Eg havi ikki nakra yndisbók sum so, men Dune (Frank Herbert, 1966) er í øllum førum millum favorittarnar. Dune er ikki bara ein bók, men eisini eitt fyribrigdi og eitt stórverk í sci-fi bókmentum og 20. aldar bókmentum. Tí hevur tað verið gleðiligt at uppliva tað hype, sum hevur verið um Dune í samband við nýggju filmatiseringina hjá Denis Villeneuve og co. Fyrra helvt, ið kom í biohallirnar á heysti í 2021, eydnaðist væl, og nú gleða vit okkum til aðru helvt, ið kemur í 2023. So seint sum í vikuni vann Hans Zimmer ein Oscar fyri sítt nýggja Dune soundtrack. Tað venda vit aftur til.
Hetta við Dune gongur langt aftur í tíð, og eg havi havt eina rættiliga sermerkta søgu við Dune fyribrigdinum. Tað fyrsta eg kom at kenna til tað var umvegis PC telduspælið frá 1992. Pápi mín og eg keyptu tað í SMS tá í tíðini, og vit spældu tað báðir. Tað var í grundini stak hugtakandi at spæla, eg var drigin inn í søguna, og sum frá líður var eg heilt bitin av hesum universinum.
Seinni vóru vit nakrir vinmenn á Leirvíksleiðini, ið dyrkaðu filmatiseringina, sum David Lynch leikstjórnaði og Dino De Laurentiis framleiddi. Tann filmurin er frá 1984. Tá høvdu fleiri royndir verið
gjørdar at filmatisera, og m.a. lógu Arthur P. Jacobs, Alejandro
Jodorowsky og Ridley Scott framvið. Øra skapanartilgongdin handan Jodorowsky verkætlanina frá 1974, ið ongantíð gjørdist veruleiki, verður lýst í hugtakandi heimildarfilminum Jodorowsky's Dune (2013). Hesin heimildarfilmur hevur forrestin sítt egna stak áhugaverda synthesizer soundtrack eftir Kurt Stenzel, ið nýtir analogar synthesizarar, ið vóru sequenceaðir og miksaðir í real time (sum er kul).
Toto
Tað var ikki fyrrenn Laurentiis setti Lynch í starv sum leikstjóra, at glið kom á framleiðsluna av Dune í 1981. Lynch versiónin er á ongan hátt fullkomin og hevur síni lýti. Kortini er okkurt
gandakent yvir filminum, og filmstónleikurin spælir sín avgerðandi leiklut
í hesum. Mæta west coast soft rock orkestrið Toto stóð fyri tónleikinum til henda filmin, og tað var eitt óvæntað gott match. Sum áður víst á, er tað sum um, at episku og grandiøsu tendensirnir hjá Toto
sleppa ordiliga til sín rætt, tí her nýtast teir ikki at hugsa um hits
og popp tekki. Ístaðin kunnu teir bara mála stórsligin fusións og proggíblást ljóðlandsløg, júst soleiðis sum teimum lystir.
Onkrar semi-avantgardistiskar og industrial-kendar løtur eru eisini at
finna millum rillurnar, meðan aðrar eru meira eyðkent Toto melodiøsar.
At sjálvur Brian Eno so eisini veitir eina av sínum sublimu skeringum
við hinum ovurvakra 'Prophecy Theme', ger bert savnaðu myndina uppaftur
betri. So hóast henda útgávan er millum tær ókendaru, er hon helst mín
yndispláta hjá Toto. Teirra fyrsta og higartil eisini einasta
soundtrack. Skrivað til ein ófullkomnan og kortini dyrkingarverdan
(kult)film við eini truplari søgu.
Fyrsti trailarin
Í september 2020 kom so endiliga tað, sum vit høvdu bíðað eftir so leingi. Fyrsti trailarin til Dune hjá Denis Villeneuve og co. Visuelt var okkurt ómetaliga spennandi á vási, men á ljóðsíðuni vóru forkunnug viðurskifti eisini uppá spæl. Ein triðing inni í 3 minuttir langa trailaranum hoyrast brot úr 'Eclipse' hjá Pink Floyd, upprunaliga av teirri klassisku rokkplátuni Dark Side of The Moon (1973). Eitt sync, ið setur alskyns hugasambond í gongd.
