
Eddie Kendricks: ‘Girl You Need A Change of Mind’ (1972) 
The O’Jays: ‘Back Stabbers’ (1972) 
The Three Degrees: ‘When Will I See You Again’ (1973) 
Harold Melvin and The Blue Notes: ‘The Love I Lost’ (1973) 
The Temptations: ‘Law of The Land’ (1973) 
Dorothy Morrison: ‘Rain’ (1972)

Gloria Gaynor: ‘Never Can Say Goodbye’ (1974) 
B.T. Express: ‘Do It (’til You’re Satisfied) 12” mix’ (1974) 
Grace Jones: ‘La Vie En Rose’ (1977) 
Ten Percent: ‘Double Exposure’ (1976) 
Loleatta Holloway: ‘Hit and Run (Walter Gibbons 12” mix)’ (1977) 
Sylvester: ‘You Make Me Feel (Mighty Real)’ (1978) 
Ashford & Simpson: ‘Stay Free’ (1979)

Dexter Wansel: ‘Life on Mars’ (1976) 
The Winners: ‘Get Ready For The Future’ (1978) 
Space: ‘Magic Fly’ (1977) 
Droids: ‘The Force pt. 1 & 2’ (1977) 
The Galactic Force Band: ‘Theme From 2001’ (1978) 
Transvolta: ‘Disco Computer’ (1978) 
Telex: ‘Moscow Discow’ (1979) 
Zodiac: ‘Zodiac’ (1980) 
Jeff Wayne: ‘The Eve of The War’ (1978)

Loose Joints: ‘Is It All Over My Face’ (1980) 
Patti Labelle: ‘The Spirit’s In It’ (1981) 
Yoko Ono: ‘Walking On Thin Ice (1981 re-edit)’ 
Grace Jones: ‘Pull Up To The Bumper (Larry Levan Garage Mix)’ (1981) 
Dinosaur L: ‘Go Bang (Francois Kevorkian Mix)’ (1982) 
Liquid Liquid: ‘Cavern’ (1983) 
ESG: ‘Dance’ (1983)

Donna Summer: ‘I Feel Love’ (1977) 
Kraftwerk: ‘Trans Europe Express’ (1977) 
The Coach House Rhythm Section: ‘Timewarp’ (1977) 
Brian Briggs: ‘Aeo pt. 1 & 2’ (1980) 
Charlie: ‘Spacer Woman (Vocal Version)’ (1983) 
The Voyagers: ‘Distant Planet’ (1984) 
Frankie Knuckles: ‘Your Love (Extended Version)’ (1986) 
Man Friday: ‘Love Honey, Love Heartache (Larry Levan Vocal Mix)’ (1986) 
Arthur Russell: ‘That’s Us/Wild Combination’ (1992)

5/19/20

Yoko Ono og John Lennon pt. 1

Yoko Ono venur saman við Ornette Coleman,  Ed Blackwell, Charlie Haden og David Izenzon.
"Ornette was already very, very established and famous and respected guy as a musician. And I met him in Paris. The way I met was, I was doing a show and after the show, somebody said, Oh, Ornette Coleman is here and he would like to – okay. Well, hello. Thank you for coming. That kind of thing. And he was saying, Well, okay. So he said that he was going to go and do a concert in Albert Hall and would I come and do it with him because he thought it was kind of interesting what I do." 
-Yoko Ono.

Ah, undurfulla tíðin, tá tað rann saman millum Fluxus avantgardu og popp tónleik 1970 er eitt hugtakandi og kreativt tíðarskeið hjá teimum báðum John Lennon og Yoko Ono, ið útgóvu hvør sína plátu undir heitinum Plastic Ono Band.

John Lennon/Plastic Ono Band er hansara fyrsta solopláta post-Beatles, upptikin sum trio við Ringo Starr og Klaus Voorman, og við sjálvum Phil Spector sum framleiðara. Minimalistiskur rokkur sum stendur í feskari andsøgn til bitlarnar, eitt satt meistaraverk, har vaksni móðurloysingurin Lennon ýlir sína sorg út. Á fylgisneytaplátuni Yoko Ono/Plastic Ono Band eru somu tónleikarar við, og tey fara uppaftur longur út eftir avantgarde ásanum, eisini eitt meistaraverk. John Lennon revsar el-gittaran sum ein trásettur á hesi plátuni, tað er mikið hugtakandi at leggja oyru til.

