Tá fortíð og framtíð hittast í nútíð

Mynd: G! Festival.
Eitt yvirlit yvir G! Festival 2025

Skráin til ársins G! Festival er nú liðug, og tað er ikki frítt, at hon upplivist sum ein svalligur vindur í oyðimørkini. Í einum landi, har festival- og konsertfyriskiparar mangan svørja til antin nostalgi og døgnflugur úr farnum døgum, ella til óendaligar røðir av donskum høvuðsnøvnum, sum eru púrt ókend úti í stóru verð, er G! skráin aftur í ár ein staðfesting av, at vit eru stødd í 21. øld, og at allur heimurin er okkara musikalska spælipláss!

Meðan onnur føroysk tiltøk ótroyttiliga dyrka provinsialismu og meginstreym, endurspeglar G! Festival í Syðrugøtu ein føroyskan veruleika við denti á tónlistaliga dygd og globalt útsýni. So hvørt sum kunngjørd nøvn leggjast afturat, sæst bulurin til tað, sum aftur í ár líkist eini sannførandi G! skrá – ein, sum uttan hóvasták tekur støði í tónleiki frá teimum seinastu uml. 25 árunum – tað verið seg altjóða, regionalt og/ella lokalt.

Úr rúgvuni
Íslendski rockbólkurin Kaleo hevur manifesterað seg seinastu 10+ árini við eini altjóða yrkisleið. Musikalskt hava teir røtur í rockinum í 20. øld, og tað er eisini alt í lagi við tí. Tað er jú ikki søguloysi, ið vit argumentera fyri her – Kaleo hava søguna við sær inn í framtíðina. Síðani teir spældu á G! í 2014, hava teir givið tríggjar plátur út, fingið yvir fýra millardir stroymingar av sínum løgum og Grammy-tilnevning, umframt at teir hava túrað kring allan knøttin.

Danski tónleikaframleiðarin Trentemøller breyt ígjøgnum við sínum hugtakandi og filmiska techno fyri skjótt 20 árum síðani og hevur líka síðani bygt sær eina egna tónlistaliga yrkisleið. Tá øll hini flippaðu út í einum yvirgiraðum EDM-rúsi fyrst í 2010-unum, legði Trentemøller á heilt annan bógv – við væl framleiddum shoegaze, indie, darkwave og dream poppi. Í fjør gav hann út frálíku Dreamweaver (2024), sum við sínum Twin Peaks-huglagi og við songkvinnuni DíSA á odda, sýnir dýpd og dám. Tað verður júst hesin bólkur, ið verður at hoyra á Gøtusandi í summar.

Nakað tað sama kann sigast um íslendsku Emiliana Torrini, ið legði frá landi um aldarskiftið og hevur bygt sær eina solida yrkisleið í egnum tempo. Í fjør kom hon aftur við róstu soloplátuni Miss Flower, varð tilnevnd til eina Grammy og hevur síðan bergtikið á konsertum kring Evropa. Eitt umboð fyri anti-bombastiska dygd og stillisligan aktualitet.

Teimum á baki koma nøvn sum eitt nú norski crossover thrash/hardcore bólkurin Cult Member, íslendski elektro-industrial-punk bólkurin Hatari, ukrainska etno-kaotiska folk kvartettin DakhaBrakha, kinverska elektroniska verkætlanin Frankfurt Helmet, brasilski harmonikuleikarin og sangarin Lívia Mattos, sámiski joik sangskrivarin Emil Kárlsen, indonesiskt-niðurlendska tónleikakollektivið Nusantara Beat og kaliforniska alternativa gittar rapp duoin Punching Bag at stroyða síni fjøltáttaðu hugløg yvir Syðrugøtu. Fá meira at vita um hesi og onnur nøvn her.

Plátuhúsin til Trentemøller: Dreamweaver (2024). Frálíkur dream pop/darkwave/shoegaze tónleikur við rættiligum Twin Peaks huglagi (David Lynch RIP). Íslendska songkvinnan DíSA leggur lag á, og fastur bólkur, sum eisini spælir við live, spælir undir. Bólkurin verður at hoyra á Gøtusandi í summar.

Føroysku nøvnini
Føroysk nøvn spæla altíð ein týðandi leiklut í skránni. Tað er gleðiligt at síggja, hvussu breitt og fjølbroytt tað føroyska tónleikalandslagið er umboðað á G! í ár. Her síggjast nøvn sum Eivør, Greta Svabo, Hamradun, Beinir, Tamara, Lyon Hansen, Marius DC, Ester Skála, jazzygold, Benjamin Rajani, Jóannes Joensen / Bass Elvis og – øll við hvør sínum sermerkta úttrykki, sum spegla dýpd, dirvi og eina veruliga kenslu av samtíð. 

Og so er tað altíð stuttligt, tá festivalurin letur upp fyri kontrastum – eitt nú við country konginum Hallur Joensen á skránni, ið uttan iva fer at hóska seg væl á sandinum millum fjalla.

Tá fortíð og framtíð hittast í nútíð
Tað, sum er komið afturat skránni síðani fyrstu kunngerð, hevur bara styrkt heildarmyndina. G! Festival dugir væl at seta saman eina skrá, sum bæði kennist sum nútíð og minnist tað, ið hevur verið. Hetta er ikki ein festivalur, ið jagstrar trendir – men heldur ein festivalur, sum setir dygd, sans og visjón fremst. Tað er kanska júst har, í hesum møtinum millum tað, ið hevur verið, og tað, ið er á veg, at G! Festival veruliga kemur til sín rætt.


Comments