Tá Jodorowsky fór í holt við sína ørvitisligu Dune verkætlan afturi í 1970-unum, ætlaði at hann at fáa júst psykedelisku og symfonisku Pink Floyd at skriva tónleikin til filmin. Tann filmurin var ongantíð av nøkrum, men at Villeneuve og co. nýta 'Eclipse' við tess teksti um skapan, undirgang og kosmisk himmallikam í trailaranum fyri tann komandi Dune, kennist sum ein stak viðkomandi tilsiping til truplu søguna hjá Dune sum filmsfyribrigdi.
Dark Side of The Moon er ein av monumentalu plátunum úr
1970-unum, og eisini ein pláta, sum á sín egna hátt hevur sci-fi og
rúmdina sum part av víðfevnda tematiska útsýninum. Tað er annars ikki
sjálv plátuversiónin hjá Pink Floyd, men eitt kór undir leiðslu av Hans Zimmer og co., ið syngur eina tulking av 'Eclipse' í trailaranum.
Einstakar tilsipingar
Hetta við sci-fi og 70-ára tónleiki fekk meg at leita aftur á slóð til aðrar tónleikaútgávur, ið hava nýtt Dune sum íblástur. Málmur er altíð eitt gott jørðildi fyri hugflogsríkum frásagnum úr sci-fi og fantasy høpi, og bretsku tungmálmskongarnir Iron Maiden hava ongantíð dylt fyri bókmentaligu áhugamálunum. Á plátuni Piece of Mind (1983) átti Dune tørn í lagnum 'To Tame A Land'. Søgan sigur, at Iron Maiden søktu um loyvi til at kalla sangin 'Dune'. Svarið teir fingu frá umboðum hjá Frank Herbert var soljóðandi: "Frank Herbert doesn't like rock bands, particularly heavy rock bands, and especially bands like Iron Maiden".
Greið tala má sigast. Í aðrar mátar ein fínur sangur av eini frálíkari plátu. Blind Guardian hava eisini ein Dune sang, sum eitur 'Traveller in Time' (í mun til Iron Maiden eri eg tó givin at lata sum um, at eg havi tíð til Blind Guardian). Innan nýggjari elektroniskan tónleik kann sigast at Geidi Primes (2010), debutplátan hjá kanadisku Grimes, sum í fleiri førum hevur havt stak áhugaverdar sci-fi tilsipingar í sínum tónleiki, er ein heil konseptpláta um Dune. Í aðrar mátar hava big beat slóðarin Fatboy Slim ('Weapon of Choice') og stoner/doom kongarnir Sleep ('Giza Butler') havt onkrar tekstligar tilsipingar til Dune.
Klaus Schulze
Tann, eftir mínum tykki, mest áhugaverda, sjálvstøðuga tónleikaútgávan í hesum høpi er ellinta studioplátan hjá týska ambient/kosmische tónleikaranum Klaus Schulze, ið stutt og greitt eitur Dune (1979). Schulze var upprunaliga limur í slóðandi krautrock bólkum sum Tangerine Dream og Ash Ra Tempel, men fór solo longu í 1972. Schulze hevur havt eina sera virkna yrkisleið og hevur latið eina ørgrynnu av plátum úr hondum. Sci-fi temu eru afturvendandi á hansara útgávum.
Í 1979 kom Klaus Schulze við plátuni Dune, ið er eitt slag av fagnaði av skaldsøguni hjá Herbert. Henda í grundini rættiliga abstrakta plátan hevur ein støvutan oyðimarkardám, ið hóskar seg væl til heitið og konseptið. Alt er litað við passandi mongdum av rúmklangi, ikki minst drynjandi sello'in hjá Wolfgang Tiepold, ið gevur tónleikinum ein langtandi dám. Plátuhúsin er eitt screenshot úr Solaris (1972) hjá Tarkovsky.
