Listaljóð

Tala hildin til bókaframløgu á Tórshavnar Musikkskúla – Astri Luihn: Listaljóð / Art Sounds fríggjadagin 11. apríl 2025.

Góðu tit øll,

Vit eru savnað fyri at hátíðarhalda bókina Astri Luihn – Listaljóð / Art Sounds, sum varpar ljós á serstøku listprýðingina her á Musikkskúlanum – og á eitt evni, sum liggur okkum øllum nær: tónleikur og myndlist, og teirra felags máttur.

Henda listprýðing er ikki bert til pynt. Hon er eitt samspæl millum eyga og oyra – ein samrøða millum visuellan íblástur og ljóðligar hugbindingar. Við bókini fáa vit innlit í hetta samband – og hvussu tónleikurin, tónleikasøgan og ljóðini, kunnu fáa lit, skap og dýpd við listini hjá Astri Luihn. Astri er útbúgvin tónleikafrøðingur, eins og eg sjálvur, og hon hevur gjørt sítt til at byggja brýr millum tónleikin og myndlistina.

Hetta sambandið – millum tónleik og myndlist – er eisini kjarnan í eini katalog grein eg skrivaði fyri kortum í samband við aktuellu listaframsýningina Toner i Kunst, ein tillaga útgáva av framsýningini Tónar í List, sum Listasavn Føroya sýndi fram í 2023, og sum í hesum døgum kann upplivast á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, har Astri Luihn sýnir fram listaverkið við tí sigandi heitinum Listaljóð. Framsýningin lýsir, eins og myndprýðingin her á staðnum, hvussu tónleikur og myndlist í Føroyum hava verið í støðugum samskifti – og hvussu mentanararvurin hevur sett sín dám á báðar listagreinar.

Sangur og tónleikur í Føroyum hava djúpar røtur. Áðrenn ljóðføri vórðu vanlig, var føroyskur tónleikur mest vokalur. Kvæðini og føroyski dansurin eru sum kunnugt millum okkara elstu og mest ikonisku siðir. Har síggja vit, hvussu søgur, ljóð og kroppur ganga saman í eina felags rødd. Ein rødd, sum heldur fram at liva – eisini í listarligum tulkingum.

Listafólk hava mangan heinta íblástur haðani. Vit síggja tað í standmyndum, pappírsklippum, málningum, litprentum og nú eisini her í listini hjá Astri Luihn. Hon hevur lisið ljóðini og søgurnar og latið seg inspirera í litum og formum. Tað er tað, sum ger hesa listprýðing so serliga – hon lurtar og svarar. 

Mynd: Tórshavnar Kommuna.
Í 20. øld sóu vit fleiri slík dømi. William Heinesen átti sín part í hesi søgu. Hann var jú rithøvundur, tónaskald og myndlistafólk í senn. Í skaldsøguni Glataðu spælimenninir lýsir hann, hvussu tónleikur kann bera eitt heilt univers av kenslum og hugmyndum. Og í hansara pappírsklippum síggja vit sama evni tulkað í myndum. Onkur teirra eru brúkt sum plátuhúsar – aftur eitt stað, har tónleikur og myndlist hittast.

Hetta er ikki bert fortíð, sum vit hátíðarhalda í dag – hetta er lukkutíð eisini ein háaktuell framhaldssøga. Føroyskir tónleikarar og listafólk arbeiða saman, skapa nýggj mál og nýggjar meiningar. Frá klassiskum verkum til elektroniskan tónleik, frá listamálningum til videolist – alt samantvinna í einari felags framsøgn.

Tónleikurin og myndlistin í Føroyum hava leingi verið knýtt at samleika, søgu og samtíð. Hvør tónaslóð og hvørt penslastrok sigur ikki bara eina søgu – men er eisini eitt viðkvæmt og vakurt samband millum tað, vit hoyra, og tað, vit síggja. Og í dag fáa vit høvi at síggja og lesa um hetta samband í bókini um hugtakandi og ekspressiva verkið hjá Astri Luihn.

Her á Musikkskúlanum verður føroyska tónleikasøgan sostatt tulkað og visualiserað í samspæli við arkitekturin á staðnum. Vit eiga at gleðast um, at Tórshavnar Musikkskúli hýsir hesum verki og ger rúm fyri slíkum estetiskum samskifti. Tað eru Astri Luihn,Tórshavnar musikkskúli og Tórshavnar kommuna, ið hava staðið fyri útgávuni av hesi bók, ið veitir eina spennandi fatan av tí, sum tónleikur eisini kann vera, nevniliga sjónligur.

At hoyra tónleik er eitt – og tað er fantastiskt -, men at síggja tónleikin tulkaðan í myndlist, tað letur upp nýggjar dyr. Og tað er júst tað, sum henda bók og henda listprýðing gera. Takk fyri tað.

innslag í Degi og viku fríggjakvøldið 11. apríl.

Sí eisini viðtal í ÚF, ið Gunnar Nolsøe gjørdi við Astri Luihn og undirritaða.

 

Comments