Tey bæði Lennon og Ono gingu til "primal terapi" hjá Arthur Janov í tíðarskeiðnum, og hetta var viðvirkandi til kreativu forloysingina á báðum útgávunum. Yoko Ono dyrkar eisini hetai sang í hesum tíðarskeiðnum, sum er eitt sera ekspressivt slag av sangi úr japanskum kabuki teatri. Eitt av løgunum á Yoko Ono/Plastic Ono Band plátuni er upptøka frá februar 1968, har Yoko Ono improviserar saman við ongum minni enn Ornette Coleman og bólki. Coleman bjóðaði henni at framføra við sær í Albert Hall, eftir at hann hevði sæð hana framføra í París. Upptøkan stavar frá venjing til konsertina. Hetta var meðan John Lennon og hinir bitlarnir roksaðust við transendenta meditatión yviri í India.

Yoko Ono er eitt spennandi og víðskygt listafólk, og tað var hon eisini langt áðrenn hon møtti Lennon. Ein hoyrir eisini onkrar paralellir til tað, sum Kraftwerk og onnur fingust við í Týsklandi í sama tíðarskeiði. Alt í alt fantastiskt, so kom og sigi nei takk til rockistiskan dovinskap og sexistiska Yoko Ono bashing, og ja takk til avantgardistiskt dirvi og listaligt víðskygni. Hipp hipp hurrá 🙌❤️

5/5/20

Tankar um tónleik #27 (Tim Lawrence)


"Whereas radio DJs operated as the representatives of modernity, discotheque DJs were rapidly establishing themselves as the prophets of postmodernity. After all, the vast majority of radio jocks played top-forty music in order to boost growth within a corporate-driven economy, whereas discotheque DJs usually played less familiar artists whose defining criteria was their functionality, not their profitability. Radio jocks performed in time-constricted shows and usually played records that lasted for three minutes, whereas discotheque DJs developed seemingly endless sets, combining records of varying lengths into an endlessly shifting mix of blended compositions. Radio jocks were determined generalists who played familiar records that would increase ratings, whereas discotheque DJs were flexible specialists who would sift through a spiraling quantity of musical information in order to satisfy a niche group of dancers. Radio jocks were permanent employees, whereas discotheque DJs were peripheral freelancers".
-Tim Lawrence, 2003. Love Saves The Day - A History of American Dance Music Culture, 1970-1979, Duke University Press, s. 155.

Eg fari í næstum at hava fimm Mono sendingar í KVF um disco mentan! Serliga teir meira undirgrunds og alternativu formarnar. Endurlesi í tí sambandi hesa bókina. Gleði meg. 
 #lovesavestheday #theloft #davidmancuso #timlawrence #disco #danceculture #postdisco

4/25/20

Oceania Records í Klokkaragøtu

Dámligt at vitja kulasta plátuhandil í norðuratlantshavi í dag: Oceania Records / O.R-Vinyl, ið heldur til í eini garasju í eysturbýnum. Andreas Weihe Madsen rekur hugnaligu búðina, og hann veit hvat hann ger. Úrvalið er væl kuraterað, bæði tað nýggja og tað brúkta, og tú kennir at har er nærlagni og hjarta aftanfyri. Her ræður um at stuðla lokalt í hesum tíðum, og eg fekk eisini eitt gott hál við heim.

Ikki so galið at fáa sett hol á Bootleg Series við manér, nú tá tær flestu Bob D. studiopláturnar longu eru fingnar til høldar. Oceania Records lokkaði við prýðiligari boks av Bootleg Series Vol. 1-3 á hyllini, so har var eingin ivi. Hetta umframt komu besta plátan hjá Beck (Sea Change, 2002), debutplátan hjá Peter Tosh, (Legalize It, 1976) og Kimono My House (1974) hjá mínum nýggja yndisbólki Sparks við í posan. 

