Nú við signeraðum eintaki av Eivør Pálsdóttir (Tutl, 2001). |
Í hesum sambandi havi eg til stuttleikar funnið fram ummælið, ið eg skrivaði um plátuna fyri 20 árum síðani. 31. januar 2001 stóð hetta at lesa í ungdómsblaðnum "Krydd" hjá Dimmalætting - her kemur tað í óredigeraðari útgávu. Niðast havi eg lagt nakrar myndir og hugleiðingar afturat.
Eivør v. bólki útgávukonsert í Tutl 26. februar 2001. Egin mynd. |
EIN FERÐ INN Í TÓNLEIKIN
Dimmalætting 31. januar 2001:
Síðan hon gjørdist ársins songrødd í 97, hevur Eivør Pálsdóttir ment seg nógv sum sangarinna. Hon hevur roynt seg innan ymiskar tóonleikagreinir og hevur verið við í fleiri tónleikabólkum. Av hesum kunnu nevnast Clickhaze og núverandi bólkurin Ivory. Tað eru tónleikararnir í Ivory, ið spæla á nýggju solo-fløguni.
Tað fyrsta tú leggur til merkis, er húsin. Hann er vakur og elegantur, og teir báðir Niels Arge Galán og Uni Árting hava greitt hann sera væl úr hondum. Í heftinum standa allir tekstirnir (tað vantar ofta á fløguútgávum), uppsettir og við myndum millum sín, so tað er ein fragd at síggja.
Ljóðið á fløguni er sera gott, og er hon tí ein fragd at lurta eftir. Tey fýra; Eivør, Mikael, Búi og Brandur vita hvat tey gera, og er góðskan eisini har eftir. Um hugsað verður um føroyska tónleikamarknaðin annars, er henda fløgan ein sannur glotti í myrkrinum av vánaligum útgávum við vánaligum ljóði. Umframt Eivør tónleikararnir Mikael Blak, Búi E. Dam og Brandur Jacobsen, og tey skapa góðskuna á fløguni.
Fløgan kann býtast upp í tveir partar; fyrra helvtin er løtt og íoyrafallandi, og seinna helvtin er heldur tyngri og meira traditionell.
Fløgan byrjar væl við tí ljósa og íoyrafallandi lagnum 'Ástarstund', ið Eivør sjálv hevur skrivað orð og lag til. Síðan koma 'Randaðu rósur', ein jazz ballada yvir yrking eftir Janus Djurhuus, og 'Vakrasti dreymur', sum Eivør eisini sjálv hevur skrivað orð og lag til.
Ein stór styrki hjá Eivør er, at hon dugir sum fáur at innliva seg í tað, hon syngur. Um tað so er poppur, kirkjusangur, jazzur ella rokkur, megnar hon at gera tónleikin veruligan og livandi við síni rødd. Hetta kemur henni til góðar á solofløguni, har hon hevur valt at tulka og framføra rættiliga fjølbroytt tilfar. Tú finnur bæði kingoløg og eitt kvæði á fløguni.
Eisini tulkar hon yrkingar og løg eftir eitt nú Pól F. Joensen, Hanusi G. Johansen, Regini Dahl, Rúna Bjarkhamar, Búa Dam, Janus Djurhuus, H.A. Djurhuus o.ø. Hetta er tó ikki nakar trupulleiki, tí sum sagt gerst tónleikurin livandi, tá Eivør syngur hann. Ymsu søgurnar, ymsu yrkingarnar og ymsu stemningarnir á fløguni standa ljóslivandi fyri tær, sum tú lurtar.
Lítli við á konsert <3 Reyði talismanurin, ið sveimar yvir høvdunum, eitur On High. |
Fyri tíð síðani hevði Eivør konsert í Losjuni í Gøtu, har Hans Jacob á Brúnni, ið er langabbabeiggi Eivør, eisini luttók. Hann tók soleiðis til, at um langabbabróðurdóttirin vildi hava seg við á fløguna, so kundi hann ikki vera so øgiliga gamal.
Hetta er eisini ein gjøgnumgangandi tráður á fløguni; at tónleikurin gerst ongantíð ov gamal, ov "ómodernaður", ella ov fremmandur til, at ein ikki kann taka hann upp aftur, og framføra hann í nýggjum hami.
Hetta sæst væl í sanginum "Føroyar mín móðir"; kenda yrkingin, sum Eivør hevur sett nýtt lag til. Lagið byrjar við einari ljóðmynd við guitara, bassi, trummum og sangi. Hetta skapar eina serliga atmosferu, eina mynd, ið kundi verið illfýsna føroyska veðurlagið. OKkara føroyska móðir, sum yrkingin jú er um, stendur so at siga framman fyri okkum, í øllum hennara veldi.
