Modernisturin úr Ebenezer

(Sosialurin, "Vikuskifti", 12. mars 2021).

Nýggjur heimildarfilmur er krás fyri áhugað í Ingálvi av Reyni.

Ummæli av: Ingálvur: Ferðin inn í tað ókenda (heimildarfilmur, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen, 2021). 5 stjørnur út av 6.

Eg minnist ikki nær eg fyrstu ferð fekk eyguni upp fyri listini hjá Ingálvi av Reyni (1920-2005). Omma og abbi í Havn høvdu onkran málning hjá honum hangandi, og hesar málningar havi eg upplivað síðani eg var smádrongur. Hetta mugu sigast at vera drúgv verk, tí enn eri eg ikki vorðin troyttur av at hyggja at teimum.

Tá eg síggi Ingálv av Reyni endurgivnan á filmi og á myndum, kann eg ikki lata vera við at hugsa um abba mín, Knút E. Háberg (1920-2005). Teir báðir, abbi og Ingálvur, vóru javngamlir, giftust sama ár og andaðust við stuttum millumbili. Teir høvdu sína regluligu gongd í samkomuni Ebenezer og samstarvaðu eisini tónleikaliga. Medferðin hjá teimum var ikki ólík, og teir høvdu eisini líknandi klædnastíl á eldri árum. Men har heldur samanberingin eisini uppat, tí meðan abbi livdi eina borgarliga tilveru sum sparikassamaður, halgaði Ingálvur seg fult og heilt til lívið sum listamaður.

Fyri gott tjúgu árum síðani var heimildarfilmurin Svartur sannleiki (Primus Film, 1999) sýndur í SVF, og tá var eg sjálvur um tjúgu ára aldur. Lýsingin av listamanninum var stak hugtakandi. Ein dámligur og eyðmjúkur maður, ein “vanligur” Havnamaður, ið samstundis var púra treytaleysur í síni listaligu tilgongd. Hann setti orð á mangt, sum byltist innaní, og hann hevði eitt langt lív, drúgvar royndir og stórfingin avrik at vísa á.

Listaliga strembanin
Í Svartur sannleiki er tað Ingálvur sjálvur, ið hugleiðir um sítt listaliga arbeiði, og høvuðsfrásøgnin í filminum er um listaligu strembanina. Kenda reglan “Tað er flott, men er tað gott?” tekur samanum tað ivasemi, ið altíð fylgir listamanninum í hansara áhaldandi leitan. Filmurin er góður og heilstoyptur, men er ein fyrst vorðin hugtikin av søguni, so vil ein sjálvandi vita meir. Tí var tað forkunnugt at hoyra teir báðar dokumentaristarnar handan filmin, Hans Petur Hansen og Dánjal Højgaard, í samrøðu í Nón í ÚF í vetur, har teir greiddu frá arbeiðnum at gera ein film afturat burturúr tí nógva tilfari, ið lá óbrúkt eftir fyrra filmin. Yvir trý ár frá 1996 til 1999 fylgdu teir Ingálvi av Reyni, úti sum heima.

Tað var tí við spentni, at ein fór til frumsýning, ið Filmsfelagið skipaði fyri í fullsettum Havnar Bio. Ferðin inn í tað ókenda vísti seg eisini at vera ein bæði hugtakandi, upplyftandi, rørandi og stuttlig filmsuppliving, ið kom víða um. Hetta er ein útdýpandi mynd av listamanninum og menniskjanum Ingálvi av Reyni, har tey, sum livdu tætt at honum - konan, børnini, listafólk, listfrøðingar, vinir, mentafólk o.o. - eisini koma til orðanna og fáa lýst persónin og lívið saman við honum. Gamaní er ongin kvinnuligur fakpersónur millum tey tosandi høvdini í filminum, men hinvegin teljast Bárður Jákupsson, listamaður, og Nils Ohrt, listfrøðingur, millum teirra, ið hava arbeitt mest við listini hjá Ingálvi av Reyni í fakligum høpi.