Nógvir góðir tímar undir nálini fyri framman. Farið og vitjið í Oceania Records, har ber illa til at fara til fánýtis!

3/15/20

Romantikarin og modernisturin

Symphonie No. 5 í útgávu á Deutsche Grammophon frá 1997. Avmyndaði málningurin er eftir Franz Marc (1880-1916). Marc var við til at stovna listafelagsskapin Der Blaue Reiter saman við Wassily Kandinsky.

Gustav Mahler (1860-1911) og Pierre Boulez (1925-2016).

Við 100 ára millumbilum vóru teir síðstir av sínum slag. Mahler kann sigast at vera hitt síðsta romantiska tónaskaldið (sum er ikki hissini romantiskt í sjálvum sær). Tá hann andaðist í 1911 stóð tónleikaliga samtíðin í Wien mitt í síni ekspressivt atonalu upploysn, og hansara egnu lærusveinar - Schoenberg, Berg og Webern - gingu á odda í stríðsferðini.

Tá Boulez doyði í januar 2016, vóru røddir frammi um at eisini hann, sum markant umboð fyri hámodernismuna eftir Seinna veraldarbardaga, var hin síðsti av sínum slag. Modernisturin Boulez var treytaleysur í síni tilgongd, og støddin á áhoyrarafjøldini var eisini hareftir.

Sum víðagitin dirigentur kom Boulez kortini sera víða í repertoirinum, og symfoniirnar hjá Mahler sluppu eisini uppí part. Her er tað við fjórða satsi 'Adagietto (Sehr langsam)' úr 5. symfoni, og tað eru sjálvandi Wiener Philharmoniker, ið spæla. Tað er okkurt ótrúliga hugvekjandi við hesum, at hartkókaði hámodernisturin Boulez stendur við dirigentstokkinum. Ella sagt á annan hátt, so er hetta, stutt sagt, vakurt.

Max von Sydow


Upprunaliga lagt út á sci.fo, ið er FB bólkurin fyri føroyskar sci-fi og fantasy fjepparar:

Ein sannur risi innan film er farin, 90 ára gamal.

Max von Sydow var við í heili ellivu Ingmar Bergman filmum, m.a. Det sjunde inseglet/The Seventh Seal og Smultronstället/Wild Strawberries. Báðir frá 1957 og millum allarbestu avrik í allari filmsøguni.

Fyrrnevndi er "historical fantasy", so hann er viðkomandi í hesum bólkinum. Von Sydow var heldur ikki nakar Harra hvør-sum-helst innan sci-fi. Leikti í filmum sum Flash Gordon, Conan the Barbarian, Dune, Ghostbusters II, Judge Dredd, Minority Report og Star Wars: The Force Awakens. Hann hevði enntá ein leiklut í HBO røðini Game of Thrones.

Á viðfestu myndini leikar hann Doctor Liet Kynes í legendariska Dune (David Lynch, 1984). Hinir eru Patrick Stewart sum Gurney Halleck, Kyle Maclachlan sum Paul Atreides og Jürgen Prochnow sum Duke Leto Atreides. Henda myndin sigur bara alt um ambitiónsniveauið, ið hóast alt var ráðandi í hesi filmframleiðsluni (at filmurin so gjørdist nakað annað, tað er so tað, sum tað er - hann er framvegis ein kult klassikari útyvir tað vanliga).

Ná ja, og so má leiklutur von Sydows í Minority Report (2002) fáa eitt eyka shout-out. Har var hann eisini ekseptionelt góður.

Hvíl í friði, Max von Sydow (1929-2020).

(Havi áður skrivað longri grein um tónleikin í Dune).

3/1/20

David Roback og Mazzy Star

Trinnir mentalutir úr hálvfemsunum. Egin mynd.
Í farnu viku frættist at David Roback er farin foldum frá. Saman við Hope Sandoval myndaði hann í mong ár alternativu rock duo'ina Mazzy Star. Tey vóru kulari enn tey flestu. Alternativur rockur við einum undirstreymi av kaliforniskum neo-psychedelia. Roback og bólkurin, ið sum frá leið fekk heitið Mazzy Star, høvdu upphav í Paisley Underground senuni í Los Angeles og Kalifornia í 80-unum.