Schulze var annars ikki tann einasti, ið fagnaði Dune í sein-70-unum. Franski synthtónleikarin Z a.k.a. Bernard Szajner lat plátuna Visions of Dune úr hondum sama ár, sum Schulze kom við síni (1979). Hon er so avgjørt eisini verd at tjekka út. Lagaheitini heinta nøvn og hugtøk úr bókunum hjá Frank Herbert, men tónleikurin er instrumentalur, atmosferiskur og elektroniskur. Eisini ein hugtakandi útgáva.
At Klaus Schulze hámetti Dune kom annars ikki heilt óvart á, tí á undanfarnu útgávuni X frá 1978, hevði hann m.a. lagið 'Frank Herbert', ið var ein fagnaður av rithøvundanum og hansara verki. 'Frank Herbert' er eitt synthesizer og sequencer drivið lag við elektroniskum framdrátti - ikki ólíkt tí, sum fyrrverandi bólkalimirnir í Tangerine Dream eisini høvdu koyrandi í sama tíðarskeiði.
Villeneuve og Zimmer
Í heyst fingu vit so endiliga sæð nógv umrødda giraffin - Dune a la Villeneuve. Henda versiónin byggir fyrst og fremst á bókina hjá Herbert. Við at gera filmin í tveimum pørtum tekur man sær tíð til at fortelja søguna ordiligt, og filmurin
slær beinanvegin tónan ann frá bókini. Virðing fyri frumritinum. Tað
trongdi til eina slíka versión av Dune, nú tá vit frammanundan hava
"sýrutripp av eini verkætlan sum ongantíð bleiv til nakað" hjá
Jodorowsky, "cheesy men eisini kulur 80ára kult klassikari" hjá Lynch og
"fínasta slag tv seriu Dune" hjá SyFy (2000).
Soundtrackið er eftir hin nógv umrødda Hans Zimmer. Ein maður, ið fyrst og fremst er tiltikin innan filmsídnaðin fyri sítt latingarføri - Zimmer og hansara stóra toymi halda tíðarætlanir og levera vøruna hvørja ferð - og harumframt er kendur fyri síni bombastisku temu til líka so bombastiskar Hollywood stórfilmar í 21. øld.
Musikalskt er ikki altíð so nógv at fara eftir hjá Zimmer, tí hansara soundtracks eru meira at fata sum stórfingin ljóðsniðgeving afturvið somuleiðis stórfingnum myndaavriki. Hetta kenna vit gamaní sum eina dygd úr eitt nú Interstellar, Blade Runner 2049 og Dunkirk. Og hetta peikar aftur til upprunaliga Blade Runner hjá Ridley Scott og Vangelis, sum í grundini átti at talt upp. Men eg eri barasta ikki fan av Zimmer á sama hátt, sum eg eri fan av so nógvum øðrum filmtónaskøldum. Einamest tí at Zimmer soundtracks eru líka so kend fyri løtur, har alt kókar fullkomiliga yvir í ólátaðum "epic for epic's sake" tilgongdum.
Ljóðsniðgeving sum sansalig totaluppliving
Í so máta hevði eg ikki stórvegis væntanir til Dune soundtrackið, og tó var eg ovfarin á meira enn ein hátt. Visuelt er filmurin hugtakandi, men gjøgnumførda ljóðsíðan smæðist ikki burtur. Tað slóð meg beinanvegin, hvussu nógv ljóðmyndin hevði at siga fyri upplivingina, har tónleikur, ljóðeffektir, ljóðsniðgeving og -eftirviðgerð smelta saman í eina heild, ið hevur ovurhonds stóra ávirkan á sansaligu totalupplivingina. Fari eg at ogna mær tað á plátu? Neyvan. Fari eg at lurta eftir tí
leyst av filminum? Neyvan. Fungeraði tað sum integreraður partur av
filmupplivingini? Avgjørt.
