Tá 'Himnafar' kom sveimandi

1. juni kemur nýggjasta staklagið av míni komandi fjórðu plátuútgávu, og 10. juni spæla vit konsert í Maggies í Nólsoy. Frammanundan eru trý stakløg útgivin, og eg fari her á blogginum at skriva eitt sindur um tey sum upphiting til fjórða staklagið og plátuna, ið kemur út á Tutl til heystar. 

Fríggjadagin 1. oktober 2021 var næsta staklagið ‘Himnafar’ útgivið. Ein sveimandi sangur við føroyskum teksti, ið eg eigi bæði orð og lag til. Eins og við ‘Villiniborg’ er talan um eitt lag, ið hevur verið leingi ávegis. Lagið kom til mín eina nátt í auluni á Læraraskúlanum fyri mongum árum síðani. Tað, sum í dag eitur Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya. Um hetta mundi búði eg á kostdeildini og plagdi um næturnar at leita mær niðan í auluna at spæla uppá flyglið, ið stendur har. Aulan er eitt søguligt høli við listprýðing eftir Zacharias Heinesen. Tað var serstakt, at kunna sita í frið og náðum um næturnar og spæla flygil.

Í studio. F.v. Benjamin Petersen (tøkningur), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur), undiritaði (sang og gittar), Mattias Kapnas (tangentar) og Torleik Mortensen (bass). Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré.
Um gongdina frá tónseting til upptøku: Tað gekk skjótt at fáa grundleggjandi bygnaðin í lagnum uppá pláss, men tað gekk rúm tíð áðrenn tað eydnaðist at festa sangin á band. Danir siga at “tredje gang er lykkens gang”, og tað er kanska nakað um tað. Hesin sangurin var í øllum førum uppá tal bæði í samband við plátuna The Desert Holds A Flower (Tutl, 2009) og við plátuna On High (Tutl, 2013). Tað er tó ikki fyrrenn seinnu árini, at sangurin hevur fingið sítt endaliga skap, og nú eydnaðist loksins at gera eina nøktandi innspæling. Tað fegnist eg um.
Ein heiður at fáa hesar kvinnurnar og teirra undurføgru gospelrøddir á vitjan í studio. Dorthea Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim, Ingrid Højgaard Petersen, Jensia Højgaard Kjærbæk and Jóhanna Sofía Petersen.

F.v. Jóhanna, Óluva, Dorthea, Ingrid og Jensia. Takk fyri!

Um heitið ‘Himnafar’ er at siga, at eg havi mangan verið hugtikin av søguni um fylgisveinin Voyager 1, ið var sendur út í rúmdina í 1977. Í 2012 fór Voyager 1 útum okkara sólskipan, heilt út í tað sum rópast “millumstjørna rúmd” (“interstellar space”). Umborð er ein gullpláta við ljóðupptøkum frá jørðini. M.a. er ymiskur góður tónleikur við á plátuni. Tað er vakurt og vónríkt at vita sær, at gullplátan sveimar har úti sum ein "millumstjørna fløskupostur", ið astronomurin Carl Sagan (1934-1996) helt fyri.

Eg var annars gestur í sendingini [Lyst] um tað mundið, tá 'Himnafar' var útgivið. Sendingin sæst her.

Úr sendingini [Lyst] í KVF 15. okt. 2021.
Úr sendingini [Lyst] í KVF 15. okt. 2021.
Teasari fyri 'Himnafar':

 'Himnafar':


Comments