Kaffi og vinyl

 
Var mær í Tutl Plátufelagið og hugdi eftir vinyl, og fann eintak av hesum frálíka blaxploitation soundtrackinum, ið Marvin Gaye gjørdi til filmin Trouble Man (1972). Heilt har uppi við Superfly hjá Curtis Mayfield, Coffy hjá Roy Ayers, Across 110th Street hjá Bobby Womack og Shaft hjá Isaac Hayes.

Tá eg opnaði plátuna datt hetta visitkortið úr, og tað vakti góð minnir. Sort Kaffe & Vinyl var mangan frekventera, tá vit búðu í Kongens. Ein var lesandi, so ráðini vóru ikki altíð tey stóru, men ein frálík biks. Sameiningin av svørtum kaffi og vinyl talan eisini til sansirnar og tað estetiska á meira enn ein hátt. Takk fyri meg!

Comments