Blade Runner, Dune og kynstrið at gera filmstónleik

LPin til Dune hjá Toto í franskari útgávu.
Eg havi leingi havt serligan alsk til filmstónleik - hetta tey eisini rópa soundtracks - og er talan um sci-fi, ja so minkar alskurin ikki. Heldur tvørturímóti.

Í kvøld gongur leiðin í Havnar Bio at hyggja eftir Blade Runner 2049, og tað er nakað eg havi eitt sindur blandaðar kenslur um. Soundtrackið hjá Vangelis til upprunaliga Blade Runner er eitt av mínum yndis yvirhøvur, og tá eg frætti at frálíka íslendska tónaskaldið Jóhann Jóhannsson skuldi gera tónleik til Blade Runner 2049 tóktist tað sum eitt mestsum fullkomið match. Herfyri komu so tíðindini um, at Jóhannsson var koyrdur úr verkætlanini, og í hansara stað komu Hans Zimmer og Benjamin Wallfisch.

Uttan iva dugnaligir fakpersónar, men eg velji til eina og hvørja tíð treytaleysu listaligu visiónina hjá Jóhannsson framum Hollywood meturvøruna hjá Zimmer, ið ofta er alt ov bombastisk. Eitt av eyðkennunum hjá Zimmer í filmsídnaðinum er hansara latingarføri. Hann setur seg ikki upp ímóti valdsbygnaðinum, men loysir bara uppgávuna. Hetta er sjálvandi feitt hjá ídnaðinum, men listaliga er tað ikki altíð so tryggjandi.

Tó so: Zimmer dugir sanniliga eisini síni ting og kann gera stórbæra ljóðlist, tá hann veruliga setur sær tað fyri (sí eitt nú Dunkirk hjá Zimmer/Wallfisch sum eitt aktuelt dømi). Higartil tykjast ummæli av Blade Runner 2049 eisini at vera avbera góð, fyri ikki at siga ekstatisk í støðum, og alt hetta boðar sjálvandi frá góðum. Beri tó ótta fyri hvussu soundtrackið fer at roynast, havandi øll hesi áðurnevndu viðurskifti í huga. Vit fáa at síggja hvussu leikur ferst. Meir um hetta seinni.

Men hvar hoyra Toto heima í hesi søguni? Jú, hetta koma vit straks til, men fyrst eitt sindur av bakgrund:

Tað var ein tíð fyrst í 00'unum, tá Toto høvdu ringt orð á sær millum summar tónleikarar. Eftir fyrru Føroyavitjanina anno 1996 gjørdust Toto onkursvegna ímyndin av yvireksponeraðum útvarpstónleiki. Fatanin var, at útvarpið spældi bert Toto og danskan 80'ara popp. Vit búðu niðri, tá Toto vitjaðu í høllini á Hálsi í 1996, so tað ferðina fekk eg einki við.

Hóast nakað var um yvireksponeringina av Toto í heimligum varpi, helt eg við tíðini at neiliga umdømi var órættvíst. Tók teir tí upp til revisión, og onkrar Toto plátur komu til høldar á vinyl-veiðu: Toto IV (1982), The Seventh One (1988) og savnsplátan Past To Present 1977-1990 (1990). Hetta munnu vera tær kendastu og helst eisini bestu Toto útgávurnar.

Toto er, satt at siga, fínasta slag. West coast/L.A. studiotónleikara popprokkur við fusiónstevi. Tónleikarar í bólkinum hava eisini spælt, skrivað og framleitt á nógvum tiltiknum løgum og útgávum hjá øðrum. Herfyri andaðist Walter Becker, gittarleikari í legendarisku Steely Dan. Steely Dan funnu seg eisini til rættis í Los Angeles og eru eitt navn, ið eg eri farin at dyrka alsamt meir seinnu árini. Toto mennirnir David Paich og Jeff Porcaro spældu á Steely Dan plátunum Pretzel Logic (1974) og Katy Lied (1975). Paich á tí fyrru, Porcaro á báðum. Sig so ikki tað.
A post shared by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on
Í august mánaði var stundin komin til aðru Toto vitjanina í Føroyum. Konsertin á Summarfestivalinum var fín. Vit hugnaðu okkum óført, hóast momentumið hvarv eina løtu mitt í konsertini. Interaktiónin var ikki ovurhonds millum bólk og áhoyrarar, og so vóru fólk heldur ikki serliga responsiv uppá tað sum gekk fyri seg á pallinum. Tey flestu stóðu still og lurtaðu, og longri afturi prátaðu tey.

Men sum sagt: konsertin hevði eina góða byrjan og endin var eisini góður (miðskeiðis í konsertini áttu teir at latið 'Red House' hjá Jimi fingið frið, men lat tað fara). Og at fara beinleiðis frá Kára P. til Toto gjørdi meg forrestin varugan við, at tú kanst syngja versið í 'Afturhvarv' til intro'ina í 'Pamela'. Men hetta vóru nú ikki reiðiliga míni ørindi við hesum blogginum...
Dune á kassettubandi!
Tað sum vildi við hesum, var at varpa ljós á eina av minni kendu útgávunum hjá Toto, nevniliga teirra frálíka soundtrack til filmin Dune (1984), ið David Lynch leikstjórnaði og Dino De Laurentiis framleiddi. Ikki sørt ambitiøsi filmurin byggir á meistarliga heimin hjá Frank Herbert, ið byrjaði við skaldsøguni Dune frá 1965. Fleiri royndir vóru gjørdar at filmatisera, og m.a. lógu Arthur P. Jacobs, Alejandro Jodorowski og Ridley Scott framvið (ein hugtakandi lýsing av øru skapanartilgongdini sæst í heimildarfilminum Jodorowsky's Dune frá 2013). Tað var ikki fyrrenn Laurentiis setti Lynch í starv sum leikstjóra, at glið kom á framleiðsluna í 1981.

