Eg áni ikki hvar KISS eru henni anno 2013 og hvat vit kunnu vænta, men eg veit so frægt sum at teir vóru mín fyrsta opinbering av rock tónleiki sum nøkrum øgiliga vandamiklum, ið lá uttanfyri tær etableraðu konventiónirnar. Í hvussu so er tær, ið vóru galdandi í Leirvík í '87-'88, tá man gekk í 1. flokki. Tá vóru KISS "kanska satanistar", og navnið var "kanska" stytting fyri "Kids/Knights In Satans Service". Tað snúði seg nógv um styttingar tá, og um "baklengs maskering" og duld súmbolir.
Ein flokksfelagi hevði onkran í familjuni, ið átti eitt videoband við einari KISS konsert, tað var øgiliga spennandi, og "Crazy Crazy Nights" var ein forbiðið góður sangur. Seinni hoyrdi eg "God Gave Rock 'n' Roll To You", og hann var altso ikki serliga sataniskur, heldur hinvegin.
Onkursvegna minnist eg hetta sum eina sakleysa tíð, tí hóast talan m.a. var um avmyndingar av óndskapi, so var tað alíkavæl ein sovorin karikeraður tekniseriu óndskapur. Tá hevði man framvegis ikki fatað, at tað finst hópin verri óndskapur í verðini, enn tann, ið verður avmyndaður á plátuhúsum og sungin um í pláturillunum innanfyri.
Tann ordiligi óndskapurin verður sjálvdan avmyndaður greitt og týðiliga og á aljósum degi. Tann ordiligi óndskapurin er sum oftast meira duldur og loyniligur og torførur at fáa eyga á. Tann ordiligi óndskapurin letst tíverri ofta at verða tað góða. Ikki er tað lætt.
Seinni havi eg funnið útav, at KISS faktiskt er ein stytting, um enn ein pragmatisk heldur enn ein satanistisk av slagnum, nevniliga "Keep It Simple Stupid", eisini kent sum "KISS principle". Um hetta er íblásturin hjá bólkinum KISS er ikki gott at vita, men tónleikaliga hava teir í hvussu so er altíð hildið seg til einfaldan rock'n'roll, uttan alt ov nógv hóvasták.
Í dag rokni eg ikki við at teir í KISS nakrantíð hava verið "satanistar". Eg veit í roynd og veru ikki hvat ein "satanistur" er fyri nakað. Eg eri ikki púrt ósamdur við frágreiðingini í einum øðrum KISS relateraðum filmi, nevniliga tí skemtiliga og flata Role Models, har tann eini høvuðspersónurin lýsir KISS sum nakrar jødiskar dreingir, ið vildu spæla harðan rock, og kendu seg noyddar til at mála seg í andlitinum, til tess at fremja sína søk (og fáa fatur í einari rúgvu av konufólki í prosessini).
Hvønn mun eitt teatralskt rock show ger til ella frá í teirri stóru myndini, tað veit eg ikki, men stuttligt og forvitnisligt verður tað so í øllum førum. Eitt livandi minni frá barnaárunum live á palli anno 2013.
Comments
Post a Comment