Sigast skal, at Ferðin inn í tað ókenda ikki er ein lýsing av sangaranum Ingálvi av Reyni. Summi meta, at hann var ein líka dugnaligur sangari sum listamálari, men í hesum filminum fylgja vit listamálaranum og sleppa at dvølja við hansara lív og virki. Tað er í lagi, tí tað hevði í grundini verið spell, um sangarin bert var við sum ein viðfáningur. Vit sleppa tó at síggja hann syngja saman við øðrum á møti í Ebenezer, og tað er ein sigandi løta millum aðrar. Eftir sýningina savnaðust eftirkomarar og dokumentaristarnir báðir niðri við løriftið, og tá kom ein spurningur úr salinum um sangaran Ingálv. Tá helt Dánjal Højgaard fyri, at tað kundi í grundini verið gjørdur ein heilur filmur um sangaran Ingálv av Reyni. Har eri eg samdur.

Í filminum ferðast vit aftur og fram í tíð. Bulurin í frásøgnini er upptøkurnar frá síðst í 90árunum, men klipt verður javnan til nútíðina, har ymisk viðkomandi perspektiv koma fram. Eisini eru onkrar eldri upptøkur, og vit fáa sum heild meira at vita um lívið hjá listamanninum, um familju, gerandislív, trúgv og mangt annað. Vit fáa eisini meira at vita um ta listaligu stremban, ið var grundtátturin í hansara lívi.

Tilveruliga kabalin
Bárður Jákupsson, listamaður, sigur einastaðni í filminum, at ongin okkara bara er eitt ting. Vit eru øll samansett. Og her var Ingálvur av Reyni ein, sum megnaði at sameina ella liva við ymsu síðunum av tilveruni.

Mangan hevur stereotýpa ímyndin av hinum villa og uppofrandi listafólkinum verið dyrkað. Í øllum førum síðani romantikkin hava vit sæð eina klovning millum tað rationellu vísindaligu Apollónsku tilgongdina øðrumegin, og hitt villa listaliga Dionýsiska stríðið hinumegin. Í romantikkinum gjørdist líðing hins unga Werthers hjá Goethe eitt ideal, og grundtankin, at tilveran sum listafólk er ósambærilig við eitt normalt borgarligt lív, fekk veruliga fótin fyri seg.

Eisini í Føroyum kenna vit listafólk av hesum slag. Regin Dahl (1918-2007) var ein, ið hevði torført við at sameina lívið sum listafólk við borgarligu tilveruna og leiklutin sum familjumaður. Dahl dyrkaði sjálvur ímyndina av bohéme listamanninum, ið er “útlagin úr gerandislívinum”, og hann gjørdist eisini ein slíkur. At hann so harumframt var útlagin føroyingur í Danmark, styrkti bert um ósameiniligu lívsstøðuna.

Her er Ingálvur av Reyni ein heilt annar. Ferðin inn í tað ókenda undirstrikar hvussu hann var kjølfestur í sínum gerandislívi sum familjumaður og borgari í Havn. Tað eydnaðist honum onkursvegna at sameina stabilu tilveruna sum pápi við tilveruna sum treytaleyst listafólk, ið millum annað fór á myndandi ferðir til listaliga metropolin París. Skal ikki siga, at tað ikki onkuntíð hevur verið krevjandi at havt henda listamann sum pápa og maka, men at síggja og hoyra konuna og børnini hjá honum greiða frá í filminum er rørandi.

Ingálvur av Reyni fekk onkursvegna tilveruligu kabalina at ganga upp. Hesum havi eg virðing fyri, tí hann var ikki bara eitt hissini listafólk, men eitt listafólk sum ófrávíkiliga fylgdi síni sannføring og ongantíð steðgaði á.

Modernisma
Fakligu heimildarfólkini í filminum gera okkum greitt, at Ingálvur av Reyni var modernistur. Modernisman er tann grundleggjandi stevnan, ið eyðkennir hansara listaligu tilgongd, og tað listina, ið hann gjørdist partur av. Jack Kampmann (1914-1989) legði honum lag á, og framsýningin, ið Ingálvur av Reyni hevði í eini skúlastovu í Gamla kommunuskúla í 1961 gjørdist eitt vegamót í føroyskari myndlist. Við hesi framsýningini kom modernisman til Føroya, eins og Nils Ohrt staðfesti í grein í vetur (“Tá modernisman kom til Føroya”, Dimmalætting 18. des. 2021). Hvørki meir ella minni.

