G! Festival 2026 - fylg við her

G! Festival 2026 fer av bakkastokki í dag. Leygardagin kl. 16:30 verður tiltakið META-G! í Töting í Syðrugøtu. Tiltakið er partur av Júxn mentanarpallinum á G! Festival. Í tíðindaskrivi verður sagt soleiðis um tiltakið:

Meta-G! er eitt forum, har vit suma eitt sindur út, síggja festivalin frá einum metasjónarhorni og meta um tiltök, ið eru á skrá. Kom og ver við, tá eitt ummæli tekur skap, og uppliva tað beinleiðis. Dania O. Tausen og Knút Háberg Eysturstein ummæla í samröðu við Hermann Eliassen. Tað er um G! á G!  

Eg gleði meg nógv til hetta. Ætlanin er eisini at leggja nakrar styttri greinar út her á bloggin undir festivalinum, og so fari eg annars at troyta teir møguligu mentanarpallar, ið vísa seg hesar dagarnar í føgru Syðrugøtu!

Í kvøld hóskvøld 16.07 ætli eg mær m.a. at hoyra: 

Eivør - Skrímslið, lítla systir mín (FO)
Spæliplássið kl. 17:15 

Duo Ruut (EST)
Fjósið kl. 18:45

Tamikrest (ML)
Spæliplássið kl. 19:30

Kóboykex (FO)
Fjósið kl. 21:15

Guðrið Hansdóttir (FO)
Spæliplássið kl. 21:50

Lynks (UK)
Sandurin kl. 22:50

Printz Board & The Butter Funk Family (US)
Spæliplássið kl. 01:00

Joe & The Shitboys (FO)
Sandurin kl. 01:00 

Comments