Eingin ivi er um, at Zimmer hevur lagt nógv fyri at skapa soundtrackið, ið hann nú eisini hevur vunnið ein Oscar fyri. Kvantitativt er í øllum førum ríkiligt at koma eftir. Soundtrackið er spjatt út yvir fleiri ymsar útgávur, og eitt satt herlið av sangarum, tónleikarum og studiotøkningum tók lut í upptøkunum. Í grundini er Zimmer stjóri og oddamaður í teirri stóru Zimmer fyritøkuni, ið veitir soundtracks. Tað er kanska soleiðis tað má gerast, um ein skal vera førur fyri at lata soundtracks til stórfilmar í so nógv ár (Zimmer vann sín fyrra Oscar fyri The Lion King í 1995).
Orientalisma ella ei
Annars eru sera nógvar tilsipingar til miðeysturlond í vali av ljóðførum og sangarum í Zimmer soundtrackinum. Filmurin hevur eisini fingið viðmerkingar og ákoyringar um orientalismu. Hugtakið "orientalisma" stavar frá palestinskt-amerikanska bókmentafrøðinginum Edward W. Said og sipar til vesturlendska endurgeving av aspektum úr eysturlendskari - tað vil siga miðeysturlendskari, suðurasiatiskari og fjareysturlendskari - mentan. Ein atfinning av hesum er, at endurgevingarnar ofta eru niðrandi ella misvísandi. Øvugta hugtakið er occidentalisma, har vesturheimurin verður lýstur úr eysturlendskum sjónarhorni. Í aktuella førinum við Dune er talan um tað, sum summi halda eru tilvitað stereotýpar lýsingar av oyðimarkarfólkum og arabiskari mentan úr vesturlendskum sjónarhorni.
Men her ræður eisini um at hugsa seg væl um, tí Herbert sjálvur hevði sanniliga eisini sínar tankar um bæði eystur, vestur, heimssøgu og heimsátrúnaðir. Dune universið inniheldur eina kritiska og kompleksa viðgerð av Messias hugtakinum og -figurum, umframt eina kritiska lýsing av leiklutinum hjá vesturlendska menniskjanum í mun til náttúru og (aðrar) mentanir. Harumframt fór Hebert eisini gjølla til verka í sínum áhuga fyri muslimskum mentanum gjøgnum tíðirnar. Herbert byrjaði sína yrkisleið sum journalistur og var altíð politiskt áhugaður. Hesi viðurskifti ganga aftur í skaldsøgunum, um enn í alegoriskum týdningum.
Eitt páskaregg nú tað stundar til páskir...
Fyri av avrunda hesa umfatandi rundferð í Dune á plátu skal eg líka varpa ljós á hetta frálíka musikalska "páskareggið" úr nýggjastu Dune filmatiseringini: undir rullutekstunum ljómaði brádliga eitt lag, ið ljóðaði merkiliga kent. Og tá credits fyri tónlistaligu avrikini rullaðu yvir skíggjan, sást, at týski Hans Zimmer og somuleiðis týski Klaus Schulze høvdu samstarvað um júst lagið 'Grain of Sand', ið altso byggir á upprunaliga 'Frank Herbert' lagið hjá Schulze frá 1978.
Ein løta við 70-ára synthesizer sci-fi hevði sostatt sníkt seg við í henda stórfilm í 21. øld, ið annars brúkar nógv akkustisk ljóðføri, umframt mannarøddir, til tess at skapa rúmdarljóðmyndir, ið kortini ljóða nógv av oyðimørk og eysturlondum. Tað var gleðiligt at leggja merki til hesa reindyrkaðu 70-ára synth løtuna. Sostatt innihelt trailarin frá 2020 eitt intertekstuelt Pink Floyd 70-ára páskaregg, meðan filmurin somuleiðis innihelt hesa frálíku 70-ára tilvísing, har sjálvur Klaus Schulze slapp uppí part.
Ein fyri nørdarnar, og tey, sum tíma at ganga uppí slíkt. Vit síggjast vónandi í framtíðini (!) í biografi til framhaldið av Dune. Frálíkt.
Comments
Post a Comment