Tað fyrsta eg hoyrdi til bólkin var á Batman Forever soundtrackinum frá 1995. Hetta ikki sørt undirvurderaða soundtrackið var ein óvanliga væl samansett løtumynd úr (mið)hálvfemsunum. 'Tell Me Now' hjá Mazzy Star var kanska ikki tað lagið, ið ein fyrst legði merki til - hendan heiður áttu U2, Seal v.fl. - men sum frá leið var ein hugtikin av hesum seina, spartanska og droymandi íkasti til soundtrackið.

Fyrsta Mazzy Star plátan, ið eg ognaði mær var Among My Swan (1996). Hetta hevur verið í sein-90-unum, og talan var um eina brúkta fløgu, sum eg keypti onkrastaðni. Among My Swan var triðja útgávan hjá bólkinum og skuldi royna at byggja víðari uppá suksé'ina frá So Tonight That I Might See (1993). Tann útgávan innihelt eitt regulert cross-over hitt við 'Fade Into You'. Triðja útgávan innihelt ikki nakað hitt í sama klassa og elvdi heldur ikki til líka stórt hype.

Tá eg vitji Among My Swan aftur, verið eg kortini mintur á hvussu góð hon er. Einfaldir og góðir sangir, inniliga og væl framførdir. Ikki heilt ólíkt kanadisku folk rock kvartettini Cowboy Junkies og eyðkendu slowcore trio'ini Low úr Duluth, Minnesota. Mazzy Star hava altíð balanserað á eini knívsegg millum tað banala og sublima, og altíð við helling røttu megna.

Hope Sandoval hevur greitt soleiðis frá orsøkini til, at bólkurin helt drúgvan steðg aftaná Among My Swan:

Coupled with the burden of following up a huge hit, and the record-label pressures that came with, Mazzy Star slipped out of sight in 1997. "It seemed record companies wanted bands to be creative because they didn't know how to manufacture underground music," Sandoval would later recount. "We could do our own thing and go at our own pace. But that changed when major labels started wanting bands that would sell 7 million records. They had a formula. And suddenly all these people wanted to come to the studio to keep track of what we were doing and make sure we were following that formula. So we got out."

Skilligt. Hvør tímir at hava tónleikaídnaðarklovnar malandi í upptøkuhølinum. Í 2013 hendi kortini tað gleðiliga, at Mazzy Star góvu nýggja plátu út eftir 17 ára steðg. Seasons of Your Day tekur táttin upp frá undanfarnu útgávuni, og tað ljóðar ikki sum at 17 ára gingu ímillum. Hana fari eg at endurmeta komandi tíðina, saman við restini av plátuskrá bólksins.

Leggjast skal afturat, at Mazzy Star hevur leingi spælt ein serligan leiklut í okkara lívi. So Tonight That I Might See LPin er helst sum frá líður tann útgávan hjá bólkinum, ið hevur átt flestu tímarnar undir nálini.

Takk fyri tónleikin, Mazzy Star. RIP David Roback.

2/27/20

Capitalist Realism

 
"Mental health, in fact, is a paradigm case of how capitalist realism operates. Capitalist realism insists on treating mental health as if it were a natural fact, like weather (but, then again, weather is no longer a natural fact so much as a political- economic effect). In the 1960s and 1970s, radical theory and politics (Laing, Foucault, Deleuze and Guattari, etc.) coalesced around extreme mental conditions such as schizophrenia, arguing, for instance, that madness was not a natural, but a political, category. But what is needed now is a politicization of much more common disorders. Indeed, it is their very commonness which is the issue: in Britain, depression is now the condition that is most treated by the NHS. In his book The Selfish Capitalist, Oliver James has convincingly posited a correlation between rising rates of mental distress and the neoliberal mode of capitalism practiced in countries like Britain, the USA and Australia. In line with James's claims, I want to argue that it is necessary to reframe the growing problem of stress (and distress) in capitalist societies. Instead of treating it as incumbent on individuals to resolve their own psychological distress, instead, that is, of accepting the vast privatization of stress that has taken place over the last thirty years, we need to ask: how has it become acceptable that so many people, and especially so many young people, are ill? The 'mental health plague' in capitalist societies would suggest that, instead of being the only social system that works, capitalism is inherently dysfunctional, and that the cost of it appearing to work is very high."

