Arvo Pärt á einum regnvátum desemberdegi

Arvo Pärt. Mynd: Kaupo Kikkas.
Arvo Pärt fekk herfyri Goethe medaljuna í Weimar, Týsklandi. Tað fekk meg at skriva hesar reglur: 

Tillukku, Arvo Pärt!
 
Í desember í fjør fór eg biltúr við pápa mínum Dánjal Eysturstein. Tað var ein sera gráur og regnvátur desemberdagur. Toka og tung skýggj allar vegir. Dagurin stuttur og myrkrið ongantíð ordiliga vekk. Í bilanlegginum lurtaðu vit eftir frálíku útgávuni And I Heard A Voice (2025), har estiski vokalbólkurin Vox Clamantis syngur verk eftir Pärt. Ein ómetaliga sterk og rørandi útgáva. Innspæld í Haapsalu-katedralinum í 2021. Ikki millum tær kendastu hjá Pärt, hartil er hon ov nýggj, men stendur mát við tað besta, sum tónaskaldið hevur latið frá sær. Vokalu avrikini eru eisini á ómetaliga høgum støði.
 
Vit báðir, pápi mín og eg, vóru mikið hugtiknir. Eina løtu parkeraðu vit uppi á Brekkum við fótbóltsvøllin. Sótu bara og lurtaðu. Ikki frítt, at eygu okkara høvdu hug at vætast, og sostatt løgdu vit afturat vætuni, ið longu var í luftini henda dagin.
 
Í dag ætli eg aftur ein túr norður til Leirvíkar at vitja pápa mín. Kanska fara vit at lurta eftir Arvo. Kanska fara vit at práta um tað, sum vit sóu í sjónvarpinum í dag fyri júst 25 árum síðani. Kanska taka vit tað bara heilt róligt. Miðmáli verður í øllum førum á skránni.
 
Tað eru tey smáu tingini, og tøgnin er eisini dýrabar. Tað hevur Arvo Pärt, meistarin, lært okkum.

Comments