Høgni Kannuberg: Tankin streyfaði meg (Siberia)

Í summar gav leirvíkingurin Høgni Kannuberg sítt fyrsta staklag út undir egnum navni. Høgni er útbúgvin lærari og hevur áður gjørt vart við seg m.a. sum partur av vælumtóktu elektronisku poppverkætlanini VSJ. Hann má roknast sum multiinstrumentalistur, ið leikar bæði gittar, klaver, bass, kirkjuorgul v.m.

'Tankin streyfaði meg (Siberia)' er eitt melodiøst og fangandi lag við hópin av yvirskoti. Tað leiðir tankarnar til eitt nú Blur, Suede og annað, ið vit kenna úr britt popp bylgjuni úr nítiárunum, og so er tað ikki frítt, at ein í huganum ferðast longur aftur til tað, sum The Beatles lótu úr hondum frá 1962 til 1970.

Orðini eru eginsom og fyndug, og Høgni syngur tey við sterkari og mikið sjarmerandi leirvíksdialekt. Ein sonevnd "lyric video" er gjørd til sangin, har ein kann fylgja við í tekstinum, og bakgrundin er enntá filmað á Leirvíksvegnum við útsýni norður móti Djúpunum. Tað kann fáa eitt og hvørt Leirvíkshjarta at blotna, og soleiðis er eisini hjá undirritaða.

Teksturin hevur eina áhugaverda javnvág millum tað, sum tú skilur beinavegin, og so tað, sum tú ikki ordiliga fangar og mást tyggja víðari uppá. Tað er ikki á hvørjum degi, at Siberia rímar við verðina, anemia (blóðtrot) og bókstaviliga í einum poppsangi ,men tað ger tað her, og niðurstøðan er greið: "eg vil sleppa mær av við teg". Vildi gitt at hetta er eitt slag av breakup sangi, ella kanska ein post-breakup sangur. Hann er í øllum førum góður. Tjekka hann út niðanfyri: 

Sagt verðurí tíðindaskrivi, at "Sangurin er fyrsta almenna staklagið hjá Høgna Kannuberg og hevur ein lættan og melodiskan popp/rock-dám. Lagið er framleitt av Hans Poulsen í IntroVers Studio. Við á lagnum eru Guðrun Sólja Jacobsen sum syngur kór og Hans Jákup Abrahamsen spælir trompet."

 Teksturin er at finna her.

Comments