-Mark Fisher (2009), Capitalist Realism - Is There No Alternative?, Zero Books, s. 19.

1/24/20

Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?

Mynd: Birgir Kruse.
Tað kitlaði í sálini eftir sýningina av mikið upplyftandi gospel konsertfilminum Amazing Grace, ið Filmsfelagið og Havnar Bio høvdu sett á skrá mikukvøldið 22. januar. Eg innleiddi sýningina við hesum orðum:

 Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?
 Gospel merkir “evangelium” ella “gleðiboðskapur”. Enski tónleikarin Mark Hollis var sangari í navnframa tónleikabólkinum Talk Talk, men livdi annars eina rættiliga gátuføra tilveru inntil hann andaðist fyri einum ári síðani í januar 2019. Hollis segði einaferð um tað at syngja, at tað snúði seg í grundini um dygd (“virtue”) og persónleika (“character”). Hann kundi ikki syngja ein tekst, uttan so at hann kendi at hann trúði tí, sum sungið var um. Hetta hevði samband við gospel. “Eg sigi ikki at allir tekstir mugu snúgva seg um átrúna, men tað tingið má vera við í tí”, legði hann afturat.

Omma mín, Sunneva F. Háberg (1917-2007), kundi verið lýst sum ein gospel sangarinna. Kanska ikki av líka lívligum slag sum tær amerikansku, men hon var ein, sum helst vildi syngja andaligar sangir. Tað andaliga mátti vera við, annars gav tað ikki reiðiliga meining at syngja. Tað er okkurt grundleggjandi meiningsfult í hesum at syngja gospel. Tað er kanska ymiskt hvussu menniskju megna at liva “the gospel”, men tað er í øllum førum fantastiskt at kunna syngja tað.

Hin stóra fólkaflytingin
Vit liva í einari verð við nógvari fólkaflyting, og tað er nakað sum allatíðina ávirkar bæði politikk og samfelag. Um vit hyggja eftir søguni hjá USA í 20. øld, so er tað sanniliga eisini søgan um fólkaflyting - ikki bara við tilflyting, men eisini við stórari fólkaflyting innanfyri landamørkini. “The Great Migration” er eitt hugtak, ið fevnir um umfatandi fólkaflytingina millum svartar amerikanarar í 20. øld. Í 1910-unum búðu eini 90% av svørtum amerikanarum í amerikonsku suðurstatunum, har tey livdu sum eftirkomarar hjá trælum úr Afrika. Í 1970-unum var talið minkað niður í nærum eina helvt.

Hví fluttu øll hesi fólkini? Tí korini vóru trong, arbeiðsmøguleikarnir fáir og rasisman ótálmað. Har var ikki annað at gera enn at flyta í eini roynd at finna eina bjartari framtíð. Hvar fluttu tey? Til stórbýirnar á eystur- og vesturstrondini og í ein norðan. Hin tiltikni Highway 61, sum Bob Dylan syngur um í “Highway 61 Revisited” (1965), er vegurin sum gongur frá New Orleans heilt har suðuri í Louisiana til Wyoming heilt har norðuri í Minnesota. Hetta er m.a. vegurin gjøgnum Missisippi norður til Chicago, og í hesum vegastrekki liggur stórur partur av søguni um blues. Snarar tú til høgru á vegnum til Chicago kemur tú longur norður til Detroit í Michigan. Og nú nærkast vit tí, sum kvøldið í kvøld snýr seg um.

Gospel og soul
Úr Detroit kom Aretha Franklin. Hon var kend sum “The Queen of Soul”, men hennara upphav og grundstøði var gospel - black gospel soleiðis sum vit kenna tað úr USA. "Soul" verður brúkt at lýsa afrikanskt-amerikanska populertónleikin sum mentist í USA frá 1950-unum og upp í 70-ini. Um vit siga, at rock’n’roll og rockur er ein “hvít” lesing av rhythm & blues, vendur soul aftur til røturnar í svarta tónleikinum - til gospel og blues. Soul er “sekulert gospel” sambært summum, og tað gevur góða meining, tí soul hevur í stóran mun varðveitt listabúnan sum vit kenna hann úr gospel.

