U2 - No Line On The Horizon - fyrsta ummæli á føroyskum (?)

Tólvta U2 plátan kemur út 2 mars, fer at eita "No Line On The Horizon" og løgini vera 11 í tali. Hetta hava vit vitað nú í eina tíð. Men tað stuttliga er, at vit eisini liva í eini tíð, har útgávudato ikki eru ordilig útgávudato og har ørgrynna av ummælum, greinum, frásøgnum, samrøðum, track-by-track gjøgnumgongdum o.ø longu hava verið at lesa í ymsum miðlum í fleiri vikur. Á internetinum fyri tað (allar) mesta.

Eg sigi at útgávudato ikki eru ordilig útgávudato, tí plátan er longu likin út á internetið fyri fleiri døgum síðani. 18 februar haldi eg tað var. Onkur digitalur tónleikahandil í Avstralia, sum hoyrir undir Universal plátufelagið (sum U2 eru á), setti av misgávum plátuna til sølu, og tað gingu bert fáir tímar so spjaddist hon um alt internetið umvegis Torrent síður og onnur støð, har ein fær fatur í tónleiki á meiri ivasaman hátt. Plátan er eisini send til streamingar á myspace profilinum hjá U2. Tvs. hon er úti, sum so, bara ikki fysiskt (enn). Fari her at royna meg við tí sum mær vitandi er fyrsta føroyska ummæli av plátuni.

"NLOTH" hevur í eina tíð verið søgd at skula vera eitt meira "eksperimenterandi" umfar enn tær báðar seinastu; "All That You Can't Leave Behind" (2000) og "How To Dismantle An Atomic Bomb" (2004). Tað hevur verið ført fram, at menn á nýggju útgávuni hava vent sær móti teim ironisku og eksperimenterandi 90unum og plátunum "Achtung Baby" (91), "Zooropa" (93) og "Pop" (97).
Eitt, ið eg eisini havi bitið merki við í skrivingini upp undir komandi útgávuna, er at skribentar hava nærum kappast um at siga hvussu óhepnar og (í onkrum føri) beinleiðis vánaligar tær báðar seinastu hava verið, og hava ró uppundir at henda komandi útgávan fór at venda alt á høvdið. Her má eg siga meg ósamdan, tí tær báðar seinastu útgávurnar gerast ikki brádliga vánaligar, bara tí ein nýggj er á veg. Gamaní hava tær báðar eyðkent eitt meira "back to basics", ja enntá "Middle Of the Road" kent tíðarskeið í U2 regi, men trot hevur ikki verið á góðum og væl skrivaðum sangum. Als ikki. Tað hevur meiri verið sovori sum sound, instrumentering, arrangement o.a, ið ikki hevur peika eins nógv í nýggjar ættir sum 90ara útgávurnar.

Plátan skuldi upprunaliga koma út í heyst, men so var brádliga kunngjørt at menn høvdu gjørt av at bíða til 2009. Tað lá eitt sindur í luftini, at okkurt serstakt var í nánd, um teir bert góvu sær tíð til at fara eftir tí. Hetta hevur óivað verið við til at økt um forvæntningarnar til komandi útgávuna.

...og so lak hon brádliga út um allar geilar, eitt mestsum tilvildarligt hóskvøld í februar. Nýggja U2 plátan. Og hvussu er hon so? Fyrst og fremst er at siga at SO eksperimenterandi er hon heldur ikki. Gamaní leggur hon seg eitt vet meiri uppat 90ara U2 enn tær báðar fyrru, men hetta er líka nógv eitt nattúrligt framhald av júst teimum báðum útgávunum. Triðji partur í nýggjastu album trilogiini hjá U2, tvs. tann ið hevur eyðkent hetta seinasta ártíggjundið.

Plátan er innspæld og framleidd saman við dynamisku duoini Brian Eno (synthesizer/ambient ørn) og Daniel Lanois (gittar/ambient ørn). Hvør sær og saman hava teir báðir arbeitt við við eini langari røð av virdum tónleikanøvnum, og U2 er so eitt teirra. Teir báðir hava arbeitt við U2 við jøvnum millumbilum síðani 1984. Í sambandi við "NLOTH" hevur nakað verið gjørt burturúr hesum, at Eno og Lanois eisini vóru við í sjálvari skapanini av løgunum, tvs. U2 var í praksis ein 6-mans bólkur í upptøkuhølinum. Eg haldi ikki at hetta er so øgiliga nýtt tó, tí minnist meg rætt var ein líknandi mannagongd eisini nýtt á "All That You Can't Leave Behind" frá 2000. At teir báðir sleppa uppí part í sangskrivingini, er bara ein styrki, tí tað økir nógv um møguleikarnar og gevur líkasum fleiri litir á palettina. Og tá er lag á monnum at mála!

