Brølandi 20-ini

King Oliver's Creole Jazz Band, Chicago uml. 1923. F.v.: Honorey Dutré (trombone), Baby Dodds (trummur), King Oliver (aftast, kornett), Louis Armstrong (fremst, 2. kornett), Lil Hardin (klaver), Bill Johnson (banjo/bass), Johnny Dodds (klarinett).

Í seinastu fimm Mono sendingunum hava vit verið á ferð gjøgnum Brølandi 20-ini - The Jazz Age - tíðina, tá jassur var poppur og fór um allan (vestur)heimin eftir bert fáum árum. "The Roaring Twenties" á amerikanskum = tey brølandi tjúgini. “Années Folles” á fronskum = tey "svøku" ella "fjákutu" árini. "Glückliche Zwanziger Jahre" á týskum = tey gyltu tjúgini.

Evnini vóru hesi: 1. New Orleans og býarblues, 2. Hits og standards, 3. Gershwin og Copland, 4. Onnur amerikansk tónaskøld og 5. Evropa og jassur. Ætlanin var at gera eina heila sending um evropeiskan jass, tvs. undirhaldstónleik og jass úr Evropa í 1920-unum, men - og nú fornermi eg kanska onkran - nógv av tí evropeiska jassinum frá teirri tíðini ljóðar sum rotið kopi av amerikanskum fyrimyndum. Tað er ikki fyrrenn seinni, at evropearar finna stevið, so segði hann. Tó snúði síðsta sendingin seg um evropeiska tónsetingarlist sum heintaði íblástur úr "The Jazz Age".

Niðanfyri eru playlistar frá sendingunum, onkrar myndir og til endans ein Spotify leinkja til tónleikin frá sendingunum.

King & Carter Jazzing Orchestra. Lítið fæst at vita um henda bólkin frá Houston, Texas, ið var avmyndaður í 1921.
 Mono: Brølandi 20ini 1:5 New Orleans og býarblues

  1. Original Dixieland Jazz Band: ‘Livery Stable Blues’ (1917)
  2. New Orleans Rhythm Kings: ‘She’s Crying For Me’ (1925)
  3. King Oliver’s Creole Jazz Band: Dippermouth Blues (1923)
  4. King Oliver And His Creole Jazz Band: ‘Snake Rag’ (1923)
  5. Louis Armstrong & His Hot Five: ‘Heebie Jeebies’ (1926)
  6. Louis Armstrong: ‘Basin Street Blues’ (1928)
  7. Kid Ory: Ory’s Creole Trombone (1922)
  8. Jelly Roll Morton’s Red Hot Peppers: ‘Black Bottom Stomp’ (1926)
  9. Sidney Bechet/Clarence Williams’ Blue Five: ‘Wild Cat Blues’ (1923)
  10. Mamie Smith & Her Jazz Hounds: ‘Crazy Blues’ (1920)
  11. Ma Rainey & Her Georgia Jazz Band: ‘Booze and Blues’ (1924)
  12. Ida Cox: ‘Wild Women Don’t Have The Blues’ (1924)
  13. Bessie Smith: ‘St. Louis Blues’ (1925)

Josephine Baker dansar Charleston á Folies Bergère, París í 1926.
 Mono Brølandi 20ini 2:5 Hits og standards

  1. Ray Miller and His Black White Melody Boys: ’The Sheik of Araby’ (1922)
  2. Paul Whiteman and his Orchestra: ‘The Charleston’ (1925)
  3. Ben Bernie and his Orchestra ‘Sweet Georgia Brown’ (1925)
  4. Ethel Waters: ‘Dinah’ (1925)
  5. Fletcher Henderson: ‘Sugar Foot Stomp’ (1925)
  6. Sam Lanin’s Dance Orchestra: ‘Bye Bye Blackbird’ (1926)
  7. Bix Beiderbecke: ‘Singin’ The Blues’ (1927)
  8. Al Jolson: ‘Blue Skies’ (1927)
  9. Hoagy Carmichael & His Pals: ‘Stardust’ (1927)
  10. Duke Ellington & His Washingtonians: ‘East St. Louis Toodle-Oo’  (1927)
  11. Duke Ellington: ‘Creole Love Call’ (1927)
  12. Leo Reisman and His orchestra, vokal Lew Conrad: Ain’t Misbehavin’ (1929)
  13. Annette Hanshaw: ‘Daddy Won’t You Please Come Home’ (1929)
  14. Cab Calloway: ‘Minnie The Moocher’ (1931)

George Gershwin avmyndaður tíðliga í 1930-unum.