Filmurin er á ongan hátt fullkomin og hevur síni lýti. Kortini er okkurt gandakent yvir honum, og filmstónleikurin spælir sín avgerðandi leiklut í hesum. Tað er sum um at episku og grandiøsu tendensirnir hjá Toto sleppa ordiliga til sín rætt, tí her nýtast teir ikki at hugsa um hits og popp tekki.
Ístaðin kunnu teir bara mála stórsligin fusións og progg íblást ljóðlandsløg, júst soleiðis sum teimum lystir.

Onkrar semi-avantgardistiskar og industrial kendar løtur eru eisini at finna millum rillurnar, meðan aðrar eru meira eyðkent Toto melodiøsar. At sjálvur Brian Eno so eisini veitir eina av sínum sublimu skeringum við ovurvakra 'Prophecy Theme',  ger bert savnaðu myndina uppaftur betri. So hóast henda útgávan er millum tær ókendaru, er hon helst mín yndispláta hjá Toto. Teirra fyrsta og higartil eisini einasta soundtrack. Skrivað til ein ófullkomnan og kortini dyrkingarverdan (kult)film við eini truplari søgu. Allmusic.com skrivar um soundtrackið:

"Dune was never going to be an easy film to score. Dense, overreaching, and confusing, David Lynch's interpretation of the canon of Frank Herbert surely didn't leave many stylistic decisions strolling in through the front door. Yet despite the soft rock pabulum of its past, Toto constructed a luxuriant and peculiar soundtrack that injects Dune with a barren majesty the film often failed to create on its own. The Vienna Symphony Orchestra lends these peculiar compositions a much-needed precision. Brian Eno helps out with the haunting synth hymns of "Prophecy Theme." Remarkably, Dune is perhaps the only Lynch film where one could not wish the discovery of Angelo Badalamenti to have come sooner. Equally prescient horror and throwback to Hollywood epics of old -- there is nothing else to imagine but the organic, spiritual futurism of the film itself."

Tað er pápi keyboardleikaran David Paich, Marty Paich, ið stjórnar Vienna Symphony Orchestra og Vienna Volksoper Choir, ið spæla og syngja á plátuni. Marty Paich hevði sín uppruna sum klaverleikari í west coast jassi og gjørdist við tíðini ein virkin tónasmiður, framleiðari og arrangør.

Dune er ikki einasta tilknýti, ið Toto hava til filmstónleikaheimin, tí seinni í 80'unum gjørdist Joseph Williams sangari í bólkinum, og hann er sonur mæta filmstónaskaldið John Williams, ið hevur veitt tónleik til Star Wars røðina, Jaws, Close Encounters of The Third Kind, Superman, E.T. - The Extraterrestrial, Indiana Jones røðina v.fl.

Eg kom upprunaliga fram á Dune LP'ina á loppumarknaðinum Puces de Vanves í sunnara París. Á somu vinyl-veiðu fann eg heili tríggjar aðrar klassiskar sci-fi soundtrack LP'ir: 2001: A Space Odyssey (Richard Strauss, Györgi Ligeti v.fl.), A Clockwork Orange (Wendy Carlos) og Tron (Wendy Carlos v.fl.). Lagið var ikki sørt gott eftir henda ótilætlað suverena tematiska samanhang.
Tað er ikki frítt, at ein hevur hug at draga parallellir millum júst Dune og Blade Runner. Báðir filmar eru sci-fi úr 80-árunum, og báðir filmar høvdu eina trupla skapanarsøgu. Tað trupla og ófullkomna gevur báðum filmunum ein serstakan dám. Hjá Dune var tað mest undan útgávuni at trupulleikarnir tóku seg upp, meðan tað hjá Blade Runner var líka so nógv aftaná at filmurin var útkomin, at alskyns forðingar komu fyri.

Tað finnast eini sjey ymsar útgávur av Blade Runner, har serliga "theatrical release" frá 1982, "The Director's Cut" frá 1992 og "The Final Cut" frá 2007 eru avgerðandi. Allur bati bøtir og "Director's Cut" bøtti sera nógv um avmarkaða "theatrical release", meðan "The Final Cut" frá 2007 veitti eitt nøkunlunda endaligt rættvísi til filmin, heili 25 ár aftaná uppruna útgávuna. Hetta var fyrstu ferð at Ridley Scott hevði totalt listaligt tamarhald á tilgongdini. Tað var ein frægd at ogna sær hesa útgávuna á DVD, eftir í fleiri ár at hava slitist við eitt VHS band frá 90'unum.

Soundtrackið til Blade Runner hevur eisini havt eina rokaliga skapanarsøgu, men her ber kortini til at siga at Warner Music útgávan frá 1994 virkar eftir ætlan. 12 skeringar eru á, og tær kunnu sigast at vera umboðandi fyri heildina í soundtrackinum. Fekk hesa útgávuna á reyðum vinyl í føðingardagsgávu fyri nøkrum árum síðani, og tað var ikki hissini. Ein góð lýsing av ljóðinum í Blade Runner finst annars her.

Hvussu Blade Runner 2049 roynist fáa vit at síggja í kvøld. Her og nú er tað Dune, ið ljómar sum ein parallell verð á heimliga anlegginum. Retro inn í futurismuna, so segði hann.
A post shared by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on

Comments