Meðan ein lurtar eftir hesi útgávuni, situr ein við eini greiðari fatan av at U2 hava ásannað at tær báðar seinastu vóru nokkso "safe", og at teir hesufer hava gjørt av at fara onkustaðni við tónleikinum. "Going places", sum maðurin segði. Tvs. at tað onkursvegna er meira edge í tí heila, og tað er ikki bara tí at gittarleikarin eitur so. Eisini er greitt at onkrar meiri "eksperimenterandi" løtur altso hava funnið sítt pláss á útgávuni, so okkurt er hóast alt um prátið. Eitt sindur í øllum førum. Og hetta klæðir bæði plátuni og U2.

Tað eru so mong onnur, ið hava havt "track-by-track" viðgerð av plátuni, og eg fari eisini at loyva mær:

1. No Line On The Horizon
Byrja verður við (relativt) fullum útblástri í heitislagnum, ið setur hol á við manér. Jú, gamaní, vit eru onkrastaðni í grannalagnum av 90ára U2. Í 2. versi trívur The Edge í riffið frá "The Fly", og so vita vit hvar vit eru. Eno synthar leggja dám á. Bono syngur høgt og insisterandi um eina gentu, ið er sum havið og sum broytist hvønn dag. Gentan kann vera musan, Gud, unnustan, okkurt fjóra ella alt í senn?

2. Magnificent
As U2 as it gets. Ein sonn perla av einum lagi. Hevur hatta episkt stórfingna yvir sær, ið er eitt trademark hjá U2. Feitt og ómakaleyst groove eisini, og tað gevur lagnum eitt eyka kick. Ein einføld og guddómlig gittarsolo frá The Edge. Gott at hoyra aftur. Góður tekstur, sum ikki einafer. Ein hásongur. Til Gud? Til áhoyraran? Unnustuna? Alt til sína tíð. "I was born/I was born to sing for you /I didn’t have a choice/But to lift you up/And sing whatever song you wanted me to/I give you back my voice/From the womb my first cry/It was a joyful noise". Amen.

3. Moment of Surrender
Ein innilig gospel íblást ballada, ið er yvir sjey minuttir til longdar. Tað í sær sjálvum sigur nokk. Hetta er soul musikkur so tað forslær. Ræðuliga vakurt. Sambært Brian Eno er hetta eitt one take, okkurt hissini intro ljóðføri undantikið. Tað ljóðar í øllum førum soleiðis sum tað skal ljóða, tá nakrir tónleikarar spæla saman og kollektivt raka plett. The Edge tosaði einafer um hetta, tá man stendur í einum rúmi og spælir saman, og so kemur tónleikurin brádliga. Hetta ljóðar av slíkum. Enn ein framúrskarandi The Edge solo. Hetta boðar frá góðum.

4. Unknown Caller
Stuttligar introir á hesi plátuni. Teir geva sær góða tíð. Haldi at tað einamest er Eno, synth og ambient snillingurin, ið snikkar til, tá um introir ræður. Løgini geva sær góða tíð at byrja, og tað er avgjørt ein kvalitetur. Og blásarar? Tað er nakað nýtt í U2 høpi.
The Edge hevur eftir øllum at døma sett sær fyri at forkela lurtaran við feitum gittar soloum á hesi plátuni. Lagið beinleiðis endar við eini spikafeitari, intensari solo. Sjálvandi uttan nakað dikkedar og fjant, bara beint fram og inniligt. Frá hjartanum. Tað er tað feita við minimalismu, tá hon er væl úr hondum greidd; hon maximerar effektina av tí sum ER har. Tí sum sleppur at vera har.

5. I'll Go Crazy If I Don't Go Crazy Tonight
Aftaná fýra atmosferiskt lødd løg, fara vit í meira "immediate" popp mode. Eitt mode, ið U2 eisini hava meistrað gjøgnum árini. Sum er ein styrki, hóast tað ikki er tað sum ein fyrst fer í hopla yvir. Hetta er meira líkatil og fangandi, men við dýpd undir yvirfladunið. Minnir meg eitt sindur um "Original Of The Species" frá "How to dismantle...", bara betri?
Steve Lillywhite legði leiðina framvið prodjúsarastólinum á hesum lagnum. Meira einføld ljóðmynd. Áh ja, og so sjálvandi ein super melodiøs solo frá The Edge (jamen hvat tá?) Eisini kul at hann kann fáa eina so útjaglaða strofu sum tað í introini (a la "War Is Over" hjá Lennon) at ljóða viðkomandi aftur. Halt kjaft hann er genialur (The Edge altso).
Stuttligur tekstur eisini, har Bono one-linar fyri allar pengarnar. "Every generation gets a chance to change the world/Pity the nation that won’t listen to your boys and girls‘/Cos the sweetest melody is the one we haven’t heard". Hoyrt! Sindur av Bob Dylan og "Times they are a-changin'" yvir hasum har...

