'Villiniborg' var fyrsta staklagið í átta ár

Ein dagin í Hoydølum. F.v. undirritaði, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Mattias Kapnas, Torleik Mortensen og Benjamin Petersen. Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré.

Um ein mánaða kemur nýggjasta staklagið av míni komandi fjórðu plátuútgávu. Frammanundan eru trý stakløg útgivin, og eg fari her á blogginum at skriva eitt sindur um tey sum upphiting til fjórða staklagið, ið forrestin kemur út 1. juni (á Tutl). Plátan í síni heild verður útgivin í heyst.

'Villiniborg' var heitið á fyrsta staklagnum, og tað kom út 9. juli í 2021. Tá vóru tað liðin átta ár síðani eg seinast gav nakað út í egnum navni. Á vári í '21 var eg í upptøkuhølinum og innspældi fjórðu plátuútgávuna saman við góðum fólkum. Eg var annars í ÚF og tosaði um lagið, tá tað var útgivið.

Í studio. Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré.

Rútmueindin Torleik Mortensen á bass og Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummum.
Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré.

Hóast 'Villiniborg' var fyrsta staklagið av komandi heildarútgávuni, so var hetta síðsti sangurin, ið var skrivaður til komandi plátuna. Tá eg var liðugur við hinar sangirnar, og stundin var komin at fara í upptøkuhølið, tók eg samanum sangúrvalið. Eg hevði allar sangirnar liggjandi á borðinum framman fyri mær. Meðan eg sat har og hugdi eftir øllum pappírslepunum, gjørdist mær greitt, at har manglaði eitt petti í puslispælinum. Eitt upplyftandi lag, sum kundi veita javnvág í mun til hini, og sum eisini kundi gerast fyrsta staklagið.

Tá hetta var greitt, var farið undir fyrireikingarnar at geva lagið út. Her er ein lítil teasari úr studio, ið innihelt live brellbita úr 'Villiniborg':


Mattias Kapnas á klaver og synthesizer. Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré.

Tøkningur, ljóðblandari og co-framleiðari: Benjamin Petersen. Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré.
Um tað mundið, tá staklagið kom út, spældu vit nakrar konsertir við bólki og kórsangarum. Avrátt var við Gwenaél at gera eitt sjónbandalag burturúr hesum konsertunum, umframt ljóðroyndum og venjingum. Sjónbandalagið var hugsað sum eitt slag av innliti í okkara gerandisdag sum tónleikarar - at burturúr tí gerandisliga kann tað transendenta viðhvørt spyrjast burturúr.

Sjónbandalagið er filmað, redigerað & leikstjórna av Gwenaël Akira Helmsdal Carré. Hugskot: Knút Háberg Eysturstein & Gwenaël Akira Helmsdal Carré.

Sí annars tekstin til 'Villiniborg' her

Til FMA 2022 vóru vit boðin at koma at framføra 'Villiniborg', ið eisini var tilnevndur sum Ársins sangur, umframt at eg var tilnevndur sum Ársins sangari. Vit tóku av møguleikanum, og tað var stuttligt at sleppa at framføra sangin live og fáa framførsluna skjalfesta.

 

CREDITS
Tónleikarar:
Knút Háberg Eysturstein: sang, akkustiskan gittar, elektriskan gittar
Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synthesizara
Svend Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur, ásláttur
Dorthea Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim, Jensia Højgaard Kjærbæk, Ingrid Højgaard Petersen, Jóhanna Sofía Petersen: kórrøddir

Orð og lag: Knút Háberg Eysturstein.

Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein.

Co-framleiðari: Benjamin Petersen.

Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Kórrøddir løgdu Dorthea Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim, Jensia Højgaard Kjærbæk, Ingrid Højgaard Petersen, Jóhanna Sofía Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen til rættis.

Upptøkur: Benjamin Petersen í Rúmi 43, Hoydalar mars-apríl-mai 2021.

Miksing: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen í Rúmi 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur í mai-juni 2021.

Mastering: Daniel Bacigalupi í Infrasonic Sound, Nashville í juni 2021.

Mynd: Bruno Mikael Eysturstein.
Hondskrift: Knút Háberg Eysturstein.

Sniðgeving: Uni Árting.

Comments