Bókingin av Tommy Cash

Sera væl bjargað, ella loftað, av G! Festival. 

Bæði virðiliga reaktiónin upp á syrgiligu deyðsboðini um Oliver Tree og tað, at festivalurin megnar at bóka ein artist við líknandi profili við so stuttum skotbrái, er imponerandi. 

Tommy Cash hevur enntá samstarvað við Oliver Tree, og teir kendust, so tað kennist sum ein virðilig og samstundis sera G!-slig loysn. 

Hann hevur harumframt samstarvað við nøvn sum Charli XCX, Diplo og Boys Noize, og á nýggju EP’ini Boyband dyrkar hann ein hypernostalgiskan 00’ara-estetikk saman við hollendska Joost Klein og finska Käärijä. 

Og ja, ung sum gomul kunnu ivaleyst skriva undir upp á, at Espresso Macchiato er ein treytaleysur Euro(vision)-banger í tí løgnara endanum. Tommy Cash og Käärijä eru eisini góð dømi um, at Eurovision væl kann vera eitt stað, har nýskapandi og viðkomandi poppmentan verður tikin í størsta álvara. 🔥

Comments