6. Get On Your Boots
Apropos Bob, so spøkir hann eisini her. Giti at Bono hevur skoytt eftir "Subterranean Homesick Blues" hjá Dylan, bæði hvat vers melodiinum og "stream of consciousness" tekstinum viðvíkur. Hetta var fyrsta stakplátan, og hon fekk sera blandaða móttøku. Eg haldi hetta lagið er stuttligt, tí tað er bæði ein "grower" OG tað hevur hatta har "immediate" yvir sær, ið eg nevndi omanfyri. Tað riggar væl mitt á plátuni. Ferð á, action, glitr í eyganum og ikki so nógv hóvasták.
The Edge segði einastaðni um riffið í "Vertigo" (frá "HTDAAB"), at tað var eitt sovori óendaligt eitt av slagnum, tvs. eitt riff, ið ein kann blíva við at spæla. Eftir øllum at døma hugtekur tankin framvegis, tí her er líknandi mannagongd uppá spæl. Adam Clayton, handan kanaljan, trívir eisini fleiri ferðir í sama riff, bara á bassinum. Feitt.

7. Stand Up Comedy
Aftur sama prinsipp í super feita riffinum, og tað er totalt genialt. Feitt lag. Orkumikið og líkatil. Eldur í. Funky? U2? Skal ein tora at loypa slíkt út í orð? Stuttligt at miðjan á fløguni er so líkatil sum hon er, tað lættir um huglagið, nú vit eru komin í helvt. Hetta fer at rokka live, eingin ivi um tað! Tað fara fleiri av løgunum forrestin.

8. Fez - Being Born
Aftaná líkatil og (mundi ein sagt) "funky" tónar í miðjuni, fara vit aftur í meira álvarsligan, atmosferu mode. Og sikken eitt mode! Hetta lagið er kanska tað mest "expressionistiska" ella "abstrakta" á plátuni, og dekan fari tann til tað er feitt! Brian Eno út-ambientar seg sjálvan í modulerandi ambient-sýru introini, og samplar m.a "let me in the sound" brotið frá C-stykkinum í "Get On Your Boots". Frekt.
...og knappliga, so fara vit avstað við fullari ferð; feitt drive í trummum og bassi, við eini einfaldari og sera feitari melodistrofu omaná, sum eisini er berandi í lagnum. Fyrst spælir The Edge hana, síðani syngur Bono hana og síðani syngur eitt kór (Bono, The Edge, Eno, Lanois?) hana, alt meðan lagið fýkur víðari. Gásarholdið er ein realitetur. Feitt at teir kunnu sleppa teymunum og halda seg á tí abstrakta, eitt sindur "sketchy" planinum. Um eg endiliga skal peika okkurt burturúr, so vil eg skýra hetta besta lagið. Í øllum førum fyribils. Ok?

9. White As Snow
Helst tað lagið, sum hevur mest einføldu ljóðmyndina. Pent lag. Bygt á ein gamlan sálm. Eftirsum at tað er so einfalt, so haldi eg (eitt sindur) at teir kundu varveitt tað ordiliga einfalda, uttan t.d blásarar í C-stykkinum (jepp, her vóru teir aftur). Men ok, lagið er vakurt og teksturin er super góður. Bono er í "third person" mode. Hesufer sum ein doyggjandi soldátur í Afghanistan, sum í síni síðstu stund minnist aftur á gamlar gøtur. Tær gerast so eisini ein metaforur fyri tað sum handan sýnið er. Rørandi. "Once I knew there was a love divine/Then came a time I thought it knew me not/Who can forgive forgiveness where forgiveness is not/Only the lamb as white as snow".

10. Breathe
Eitt beint fram og blúsut (?) rock lag. Eno hevur sagt, at hetta er tann "mest U2-sligi" sangurin teir nakrantíð hava innspælt. Og sum onkur segði; hann burdi vita. Gott lag. Ein "grower", heilt vist. Tað fer (eisini) at rokka live. Hetta er eitt sovori lag sum man fer uppdaga einafer um nakrar mánaðir, tá man í fyrsta umfari er liðugur at peppa um øll hini.

11. Cedars of Lebanon

Síðsta lag og vit eru aftur í triðja persóni. Hetta er atmosferiskt og niðri á jørðini. Bono sigur frá úr sjónarhorninum hjá einum "war correspondent" í Libanon. Góður tekstur. Ordiliga góður tekstur. Hugsunarsemi hevur fingið innivist, tað er vist. Ein hómar eisini eitt sindur av sjálvkritikki og iva í røddini hjá Bono. Hann hevur tikið í hondina á og hingi út við mongum ivasomum persónum, ið hava havt alt ov nógv vald um hendi. Lagið endar við at staðfesta; "Choose your enemies carefully ‘cos they will define you/Make them interesting ‘cos in some ways they will mind you/They’re not there in the beginning but when your story ends/Gonna last with you longer than your friends". Hmmm...

Seinni fari eg at skriva okkurt meiri um U2 og hví teir eru so góðir sum teir eru; hví eg eri fjeppari. Men í fyrstu atløgu fari eg bara at siga at hetta er ein góð pláta, sum ein róliga kann seta seg at lurta eftir og tað nógv. Eingin ivi um tað.

Comments