Sergei Rachmaninoff við flyglið uml. 1936. Mynd: Wikimedia. |
(Grein í Sosialinum fríggjadag 3. februar 2023).
Í tí kjaki, sum hevur tikið seg upp um Nýggjárskonsertina hava fleiri víst á, at russiska tónaskaldið Sergei Rachmaninoff (1873-1943), ið var umboðaður á Nýggjárskonsertini við 1. satsi úr síni kendu 2. klaverkonsert, altso var bæði dissidentur og flótti og endaði sínar dagar í í USA, har hann enn er jarðaður í statinum New York. Hetta er alt púra rætt, men hví verður hetta bert staðfest aftaná at kritisku spurningarnir hava verið frammi? Biografisku umstøðurnar úr lívi Rachmaninoffs kundu møguliga verið ein hóskandi háttur at kontekstualisera álopskríggið í Ukraina á Nýggjárskonsertini. Tó at vit søgufrøðiliga sæð eisini skulu verða varðin við 1:1 samanberingini millum Sovjet Russland fyri 100 árum síðani og Putin Russland í dag.
Tað eru hóast alt 80 ár síðani, at Rachmaninoff doyði, og um vit skulu fyrihalda okkum seriøst til reseptiónssøguna kring hetta tónaskaldið, so mugu vit eisini taka atlit til tað, sum er fari fram hesi áratíggjuni. Tí hóast Rachmaninoff var dissidentur og flótti í síni samtíð, so er tað lagnan hjá honum og øllum øðrum listafólkum, hvørs list livir longri enn tey sjálvi, at tað er upp til eftirtíðina at umsita og tulka listaliga arvin, ið eftir stendur. Í hesum sambandi kann tað fara allar vegir - og gerast ein øgilig fløkja.
Instrumentaliseringin av russisku tónlistini
Margaret Frainier, doktari í russiskum og tónleiki, vísir í greinini “Cultural Distinction” í klassiska tónleikatíðarritinum Van Magazine á, at seinastu 20 árini hevur russiska regimið miðvíst instrumentaliserað russisku tónlistina og russiskar tónleikarar til tess at skapa eitt yvirskipað narrativ um eindarríkið Russland. Í hesi strembanini hava eitt nú sopranurin Anna Netrebko og dirigenturin Valery Gergiev latið seg brúkt sum bringuprýði í royndini at savna russisku tjóðina.
Hetta verður framt av Putin regiminum við støði í eini selektivt favoriserandi mentanarligari nostalgi, ið strekkir seg aftur til nationalistisk rák í 19. øld. Hetta var eisini øldin, har nationalistiskar tónleikaligar rørslur tóku seg upp í londum víða hvar, har nationalir skúlar og tjóðartónaskøld sum frá líður sóust í flest øllum londum í vesturheiminum. Tí er tað eisini heilt burturvið at hoyra ymsar aktørar á føroyska tónleikapallinum tosa annaðhvørt um "politisering" ella "apolitisering" í hesum sambandi, tí klassiskur tónleikur er akkurát líka potentielt politiskur sum allur annar tónleikur.
Rachmaninoff passar sum fótur í hosu til hesa nostalgisku agenda hjá Putin regiminum, tí sum anti-modernistiskur romantikari, ið heldur vildi dyrka traditionalistisk virði úr stórbæru fortíðini enn ivasomu modernaðu samtíðina, er hann funnin fressur til endamálið. Frainier vísir víðari á, at støðan hjá Rachmaninoff sum virt og vælumtókt tónaskald í vesturheiminum ger hann uppaftur meira vælllýddan hjá Putin regiminum, ið tó ilskast um hansara støðu sum tónaskald í útlegd.
Í 2015 kom táverandi russiski mentamálaráðharrin Vladimir Medinskiy eisini við einum kravi um, at jarðarleivdir Rachmaninoffs skuldu gravast upp og jarðast aftur í Russlandi. Kravið var sjálvandi og tíbetur ikki gingið á møti, men her er heilt greitt ein bardagi um narrativið í gongd. Eftirmælið hjá Rachmaninoff hevur ikki havt tað seinasta orðið - og so langt í frá. Umframt at tann fysiski blóðugi bardagin hevur verið í gongd í skjótt eitt ár, og Putin'sa Russland hevur flutt seg frá einaræði til beinleiðis harðræði.
Diversitetur heldur enn boykott
Margaret Frainier kemur annars at enda við eini góðari loysn uppá tónleikamentanarligu støðuna í hesi geopolitisku kreppu og regionala sorgarleiki: vegurin fram er ikki boykott, men heldur eitt tónlistaligt aftursvar til narrativið hjá Putin um russiska eindarríkið. Við støði í tonkunum hjá Rachmaninoff kunnu orkestur, konsertfyriskiparar og onnur skipa fyri konsertum, ið hátíðarhalda diversitetin - dýpdina og breiddina - í tí nógva tónleiki, sum hevur verið skaptur í bæði søguliga russiska keisaraveldinum, í Sovjet Russlandi og í modernaðu russisku federatiónini. Altso at svara primitiva narrativinum hjá Putin aftur við kompleksiteti og diversiteti.
Hetta ljóðar sum eitt gott hugskot, og kanska kundu onkrar slíkar konsertir verið fyriskipaðar í Føroyum. Enn hava vit tó til góðar at taka upp eitt seriøst kjak um hvar markið gongur fyri boykott og hvussu vit kunnu varðveita virðismiklu russisku tónlistina og mentanararvin nú tað aftur er kríggj í Evropa. Nýggjárskonsertin hevur í so máta skumpað undir hetta prinsippiella og áhugaverda kjakið, har vit nú noyðast at fyrihalda okkum til tað, sum tey í øðrum londum hava fyrihildið seg til síðani álopskríggið í Ukraina brast á fyri skjótt einum ári síðani.
Sí eisini greinina "Larmandi tøgnin", ið stóð í sama blaði 3. februar 2023.
Sí harumframt hendan partin av Vetrarbiit, har eg var ein av gestunum.
Keldur:
Margaret Frainier, 2022. “Cultural Distinction - What Sergei Rachmaninov’s legacy tells us about musicians under the Putin regime”, Van Magazine, 10. mars 2022, https://van-magazine.com/mag/Rachmaninoff-putin-ukraine/
Comments
Post a Comment