Mynd: Jóannis Kristiansen, 1987. |
Í vetrarhálvuni liggur Leirvík í skugga í tríggjar mánaðir, tvs. at beinleiðis sólarljós rakar ikki bygdina hetta tíðarskeiðið. Tað er av hesi orsøk, at tey hava sólarkaffi í Leirvík fyrsta sunnudag í februar mánaði. Fyri at feira tað, at sólin og lívsins ringrás aftur senda sínar lívgandi glottar inn yvir bygdina. Í tríggjar mánaðir liggur bygdin tó í myrkri, og tá er ikki annað at gera enn at síggja sólina speglast yviri á Kalsoynnið og Borðoynnið. Tá skíggini ferðast framvið dansa skuggarnir á fjallasíðuni. Leirvíkingar búgva við øðrum orðum í holu Platons ein fjórðing av árinum, og tí er einki at siga til um onkur heimspekilig týpa telist millum bygdafólkið.
Leirvík er tað nærmasta eg komi einum heimstaði her í verð, har eg annars mest eri reikari á ferð. "Wayfaring Stranger" sum sangurin sigur tað. Ein annar reikari kom eisini úr Leirvík, hann æt Kaj í Guttastovu, Kaj Johannesen. Hann havi eg hugsað um ein dag sum í dag. M.a. tí at eg fyrr um dagin hevði sæð viðfesta málningin hjá Jóannis Kristiansen, ið tekur motiv frá umhvørvinum haðani Kaj kom. Kaj var ambitiøsur tónleikari, boheme og feinschmeckari - úr Leirvík av øllum støðum.
Fyrstu ferð eg hitti Kaj var tá eg einaferð sum smádrongur upplivdi hann sita í eini stovu í einum húsum í Leirvík, har hann greiddi frá kvøldinum fyri. Hevði ongantíð sæð henda mannin fyrr, men var sera hugtikin av hansara livandi frásøgn. Tey høvdu havt eitt stuttligt kvøld, og tí skilti eg ikki hví hann var so illa fyri nú dagin eftir (mong ár seinni skilti og lærdi eg hvussu slíkt kann hanga saman). Hann tosaði við innliving um, hvussu tey høvdu stokt fisk og etið og hugna sær, og enn tann dag í dag fær tað meg at munga eftir stoktum fiski.
Tá eg var tannáringur og byrjaði at fáast við tónleik burturav, manifesteraði Kaj seg sum royndur trummuspælari og fulltíðartónleikari. Moirae og Taxi, teir dugdu síni ting og vóru í einum klassa fyri seg. Dugnaskapurin fornoktaði seg ikki, hóast ideologisku rembingarnar um aldarskiftið gjørdu seg galdandi í samband við sovorið sum Prix Føroyar, Grót o.a. Fólk høvdu sínar meiningar, og eitt skifti vóru tað tvær flokkingar: tey sum “dugdu at skriva løg og stemma síni ljóðføri”, og so tey sum “løgdu áherðslu á úttrykk og originalitet”. Vit vóru ikki altíð samdir um alt, og eitt skifti kundi tað sæð út sum, at vit hoyrdu til hvør sítt ættarlið innan tónleikin.
Eg vænti tó at tíðin og hennara tonn fara at seta øll hasi tingini í perspektiv. Tað stutta av tí langa er, at eg síggi okkurt sera virðismikið í einum persóni sum Kaj. Fyri okkum unglingar við slekt úr Leirvík var Kaj ein slóðari á tónleikaøkinum. Fyri ikki at tala um temalagið til Gekkin og kultbandið hjá Húskallum, sum var dryppað í Leirvíks-mytologi alt sum tað var. Kaj var sín egni. Ein eksentrikari í orðsins rætta týdningi. Mangan ófordragiligur, men eisini hjartaligur.
Nøkur ár seinni komu gøtisku bólkarnir at ganga í fótasporum hjá Moirae og Taxi. Fyrst Clickaze og síðani Gestir. Tá vit í 2003 vunnu Prix Føroyar við Gestir høvdu Kaj og eg eitt prát til afterparty uppi á Hotel Føroyum. "Tað góða er at tit eru so ungir enn, og tit hava vónandi nógv ár frammanfyri tykkum" segði hann. Tað lá kanska tað í tí, at tíðin var nú vorðin ein onnur, og møguleikarnir hjá okkum ungu fleiri og fjøltáttari. Tá Kaj og co. byrjaðu við tónleikinum snúði tað seg um at skapa okkurt burturúr ongum. Ikki tí, tað ger tað enn og allar dagar, men tað var okkurt klókt í hasi viðmerkingini kortini.
Tað eru nógvar søgur og anekdotur sum standa eftir í minninum. Ikki bara hjá mær, men eisini hjá so nógvum øðrum. Eisini millum tónlistaligu starvfelagar mínar her í Havnini stendur Kaj ljóslivandi.
Síðstu ferð eg ordiliga sá Kaj var í juli mánaða, tá vit vóru við familjuni og ferðaðust í Leirvík nakrar dagar. Veðrið var av tí fagrasta hesar dagarnar, og vit gingu fleiri túrar, har eg vísti Solveig og Hanus Mikael runt í heimbygdini, haðani eg havi so mong minni. Ein dagin gingu vit oman eftir tí, sum eitur Regnavegur. Minnist meg rætt er hetta ein tann elsta gøtan í bygdini. Hon er avmynda á málninginum hjá Leirvíksmálaranum. Jógvanstova og Guttastova liggja báðumegin við, tá tú gongur omaneftir. Tá vit koma omaneftir síggi eg, at Kaj situr stórsmílandi úti í túninum í bakandi sólskini. Í sólbrillum, prátandi í telefon. Eg sigi so við Solveig, “her síggja vit so eina Leirvíks-legendu”. Eg veitri til hansara, og hann veitrar aftur. Tað er ein góð mynd at hava í huganum.
Eg veit at hann eisini var og lurtaði, tá vit spældu útikonsert við Høgna á krokettvøllinum nakrar vikur seinni. Í sama umhvørvi longur yviri á Bakka búði einaferð ein gomul kona, sum altíð stóð við vindeygað og hugdi út í verðina, tá vit unglingar gingu framvið. Hana hugsi eg um hvørja ferð eg hoyri sangin.
Comments
Post a Comment