Í afrikanskt-amerikanska samfelagnum hevur kirkjan havt ómetaligan týdning gjøgnum tíðirnar. Kirkjan veitti sosialan samanhangsmátt, tá mong onnur viðurskifti vóru trupul og óstøðug. Eins og óteljandi aðrar sangarinnur í amerikanskum tónleiki byrjaði Aretha Franklin sína tónlistaligu leið innan kirkjugátt. Mamman Barbara Siggers Franklin var gospel sangari og klaverleikari, og pápin C.L. Franklin var tiltikin baptist pastorur og civil rights aktivistur.

C.L. - Clarence LaVaughn Franklin - var føddur í 1915 í Sunflower County í júst áðurnevnda Missisippi, har suðuri í USA. 16 ára gamal gjørdist hann prædikumaður, eitt skifti var hann í Memphis, Tennessee, síðani í New York og í 1946 gjørdist hann pastorur í New Bethel Baptist Church norðuri í Detroit, Michigan. C.L. Franklin var tiltikin prædikumaður og sangari og ferðaðist víða, og dótturin var við á ferð og sang. Tað finnast upptøkur, har hon syngur sum fjúrtan ára gomul, og longu her er røddin bergtakandi.

Ray Charles var tann fyrsti sum “sekulariseraði” gospel sangir, og hetta umskiftið stóð í fullum blóma við tónleikinum hjá Aretha Franklin. Sum 18 ára gomul legði hon um til “sekulera” yrkisleið. Pápin stuðlaði henni í hesum, so tað var ikki soleiðis at hetta neyðturviliga elvdi til andaliga tvístøðu. Tað var í lagi, og hon kundi ferðast frítt ímillum. Har við ikki sagt, at yrkisleiðin gekk sum eftir ánni. Franklin hevði fyrst nøkur ár á Columbia Records, har hon gjørdi respektablan tónleik, men uttan stórvegis undirtøku. Á Columbia var hon hampað og snøggað til at vera ein jass popp sangarinna. Tónleikurin bar dám av easy listening, og almenningurin var lunkaður.

Ferð kemur á yrkisleiðina
Í 1966 skifti Franklin til rhythm & blues kraftsentrið Atlantic Records, og tá kom ferð á. Tónleikaframleiðarin Jerry Wexler fekk stóran týdning fyri hennara yrkisleið. Wexler var ateistiskur jødi úr New York við ótrúligum tevi fyri m.a. gospel og soul tónleiki. Hann gav henni størri rásarúm og kontroll. Hon slapp at sameina tað andaliga og tað holdsliga sum henni lysti. "Let Aretha be Aretha” var hugburðurin. Hetta eyðkendi restina av hennara lívi og yrkisleið.

Á Atlantic vendir Franklin aftur til sínar gospel-blues røtur, og úrslitini eru framúrskarandi. Plátan I Never Loved A Man (The Way That I Love You) frá 1967 er ein skjalfesting av hvussu tað ljóðar, tá Franklin saman við Wexler og framúrskarandi Muscle Shoals tónleikatoyminum sleppur sær úr jazz/popp haftinum og fer undir at gera rátt, sveittut og sprongkvæmt soul! Fyrsta lagið tey festu á band var heitislagið 'I Never Loved A Man (The Way I Love You)'. Her sleppur hon bókstaviliga teymunum, og restin er, so segði hon, søga.

Aðrastaðni á somu plátu finna vit eyðkennislagið ‘Respect’. Hetta var ein útmerkaður Otis Redding sangur, sum Franklin umskapaði til ein fylkingarsang, ið fevndi um tíðarandan. Franklin legði sjálv henda partin afturat: "R-E-S-P-E-C-T, find out what it means to me". Stríðsfólk innan bæði borgararættindi og javnrættindi hava tikið sangin til sín. Jerry Wexler segði seinni, at tá Otis Redding hoyrdi upptøkuna av ‘Respect’ var hann greiður á málinum: “she done took my song”. Hetta var ikki illa meint, bert ein staðfesting av, at Aretha var farin avstað við sanginum, og hatta kundi hann ikki toppa.

