Men aftur til konsertina fríggjakvøldið. Útsetingarnar hjá teimum trimum Petersen, Johannesen og Bogasyni vitnaðu um innlit í tónleikin, sum teir í Marius Ziska frammanundan hava lagt til rættis á teimum undanfarnu plátunum, eins og á teirri nýggju, Rúm (Tutl, 2023). Orkestrið gav kanska ikki so nógv mótspæl, men var hinvegin ein virkin viðspælari í musikalsku heildini. Floytur og violinir løgdu stundum áherðslu á tað, sum synthesizarar annars taka sær av, og so var tað eisini ein frægd at hoyra analogar synthesizarar skifta um pláss við klassisku ljóðførini. Hornblásarar góvu eyka schwung í tey meira lívligu pettini. Ein kundi í løtum staðfesta, at fimti bitilin George Martin, ikki hevur
livað til fánýtis, og so helt eg meg hoyra ekkó av joviala Mozart í
støðum. Musikalska landakortið hjá Mariusi sjálvum er kanska líka so
nógv merkt av norðurlendskum longsli og støvutum neo-folk og americana,
har man ikki ræðist elektroniska dámin (Bon Iver, The War on Drugs
v.fl.)
Talan var um eina væl avmálda dosering frá øllum pørtum, og eina góða javnvág millum bólk og orkestur. Eitt nú í endalagnum 'Going Home', har skift var millum tað stóru strúkaraflatuna og tað heilt einfalda og nakna við Hans Mariusi einsamøllum við gittara. Sum heild stuðlaði orkestrið sera væl undir bólkin, sum aftur stuðlaði væl undir søldfirðingin í sentrum. Ein maður, sum í samstarvi við tekstahøvundan Hans Jacob Kollslíð hevur halgað seg til at skriva og framføra góðar sangir væl. Alt var ein styrking av júst hesi basalu sannkenningini. So einfalt og fundamentalt. Tá kann ein eisini loyva sær heilt nógv og mála við tí heilt stóru palettini, um hugurin er til tað.
Orsøkin til at ein yvirhøvur kundi staðfesta hesi viðurskifti var
sjálvandi tann, at konsertin ljóðaði serstakliga væl. Ljóðmaðurin Kent
Olsen meistraði stóru uppgávuna til fulnar, og nógv onnur ljóðfólk hava
eisini verið til arbeiðis í døgunum upp til konsertina. Harumframt hevði
ljóssniðgevin Súni Joensen kreerað eina frálíka og
gjøgnumførda ljóssniðgeving. Tað var einfalt, harmoniskt og estetiskt tilvitað. Gleðiligt, tá ljósið eisini verður
avrikað á hægsta støði.
Hans Mariusi havi eg fylgt gjøgnum mong ár. Eg spældi enntá tangentar og synthesizarar í teirri rokktónleikaliga hugaðu verkætlanini, ið á sinni gekk undir heitinum Marius, ið vann føroyska umfarið av GBOB - Global Battle of the Bands tónleikakappingini í 2005. Ein pláta kom út við teirri verkætlanini, The Sky Is Our Home var navnið (Tutl, 2006). Tað vóru dagar. Seinni legði Hans Marius meira á neo-fólk og singer/songwriter bógvin í sínum úttrykki, ið tó eisini hevur fingið elektroniskar 80-ára tilsipandi klangir uppí við árunum. Recreation (2013) gjørdist ein neyðug endurføðing í so máta. Hin heimstaðarmediterandi Home/Heim tók okkum á bóli í 2015. Har vóru nógvir træðrir, ið Hans Marius hevði spunnið gjøgnum árini flættaðir.
Á Portur (2018) løgdust post-production og elektroniskar snildir afturat úttrykkinum, og tað klæddi tónleikinum væl. Um tað mundi vóru vit bæði Solveig og ferðaðust í sólríka Amalfi í Italia, har vit leigaðu bil og koyrdu túrar eftir smølum fjallavegum framvið sjóvarmálanum. Vit vitjaðu í Pompeii og Napoli, og Portur koyrdi í rotatión í bilinum. Solveig var uppá vegin við okkara fyrstfødda, so tankarnir mólu í høvdinum um tað, sum var, og tað, sum koma skuldi. Minnist serliga biltúrin á veg heim aftur úr Pompeii, har alt gekk upp í eina hægri eind. At skoða azur og turkisbláa miðjarðahavið og blákollulitta kvøldroðan hóskaði seg ómetaliga væl afturvið tónleikinum og tekstunum. Ikki minst hinum inniliga rámandi endalagnum, 'Ongin er orsøk';
Ongin er orsøk at stúra nú
alt er júst tað sum tað altíð var
skýggini reka og skjótt er eisini tú
partur av teim
farin heim
At konsertin við Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestri harumframt
gjørdist høvi at geva út bók á Sprotanum við tekstum, løgum og samrøðum,
umframt eina eksklusiva undanútgávu av plátuni Rúm á Tutl, ið
verður útgivin alment 10. mars, styrkti bert um kensluna av, at her
smelta ymsir heimar saman á elegantan hátt. Á sølumáli eitur hetta promotional tie-in, og tað roynist væl og elegant í hesum
føri. Fyri vinyl-fetishistarnar er tað sjálvandi ein frægd at fáa hendur
í LP-ini ein heilan mánað áðrenn útgávudato, og bókin Floymandi nærvera fevnir um fotomyndir, samrøður, yrkingasavn og løg við nótum og akkordum!
Ikki frítt, at hetta undirstrikar kensluna av, at hetta vikuskiftið í hinum annars so kalda, myrka, váta og vindblásta februar í tí Harrans ári 2023, runnu mangar ymsar siðvenjur og listagreinir saman í røttum tvørlistaligum samljómi. Tað skulu øll tit, sum á hvør sín hátt eiga lut í hesum verki, og tit eru nógv tilsamans, eiga eina hjartans tøkk fyri!
Comments
Post a Comment