Modernisman var ein global og tvørlistalig rørsla ella stevna í fyrstu áratíggjum í 20. øld. Hon legði stóran dent á, at listin skuldi samsvara við upplivingarnar og og virðini í modernaðu ídnaðargjørdu verðini - við lívið í modernitetinum. Modernistisk listafólk løgdu seg eftir at skapa ímyndir, tilfar og teknikkir, ið kundu endurspegla veruleikarnar og vónirnar í modernaðum samfeløgum. Modernisman vrakar í mongum føri søguna og konservativ virðir. Hon leggur dent á nýhugsan og royndarvirksemi, hevur lyndi til abstraktión/tað úrtøkiliga og er upptikin av tilfari, teknikkum og prosessum.

Innan tónlistina var Arnold Schönberg (1874–1951) ein hin týdningarmesti modernisturin. Hansara útsøgn "Musik soll nicht schmücken, sie soll wahr sein" (“tónleikur skal ikki prýða, hann skal vera sannur”) tekur væl samanum modernistisku stevnuna. Í myndlistini kenna vit líknandi tankar frá Marcel Duchamp (1887-1968), hvørs readymade standikumma frá 1917 setti konseptlist á breddan. Hetta eru uppgerðir við vanahugsan um list og vakurleika. Listin kann ikki longur bert endurtaka tað, sum tey í fyrndini hildu vera pent og dámligt fyri eygu og oyru, tí hon má fara longri í strembanini.

Í Ferðin inn í tað ókenda síggja vit Ingálv av Reyni á vitjan á kunstakademinum í Keypmannahavn - nógv ár eftir, at hann sjálvur gekk har. Hann eygleiðir tað, sum núverandi ættarlið av ungum listafólkum arbeiða við og heldur fyri, at yngru ættarliðini eru fríari enn hansara ættarlið var. Tey arbeiða meira heimspekiliga við ymsum grundleggjandi spurningum. Júst tað heimspekiliga er afturvendandi í list í 20. øld, og serliga 60árini vóru tíðarskeiðið, tá eitt skifti frá list sum ideal til list sum heimspeki fór fram.

Søguliga medvitið nýbrot
Umráðandi er at hava í huga, at hóast modernisman vrakar søguna, so er hon ikki søguleys. Heldur snýr tað seg hjá modernistiskum listafólkum um at kenna sína søgu og vita hvat kom frammanundan, so tað slepst undan at endurtaka gamlar formar. Tað snýr seg um leitanina eftir tí nýggja og ókenda, ið kann bróta frá og kanska leggjast afturat tí, sum var. At gera upp við gomlu formarnar, hóast ein kennir teir.

Ingálvur av Reyni hevði eisini djúpa virðing fyri gomlu meistarunum, og andlitið glógvar tá hann í filminum greiðir frá verkum hjá sínum stóru fyrimyndum. Hann hevur tó eyðsýniliga ongan áhuga í at endurtaka tað, sum hini gjørdu. Her kemur Gunnar Hoydal væl til orðanna í filminum, tá hann sigur, at Ingálvur er hvørki soleiðis, sum tey vóru tá, ella soleiðis sum tey eru nú. Hann er sín egni.

Nils Ohrt, listfrøðingur, vísir til tekstin, sum Karsten Hoydal (1912-1990) skrivaði í katalogið til sýningina frá 1961. Hoydal greiðir frá eini hending, har hann gongur saman við einum smádrongi niðan móti einum húsum. Smádrongurin heldur fyri, at húsini eru grøn, men Karsten Hoydal “veit” at húsini eru grá. So hvørt sum teir nærkast, má hann kortini viðganga, at drongurin hevur rætt. Her sum teir báðir ganga, í tí ljósi og umstøðum, ið gera seg galdandi, eru húsini veruliga grøn á at líta. Hetta er kjarnin í tí heila. Ohrt leggur afturat, at listin kann lata heimin upp fyri okkum, og fáa okkum at síggja hann av nýggjum. Okkara vanda hugsan um heimin kann lættliga seta seg ímillum sansaligu upplivingina og tað, sum vit eru von við at minnast og sannroyna.