Borgararættindarørslan
Familjan hjá Aretha Franklin hevði sum áður nevnt sterkt tilknýti til civil rights movement, borgarararættindarørsluna. Hetta endurspeglast eisini í tónleikinum. M.a. tulkaði hon máttmikla og definitiva civil rights fylkingarsangin 'A Change Is Gonna Come' somikið væl, at hennara tulking stendur mát við upprunaútgávuna hjá Sam Cooke. Slíkt hevði lættliga enda galið hjá minni stórbærum sangarum.

Í 1970 kom hon við sínum aftursvari til persónliga mótgongd við inniligu plátuni Spirit In The Dark. Í ’68 hevði hon sungið til jarðarferðina hjá familjuvininum og borgararættindastríðsmanninum Martin Luther King Jr., ið sum kunnugt var myrdur í Memphis, Tennessee 4. apríl sama ár. Árið eftir var hon sundurlisin frá fyrsta manninum Ted White, ið fór illa við henni. Í 1970 kom hin meistarliga Spirit In The Dark sum aftursvar uppá persónliga og samfelagsliga kreppu. Fimm av sangunum hevur hon sjálv skrivað.

Aðrastaðni sýnir hon gott tev fyri funk tónleiki, t.d. á hinum næstan absurd væl svingandi lagnum 'Rock Steady' av plátuni Young, Gifted and Black frá 1972. Havi onkuntíð diskað henda sangin og undrast á hvussu groovy hann er. Tá eg so lesi credits og tjekki hvør spælir við, so undrist eg ikki meir, tí hetta eru veruligir heimsklassatónleikarar úr umrødda tíðarskeiði. M.a. legendariski Bernard Purdie á trummur, Chuck Rainey á bass gittara og Cornell Dupree á gittar. Hesir tríggir leika eisini við á upptøkunum, ið vit skulu síggja og hoyra í kvøld.

Amazing Grace
Amazing Grace er eisini frá 1972. Í fyrsta umfari var talan um eina live plátu, sum altso fekk heitið Amazing Grace. Útgávan slerdi fast við sjeytummaseymi, at óansæð hvat Aretha Franklin annars sang um og hvar hon annars fór á lívsleiðini, so var gospel bæði byrjanin og endin. Plátan er hin best seljandi í drúgvu yrkisleiðini hjá Franklin, og hon er eisini hin best seljandi live gospel plátan nakrantíð.

Tá plátan var innspæld, var Franklin í hæddunum í síni tónlistaligu yrkisleið, við eini rúgvu av hittum og Grammy virðislønum í skjáttuni. Hon avgjørdi at henda verkætlanin skuldi vera ein heimkoma - hon vildi aftur til røturnar í kirkjuni og gospel tónleikinum. Til tess at kunna gera upptøkurnar var ein baptist kirkja í Los Angeles - New Temple Missionary Church - útvegað til endamálið.

Tað hoyrir við til søguna um henda filmin, at upprunaliga vóru videoupptøkurnar óbrúkiligar. Manningin gloymdi av onkrari løgnari orsøk at eyðmerkja upptøkurnar við klapptrøum - “clapperboards” - ið vera brúkt, tá ljóð og myndir skulu synkroniserast. Ein ótrúligur svipsari, og ein av orsøkunum til, at filmurin Amazing Grace ikki er komin í biografarnar fyrrenn nú.

Tónleikaligur leiðari á upptøkunum er Reverend James Cleveland, ið eisini syngur og spælir klaver. Kórið er The Southern California Community Choir við Reverend Alexander Hamilton sum dirigenti. Áðurnevndu Purdie, Rainey og Dupree teljast millum tónleikararnar. Vit eru stødd í eini kirkju, haðani gospel upprunaliga kom og har tað enn verður sungið. Vit eru takksom fyri at sleppa at síggja og hoyra henda filmin, og eg fari við hesum at geva orðið yvir til Aretha Franklin. Takk fyri.