Avmyndaður við málningin Liszt am flügel hjá Josef Danhauser (1840) á Alte Nationalgalerie, Berlin 2012. Mynd: Solveig H. Olsen. |
Niðanfyri havi eg viðfest onkrar søguligar upptøkur við framførslum av tónleiki hjá Beethoven.
Klaverkonsert upptikin í stereo undir bumbuálopi í Berlin í 1944. Artillaríbrestir hoyrast í teim stillu brotunum. Upptøkutøkningurin æt Helmut Krüger, og starvsfelagarnir kallaðu hann Krüger Krüger, tí hann tók upp í stereo. Tað er nú skemtiligt, hóast hetta var eitt mikið álvarsamt høvi:22. november 1963. Kennedy var ein hetja fyri alla tjóðina, men Boston var hansara heimstaður. Boston Symphony Orchestra spældi konsert í Symphony Hall henda fríggjadag seinnapart. Sorgarboðini komu í steðginum, og broyting mátti gerast í skránni. William Shisler, bókavørður hjá Boston Symphony (hvat er ein symfoni uttan ein bókavørð?) var sendur oman í arkivið eftir nótunum til "Funeral March" hjá Beethoven. 2. satsur úr Eroica symfoniini. Orkestrið fekk nótarnar meðan tey sótu á pallinum. Útvarpsrásin WGBH gjørdi hesa upptøkuna, har tónleikastjórin Erich Leinsdorf at byrja við boðar áhoyrarafjøldini frá tí sum er hent. Hetta var, so segði hann, áðrenn sosialar miðlar. Og so fara tey bara í gongd við eina fullfermda versión av 'Funeral March'. Hetta er livibreyðið hjá klassiskum tónleikarum - at ganda uppá kommando:
9. symfoni er fyri mítt viðkomandi rættiliga óloysiliga knýtt at Kubrick klassikaranum A Clockwork Orange, har høvuðspersónurin Alex hevur eina, skulu vit siga sermerkta, støðu til tónleikin hjá Beethoven. Wendy Carlos veitti fantastiskar og framskygdar Moog tulkingar av brotum úr m.a. 9. symfoni:
Wendy Carlos - March From A Clockwork Orange from Naoyoshi K-Spectacularsurf on Vimeo.
9. symfoni sigst at hava havt avgerandi týdning fyri longdina á fløgum. Eitt annað poppmentanarligt samband millum Beethoven og 1970-ini er sjálvandi Saturday Night Fever, ið hevði 'A Fifth of Beethoven' hjá Walter Murphy við á soundtrackinum. Motiv úr 5. symfoni hjá Beethoven í disco útlegging! Alt annað líka nokkso ringur smakur, men kann eisini hoyrast við einum glimti í eyganum:
Nærkast vit árinum í ár, árinum sum nú er við at enda, so má henda serstaka framførslan við. Alicia Keys framførdi 1. sats úr Mánaskinssonatuni til minnishaldið fyri Kobe Bryant og Gianna Bryant í Staples Center í Los Angeles. Kobe Bryant var Beethoven fjeppari og lærdi seg at spæla sonatuna til tess at imponera konu sína. Ein rørandi og intens upptøka, og ja, spurningur kann setast við hvussu tað er hjá konuni og teimum nærmastu at vera hjástødd til eina slíka løtu, ið verður varpa út um heimin allan. Men henda upptøkan eyðmerkti seg sum nakað av tí mest amerikanska eg hevði sæð í langa tíð, tá eg sá hana í mars mánaða. Hetta er eitt verk eftir tað, sum helst er hitt mest sermerkta tónaskaldið í teirri klassisku evropeisku siðvenjuni, her í tulking hjá einum av fremstu afrikanskt-amerikansku framførarum í okkara tíð. Til eina so syrgiliga og rørandi hending sum hetta.
Comments
Post a Comment