Trúgvandi modernisturin

Tað er fantastiska hugtakandi at hugsa sær, at tað var Ingálvur av Reyni, ið gjørdist umboð fyri modernistiskt nýbrot í Føroyum. Hesin eyðmjúki og blíði persónur, ið var mikið vælumtókur sunnudagsskúlalærari í Ebenezer og sálmasangari í serflokki. At hann samstundis hevði eitt slíkt listaligt dýpi í sær og prógvaði seg sum ekkaleysur og fullkomiliga óbundin modernistur. Tað er stórt.

Traditionalistiskur og konservativur kristindómur ber annars ikki orð fyri at vera serliga frílyntur og hevur mangan lagt dent á forboð og formaning. Ein antin/ella hugburður hevur verið køvandi á listaliga økinum, har hin frælsa listin verður sæð sum ein hóttan. Ikki minst hin modernaða listin, hvørs radikalu eyðkenni tykjast hótta siðbundnu virðini. Men er modernisman veruliga í andsøgn við konservatismu?

Ingálvur av Reyni var ein trúgvandi persónur, og í filminum orðar hann seg vakurt og neyvt um hesi viðurskifti. Eitt religiøst menniskja, sum sagt verður um hann. Kortini málaði hann ikki religiøs motivir. Skilt á tann hátt, at tað boðandi og kunngerandi ikki legði seg sum eitt haft um hansara list. Hetta hevur annars eyðkent nógva kristna list í modernaðari tíð, har tráanin eftir at boða og missionera gongur útyvir listaligu og fagurfrøðiligu dygdina í tí framborna. Eisini her megnar Ingálvur at byggja brýr og sameina ymsar heimar. Hansara list inniheldur ikki religiøs motiv, men ein religiøsur dámur er í partum av hansara list, og hann tykist eisini hvíla í sannføringini um, at listaliga strembanin, trúgvin og gerandislívið alt er ymsar síður av somu søk.

Her er hann ikki ólíkur amerikansku abstraktu ekspressionistunum í tíðini eftir Seinna veraldarbardaga. Í teirra list og hugsanum um list sæst ein langtan eftir tí mýtiska, abstrakta, metafysiska, ókenda, heilaga og tíðarleysa. Líknandi tankar síggjast somuleiðis hjá avantgarde tónaskaldinum John Cage (1912-1992). Cage vildi fegin skræða siðvenjuna sundur, tvs. tað vesturlendsku siðvenju, sum var íkomin síðani upplýsingartíðina. Men hann leitaði eisini eftir onkrum djúpari. Eftir tí, sum var universelt og tíðarleyst. Tí, sum er galdandi “Gjøgnum tíð og rúmdir”, sum frálíka heitið á stóra málninginum hjá Ingálvi av Reyni frá 2002 sigur tað so væl.

--

Hetta og annað mangt kveikti rørandi filmsupplivingin í Havnar Bio herfyri. Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda er 84 minuttir til longdar, og tað er ein sæla at sleppa at kava niður í eina slíka filmsfrásøgn.
Tað er ikki oftari enn so, at vit føroyingar síggja okkum sjálvi á filmi og spegla okkum í heimligum persónum og viðurskiftum. Tí er tað ein serstøk hending hvørja ferð, hóast tað so smátt byrjar at leggjast afturat føroysku filmslistini. Og tá vit sum í hesum føri sleppa at hyggja eftir hágóðsku heimildarfilmi um okkara higartil størsta myndlistafólk - um ikki okkara mest týðandi listafólk yvirhøvur - er lætt at lata seg bergtaka. Øll áttu at hugt eftir hesum filminum, um tað so er á stóra løriftinum, heima í stovuni ella á teirri flytføru tóleindini, ið ein hevur við hondina. Framúr.

Comments