Hendingaríkt í Helsinki

Finska parlamentið til vinstru, Musiikkitalo til høgru.
Hendingaríkt í Helsinki, har dagurin í dag var brúktur á netverksfundi við NNME - Nordic Network For Music Education. Hetta fór fram á Sibelius akademinum, ið heldur til í Musiikkitalo (Helsinki Music Centre). Musiikkitalo liggur á mikið sýmbolskari staðseting beint við finska parlamentið. Bygningurin hýsir bæði Sibelius akademinum, Finska Radio Symfoniorkestrinum og Helsinki Filharmonikarunum. Ein ábending um hvørja raðfesting tónleikur og tónleikaútbúgving hevur í hesum landinum. Hinumegna torgið liggur tjóðarbókasavnið, ið sær út sum ein stór avlong bylgja.

Tjóðarbókasavnið í Helsinki.
Musiikkitalo er ein gjøgnumførdur bygningur í modernistiskum sniði, og konserthøllin er imponerandi. Í miðmálasteðginum kannaðu vit kvøldsins konsertskrá, og her var upplýst at Radio symfoniorkestrið fór at spæla tvinni verk: Sello konsert Op. 38 eftir finska Jaakko Kuusisto, sála, ið doyði av krabba í heilanum í februar í fjør, og Symfoni nr. 10 í F dur, ið lá óliðug eftir Gustav Mahler, tá hann doyði í sorg og kreppu í mai 1911. Tónleikafrøðingurin Deryck Cooke gjørdi eina lidna útgávu við støði í umfatandi notatunum hjá Mahler.

List undir loftinum. Gaia eftir Kirsi Kaulanen.

Hetta kundu vit ikki lata fara óupplivað framvið. Ein sera vøkur, til tíðir døpur og uppá allar mátar flott konsert. Kuldin, myrkrið, regnið, vátakavin, bleiku andlitini, álvarsemið og støðan í ein eystan er nú heldur ikki hissini kontekstur. Orkestrið spældi sum ein dreymur, og hetta er bara eitt av fleiri orkestrum í hesum landinum, ið hevur eina mikið fløkta søgu, og kortini hevur fótað sær, og tað bæði væl og virðiliga. Tað skal eg meina.
Fólk finna sær sessin.
Radio symfoniorkestrið framførir.
Aftaná konsertina kom ein gongutúrur í køldu vetrarluftini væl við. Leiðin gekk oman móti havnalagnum, har vit m.a. sóu ortodoksa Uspenski katedralin í russiskum sniði, og síðani gekk leiðin yvir til evangeliskt-lutherska Helsinki katedralin. Hvør bygningur vakrari enn annar. So deiliga samansett og komplekst. Seinnapartin fór man sær í onkra plátubiks, og har vóru onkrar spennandi plátur at sjá, ið tað onkursvegna kendist átroðkandi at fáa til høldar hesuferð. Takk fyri meg, Helsinki. Her er gott at verða. (Seinast vit vóru her, var tá vit vóru til U2 á Olympiastadion í 2010, men tað er nú ein heilt onnur søga).

Ortodoksi Uspenski katedralurin.

Onkrar brúktar, tó aktuellar, plátur, ið komu við heim.

Comments