Eivør tekur okkum við á eina dynamiska ferð gjøgnum føroyska tónleikasøgu, sína egnu tónleikasøgu, og eisini gjøgnum søgurnar í teimum ymsu yrkingunum. Men kortini er rúm fyri tí einfalda og friðsæla á fløguni. 'Lítla barnið', ið mamma Eivør, Sædis, hevur yrkt, er ein einføld og vøkur vøgguvísa um tann altumfatandi móðurkærleikan. 'Jesuspápin' eftir Búa Dam, er eisini eitt lag ið kann sigast at vera einfalt og næstan naivt. Men í hesum løgunum er ein hvílandi tryggleiki, sum er alt annað enn naivur.
Eitt gjøgnumgangandi tema á fløguni er nevniliga kenslan av tryggleika, at vera eitt við alt; eitt við umheimin, eitt við móðurlandið, eitt við náttúruna og eitt við trúnna. Fyri at skapa hesa kenslu fer Eivør víða hvar; bæði í síni egnu nýmótans løg, í løg og yrkingar eftir fleiri kendar føroyingar og enntá aftur í kingosangin og kvæðini. Kortini er fløgan samanhangandi og stendur sum ein heild fyri lurtaranum. Tað má sigast at vera væl klárað av einum so ungum sangara og tónaskaldi.
Samanumtikið hevur Eivør givið okkum eina góða fløgu, ið vit eiga at ogna okkum og gleðast yvir.
Eftir framførsluna nýttu systir mín Sunneva og eg høvið til at fáa eitt prát, ogna okkum eintak av LPini og fáa hana signeraða. Ein hugnalig løta. Mynd: Sædis Eilifsdóttir. |
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt :) Mynd: Sædis Eilifsdóttir. |
Eitt, sum eg legði merki til á konsertini fríggjadagin, og sum eg eisini skrivi um í ummælinum frá 2001, er tað tónleikaliga fjøbroytni sum er tilstaðar longu frá byrjan hjá Eivør. Gamaní var ein áherðsla á jass hjá henni og bólkinum Ivory, sum hon leikti við tá, men har er eisini nógv annað í tónlistaligu grýtuni. Hetta hevur í grundini verið hennara eyðkenni líka síðani. Plátuskráin hevur ferðast víða - frá jassi til etniskan og siðbundnan tónleik til kontri, sálmasang, klassiskt, rokk, tripp hopp, art popp og synth popp.
Tey tjóðskaparligu og siðbundnu elementini á debutplátuni eru eisini týðiligari í dag, enn tey vóru fyri 20 árum síðani. Ella eri eg vorðin meira tilvitaður um tey. Eivør er í føroyskum búna á plátuhúsanum, og tilfar sum 'Føroyar mín móðir', umframt kvæði og kingo talar sítt greiða mál. Her snýr tað seg um tjóðskaparliga tilknýtið. Tíðin var ein onnur. Tað tjóðskaparliga spældi ein stóran leiklut um aldarskiftið, tá fullveldisrembingar fóru yvir landið. Eitt slag av samleikaskapan og mentanarligari endurburðartíð eftir niðurtúr og fíggjarkreppu í 90árunum. Eg havi skrivað eitt sindur um hetta í vísindaligu greinini "Tónar av manna munni - um tað siðbundna í samtíðini" í Frændafundi 9 við perspektivum til eldri tíðarskeið í 20. øld.
Ummælið er eisini eitt produkt av síni tíð: "Um hugsað verður um føroyska tónleikamarknaðin annars, er henda fløgan ein sannur glotti í myrkrinum av vánaligum útgávum við vánaligum ljóði." Soleiðis var støðan mangan tá. Í dag er heilt øðrvísi á hesum øki. Vælljóðandi útgávur eru so at siga standardur innan føroyskan tónleik. Tíbetur hevur gongdin verið góð á tí økinum. Eitt annað, sum eg minnist frá teirri tíðini er, at tað vóru fá spælistøð. Einki sjálvsagt var í hesum, at fara út at spæla egnan tónleik. Originaltónleik, so segði hann. Eisini á hesum øki er nógv vent til tað betra.
Nú er bert at vóna, at føroyskur tónleikur hórar undan teirri kreppu, ið hevur lagt mangt virksemi lamið seinasta árið. Tey, ið liva av at framføra tónleik, hava í hvussu so er ikki havt góð kor hesa tíðina, tó at studiovirksemið hevur verið nógv, og eisini er nokkso fitt av nýggjum bólkum komið afturat síðsta árið.
Vit mugu tó eisini minnast til at virða tey, ið taka tað langa hálið og leggja lív og sál í tað. Eivør er ein teirra. Vit eru signaði at vera frammi á døgum og kunna fara á konsert hjá henni. Komandi ættarlið fara at øvunda okkum hetta. Sigast má, at Eivør og co. løgdu væl frá landi fyri 20 árum síðani. Nú melur Eivør Pálsdóttir eisini undir nálini her heima. Á vinyl sum LP. Takk fyri okkum.
Comments
Post a Comment