New York City á náttartíð, uml. 1920. Rhapsody in Blue (1925) hjá George Gershwin verður m.a. sæð sum eitt musikalskt portrett av New York í "The Jazz Age".
  Mono Brølandi 20ini 3:5 Gershwin og Copland

  1. George Gerswhin/Paul Whiteman and His Orchestra: Rhapsody in Blue (1927)
  2. George Gershwin/Victor Symphony Orchestra, Nat Shilkret & Paul Whiteman: An American In Paris (1929)
  3. Aaron Copland/Aaron Copland, Leonard Bernstein & New York Philharmonic: Concerto For Piano and Orchestra “I. Andante Sostenuto” (1926) - innspæling frá 1962
  4. Aaron Copland/Aaron Copland, Leonard Bernstein & New York Philharmonic: Concerto For Piano and Orchestra “I. Molto Moderato”(1926) - innspæling frá 1962

Aaron Copland í París tíðliga í 1920-unum.

Ovast t.v: John Alden Carpenter (1876-1951).
Niðast t.v: Florence Beatrice Price (1887-1953),
Ovast t.h: William Grant Still (1895-1978),
Niðast t.h: George Antheil (1900-1959)
 Mono Brølandi 20-ini 4:5 Onnur amerikansk tónaskøld

  1. John Alden Carpenter: Krazy Kat: A Jazz Pantomime (1922) - innspæling frá 1977 við Los Angeles Philharmonic undir leiðslu av Calvin Simmons
  2. William Grant Still: Darker America for Orchestra (1926) - innspæling frá 2010 við American Symphony Orchestra undir leiðslu av Leon Botstein
  3. Florence Beatrice Price/Samantha Ege: Fantasie Negre No. 1 in E Minor (1929) - innspæling av Samantha Ege í 2021
  4. George Antheil: A Jazz Symphony (1925) - innspæling frá 1989 við Ivan Davis (solo klaverleikari) og The New Palais Royale Orchestra & Percussion Ensemble undir leiðslu av Maurice Peress

Set design hjá Fernand Léger til jassíblástu La Creation Du Monde balletina hjá Darius Milhaud (1923)

Forsíða til vokal partitur til Jonny Spielt Auf operaina hjá Ernst Krenek (1926)

plakat til Die Dreigroschenoper (The Three-Penny Opera) hjá Kurt Weill (1928).

Mono Brølandi 20-ini 5:5 Evropa og jassur

  1. Igor Stravinsky: Piano-Rag-Music (1919) - innspæling frá 2019 við Antonio Ballista
  2. Paul Hindemith: Kammermusik, Ragtime suite (1922) - innspæling frá 2019 við Antonio Ballista
  3. Darius Milhaud/Orchestre de théâtre des Champs Elysées: La Creation Du Monde (1923) - innspæling frá 1958
  4. Ernst Krenek: Jonny Spielt Auf (1927) - innspæling frá 1993 við Alessandra Marc, Heinz Kruse, Gewandhausorchester Leipzig & Lothar Zagrosek
  5. Kurt Weill/Lotte Lenya: 'Moritat vom Mackie Messer' úr Die Dregroschenoper (1928) - innspælt í 50-unum
  6. Louis Armstrong: 'Mack The Knife' - innspæling frá 1956

Ljóðupptøka tíðliga í 1920-unum.

Inn gjøgnum bakdyrnar til Krazy Kat (náttklubbi/speakeasy) í Washington D.C. í 1921.

Comments