“It’s only my depression, baby”
Ein retrolekkur fagurfrøði er yvir øllum, ið amerikanska ljómsveitin The War on Drugs tekst við, og eg hoyri til teirra, ið elska hesa tilgongd, ja, beinleiðis labba hana í seg. Nýggjasta sjónbandalagið ‘Who’s That’, ið fyrijáttar komandi sættu útgávu bólksins, er tølandi retrolekkurt niður í minstu smálutir. Tað byrjar enntá við sovorðnum hvítum infoteksti í niðara vinstra horni, ið leiðir tankarnar aftur á VH1 í nítiárunum.
Tað var tann tíðin, tá flow-sjónvarp á rásum sum MTV og VH1 var tryggasta tónlistaliga sambandið út í heim og vísti tað, sum fyrifórst á altjóða popp- og rokktindum. Í sjónbandalagnum gongur Adam Granduciel, sangari, gittarleikari og sangskrivari í bólkinum, á gøtunum í L.A. á náttarstund. Alt er eitt sindur kornut, tað, sum á enskum rópast “grainy” (frálíkt orð, “kornut” er heldur corny til samanberingar…), og boygdu neonljósini skína í teirri annars so døkku náttini. Ja, bæði visuelt og auditivt eru stilistiskar snildir upp á spæl.
Musikalskt er The War on Drugs ein hugvekjandi samanrenning av amerikonskum heartland-rokki (Springsteen er ein eyðsýnd fyrimynd) og evropeiskum krautrokki. Ja, hetta lagið er, sum ikki einaferð, kryddað við súrkálsangandi synthesizer-arpeggiofigurum, ið ríka um ljóðmyndina, ið annars fylgir teimum somu trimum akkordunum út í æsir. Eisini her er bólkurin konsekventur. Røddin hjá Granduciel leiðir tankarnar á tað, sum Dylan, Springsteen og Adams (ja, Bryan) hava sungið inn á plátu millum ár og dag.
Á útgávunum hjá TWOD hevur hjartasorgin mangan verið ein snúningsdepil, og soleiðis sær eisini út til at vera hesuferð. Eg gleði meg til nýggju, enn ótitlaðu útgávuna og fái ein slíkan hug at lurta eftir tí, sum bólkurin áður hevur givið út. Framúr. https://www.youtube.com/watch?v=1fMvp6GCyZI

Comments
Post a Comment